týsdagur 16. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 133 - 16. juli 2002
Nr. 133 - 16. juli 2002
11
Felagið Sinnisbati vil við
hesum mótmæla hesum
tíðindaskrivi frá Restorffs
bryggjaríi.
Yvirskriftin
er
sera
óheppin, sæð frá sjónar-
miði Sinnisbata, sum um-
boð fyri sinnisveik og —
sjúk fólk og teirra avvarð-
andi, tí greinin gevur bein-
leiðis ljóð fyri, at nevnda øl
frá Restorff er gott fyri
sinnið.
Hetta meta vit verða eina
villeiðandi orðing.
Yvirskriftin
og
inni-
haldið í greinini kann elva
til at fólk, sum eru sinnis-
veik trúgva greinini og fara
at keypa ølið, tí ætlanin við
tíðindaskrivinum er júst ein
reklama fyri at fáa fólk at
keypa ølið. Fyri fólk sum
taka heilivág kann vera
beinleiðis skaðiligt at taka
inn rúsandi løg.
Psykiatrisku deildirnar
hava mangan verið ov-
byrðaðar av at viðgera fólk,
sum eru innløgd, tí tey
fingu herðindi vegna øl- og
rúsdrekkanýtslu.
Sinnisbati
vónar
at
Sosialurin, sum er kendur
fyri at vera ein ábyrgdar-
fullur fjølmiðil, tekur hetta
skriv til eftirtektar og ansar
betur eftir í framtíðini.
Vinarliga
Svenning av Lofti,
formaður
Í dag ella í morgin fer løgmaður aftur til arbeiðis.
Fremst á borði sínum liggur eitt álvarsmál, sum løg-
maður at tosa nøkur álvarsorð um við sín vara-
løgmann. Hetta verður eingin behagilig samrøða.
Kann tað hugsast, at hon verður endabresturin hjá
hesi samgonguni? Løgmaður hevur úttalað seg um
skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen og hevur sagt,
at tær koma ikki at standa í leysari luft. Hvat
løgmaður fer at krevja av sínum samgongufeløgum er
óvist. Hann fer uttan iva at spyrja Hoydal, um hann
var vitandi um skuldsetingarnar, áðrenn tær fóru á
prent. Hoydal fer helst at svara, at tað er talu- og
skrivifrælsi í Tjóðveldisflokkinum, og at hann sum
formaður leggur seg ikki út í tað, sum tingmenn
meina. Hann fer at endurtaka fyri løgmanni, at
umrødda mál er eitt persónligt mál millum Tobba og
løgmann. Áhugavert verður at vita, hvat løgmaður fer
at svara og gera.
Í okkara verð er skuldsetingin móti løgmanni so grov
og álvarslig, at hon má fáa avleiðingar fyri sam-
starvið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.
Løgmaður fer uttan iva at krevja av formanni
Tjóðveldisfloksins, at flokkurin kemur við eini
umbering og tekur avstand frá skuldsetingunum.
Hoydal hevur víst seg at vera meistari í at “loysa”
slíkar kreppur og man hann tí eisini vera maður fyri
at loysa hesa. Spurningurin er bara, hvat kann sissa
løgmann. Er tað nokk, at flokkurin al-ment sigur frá,
at hann tekur ikki undir við skuldsetingunum hjá
Tobba? Fer løgmaður at krevja, at Tobbi sjálvur er við
í hesi umbering? Fer hann at góðtaka, at Tobbi verður
“loystur” úr tingsessinum eina tíð og harvið ikki er
partur av samgonguni meira?
Hvat løgmaður enn fyritekur sær, eigur hann at vita,
at fólk hava lítið álit á eini samgongu, ið ein mánað
eftir føðingina, er við at fara úr límingini. Løgmaður
eigur eisini at vita, at fær hann ikki reinsað seg, fær
hann ikki Tjóðveldisflokkin at koma við treytaleysari
umbering, so verður tað eitt fólkakrav, at hann slítur
alt samstarv við Tjóðveldisflokkin.
Tórbjørn Jacobsen leggur løgmann og ein lands-
stýrismann undir tað, ið líkist nøkrum kriminellum
vil kendur advokatur vera við. Maðurin er ikki hvør
sum helst. Hann er bæði løgtingsmaður og fólka-
tingsmaður. Tá hann dittar sær at koma við slíkari
skuldseting, má hann eisini vera maður fyri at standa
við henni og siga, hvat hon byggir á. Tobbi tykist
annars at hava yvirtikið leiklutin, sum Óli Breck-
mann hevur havt í eina øld, nevniliga at hunddálka
sínar samstarvsfelagar. Eins og vit hava talað at
atburðinum hjá ÓB øll hesi ár gera vit tað eisini nú
Tobbi tykist velja somu leið. Tað hevur einki við at
skerja skrivi- og talufrælsið at gera. Tað hevur nakað
við virðing og sømiligheit at gera. Málburður og álop
av tí slag talan her er um byggir ikki nakað land, enn
minni skapar tað nakað álit millum teir, sum
samstarva skulu at byggja hetta landið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvat ger løgmaður!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Mótmæli viðvíkjandi tíðindaskrivinum
»Mungát gott fyri sinnið« í Sosialinum
13. juli 2002
OLJULEITING
Jan Müller
Ætlanin var fyrst at bora í
mai. Síðani varð hetta út-
sett til juli. Eftir øllum at
døma dregur boringin enn
longur út og verður neyvan
fyrr enn í august. Talan er
um boringina hjá Amerada
Hess
beint
hinumegin
markið. Ein boring, sum
skal siga, um fundið gjørt
varð á føroyskum øki í fjør,
er rakstrarverdugt. Ben
Arabo, stjóri í Amerada
Hess sigur, at teir fáa ikki
gjørt annað enn at bíða.
Teir standa til at brúka
boriskipið West Navion,
sum í løtuni borar fyri olju-
felagið Marathon í kanad-
iskum øki. Her er manna-
gongdin tann, at tú mást b
íða til tann boringin er
liðug. Síðani tekur tað
kanska eina viku at sigla og
koma uppá pláss á At-
lantsmótinum. Tað er altíð
ómøguligt at siga við full-
ari vissu, nær ein boring er
liðug. Aftrat hesum kann so
eisini viðmerkjast, at West
Navion hevur havt fleiri
trupulleikar,
sum
hava
seinkað boringini í Kanada.
- Hetta fáa vit einki gjørt
við. Eg vóni, at teir skjótt
verða lidnir við boringina,
men helst verður tað ikki
fyrr enn í august, at vit
kunnu fara undir at bora
brunnin í 204 lisensinum á
bretskum øki sigur Ben
Arabo.
Fyri Føroyar og fyri
oljufeløgini, sum hava leiti-
loyvi, er umrødda boring
hjá The Faroes Partnership
sera stóran áhuga og týdn-
ing. Eitt positivt úrslit vil
av álvara seta gongd á aðra
leiting í økinum.
ÓLAVSØKURØÐA
Rúnar Reistrup
Ólavsøkurøðarin í ár verður
fyrrverandi løgtingslimur
og landsstýrismaður He-
lena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø
var í nógv ár formaður í
Sjálvstýrisflokkinum.. Hon
fór frá sum formaður í fjør
og stillaði, tá saman um
kom, ikki upp til løgtings-
valið í apríl.
Tað er Tórshavnar Ítrótt-
arráð, sum hvørt ár heitir á
eitt fólk um at halda ólav-
søkurøðuna, ið hevur verið
fastur táttur á ólavsøku í
nógv ártatíggju.
Boringin dregur út
Helena Dam á Nestabø
heldur ólavsøku-
røðuna
Svein Petersen
Greinin hjá tær fekk meg
ovfarnan av hugburðinum.
Har tú góðtekur næstan alt
tað, sum er ringt og ikki
gott.
Ikki føla teg ov nógv
raktan, Hilmar. Tú ert helst
eitt gott menniskja, men ert
blindur í tínum hjarta. Men
tað kunnu vit rætta eitt
sindur uppá báðir.
Hilmar, eg haldi tú hevur
misskilt áskoðanina hjá Bill
Justinussen. Havi varhugan
av at tú hugsar at Bill er úti
eftir at oyðileggja alt tað
góða. Tað er akkurát øvugt.
Hann roynir at niðurbróta
tað, sum er ringt og
uppbyggja tað góða.
Bill forfylgir ikki nøkr-
um ávísum bólkum í sam-
felagnum. Men ger eina
roynd at hjálpa hesum, ið tú
kallar forfylgd.
Tú tosar um at tað væl
kann vera at rúsdrekka elvir
til trupulleikar, um tað ikki
verður brúkt við hóvsemi.
Soleiðis er tað í dag og so-
leiðis hevur altíð verið.
Eg skal minna teg á, at
umleið 50 fólk doyggja ár-
liga av alkoholismu í Før-
oyum. Eg spyrji bara, kann
hetta góðtakast, skal hugs-
anin vera, at soleiðis er tað
í dag, og soleiðis hevur
altíð verið…
Ein nokk so vanlig hugs-
an hjá føroyingum í dag er,
at tað er bara spell, at hann/
hon ikki hevur tamarhald á
rúsdrekka/evnum. Tað kann
eg ikki blanda meg uppím
tað mugu tey um.
Eg kann lýsa eitt líknandi
dømi, sum heilt sikkurt ikki
varð
góðtikið
millum
manna.
Dømi: Hugsi mær at frí
søla av dynamittstongum
skal vera í Føroyum (fyri at
fylgja tíðarandanum). Eg
kann ikki gera nakað við, at
umleið 50 fólk spreingja
seg sjálvan í luftina hvørt
árið, tí tey duga ikki at
brúka dynamitt. Tað kann
eg ikki gera nakað við, ella
kann eg?
Hilmar? Minst til at rús-
drekka/evni drepa – dyna-
mitt drepur. Kann hetta
góðtakast???
Eisini nevnir tú, at nýtsla
kann vera gagnlig, meðan
ovurnýtsla er av tí ónda. Tú
nevnir misnýtslu av religi-
ón.
Eg kann rættleiða teg við
at rættur kristindómur ong-
antíð kemur undir mis-
nýtslu. Hetta er ikki ein
pástandur, tí tað renna
streymar av kærleika, friði
og fyrigevingaranda frá
einum sonnum trúgvandi í
dagligdegnum.
Tá ið ein Jesus trúgvandi
fær mótgongd, er viðkom-
andi á rættari leið. Tí sam-
vitskan talar at hjá mótpart-
inum (Jesus bleiv jú eisini
spottaður).
Tín misskiljing av religi-
ón kann eisini vera avleið-
ingar frá teimum, ið eru
navn kristin. Tað eru fólk,
sum ganga undir heitinum
at vera kristin. T.d. »Før-
oyar eru eitt kristið land«.
Tó eru hesi ikki persónliga
kristin og kunnu tí geva
ástoyt fyri hini.
Eisini kemur tú við nøkr-
um fáum dømum um posi-
tivar avleiðingar frá alko-
holi. Hví nevnir tú ikki
nevativar avleiðingar eisini
fyri at fáa eina breiða
niðurstøðu? Um tú ert er-
ligur, so fært tú skjótt stór-
sigur av neg. avleiðingum.
Dømi: Harðskapur, ferðslu-
vanlukkur, lygnir, sjálv-
morð, alkoholisma brýtur
út og viðførir ofta deyðan.
Havi uppfatan av uttan at
kenna Bill persónliga, at
hansara stívrendu pástand-
ir, sum tú rópar tað, ikki eru
pástandir,
men
heldur
íblástur frá Gudi til Hann.
Tí Bill roynir í veruleikan-
um at hjálpa fólki úr neyð,
og eftir mínum tykki er tað
ein góð gerð. Gud er kær-
leiki, so alt tað góða, vit
gera, er frá Gudi. Tí í okk-
um menniskjum býr einki
gott, av okkum sjálvum.
Eg vil ikki fara ov langt
inn í Bíbliuna nú, men kann
leggja afturat, at alt, sum
skrivað er av Gudi gjøgnum
profetarnar fyri fleiri 1000
árum síðani, er gingið út,
so ikki kann sigast, at tað
bert eru pástandir, men
veruleiki.
Hilmar! Tú kanst gera
eina roynd at lesa sjálvur, tí
uttan at lesa og uppsøkja
Harran Jesus verða tað
sjálvandi pástandir og ikki
upplivingar.
Mín meining er, at poli-
tikkur, grundaður á kristin-
dómin og ikki kristindómur
á politikkin, er fínur.
Hví ikki tað í einum so-
kallaðum kristnum landi?
Bill! Eg meini at tú eigur
ikki at boykotta sølu av rús-
drekka, tí tað skapar øsing.
Eg haldi einasta rætta
leiðin til at broyta hugburð-
in til rúsdrekka/evnir, er at
menna upplýsingararbeiðið
um avleiðingar, sum stand-
ast av nýtslu og misnýtslu.
Hetta tekur langa tíð. Miss
ikki mótið.
Eg veit, at stórt fyribyrg-
ingararbeiði verður gjørt.
Tað er gott. Men nakað, ið
er stórt, kann blíva størri.
Við friðarkvøðu til Hilmar
og Bill.
Viðmerking til greinina »Gudiligur ørskapur forpestar meira enn
nøkur ølsøla« eftir Hilmar Simonsen 4/7-2002
Hans Birgir Hansen
Tað er grundleggjandi skeivt
og írættvíst skipa landspo-
litiskt, tá okkara ungdómar,
fólkaskúlanæmingar, og les-
andi føroyingar og lærlingar
liva skattafrítt í dag.
Tað er eingin av øllum
hesum ein í túsundtals les-
arabrøvum, hevur funnist
harðliga at, og úti í øllum
handils- og vinnulívið, ið
kann sammetast við løn-
móttakarar.
Tað hevði ikki komið fyri
at hesi arbeiddu við síðuna
av skúlum og lærustovnum,
høvdu fakfelagsforkvinn-
ur/formenn/nevndarlimir
røkt sína fakfelagsskyldu.
Tí tá høvdu vit ikki bíliga
arbeiðsmegi at undirgrava
sáttmálabundnu fakfelags-
lønirnar kring landið, Ið ein
hevur funnist harðliga at í
føroysku bløðunum.
Tað er grundleggjandi
skeivt og órættvíst av hes-
um at hjálpa arbeiðsgevar-
um mótvegis fakfeløgum,
ið at vera skrúubrekkarar,
vit síggja við verkfallinum.
Okkara ungdómur og les-
andi føroyingar og lærling-
ar kenna seg ikki at hava
nakra
samfelagsskyldu/-
ábyrgd
mótvegis
med-
menniskjum, kring alt land-
ið.
Tað er eitt óluksáligt
svínari, at vanligir lønmót-
takarar,
skattaborgarar,
skulu fíggja allan lestrar-
stuðul, lesandi heima og
uttanlands njóta gott av.
Tað skal vera funnist
harðliga at stuðulsstovnin-
um, ið soleiðis oyðslar við
skattaborgarans peningi til
øll hesi lesandi ein kemur
aftur til í bløðunum.
Tað er eitt óluksáligt
svínarí, at hesi við síðuna
av lestrarstuðlu kunnu for-
vinna 15.-17.000 kr skatta-
frítt á hvørjum ári, ið síðan
gevast at arbeiða.
Tað eigur av landspolit-
ikkarum at vera skipa fyri
at øll faklig lestrarútbúgv-
ing verður tillaga eftir tørv-
inum á øllum fakligum økj-
um í dag.
Tað er avgerandi neyðugt
at fáa øll lesandi uttanlands
at venda heim aftur at taka
við størvum, sum føroy-
ingar leggja frá sær vegna
aldur.
Umgdómar og lesandi
Bjarnaýl á hásumri!
Dia Ellindsson
tjóðveldismaður, Runavík
Eg vil hervið veita tykkum
báðum, Torbjørn Jacobsen
og Heina O. Heinesen, eina
hjartans tøkk fyri at tit eru
ósamdir við Bjarna Djur-
holm og Fólkaflokkin um
Føroya Fiskavirking.
Hesin maður og flokkur
eru eitt tekniskt fenomen av
eini heilt aðrari planet, reint
menniskjaliga tala. Her
koma tit inn í eina ónda
ringrás vinnuliga.
Her er talan um ráa priv-
at-kapitalismu.
Eg sakni Nikláa Petersen
í hesum orðaskifti. Hann
hevur sjálvur sagt, at hann
brennur fyri vinnulívinum.
Bjarnaýl á sumri eru lítið
hugalig. Legg alt á ís.
Tøkk
I forbindelse med min mand
Daniel Juul Danielsens
pludselige sygdom og bortgang lørdag
den 6. juli 2002, vil jeg gerne af hele mit hjerte sige
tusind tak til: Alarmcentralen 112, ambulancereddere
og lægen, som hjalp og beroligede mig i telefonen
indtil hjælpen nåede frem til os.
Til læger og sygeplejersker på sygehusen afd. B8
for den kærlige pleje og omsorg til Daniel,
samt omsorg for mig.
Til familie og venner for en uvurderlig støtte og
omsorg, samt den store hjælp, de alle har udvist mig
i en meget svær tid.
Til pastor Kjartan Mørkøre skal lyde en stor tak for
at du ville forestå Daniels bisættelse den 10. juli 2002
fra Vesturkirkjan og Kirkjubø kirkegård,
som du gjorde så smukt.
Samstundis takka vit fyri sýnda samkenslu.
Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll,
sum fyldu Daniel til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Lizzie og Hildigunn
Christian Olsen
Klakksvík
Hví sleppur landstýrismað-
urin undan ábreiðslunum
um Lorvíksfjarðarleiðina?
Vælvitandi um vánaligu
viðurskiftini Lorvíksfjarð-
arleiðini, hava vit í longri
tíð lisið síðu upp og síðu
niður í bløðunum um óskil-
ið á hesi leið uttan nakað
sum helst hendir. Hesar
ábreiðslugreinar, skrivaðar
av einum Norðoya Fólka-
flokstingmanni, hava ein-
ans verið vendar í móti
Strandferðslustjóranum og
leiðsluni har.
Ein framstandandi parta-
maður hjá sama tingmanni,
segði, fyri nøkrum árum
síðani, at nú var tíðin kom-
in at rudda "SOSIALISTA-
REIÐRIÐ Á STRAND-
FERÐSLUNI".
Fólkaflokkurin
hevur
havt landsstýrismannin við
ábyrgd fyri Strandferðslu,
ferðavinnu og vinnumálum,
síðani hesi orð vórðu søgd,
men hesin sleppur full-
komuliga
snikkaleysur
undan ábreiðslunum frá
floksfelaga sínum í Norð-
oyggjum, fyri drál og
ábyrgdarloysi.
Fyri
stuttum
samtykti
landsstýrið ikki at játta pen-
ing til avloysaraskip fyri
"Smyril". Einasta grundgev-
ing var, at hetta var ov dýrt,
og sum rosinan í pylsuendan-
um, varð lagt aftur at, at
landsstýrismaðurin
við
ábyrgdini fyri Strandferðsl-
uni ikki var við á fundinum –
soleiðis slapp hann eisini
snikkaleysur burtur úr hesum
trupulleikanum.
Nú gongur á fimta árið hjá
hesum
flokkinum,
sum
skuldi rudda upp í hesum
hurlivasanum, men onki røk-
ist fyri nøkrum bata í bræði.
Eitt skal sláast rimmar fast:
Landstýrismaðurin í ferða-
vinnu,
strandferðslu
og
vinnumálum hevur ovastu
ábyrgd av hesum hurlivasan-
um. So kanónirnar hjá Norð-
oya Fólkaflokstingmannin-
um hava fullkomuliga skeivt
sikti.
Vend
teimum
heldur
rættan veg! Og gev lands-
stýrismanninum
tínar
ábreiðslur í staðin fyri at
harta tey, sum royna alt tað
tey kunna, uttan at fáa
nakran sum helst stuðul frá
landstýrismanninum
í
hesum máli.
Viðmerking:
C
M
Y
K
11
10