Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast tíðarmetið ikki varð tikið, so gekk tað sera væl við kapp- róðrinum í Miðvági VESTANSTEVNU- KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Klokkan var farin nakrar minuttir av trý, tá tað leyg- ardagin varð farið undir fyrsta FM kappróðurin í Miðvági. Upprunaliga var ætlanin, at ungdóms– ella barnaróðurin skuldi verða fyrstur, men hetta varð broytt, so hesin róðurin varð aftaná FM róðrarnar. Formaðurin í róðrarfe- lagnum í Miðvági helt leygardagin fyri, at tað var um í einum baðikari, tá hann skuldi geva eina mynd at umstøðunum at rógva kapp innanfyri grótkastið í Miðvági. Tað vísti seg, at hann Hans Jákup Jacobsen var á beinari leið. Um nakað var at finnast at, so skuldi tað verið, at bátar, sum ikki høvdu nakað við róðurin at gera, vóru í so tætt at róðrarøkinum. Klokkan var tíggju minuttir í hálvgum sjey, tá 10–mannaførini vóru komin á mál. Tískil varð tíðarmetið, sum var ein tími og seks minuttir, standandi. At taka tað var einki mál í sær sjálvum, helt formað- urin í Miðvági undan vest- anstevnuni. Tað ráddi um at fáa róðrarnar væl av- greiddar, og tað gekk upp á stás. Eingin bátur rendi seg upp á sandin! Klaksvík ofta nummar tvey Vertirnir í Miðvági vóru um reppið at smakka sigursrákan, sum teir á jóansøkuni í Vági vóru so glaðir fyri. 6–mannafarið Smyril vann í Vági, og tað restaði ikki nógv í, at kvinnurnar umborð á Ridd- aranum úr Miðvági vunnu í heimasjógvi. Men Jarn- bardur var akkurát ov drúgvur. Á vestanstevnu í fjør vunnu tríggir bátar úr Klaksvík meistaraskapin. Á vestanstevnu hesa ferð vann eingin bátur úr Klaks- vík, men tað var fleiri ferðir um reppið. Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum endaðu næst- fremst, og Fípan Fagra við dreingjum og Páll Fangi við kvinnum endaðu á triðja plássi. Nr. 133 • týsdagur • 16. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Havnin var stóri vinnarin á vestan- stevnu, har tað varð greitt, hvør verður meistari í fýra av teimum seks FM kappingunum VESTANSTEVNU- KAPPRÓÐURIN Jóannes Hansen Havnin setti seg á flestu gullplássini á vestanstevnu í Miðvági leygardagin. Fýra av teimum seks sigr- unum fóru til Havnar, og Havnar Róðrarfelag stað- festi sína støðu sum mest vinnandi róðrarfelagið í landinum. Bátar hjá HR vunnu tríggjar av seks kappingum. Hóast tað í tveimum kappingum leygardagin varð avgjørt, hvør er og verður meistari í ár, og hóast tað í tveimum kapp- ingum bara eru teoretiskir møguleikar fyri, at vág- bingar ikki skulu vinna FM í kappingini millum 6- mannafør við monnum, og at kvívíkingar skulu vinna kappingina millum 8- mannaførini, so er kapp- róðrarspenningurin undan ólavsøku størri, enn hann kanska nakrantíð hevur verið áður. Spenningurin er varð- veittur í tveimum kapping- um. Tað er í kappingini millum 10–mannaførini og millum 5–mannaførini við dreingjum. Tað er ofta rættuliga op- ið, hvør fer at vinna ólav- søkuróðurin í kappingini millum 10–mannafør. Men tað er sjáldan komið fyri áður, at trý 10–mannafør undan ólavsøkuróðrinum hava havt møguleika at vinna FM. Møguleikin hjá vestmenningum er eftir vestanstevnuna ikki so stórur, sum hann er hjá Eysturoyingi og Havnar- bátinum. Men tað er fram- vegis møguleiki fyri, at Vestmenningar kunnu enda ovastir. Um Vestmenning- urin skal gerast FM vinnari, so er tað treytað av, at hann fær holla hjálp bæði frá Klaksvíkingi og Nólsoyingi. Bæði Eysturoyingurin og Havnarbáturin hava møgu- leikan at vinna FM uttan mun til, hvussu úrslitini hjá hinum bátunum laga seg. Hjá bæði havnarmonnum og eysturoyingum er tað so- leiðis, at teir verða meist- arar, um teir vinna á ólavsøku. Uppaftur størri spenningur Umframt í síðsta ólav- søkuróðrinum so verður spenningurin sera stórur í fyrsta FM róðrinum á ólavsøku. Trý 5–mannafør við dreingjamanningum hava eins stóran møguleika at vinna FM heitið. Um Fípan Fagra verður fremst, so fara klaksvíks- dreingir at vinna fyrsta FM heitið síðani 1964. Fípan Fagra við dreingjum hevur ongantíð vunnið FM, síðani skipanin, sum nú er gald- andi, varð fingin í lag í 1973. Fyrsta árið, sum tað í serligum FM róðri varð kappast um FM heitini, vann Fípan Fagra við dreingjum. Tað var í 1964, og klaksvíksdreingir hava ikki verið meistarar síðani tá. Sílið hevur ikki verið meistari síðani í 1992. Eftir at teir hava vunnið tríggjar tær seinastu kappingarnar má metast, at dreingirnir í Havnar Róðrarfelag eru besta boðið at vinna hesa kappingina. Blikur av Argjum hevur eisini avgerðina í sínum hondum. Blikur hevur ikki vunnið FM í kappingini millum dreingir síðani í 1989. FM vinnararnir Jarnbardur við kvinnum var fyrsti báturin, sum vann FM í 2002. Jarnbardur hevur vunnið allar róðrar- nar, og Knørra kvinnurnar hava tískil rudduliga vunnið meistaraheitið, sum vit ynskja teimum tillukku við. Fyri nógvar av teimum umborð á Jarnbardi er tað ikki ókent at vinna FM heitið. Jarnbardur var meistari í 1991, 1992, 1993, 1997, 1999 og í 2000. Fleiri av teimum, sum hava verið við til at vunnið meistaraskapin í summar, hava verið við áður, tá Jarnbardur hevur vunnið FM. Sílið við gentum hevur eisini vunnið allar FM róðrarnar og er tískil sann- førandi meistari. Talan er um fyrsta FM heitið hjá Sílinum síðani 1996. Síla- gentunum verður ynskt hjartaliga tillukku við meistaraskapinum. Kvívíkingur er seks stig fremstur í kappingini mill- um 8–mannaførini, og Smyril er sjey stig fremstur í kappingini millum 6–mannaførini við monn- um. Tað er so at siga greitt, at hesar manningarnar fara at vinna FM, men vit bíða kortini at ynskja teimum tillukku, inntil ólavsøku- róðurin hevur verið. Søguligur spenningur millum 10–mannaførini Baðikarið royndist væl Úrslit av kappróðrinum á Vestanstevnu tann 13.07.2002 5 mannafør-dreingir: Nr.Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Sílið 04.42.00 7 24 2 Blikur 04.43.02 5 24 3 Fípan Fagra 04.45.10 4 25 4 Tjaldrið 04.46.20 3 15 5 Drekin 04.47.04 2 8 6 Havfrúgvin 04.48.03 1 13 7 Ørnin 04.55.19 0 1 8 Junkarin 05.08.00 0 0 6 mannafør-kvinnur: Nr.Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Jarnbardur 04.48.10 7 35 2 Riddarin 04.49.05 5 23 3 Páll Fangi 04.53.13 4 22 4 Gongurálvur 04.56.12 3 15 5 Víkingur 05.08.05 2 7 6 Hvessingur 05.09.22 1 4 7 Snopprikkur 05.10.06 0 2 8 Lómur 05.11.14 0 3 8 mannafør: Nr.Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Kvívíkingur 04.16.00 7 33 2 Argjabáturin 04.17.00 5 27 3 Knørrur 04.22.01 4 20 4 Nevið Reyða 04.25.07 3 9 5 Ørvur 04.27.24 2 5 6 Húsavíkingur 04.35.23 1 11 5 mannafør-gentur: Nr.Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Sílið 04.51.10 7 35 2 Fípan Fagra 04.55.09 5 24 3 Drekin 04.58.07 4 8 4 Blikur 04.58.09 3 16 5 Havfrúgvin 05.00.08 2 10 6 Ørnin 05.00.17 1G 1 13 7 Tjaldrið 05.01.20 0 0 8 Tekla 05.03.17 0 0 9 Frúgvin 05.03.22 1G 0 0 10 Royndin Fríða 05.19.16 0 0 11 Broddur 05.22.21 0 0 12 Firvaldur 05.23.19 0 0 13 Dúgvan 05.23.24 0 0 14 Junkarin 05.36.07 0 0 6 mannafør-menn: Nr.Tíð. Kort. St. St. Total. 1 Smyril 04.33.15 7 33 2 Páll Fangi 04.35.21 5 26 3 Gongurálvur 04.36.07 4 14 4 Hvessingur 04.38.09 3 15 5 Strálan 04.38.20 2 9 6 Sølmundur 04.38.24 1 8 7 Jarnbardur 04.40.04 0 0 8 Kollfiðringur 04.46.04 0 0 9 Hósvíkingur 04.50.00 0 0 10 Víkingur 04.50.15 0 0 10 mannafør: Nr.Tíð. Kort. St. St. Total. 1 Havnarbáturin 04.09.22 7 26 2 Eysturoyingur 04.10.11 5 27 3 Vestmenningur 04.12.08 4 23 4 Klaksvíkingur 04.14.13 3 19 5 Nólsoyingur 04.15.23 2 10 Stórur spenningur var í 10- mannafars-róðrinum, og hesin havnarmaðurin mundi fegnast um úrslitið. Mynd: Finnur Justinussen 13 12 Nr. 133 - 16. juli 2002 Eftir umbøn frá viðmerkj- aranum, Høgna Hoydal, endurprenta vit her odda- grein hansara í Fregnum fríggjadagin 12. juli: Á glið við Glistrup Fremmandaótti. Xenofobi. At bólka fólk eftir húðaliti, religión ella etniskum uppruna. Ella fremmandahatur - at gera tey til fíggindar. Eitt vælkent fyribrigdi í heimssøguni, sum hevur verið drívmegin í størstu ræðuleikunum í heiminum. Seinastu 4-5 árini er tað vorðið meira og meira góðtikið, at fremmandaóttin og vantandi virðing fyri øðrum fólkum og mentanum, kann sleingjast út, uttan kritiskar spurningar yvirhøvur. Ein orsøkin til hetta er tað populistiska høgrarákið, sum reikar um alt Evropa — og ikki minst í Danmark. Teir stjórnar- berandi flokkarnir — frá Vinstra- flokkinum og sosialdemokratunum í Danmark til Labour í Bretlandi — royna at halta aftaná tí ráki, sum hevur fingið ónøgdar veljarar at fylkjast um høgra- populistar. Uppskrivtin er einføld. Teir sosialu trupulleikarnir, arbeiðsloysið, kriminali- teturin og upploysingin av felags virðum og lívsmeining í stórbýarmentanini, skulu hava ein einfalda og sjónliga orsøk. Onkur má fáa skyldina. Og hvør er lættari at peika út, enn tey, sum sjónliga eru øðrvísi? Bin Laden og terroristalið yvirhøvur hava ikki gjørt tað lættari. Seinasta árið er tað vorðið enn meira legitimt at peika muslimar og fólk úr Miðeystri út sum tann veruliga fíggindan. Ein onnur høvuðsørsøk til gróðrar- botnin fyri fremmandahatrinum er sjálvsagt eisini, at tað hevur verið ógjørligt at tosa sakliga um teir mongu sosialu trupulleikar og mentanarligu avbjóðingar, sum taka seg upp í einum alt meira opnum heimi. Tí fáa fólk sum Jorg Heider, Le Pen, Pia Kjærsgaard og Mogens Glistrup knappliga eitt blátt stempul. Besta dømið um, hvar øll grund- leggjandi mannarættindi fara fyri borð, er tá donsk pressa tosar um "anden- generations-invandrere" (innflytarar í næsta ættarliði). Tá er talan um danskar ríkisborgarar, sum eru føddir og upp- vaksnir í Danmark og eiga sambært øllum grundreglum í einum rættar- samfelagi at hava somu rættindi. Teir eru nú eisini í lóggávuni fyri mismuni. Uttan mun til, um ovurstórir sosialir trupulleikar eru og kriminaliteturin er høgur hjá hesum bólkum, so eigur tað ongantíð at elva til mismun í grund- leggjandi rættindunum. Hugsið tykkum til, at vit fóru at seta stempul á fólk í Føroyum, sum eru næsta ættarlið hjá innflytarum. At skerja teirra rættindi í lógini. Tað hevði sett ein kíla niður ígjøgnum alt samfelagið. Í Føroyum merkist tó, at fremm- andaóttin er stórur, hóast vit bert hava góðar royndir av tilflytarum, sum gerast partur av føroyska samfelagnum og geva týdningarmiklan íblástur. Og tað er jú tað sum telur. At kenna seg sum ein javnt- settan part og hava møguleikar at liva frælst í føroyska samfelagnum. Fremmandaóttin hevur ikki verið settur á dagsskrá í føroyskum politikki ella fjølmiðlum sum so, tá onkrar greinar í Dagblaðnum og ymisk lesarabrøv (eisini í Fregnum) eru undantikin. Men Sosialurin hevur nú valt at ganga undan. Blaðið hevur av tilvild hitt Mogens Glistrup í Vágsbotni — og tað er jú teirra søk. Eitt hugnaligt "summarprát". Hetta heldur Sosialurin sum fjølmiðil skal bera eini søgu um, at Danmark verður "muhammedanskt" um hálva øld og at teir fara at stýra øllum. Men samstundis sigur Sosialurin, at Glistrup hevur æruna av, at nú er vón um vend við teirri nýggju, donsku stjórnini. Mangt er hent uppá stutta tíð. Tá ein fjølmiðil í einum landi, sum ikki hevur nakra orsøk til fremmandahatur, velur at gera ræðusøgur, sum bert kunnu blæsa til fremmandaóttan í Føroyum. Velur at halda mikrofonina fyri slíkum ekstrem- um sjónarmiðum uttan ein einasta kritiska spurning. Tá er tað undirbrotligt. Tí tað byggir á, at ein danskur politikari eigur ikki at fáa kritiskar spurningar. Tað er sin søga í sjálvum sær — og hann rósar jú eisini føroyingum — ikki so? Tá hevur tað onki við journalistikk at gera. Og tá er tað ábyrgdarleys populisma, sum skal átalast. Sosialurin er farin á glið við Glistrup. Og hóast tað helst er populért, so vil eg heita á øll um ikki at vera við á ferðini hjá teimum. Tí ferðin endar við, at øll glíða niður á støðið hjá innara svín- hundinum. Høgni Hoydal Høgni Hoydal Í eini viðmerking í Sosialinum leygardagin 13. juli, leggur tíðindaleiðarin, Jústinus Eidesgaard, undir- ritaða undir at skerja pressufrælsið í Føroyum. Grundgevingin er, at eg í eini oddagrein í Fregnum, havi funnist at og ávarað ímóti slíkum søgum, sum Sosialurin borðreiddi við í seinastu viku. Nevniliga ókritiskt at halda mikro- fonini fyri ekstremu sjónarmiðunum hjá Mog- ens Glistrup. Uttan nakra journalistiska viðgerð. Uttan nakra lýsing av evninum. Uttan nakra kunning um bakgrundina hjá Glistrup. Uttan nakað sum helst. Sosialurin ger sjálvur sínar yvirskrivtir um, at "Danmark verður mu- hammedanskt". Sosialurin er sjálvur avsendari av hesi forsíðugreinum til alt Føroya fólk. Ung sum gom- ul. Og hann eigur sjálvur at taka ábyrgdina av sínum sonevnda tíðindaflutningi. Men tað ger hann ikki. Ístaðin leggur hann meg undir at skerja pressu- frælsið, tí eg havi loyvt mær at siga mína hugsan um eitt viðkvæmt mál — eina hugsan, sum eg seti fult navn undir. Pressufrælsið sambært Jústinusi Eidesgaard fevnir altso ikki um frælsið til at hava aðrar meiningar ella opið at finnast at eini forsíðugrein í Sosialinum. Men í síni viðmerking avdúkar Jústines Eides- gaard eina so forskrúvaða fatan av pressufrælsinum og einum frælsum orða- skifti, at onki kann undra meg longur. Ikki bert sigur hann, at eg skerji skrivifrælsið, tí eg havi sagt mína meining um Glistrup-søguna. Nei, hann leggur meg harafturat undir í fleiri øðrum førum at hava roynt at skerja pressu- frælsið hjá Sosialinum. Millum annað skal eg fleiri ferðir hava roynt at steðga greinum hjá blað- num. Hetta er beinleiðis lygn. Eg havi einaferð — á heysti í 2000 — ringt til Sosialin, eftir at hava fingið fyrilagt eina forsíðu, sum skuldi til prentingar. Har spurdi eg hann høvisliga um, hvørt hann hevði váttan frá tí persóninum, sum varð siteraður á for- síðuni, fyri at hann stóð aftanfyri orðini — og um hann ikki kundi "dupult- tjekka" hetta, áðrenn hann prentaði hana. Harafturat leggur Jústi-n- us meg undir at skerja pressufrælsið, tí eg ikki vil gera viðmerkingar til eina søgu, sum Sosialurin hevur borið um ærumeiðing. Hetta skuldi sambært Jústinesi enntá forða Sosialinum í at arbeiða við málinum. Hetta avdúkar eftir mínum tykki tað størsta ábyrgdarloysið, eg leingi havi sæð á skrivt. Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá mær at fortalt Jústinusi, at um Sosialurin ger eina søgu um ærumeiðing, so er tað eitt mál millum per- sónar — men so sanniliga eisini millum pressuna og persónar. Um Sosialurin hevur prentað ærumeiðandi tilfar, og síðani velur at gera stórtíðindir burturúr tí, so hevur hann eisini rætt- arliga ábyrgd av tí. Tað er ábyrgdin og uppgávan hjá ábyrgdarhavandi blaðstjóra, at ærumeiðingar ikki verða prentaðar. Tú kanst ikki bara skylda uppá onnur og siga: Júmen eg endurgav bara, hvat ið hann segði. Men sambært Jústinesi Eidesgaard hevur pressan onga ábyrgd. Pressan skal ikki taka ábyrgd og av- leiðingar av tí, sum hon velur at gera til forsíðu- søgur. Og tann sum vágar sær at finnast at, ella ikki vil lata seg brúka sum eitt amboð til søgurnar hjá Sosialinum — ja, hann skerjir pressufrælsið! Tey, sum hava aðrar meiningar, enn ta hjá Sosialinum, skulu tiga, tí annars skerja tey pressufrælsið. Hetta er beinleiðis óhugnaligt. Men tað mest óhugnaliga í viðmerkingini hjá Jústinusi Eidesgaard er, at hann í fullum álvara førir fram, at tíðindaflutningurin í Sosialinum skal vera politiskt óheftur. Tað er hann ikki. Sosialurin er eftir mínum tykki í sínum tíðindaflutningi, sera stýrdur av partapolitikki. Tað hevur hann loyvi til. Men tað er eftir mínum tykki óerligt at royna at billa fólki tað øvuta inn. Tað pressufrælsið, sum Jústines Eidesgaard lýsir í síni viðmerking, er eftir mínum tykki ábyrgdarloysi. Tað er tað øvuta av frælsi. P.S. Eg heiti samstundis á blaðið um, at greinin, sum eg havi skrivað, og sum Jústines Eidesgaard vísir til, verður prentað í fullum líki. So kunnu fólk sjálvi døma um, hvørt hon er grundarlag fyri ákærunum um, at eg skal hava skert skrivifrælsið hjá Sosialin- um. VIÐMERKINGAR Pressufrælsið hjá Sosialinum C M Y K 12 Lesið Sosialin -tað loysir seg!