týsdagur 16. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 133 - 16. juli 2002
Nr. 133 - 16. juli 2002
5
Gjáramorgunin kom
løgmaður aftur til
landið, eftir at hava
verið staddur í Dan-
mark í feriu. Seinastu
vikuna hevur
politiski leikpallurin í
Føroyum bíðað
spentur eftir, hvat
Anfinn Kallsberg fer
at svara aftur til tær
álvarsligu skuld-
setingar, sum Tjóð-
veldistingmaðurin
Tórbjørn Jacobsen
alment hevur reist
ímóti honum.
HEIMKOMAN
Rúnar Reistrup
Mánamorgunin
klokkan
6.48 koyrdi løgmaður av
Norrønu á land á Bursa-
tanga í Havn. Hóast ar-
beiðspláss hansara á Tinga-
nesi liggur eitt hanagleiv
harfrá, hevði løgmaður
ongar ætlanir um at fara inn
á gólvið á skrivstovu síni
beinanvegin.
- Nú fari eg fyrst og
fremst heim til Viðareiðis,
segði løgmaður, tá vit hittu
hann ígjøgnum opna bil-
rútin, meðan bilurin spaku-
liga koyrdi framvið Toll-
valdinum.
Løgmaður vendir heim
til eina ta verstu sam-
gongukreppuna í síni góðu
fýra ár í embætinum, nú
Tórbjørn Jacobsen, ting-
limur Tjóðveldisfloksins,
meðan
løgmaður
var
burturstaddur, alment hevur
ákært hann og fiskimála-
ráðharran fyri at hava havt
ov langar fingrar.
Nú løgmaður vendi heim
aftur á klettarnar, eftir at
hava hildið feriu á flat-
londum, fær hann lítlan frið
at pakka kuffertið út, tí tað,
sum
byrjaði
sum
ein
ósemja um einskiljingar-
mál hevur ment seg til eina
stjórnarkreppu fyri mannin
í landsins leiðandi politiska
embæti.
Ikki standa ósvaraðar
Fyri lítlari viku síðan segði
løgmaður, sum tá var
staddur í Danmark á feriu,
at skuldsetingarnar hjá Tór-
birni Jacobsen ikki sluppu
at standa ósvaraðar. Tá
vóru boðini frá løgmanni
tey, at hann vildi vita, um
tað var Tjóðveldisflokkurin
sum heild, ella bert Tór-
bjørn Jacobsen sum einlig-
ur svali, ið stóð aftanfyri
skuldsetingarnar.
Løgmaður visti tá ikki at
siga, um hetta fór at fáa
avleiðingar fyri samgong-
una.
Síðan tá hevur ein leið-
andi advokatur staðfest, at
løgmaður hevur grundarlag
fyri at stevna Tórbirni
Jacobsen fyri ærumeiðing,
og tveir fyrrverandi løg-
menn hava gjørt greitt, at
embætið,
sum
Anfinn
Kallsberg røkir, krevur av
honum, at hann reinsar seg
fyri skuldsetingarnar so
ella so.
Fámæltur løgmaður
Síðan Tórbirni Jacobsen, í
viðmerking týsdagin, legði
løgmann undir ikki at hava
kent mun á sínum og annra,
hava hvørki formaður Tjóð-
veldisfloksins, Høgni Hoy-
dal, ella maðurin handan
viðmerkingina ynskt at
gjørt viðmerkingar, hóast
fjølmiðlarnir hava verið í
hølunum á teimum líka
síðan.
Tá løgmaður vendi aftur
til landið gjáramorgunin
var hann heldur ikki nógv
fyri at tosa um málið.
- Tað fyrsta eg fari at
gera, verður at seta meg inn
í alt tað, sum er sagt og
skrivað um hesar skuldset-
ingarnar. Eg verði noyddur
at seta meg ordiliga inn í
málið áðrenn eg kann gera
viðmerkingar til tað, segði
løgmaður, áðrenn hann
legði leiðina til Viðareiðis.
Í februar mánað í fjør
vendi
Løgmaður
eisini
heim til eitt Føroyar í
stjórnarkreppu, tá Høgni
Hoydal, táverandi lands-
stýrismaður við sjálvstýris-
málum, av sínum einting-
um bar eitt uppskot um
fólkaatkvøðu um sjálv-
stýrisleist samgongurinnar
í tingið, meðan løgmaður
var staddur í London.
Tá var um tað reppið, at
samgongusamstarvið varð
uppsagt.
Løgmaður vendir aftur
til eitt landsstýri í kreppu
Løgmaður vendi
gjáramorgunin aftur til eina
stjórnarkreppu. Her koyrir
Anfinn Kallsberg úr Norrønu
klokkan 6.48 gjáramorgunin.
Mynd: Finnur Justinussen
Petur Eliassen úr
Klaksvík er staddur
saman við konuni og
einari dóttur í summ-
arhúsi í Hirtshals.
Uttanfyri er ein flagg-
stong og Petur vant
sjálvandi tað føroyska
flaggið upp. Men tað
fekk ilt í ein granna,
sum ikki gjørdi mæt-
ari enn at klaga
SUMMARFRÍ
Solby A. Eliasen
Petur sigur, at tey hugsaðu
ikki um, um tað mundi vera
loyvt at flagga við tí før-
oyska flagginum ella ikki,
tá tey vundu Merkið upp
hendan dagin í Hirtshals.
- Serliga tí, at vit hava
verið her einaferð fyrr í
summar, og tá veittraði
Merkið hvønn dag uttanfyri
summarhúsið, uttan at vit
vórðu klagað, sigur Petur
og tað er ikki sørt, at hann
hevur hug at flenna at
hesum.
Tað var, sum sagt, ein
granni, sum klagaði um, at
tað føroyska flaggið veittraði
í Hirtshals hendan dagin.
Ein annar maður, sum
eisini hevði summarhús
tætt við har, sum Petur og
familjan búgva, kom við
eini reglugerð til Petur, sum
hann so las í gjøgnum.
- Maðurin var bæði vinar-
ligur og blíður, og vit flentu
bert at hesum. Men eg var
noyddur at taka flaggið nið-
ur, kortini. Hann spurdi, um
tað var nøkur serlig orsøk til,
at føroyska flaggið veittraði
hendan dagin, og eg segði
bara, at tað var tí, at vit eru
føroyingar, greiðir Petur frá.
Í hesi reglugerð stóð
millum annað, at tað er ikki
loyvt at veittra við fremm-
andum flaggi í Danmark
uttan serloyvi.
Um talan er um eitt flagg,
sum ikki er í so góðum
standi og tað verður noktað
at taka tað niður, so kann
tað verða tikið niður av
rætta viðkomandi og verða
brent, stóð eisini at lesa í
reglugerðini.
At enda stóð eisini at, um
ein ynskir at veittra við ein-
um fremmandum – í hesum
førinum føroyskum - flaggi í
Danmark, so skal tað danska
flaggið vera oman fyri.
- Men tað tímdi eg ikki, tí
so hevði eg rokkið upp at
nomið við tað, sigur Petur
stórflennandi og leggur
aftur at, at tá maðurin við
reglugerðini var farin, tá
vant hann bara tað danska
flaggið upp og lat tað
veittra í hálvan annan tíma,
áðrenn hann tók tað nið-
uraftur. Sum eitt plástur á
sárið til grannan, sum hevði
fingið ilt onkunstaðni av tí
føroyska flagginum.
Nú og frá og inntil Petur
og familjan fara upp aftur,
fer so onki flagg at veittra
uttan fyri summarhúsið í
Hirtshals.
Petur er skipari á Pison,
sum er undir umfatandi
umvælingum í Hirtshals.
Meiningin var, at Petur
skuldi fara upp aftur við
Pison, men hann verður
ikki klárur reiðiliga enn, so
Petur flýgur uppaftur, með-
an konan og dóttirin fara
upp við Norrønu leygar-
dagin.
Klagaður fyri at veittra við Merkinum í Hirtshals
Skeyt eftir løgregluni
Um middagsleitið
leygardagin byrjaði
ein 39 ára gamal
maður at skjóta eftir
løgregluni á Sunds-
vegnum í Havn. Eing-
in fekk skaða og ein
tíma eftir yvirgav
maðurin seg til løg-
regluna
SKOTDRAMA
Ingrid Bjarnastein
Maðurin, sum var fullur,
ringdi sjálvur til løgregluna
um middagsleitið og hótti
við at taka lívið av sær og
øllum, sum komu í nánd,
visti Útvarp Føroya at siga
leygarkvøldið.
Ein, sum hevur sæð til-
burðin greiðir frá, at mað-
urin gekk fleiri ferðir og
mól aftur og fram inn í
húsini á Sundsvegnum.
Lumpaði
Aðru ferð 39 ára gamli mað-
urin kemur út úr húsunum,
leggur hann byrsuna á vegin,
og stingur hendurnar upp í
loft, sum ætlar hann at yvir-
geva seg. Men tað gjørdi
hann als ikki. Løtu seinni
tekur hann byrsuna uppaftur
og byrjar at sikta eftir
løgregluni, sum tá hevði
umringað mannin.
Maðurin var rættiliga
óður og harðligur, og hann
smekkaði byrsuna í ein
hegnpela, og hetta gjørdi
so, at byrsan brotnaði.
Hann fer innaftur í húsini,
men tá hann so triðju ferð
kom út, legði hann aftur
byrsuna á vegin og yvirgav
hann seg síðani til løg-
regluna.
Eisini lat maðurin eitt
skot móti løgreglubilinum,
har tveir løgreglumenn og
eitt vitni krógvaðu seg.
Varðhaldsfongslaður
Sunnudagin kom maðurin
fyri í grundlógaravhoyring.
Hann varð millum annað
skuldsettur fyri, at hava
hótt tænastumenn í yrki og
sivil fólk, og ákæruvaldið
kravdi, at maðurin varð
varðhaldsfongslaður.
Í hesum hevur ákærdu-
valdið fingið viðhald, tí
byrsumaðurin varð varð-
haldsfongslaður í 12 dagar.
Hann mótmælti ikki avgerð-
ina hjá rættinum. Av tí, at ein
sjónbandaupptøka er gjørd,
og eitt vitni var á staðnum,
styrkir hetta illgrunan um, at
tann 39 ára gamli maðurin er
sekur í skuldsetingunum, sig-
ur rætturin.
Fyribils
er
maðurin
skuldsettur fyri trý brot á
revsilógina. Millum annað
fyri at hava siktað fleiri
ferðir eftir løgregluni og
fyri at skjóta eftir henni og
vitnunum.
Harafturat er hann skuld-
settur fyri at koma fólkun-
um í grannalagnum í
vanda, tá hann skjeyt eftir
løgregluni, men maðurin
noktar seg sekan í øllum
skuldsetingunum.
Nú er maðurin varðhalds-
fongslaður, tí soleiðis fær
hann ikki órógvað kanning-
ararbeiðið hjá løgregluni.
Pison verður ikki at
kenna aftur, sigur
Petur Eliassen,
skipari. Hann er í
Hirtshals saman við
familjuni. Meiningin
var, at Petur skuldi
koma upp aftur til
Føroyar við Pison,
men hann verður ikki
liðugur fyrr enn
einaferð í august
UMVÆLING
Solby A. Eliasen
Pison liggur í Hirtshals og
henda dagin, tá Sosialurin
tosaði við Petur stóð hann
beint
við
síðuna
av
bátinum.
- Ongin í Klaksvík hevði
kent bátin aftur um onki
navnaskeltið var á honum,
sigur Petur avgjørdur á
málinum.
- Hann er sera snøggur.
Alt er gjørt av nýggjum.
Tað er so at siga bara
skrokkurin eftir av honum,
so tað verður sum eitt nýtt
skip, sigur Petur.
Øll tólini eru nýggj á
brúnni og alt er skift út
eisini. Ongin fer at sova har
frammi í bátinum longur.
Tað eru sekstan koyggjur
har afturi í bátinum nú.
Pison verður, sum sagt,
væntandi klárur í august.
Pison liðugur í august
Løgreglufólkini krógvaðu seg,
tá maðurin byrjaði at skjóta
eftir teimum.
C
M
Y
K
5
4
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
4 fólk í bili
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
summarið 2002
e-mail: booking@smyril-line.fo
Bilpakkar
Danmark
Noreg
úr 815,-
úr 815,-
úr 505,-
úr 505,-
Hetland
Ísland
Skotland
úr 400,-
úr 400,-
úr 768,-
úr 768,-
úr 1.370,-
úr 1.370,-
Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
Ferðist bíliga ...
fyri hvønn
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Seyðisfjørður
ella hinvegin
fyri hvønn
Fráf. Tórsh.: 30/8, 6/9, 11/9
Fráf. Hansth.: 17/8, 24/8, 31/8, 7/9
Fráf. Tórsh.: 7/8, 14/8, 21/8, 28/8
Fráf. Seyðisfj.: 22/8, 29/8, 5/9
Tórshavn -
Hetland -
Skotland
ella hinvegin
fyri hvønn
Bilpakkar