Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 133 - 16. juli 2002 Nr. 133 - 16. juli 2002 9 Í greinini í blaðnum leygardagin, vóru vit so óskettin at skriva, at tað er Havnar Arbeiðsmanna- felag, sum hevur klagað løgregluna fyri lógmála- ráðnum, saman við Føroya Arbeiðarafelag. Men leasarin minnist, at tað var ikki Havnar Arbeiðsmannafelag, sum var í verkfalli, men Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeið- arafelag og tað eru sjálvsagt tey bæði feløgini sum hava klagað og Havnar Arbeiðsmannafelag er á ongan hátt partur í málinum Í klaguni nevna fakfeløgini fleiri ítøkilig dømi um framferð hjá løgregluni, sum tey ikki vilja góðtaka. – Eitt nú boðaði løgreglan frá hon kom við fúta- banni ímóti blokadunum. Men eitt fútabann hevur onki við løgregluna at gera. Eitt fútabann er ein avgerð, sum einans kann takast av dómsvaldinum, sigur IngeborgVinther. Hon fýlist eisini á, at løgreglan einans vildi geva fekfeløgunum 15 minuttir at taka blokadurnar kring landið av. – Hetta er alt ov stutt skotbrá, tí Løgreglan veit, at vit hava ongan møguleika at taka allar blokadurnar kring landið av við so stuttari freist, sigur Ingeborg Vinther. – Men so hava vit eisini lagt merki til, at løgreglan í sínum viðmerkingum til málið hevur sagt, at eitt korter var ríkiligt, tí tað var nógv telefonsamband ímillum skrivstovurnar í Havnini og blokadu- vaktirnar. Vit hava spurt okkum sjálvi, um løgreglan í loyndum hevur lurtað eftir telefonini hjá okkum, tí hvussu kann hon annars vita, hvussu telefon- samskiftið er ímillum skrivstovurnar hjá okkum og blokaduvaktirnar, spyr Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tey føldu seg eisini rættiliga forfylgd av løgregluni hesa tíðina, verkfallið vardi. – Tað kom ofta fyri, at løgreglufólk tarnaðu okkum í vanligari ferðslu. Tað gjørdu teir ofta við at koyra aftaná okkum og forfylgja okkum, ikki bara í blokaduøkjum, men eisini í vanligari ferðslu. Tey klaga eisini um, at øll nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki sluppu at vera hjástødd, tá ið løgreglan avhoyrdu forkvinnuna. – Løgreglan lurtaði ikki eftir telefonun- um hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag í verkfallinum í fjør, sigur M. Nepper- Christensen, fúti VERKFALL Áki Bertholdsen Tað var ótti fyri bardaga ímillum blokaduvaktir og fólk, sum vórðu tarnað í ferðsluni, sum fekk løg- regluna at leggja uppí verkfallið hjá Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í fjør. Hetta stendur í eini frá- greiðing, sum M. Nepper- Christensen, fúti, hevur skrivað um framferðina hjá løgregluni í sambandi við verkfalli. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag hava verið so ónøgd við framferðina hjá løg- regluni, at tey klagaðu hana fyri fútanum. Men fútin heldur ikki, at nakað var at finnast at og tí hevur hann víst kæruni frá sær. Men fakfeløgini góvust ikki so tí tí hava tey klagað løgregluna fyri sjálvum løgmálaráðnum ogt har liggur málið í løtuni. – Løgmálaráðið hevur biðið okkum um eina við- merking til kæruna og tað fara vit skjótt at avgreiða, sigur fútin í eini við- merking. Vandi fyri samanbrestum Men í frágreiðingini hann skrivaði um kæruna frá fakfeløgunum heldur hann ikki, at nakað er at finnast at viðvíkjandi framferðini hjá løgregluni. – Á fleiri støðum vóru nógvar blokaduvaktir, sum tarnaðu ferðsluni, og tey ferðandi vórðu rannsakað og vóru eisini fyri aðrari ó- sømiligari viðferð og so- statt varð ferðslan órógvað. – Nógv fólk vóru uppøst um framferðina hjá blo- kaduvaktununum og tí var stórur vandi fyri beinleiðis samanbrestum ímillum ferðandi og blokaduvaktir. – Tí legði løgreglan upp í, sigur fútin. Men orðið fútaforboð varð ikki brúkt. Og hann heldur, at tað var neyðugt hjá løgregluni at leggja upp í fyri at halda lóg og landaskil. Hann sigur, at tað er ikki loyvt at forða ferðsluni, ella at órógva onnur, t.d. við at hópa seg saman og tí hevði løgrelgan eisini heimild til at leggja uppí, leggur hann afturat. Hann sigur, at løgreglan gav fakfeløgunum eina freist uppá 15 minuttir at fáa blokadurnar av vegun- um, hóast løgreglan ikki hevði skyldu til at geva teimum nakra freist yvir- høvur. – Tá ið løgreglan stað- festir, at nógv telefonsam- band var ímillum skriv- stovurnar og blokaduvakt- irnar, heldur hann, at freistin var rímilig. Lurtaðu ikki Men hann leggur dent á, at løgreglan lurtaði ikki eftir telefonunum hjá feløgun- um í loyndum. – Tá ið fakfeløgini høvdu fingið freistina upp á 15 minuttir, kundi rættiliga skjótt staðfestast at blokad- urnar vórðu ferð við at verða tiknar av, eins og blokaduvaktirnar søgdu, at tey longu høvdu fingið boð um, at tær skuldu halda uppat. Tí kundi løgreglan staðfesta, at nógv telefon- samband var ímillum skrivstovurnar og blokadu- vaktirnar. Annars harmast fútin um, at leiðslurnar í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava følt seg forfylgd av løg- regluni, men hann tað er ikki hansara fatan, at tað var so. – Uppgávan hjá løgregl- uni var at fáa blokadurnar at halda uppat og at tryggja, at tær ikki vórðu tiknar uppaftur, sigur M. Nepper- Christensen. Annars sigur hann, at tað stendur í lógini, at fólk, ið ikki eru skuldsett, skulu avhoyrast hvørt sær. Vitni kunnu ikki lurta eftir frá- greiðingunum hjá øðrum vitnum. Sostatt kundu nevndin í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag ikki sleppa við, tá ið forkvinnan av til avhoyringar, tí tað kundi ikki útihýsast, at eisini aðrir nevnarlimir skuldu av- hoyrast, sigur fútin. – Anfinn Kallsberg kann ikki krevja at tjóðveldisflokkurin skal standa til svars fyri álopið frá Tór- birni Jacobsen, sigur Heini O. Heinesen, næstformaður í tjóðveldisflokkinum SAMGONGU- SAMSTARV Áki Bertholdsen – Hatta má standa fyri hansara egnu rokning Heini O. Heinesen, næst- formaður í Tjóðveldis- flokkinum, sigur, at Tór- bjørn Jacobsen má sjálvur standa til svars fyri tey álop, hann hevur gjørt á løgmann og Jørgen Nicla- sen, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Í blaðgrein herfyri helt Tórbjørn Jacobsen fyri, at bæði løgmaður og fiski- málaráðharrin høvdu so ivasama fortíð, har tað var ringt at skilja ímillum teirra egna og annara, at tað var ringt at sita í samgongu við teimum. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, hevur sagt, at hetta er eitt per- sónsmál og tað fer hann ikki at gera viðmerkingar til. Heini O. Heinesen, næst- formaður tjóðveldisflok- sins, er samdur í at hetta er eitt persónsmál, men hann hevur onki ímóti at siga sína meining. Hann leggur tó dent á, at hetta er hansara egna meinig og at hann ikki tosar vegna tingmanningina, tí hon hevur ikki viðgjørt málið. Men hann dugir heldur ikki at síggja, at hetta er eitt mál fyri flokkin yvirhøvur. – Tað, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað má standa fyri hansara egnu rokning og tað veit hann ivaleyst av sjálvur. Tað er ikki flokkurin, sum hevur sett skuldsetingar fram og tað er ikki flokkurin, sum stendur aftanfyri tær. Tað er ein einstakur tingmaður og tað má tann einstaki ting- maðurin eisini taka ábyrgdina av. Og tí hevur Heini O. Heinesen heldur onga viðmerking til sjálvar skuldsetingarnar. Eitt persónsmál Heini O. Heinesen sigur, hann er eisini sannførdur um, at Løgmaður ikki fer at krevja, at tjóðveldis- flokkurin skal standa til svars fyri tað, sum hvør einstakur tingmaður sigur. – Hvør tingmaður sær stendur sjálvur til svars fyri tað, hann sigur ella skrivar. Tað kann flokkurin ikki ábyrgjast fyri og soleiðis er tað í øllum flokkum, sigur hann. Hann sigur, at tí er talan ikki um eitt politiskt mál men um eitt persónsmál sum teir tríggir, Tórbjørn Jacobsen, Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen, sjálvir mugu greiða sínamillum. – Tað vildi eisini verið nakað nógv av Løgmanni at kravt av tjóðveldisflokk- inum, at vit skuldu tikið støðu til skuldsetingarnar frá Tórbirni Jacobsen. – Tað er á ein hátt tað sama sum at krevja at tjóðveldisflokkurin skal geva løgmanni tað bláa stemplið fyri hansara fortíð og tað verður trupult at krevja, tí tað tilkemur ikki okkum- uttan at tað skal leggjast nakað serstakt í tað- sigur Heini O. Heine- sen. – Tí stendur tað til løg- mann og Jørgen Niclasen sjálvar at gera av, hvussu teir verja seg, um teir fara rættarinnar veg, ella hvat. Tað er ongin orsøki at blanda aðrar politikarar ella heilar flokkar upp í. Heini O Heinesen vísir eisini á, at tað finnast nógv fordømi í føroyskum poli- tikki, sum kunnu saman- berast við tað, sum nú er hent, ikki minst í fólka- flokkinum sjálvum, uttan at tað hevur fingið politiskar avleiðingar. – Øll minnast skrivingar- og tosingarlagið hjá Óla Breckmann og, hvussu grovur hann kann vera. – Men í eini 25-30 ár hevur fólkaflokkurin púra avgjørdur nokað at tikið ábyrgdina av tí, sum Óli Breckmann hevur sagt og skrivað. Tvørturímóti hevur flokkurin ferð eftir ferð ført fram, at “hatta er bara Óli” og tað kann flokkurin ikki standa til svars fyri - og tað hava hinir flokkarnir góð- tikið øll árini og øðrvísi kann tað ikki vera nú. Hava góðtikið løgmann Heini O.Heinesen vísir annars á, at tað fer eisini at bera illa til hjá tjóðveldis- flokkinum at finnast at løgmanni og Jørgen Nicla- sen fyri nakað, sum liggur afturi í tíðini. – Vit hava samstarvað politiskt í gott fýra ár nú. Vit valdu Anfinn Kallsberg til Løgmann og Jørgen Niclasen til landsstýris- mann fyri fýra árum síðani og vit hava akkurát valt teir einaferð afturat nú. – Tí kann tað tykjast eitt sindur øvugt at føra so harðar skuldsetingar fram nú, heldur næstformaðurin í tjóðveldisflokkinum. – Var nakað at vera mis- nøgdur um, skuldu vit havt gjørt vart við tað fyrr, leggur hann afturat. Hann leggur afturat, at hann heldur, at tað er iving- arsamt, hvussu fremjandi tað er fyri politiska sam- starvið at føra skuldset- ingar sum hesar, fram. Ikki menninir men kvinnurnar Løgreglan stúrdi fyri at tað skuldi bresta saman Vit fáa onki gjørt við álopið á fólkafloksmenn Føroyski gospelbólk- urin skal vera høv- uðsnavn á norska Køre-festivalinum. Fyrireikararnir hava lagt nógv fyri í roynd- ini at fáa I AM til Noregs at spæla TÓNLEIKUR Pop.fo Fyrst í august mánaði fer I AM til Noregs at spæla á einum gospelfestivali. Tal- an er um Køre-festivalin, og føroyski bólkurin skal spæla á høvuðspallinum leygarkvøldið á festival- inum. I AM spældi í fjør á ein- um øðrum gospelfestivali í Noregi, og har gjørdu teir vart við seg. Teir høvdu tríggjar framførslur, og tann seinasta framførslan bleiv flutt, so fleiri fólk kundi hoyra føroyska gosp- elbólkin. Tað var eisini á hesum festivali, at fólk frá Køre- festivalinum hoyrdu I AM. Síðani hava tey verið í sambandi við Adore Music, sum umboðar I AM uttan- lands, og norðmenn hava lagt nógv fyri í royndini at fáa I AM til Noregs at spæla. Tað hevur eisini eydnast teimum, og fyrst í komandi mánaði fer I AM avstað til Noregs. I AM skal spæla í 1 tíma og 20 minuttir, og teir eru høvuðsnavn á festivalium, sum sigst vera væl fyri- skipaður. I AM skifti herfyri gittar- spælara, eftir at Mikkjal Hvannastein tók seg úr bólkinum, og hetta verður tí fyrsta stóra uppgávan hjá I AM, síðani Arni Zachiar- sen kom við í bólkin. I AM til Noregs at spæla Nú verður eisini punkrockur at hoyra á Ólavsøkukonsertini. 200 er eisini boðsent at vera við TÓNLEIKUR Pop.fo Ein bólkur afturat verður við á Ólavsøkukonsertini 27. juli, og tað er punk- rockbólkurin 200. Talið á bólkum til stóru konsertina kemur tí upp á 10. 200 gjørdi vart við seg í Prix Føroyar kappingini í fjør, og teir góvu út fløguna 200% stutt fyri jól í fjør. Síðani hevur bólkurin havt onkrar framførslur, og á ólavsøku verða teir aftur at hoyra á føroyskum palli. 200 eisini við á Ólavsøkukonsertini Tíðindaskrivið, sum Restorff´s Bryggjarí sendi fjølmiðlunum í seinastu viku, um at nýggja øl teirra "Mungát" er gott fyri sinnið, metir felagið Sinnisbati verða villleiðandi fyri sinnisveik- og sjúk Ingrid Bjarnastein – Vit halda, at vit eru gingin ov nær í hesum føri, sigur Svenning av Lofti, formað- ur í Sinnisbata. – Henda orðingin kann verða misskilt av teimum fólkunum, sum vit umboða, serliga tá tað stendur bein- leiðis í tíðindaskrivinum, at ølið er gott fyri sinnið. Svenning av Lofti vísir á, at tey, ið hava veikleikar fyri rúsandi løgum, taka heilivág, og tá øl verður beinleiðis lýst til at vera gott fyri sinnið, so verður hetta mett, sum eitt slag av heiligvági. – Tíðindaskrivið er orða- spæl, tað eru vit væl varug við, men hetta er óheppið, og vit meta hetta at fara út um mark. Tí vilja vit bara gera vart við okkum uppá ein hampuligan máta á teimum røttu støðunum, sigur Svenning av Lofti. Formaðurin í Sinnisbata heldur, at hetta er ikki nóg væl umhugsað av teimum, sum hava skrivað tað, men tað er avgjørt ikki tilvitað. – Vit vilja ikki blanda okkum uppí lýsingar og tíðindaskriv sum heild, men av tí, at vit meta, at hetta rakar bólkin, sum vit um- boða, so eiga vit, at fortelja, at hetta kann gerast skaði- ligt fyri fólk, ið eru sinnis- veik. Svenning av Lofti vil tí við hesum mótmælinum heita á bæði fjølmiðlar og bryggjarí um at verða meira varin næstu ferð, og eisini hugsa um, hvussu skrivað verður. Mótmælið er at lesa aðrastaðni í blaðnum. Teitur spælir í Gøtu POP.FO Sunnukvøldið fer Teitur Lassen at hava konsert í Gøtu í sambandi við út- gávuna av nýggju fløguni hjá sær Í næstum kemur Teitur Lassen út við nýggjari fløgu, sum hann kallar Sól- in og regnið. Talan er um eina fløgu við føroyskum yrkingum. Í sambandi við hesa út- gávu fer Teitur at spæla í Gøtu sunnukvøldið. Kon- sertin verður í Losjuni, og umframt Teit fara eisini Blues Valentin Trio og H.O.P at spæla. Óheppið orðaspæl I AM skal vera høvuðsnavn á norskum gospelfestivali fyrst í august mánaði 200 skal spæla á ólavsøkukonsertini Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata, ger vart við, at bryggjarí og fjølmiðlar eiga at ansa eftir, hvussu tey ymisku tíðindaskrivini verða orðað, av tí at hetta kann raka sinnisveik- og sjúk C M Y K 9 8 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1996, 66.000 km. 75.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Micra 1,0 GX gráur, 5 hurðar, árg. 1999, 27.000 km. 85.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 10.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Saab 900 2,0i bláur, 5 hurðar, árg. 1996, 129.000 km. 110.000 Mazda 323 Aut. beige, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 65.000 Fiat Tipo grønur, 5 hurðar, árg. 1990, 196.000 km. 10.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Volvo S40 1,8 reyður, 4 hurðar, árg. 2002, 12.000 km. 250.000 Chevrolet Monza bláur, 4 hurðar, árg. 1988, 98.000 km. 7.000