Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 133 - 16. juli 2002 Nr. 133 - 16. juli 2002 7 Nýtt Føroya-putli- spæl er komið í bóka- og aðrar sølubúðir kring landið ÚTGÁVA Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur teknað kortið, sum ikki bara vísir oyggjar, bygdir, firðir og sund, men umframt er prýtt við tí, ið er í Føroyum. Kortið er randað av blómum og grøsum í erva og tara og øðrum av havsins botni í neðra. Kring oyggj- arnar í erva sveimar fuglur, og í neðra svimur fiskur, kópur og hvalur. Kortið er tí ikki bara eitt putlispæl við 50 puntum, sum barnið kann hugna sær við at leggja. Størstu nyttuna fáa børn og vaksin saman burt- ur úr: tey smáu hava helst ilt við at skilja ta landa- frøðiliga, men tey kunnu læra at kenna fugl, fisk, hval og gróður á landi og í sjógvi. Størri børn kunnu umframt hetta læra seg oyggja- og bygdanøvn. Sjálvandi er Føroya- putlispælið eisini avbera væl egnað at geva útlend- ingum, sum eitt ítøkiligt minni um Føroyar. Bókadeild Føroya Lær- arafelags gevur nýggja Før- oya-putlispælið út. Tað kostar kr. 65 + mvg. Nýtt, vakurt og læruríkt Føroya- putlispæl - Øll viðskiftafólk, sum koma í samband við Almannastovuna, skulu føla, at málsvið- gerðin er góð, á ein- um fakligum høgum stigi og at hon er vin- arlig, uttan mun til, um umsóknin hjá viðkomandi verður játtað ella ikki, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni ALMANNASTOVAN Turið Kjølbro Almannastovan er ein týð- andi stovnur fyri stóran part av Føroya fólki, og er tann almenni stovnurin, sum fólk eru oftast í sambandi við frá vøggu til grøv. - Fremsta uppgávan hjá stovninum er, at brúkarar- nir og viðskiftafólkini, fak- bólkar og politisku mynd- ugleikarnir hava álit á stovnin. Opinleiki og gjøgnumskygni í allari um- sitingini er sera umráðandi, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni. Stovnurin er farin undir sera umfatandi bygnaðar- broytingar. Ístaðin fyri at hava serkunnleikan mið- savnaðan undir ymsum deildum, ið er býttur upp eftir arbeiðsøkjum, skulu allar deildir á stovninum hava sama serkunnleika og vitan um øll øki. Økisdeild- irnar kring landið skulu vegleiða og ráðgeva innan so at siga øll øki, og kunn- ingin frá øllum deildum og økisdeildum skal verða eins yvir alt landið. Fyri at hetta skal eydnast, skulu øll starvsfólkini á stovninum, uttan mun til starvsaldur og útbúgving, undir eftirút- búgving sum liður í før- leikamenning. Í hesum sambandi fáa serfrøðingar- nir á stovninum eftirút- búgving í servitan. - Endamálið við hesum er, at øll starvsfólkini fáa sama kunnleika og fatan um okkara lógarverk. Við- skiftafólkið skal fáa tað sama at vita, uttan mun til, hvar viðkomandi vendir sær til. Hetta eru ógvuliga stór krøv til okkara starvs- fólk, men tey eru neyðug, um viðgerðin skal verða betri. Starvsfólkini á stovn- inum skulu kunna við- skiftafólk rætt, eins og nøktandi, og møta við- skiftafólki vinarliga. Øll viðskiftafólk, sum koma í samband við Almannastov- una, skulu føla, at málsvið- gerðin hevur verið góð, á einum fakligum høgum stigi og at hon hevur verið vinarlig, uttan mun til, um umsóknin hjá viðkomandi verður játtað ella ikki, sigur Petra Joensen. Grundskeiðið byrjar hálvan august og er í ein mánaða. Víðkaða skeiðið verður seinni í heyst. Tá ið hetta árið er lokið, skulu allar bygnaðarbroytingar- nar vera framdar. Styrkja felagsfatanina Grundin til, at henda um- fatandi eftirútbúgvingin verður framd, er ikki, at starvsfólkini á stovninum kenna lógarverkið ov illa, sigur stjórin á Almanna- stovuni. - Tað er umráðandi at menna felagsfatanina av okkara lógarverki og at tryggja okkum, at øll starvsfólkini kenna lógar- verkið. Tað er ikki nóg mik- ið, at vit halda, at øll kenna lógargrundarlagið. Fáa vit tær afturmeldingar, eitt nú frá fjølmiðlunum, at við- gerðin og viðferðin eru til- vildarlig, má eg sum stjóri kanna neyvt eftir innanhýs- is, hví fólk hava hesa fatan, sigur Petra Joensen. Hvørt almenningurin hevur álit á Almannastov- uni og er nøgdur við ta við- gerð, tey fáa frá stovninum, ella ikki, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men vit kunnu vísa á dømi, har fólk hava fílst á viðferðina og viðgerðina, tey hava fingið frá málsviðgerðarum á Al- mannastovuni. Eitt nú hevur verið funnist at, at kunningin hevur verið ónøktandi og ymisk. Hesar atfinningar eru tiknar til eftirtektar. Somuleiðis hev- ur Løgtingsins umboðs- maður givið Almannastov- uni átalu fyri drúgva við- gerð. Leiðslan á Almannastov- uni hevur gjørt av, at kunn- ingin, sum fer út av stovn- inum, skal raðfestast hægri og gerast betur í framtíðini. - Leiðsluskrivstovan, sum verður sett á stovn, fer at taka sær av hesum, so- leiðis, at dygdin og upplýs- ingarnir í kunningini eru á høgum stigi. Hetta skal sjálvsagt gerast í samsvari og samstarvi við serkunn- leikan á deildunum. Øll kunning verður eftir einum væl gjøgnumhugsaðum leisti eftir einum serligum sniði, har dygdin er í há- sæti. Hetta verður ein spennandi avbjóðing til okkara. Vit kunnu seta okk- um sjálvum spurningin, um vit tosa eitt mál, sum fólk skilja ella ikki. Málið í sjálvum sær er, at kunning- in ikki bert skal verða nøktandi orðað, men eisini innihalda tær upplýsingar brúkarin hevur brúk fyri, sigur Petra Joensen. Datagrundarlag Almannastovan arbeiðir við at gera eitt stórt datagrund- arlag, soleiðis, at stovnurin altíð nágreiniliga veit, hvussu nógvar umsóknirnar eru til tað ymiska, nær tær koma, hvar trýstið er størst og hvar bíðitíðin er longst. - Eru hesi viðurskiftini greið, vita vit, hvørji øki á stovninum skulu styrkjast og betrast. Leiðslan hevur arbeitt við visjónum og ætl- anum fyri stovnin og í heyst seta vit í verk virkisætlanir fyri ymsu økini og toymini kring landið. Tað er sera umráðandi, at leiðsla og starvsfólk eru greið yvir, hvørja tænastu vit geva og hvørja vit eiga at geva, sigur Petra Joensen. Stjórin á Almannastovuni metir, at stovnurin megnar stóru avbjóðingina, sum umfatandi bygnaðarbroyt- ingar er, og at stovnurin hevur starvsfólkaorkuna til tess. Tó hevur stovnurin eina umsókn um størri játt- an í komandi fíggjarlóg. Borgarin betri tænastu frá Almannastovuni Endamálið við bygnaðar- broytingunum á Almannastovuni er koma skjótari út til borgaran við eini betri og nøktandi tænastu. Mynd: - Fáa vit at vita, at viðgerðin og viðferðin eru tilvildarlig, má eg sum stjóri kanna neyvt eftir innanhýsis, hví fólk hava hesa fatan, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni. Mynd: Egil Gullbrandsson Olsen Nú FJM bæði hevur gamla bygningin við Fjøruvegin í Runavík og nýggja bygningin á Rytuvíkarhálsi, fer felagið at taka sær av eitt nú viðlíkahaldi í Runavík, meðan ný- gerð og langsiktaðu arbeiðini verða gjørd í hølunum á Rytu- víkarhálsi. MÓTTØKA Vilmund Jacobsen Næstsíðsta fríggjadag bjóð- aði maskinverkstaðurin, FJM, til móttøku í nýggja bygninginum hjá felagnum á Rytuvíkarhálsi. Fyrr í summar seldi Frithleif Olsen, sum átti FJM, 3/4 av felagnum til tríggjar verandi og fyrr- verandi starvsfelagar; hesir eru Jóhan Henrik Olsen, sum hevur starvast hjá Frithleifi síðan byrjanina, Petur Jacob Petersen, sum hevur starvast hjá FJM í fleiri ár og Arni Carlsen, sum eisini hevur starvast hjá felagnum í nøkur ár. Hesir fýra eiga nú fýra líka stórar partar av felagnum, FJM. 300 fólk FJM lýsti í bløðunum og bjóðaði almenninginum at síggja bygningin og hitta eigararnar. Brøv vórðu send virkjum, reiðaríum og øðrum, sum felagið sam- starvar við. Hendan dagin yviri á Rytuvíkarhálsi vóru eini 300 fólk samlaði til at heilsa uppá Frithleif Olsen og hinar tríggjar eigararnar av felagnum. Hýrurin var góður, og vertirnir bjóðaðu kaffi, te og smurt breyð. Birgir Nónsgjógv og Jónsvein Olsen undirhildu við tónleiki og sangi. Flyta so við og við Nú FJM bæði hevur gamla bygningin við Fjøruvegin í Runavík og nýggja bygn- ingin á Rytuvíkarhálsi, fer felagið at taka sær av eitt nú viðlíkahaldi í bygninginum í Runavík, meðan nýgerð og langsiktaðu arbeiðini verða gjørd í nýggju hølunum. Umframt bygningin í Runavík, hevur FJM leigað ein part av kjallaranum í bygninginum á Glyvrum, har Bónus húsast. Her stóðu nøkur amboð, sum nú eru flutt yvir í bygningin á Rytuvíkarhálsi, har virk- semið so spakuliga er kom- ið í gongd. FJM tekur sær av við- líkahaldi, nýgerð og sølu. 300 fólk heilsaðu FJM- monnunum Fritleif Olsen saman við hinum trimum eigarunum í FJM. Mynd: Jens Christian Vang. Nýggi bygningurin hjá FJM á Rytuvíkarhálsi. Mynd: Jens Christian Vang. Eini 300 fólk nýttu høvi at heilsa Fritleifi, Jóhan Henriki, Petur Jacobi og Arna næstsíðsta fríggjadag. Mynd: Jens Christian Vang. C M Y K 7 6