Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 16. juli 2002 15 Hóast Páll Fangi gjørdi eina rættuliga roynd og skeyt seg framum í startinum, so vóru vágbingar í síðsta enda teir drúgvastu 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Tað skal vita heilt illa við hjá vágbingum, um teir eftir ólavsøkuróðurin ikki – og tað av røttum – kunnu kalla seg fyri føroyameist- arar. Eftir sigurin á vestan- stevnu hevur Smyril 33 stig, og hann er sjey stig frammanfyri Páll Fanga. Tað vil siga, at um Páll Fangi skal vinna FM heitið, so er neyðugt hjá honum at vinna á ólavsøku, og samstundis skal Smyril ikki verða frammanfyri nummar sjey. Tað er púra óhugsandi. Páll Fangi vann á norð- oyastevnu, og hann hevur hingið í síðani, sjálvt um tað ikki hevur eydnast at vinna. Aftur í Miðvági gjørdu klaksvíkingar eina álvarsama roynd fyri at fáa fatur á vágbingum, men tað eydnaðist ikki. Á fyrstu metrunum sá væl út hjá Pálli Fanga. Hvíti báturin leyp avstað, og munurin aftur til teir næstu gjørdist beinanvegin ein skutur. Tá startspurturin var gott og væl liðugur, var Páll Fangi eina hálva bátslongd frammanfyri teir næstu. Teir næstu vóru umframt Smyril eisini Hvessingur, Jarnbardur og Sølmundur, meðan Koll- firðingur, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, og sum var rættuliga pretin á fyrstu hundrað metrunum, skjótt datt afturav. So var tað, at Smyril fór undir sítt egna verk. Teir slitu hinar bátarnar av sær og løgdu upp á síðuna av Páll Fanga. Klaksvíkingar- nir stríddust, og teir vóru drúgvir. Eina løtu lógu Páll Fangi og Smyril borð um borð. Smyril var fyrstur at fara undir endaspurtin. Hann fekk stavnin framum Páll Fanga, og so var myndin, sum hon hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Á síðstu hundrað metrunum var Smyril drúgvastur, og tá teir fóru um málið, var munurin aftur til Páll Fanga tríkvart bátslongd. Gongurólvur hevur ment seg støðugt, sum kapping- arárið er liðið. Hesa ferð endaði hann aftur á triðja plássinum. Men munurin fram til Páll Fanga var ikki stórur. Tað tóktist kortini ongantíð serliga upplagt, at Gongurólvur skuldi taka Páll Fanga, men á málinum var Gongurólvur meiri enn frammi á hálvum Páll Fanga. Hvessingur, meistarabát- urin frá í fjør av Strondum, Strálan, og Sølmundur vóru í harðari kapping um fjórða plássið. Teir komu á mál í her nevndu røðini. Hvessingur er framvegis fremstur í kappingini um bronsumerkini. Men um mett verður út frá gongdini seinastu ferðirnar, so tykist tað vera ikki so lítið sann- líkt, at Gonguróilvur á ólavsøku fer at vinna bronsumerkini í FM kapp- ingini. Tá Smyrla menninir leygarkvøldið fóru suður við hinum Smyrlinum, kundu teir ikki kalla seg meistarar. Men teir vitstu, at á ólavsøku verður Smyril við monnum FM vinnari fyri fyrstu ferð, síðani tað í 1975 varð farið undir kappingina í 6–mannafør- um við monnum. Smyril er ikki at fáa fatur á Hóast Argjabáturin bæði hevði góðan startspurt og enda- spurt, so eydnaðist teimum ikki at basa Kvívíkinginum, sum við sigrinum stýrir trygt ímóti meistara- skapinum 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Kvívíkingur er so tryggur á meistarakósini, at eingin kann órógva hann. Fyri fjórðu ferð í ár var Kví- víkingurin fyrstur á mál, tá tað leygardagin varð kapp- ast í Miðvági. Tí verður Kvívíkingurin meistari, tá tað annan sunnudag fer at verða kappast á ólavsøku. Kvívíkingurin hevur ikki verið meistari síðani í 1996. Men tað er ikki ókent hjá kvívíkingum, sum undan hesum kappingarárinum fingu sær nýggjan bát, at vinna meistaraskapin. Meistaraskapurin, sum teir fara at vinna á ólavsøku, verður tann sætti hjá Kvívíkinginum. Serliga síðst í sjeyti og fyrst í áttati árunum var Kvívíkingurin drúgvur. Hann vann FM heitið í 1978, 1979, 1980 og í 1981, og so vann hann ikki aftur fyrrenn í 1996. Tá tað varð kappast eftir gomlu skipanini, varð Kví- víkingur meistari í 1969. Sama lagið Kappingin millum 8–mannaførini leygardagin var sera átøk teimum, sum hava verið síðani á Skálafjørðinum. Í Klaksvík var Argjabáturin fyrstur á mál, og harvið tóktust lunn- ar verða lagdir undir, at argjamenn skuldu endur- taka FM heitið frá í fjør. Men soleiðis hevur tað ikki gingist. Í róðrunum, sum hava verið í Runavík, í Hósvík, í Vági og aftur í Miðvági, hevur tað gingið sera væl hjá Argjabátinum á fyrstu metrunum. Men so hevur tað kiksað, tá startspurturin hevur verið av. Tá hevur Kvívíkingurin tikið seg framum Argjabátin, og so hevur hann hildið seg har. Í endaspurtinum hevur lagið verið tað, at Argjabáturin so spakuliga hevur etið seg inn aftur á Kvívíkingin, men hann hevur onga ferðina megnað at fingið hann aftur. Soleiðis var tað eisini í Miðvági. Argabáturin fekk besta startin. Hann fekk skutin framum hinar bátarnar, men tað var skjótt, at Kvívíkingurin so at siga fótaði sær, eftir at hann ikki hevði verið heilt uppi í snúðningum í fyrstu tøk- unum, og tá hálvt málið var rógvið, var Kvívíkingurin fremstur. Undan endaspurt- inum var tað leyst frá Kvívíkingi og aftur til Argjabátin, men argjamenn høvdu so mikið í sær, at teir megnaðu at toga seg fram um hálvan Kvívíkingin. Argjabáturin var fyrri við endaspurtinum, og tað góktist sum um, at teir skuldu hótta Kvívíkingin, sum kortini svaraði aftur á síðstu metrunum. Nýggi Ørvur og Nevið Reyða við manning úr Róðrarfelagnum NSÍ vóru rættuliga bragdligir í startspurtinum, men tað var skjótt, at teir duttu eitt sindur afturav. Drúgvastur av teimum, sum ikki kapp- aðust um fremsta plássið, var Knørrur, sum við triðja plássinum hesa ferð gott og væl tryggjaði sær bronsu- merkini í FM kappingini. Hóast tær ikki fingu besta startin, so vóru genturnar umborð á Sílinum mest sann- førandi vinnarin av øllum á vestan- stevnuni 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Sílið er FM vinnari í kapp- ingini millum 5–mannafør við gentum. Tað hava tær so rudduliga uppiborið. Eing- in hevur staðið teimum kurl í nøkrum av kappingunum, sum hava verið fyrr í summar, og á vestanstevn- uni í Miðvági var sigurin hjá Sílinum meiri sann- førandi, enn allir hinir fimm sigrarnir á steevnuni vóru. Tað var hann, sjálvt um Sílið ikki fekk besta startin. Fípan Fagra megnaði beinanvegin at trýsta seg ein lítlan skut framum allar hinar trettan bátarnar. Blikur fylgdi væl við, og tað var skjótt, at Sílið eisini kom upp í kappingina. Fípan Fagra megnaði at halda tørn um oddaplássið eina góða løtu, men so bjóðaði Sílið orduliga av, og tað var ikki lukkuligt. Eftir at eitt sindur av togan eina løtu hevði verið millum Fípuna og Sílið, legði havnarbáturin seg framum Fípuna og Blik, sum síðani kappaðust um næstfremsta plássið. Sílið legði meiri sjógv millum seg og hinar, og á síðsu metrunum var tað sera sannførandi hjá Sílinum. Hjá Bliki gekk tað ikki so væl, sum tað hevur gjørt aðrar ferðir. Drekin megn- aði at vinna triðja plássið. Hann var eina bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru. Gentubáturin av Argjum endaði á fjórða plássi. At tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag endaðu millum tríggjar teir bestu undir- strikaði, at Havnar Róðrar- felag er sera væl fyri í løtuni. Í fjør var Fípan Fagra FM vinnari. Tær vunnu allar róðrarnar uttan tann á ólavsøku, tá Blikur av Argjum vann, og Fípan Fagra var nummar tvey. Higartil í ár hevur Sílið vunnið allar teir fyrstu fimm róðrarnar. Nú er bara ólavsøkuróðurin eftir. Spennandi verður at fylgja við í, um Sílið annan sunnudag í heimasjógvi fer at megna at seta trumf á framúr góða kappingarárið, ella um ein av hinum bát- unum fer at megna at spæla meistarunum eitt puss. Hóast munurin frá teim- um fremstu og aftur til hinar bátarnar var rættuliga stórur í Miðvág, so er tað hugaligt at staðfesta, at áhugin fyri at taka lut er rættuliga stórur millum gentumanningarnar. Aftur hesa ferð var talan um størsta róðurin. Fjúrtan manningar vóru við í kappingini. Hjá tveimum vágabátum gekst tað eitt sindur striltið at stýra. Gula kortið varð vundið á stong fyri bæði Ørnini og Frúnni. Sílið mest sannførandi vinnarin Kvívíkingur verður meistari Suðuroyingarnir umborð á smyrli, vunnu aftur á Vestanstevnu, og eru saman við Jarnbardi og Sílinum, eisini nýkosnir føroyameistarar Mynd: Finnur Justinussen 15 14 Nr. 133 - 16. juli 2002 Tað slitnaði ongantíð sundur millum teir fimm bátarnar, og tveir bátar royndu at vera fremstir, áðrenn teir á Havnarbátinum gjørdu bart 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Tøtt og dramatisk kapping á 930 metrum. Tað var síðsti FM róðurin á vest- anstevnu. Tá bátarnir komu á endamálið, var ein stór bátslongd á muni millum Havnarbátin, sum vann, og Nólsoyingin, sum var nummar fimm og aftastur. Tað boðar frá intensiteti og spenningi, og tað boðar frá uppaftur størri drama, at myndin broyttist alla tíðina. Havnarbáturin vann, men tað var ikki fyrrenn, tá stutta málið var knappliga hálvrógvið, at vinnara- báturin stakk drekastevnið framum hinar. Klaksvíkingar hava ikki vunnið higartil í ár. Hóast teir endaðu á fjórða plássi í Vági, so vónaðu teir, at tað skuldi bera til í Miðvági. Tað var týðuligt, at teir umborð á Klaksvíkinginum høvdu vant startin og start- spurtin nógv uppundir vestanstevnuna. Í hvussu so er leyp Klaksvíkingurin avstað, og tað eydnaðist honum á fyrstu eitt hundrað metrunum at vinna seg skutin framum hinar bátar- nar. Men klaksvíkingar megnaðu ikki at halda tørn. Í staðin var tað Eystur- oyingurin, sum eina løtu sá út til at skula endurtaka sigurin á jóansøku og har- við skula leggja seg sera væl fyri í FM kappingini. Eysturoyingurin er fram- vegis væl fyri í FM kapp- ingini, men tað eydnaðist teimum ikki í Miðvági at endurtaka sigurin frá jóan- søkuni. Í staðin var tað Havnar- báturin, sum eftir eitt lítið sindur trilvandi startspurt fótaði sær og skjótt bland- aði seg upp í oddastríðið. Tað eydnaðist Havnar- bátinum at leggja seg á odda, og hann tóktist eina løtu hava hug at glíða frá hinum bátunum, men mun- urin gjørdist ongantíð longri enn ein hálv báts- longd, og á málinum var fjarstøðan aftur til Eystur- oyingin minni enn so. Undan vestanstevnuni varð mett, at Vestmenning- urin eftir avrikið í Vági fór at hava góðar møguleikar at vinna. Men Vestmenning- urin kom ongantíð rættu- liga fyri seg. Hann fekk einki serligan start, og hóast hann tóktist hava hug at taka seg fram, tá Havn- arbáturin legði seg út í kappingina um fremsta plássið, so gjørdist tað ong- antíð álvari hjá vestmenn- ingum. Teir endaðu á triðja plássi, og harvið kundi staðfestast, at hetta gjørdist ongantíð orduliga dagurin hjá teimum. Triðja plássið hevur við sær, at møgu- leikin fyri at vinna FM heitið, sum teir seinast áttu í 2000, kámaðist rættuliga nógv hjá vestmenningum. Men vestmenningar hava ofta vunnið á ólavsøku, og tí skulu teir ikki heilt av- skrivast. Eysturoyingur hevur framvegis góðan møgu- leika at vinna FM heitið, sum teir áttu í 1998, tá báturin var spildur nýggjur, og sum teir endurvunnu í 1999. At Havnarbáturin vann í Miðvági hevur við sær, at hann má mestast sum ein lítil favorittur at endurvinna meistaraskapin frá í fjør. Um tað skal bera til, og eingin uttan Havnarbáturin sjálvur skal vera við til at gera av, hvar skápið skal standa, so skal Havnarbát- urin vinna á Havnarvág. Tað líkar teimum ivaleyst væl umborð á Havnar- bátinum, sum nú er komin aftur til Havnar, eftir at hann í síðstu viku var fleiri dagar í Miðvági. Nólsoyingurin var aftur hesa ferð aftastur. Men munurin fram til hinar var væl minni, enn hann hevur verið fyrr í summar. Tað eigur at geva blóð á tonna, nú allar manningarnar fyri- reika seg til endaspurtin á róðrarárinum. Hesa ferð var hótt- anin frá Riddaranum størri, enn nakar bátur fyrr í summar hevur megnað at givið meistara- bátinum 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Jarnbardur er FM vinnari í kappingini millum 6–mannafør við kvinnum. Tað varð veruleikin, tá fyrsti róðurin var av í Miðvági leygardagin. Eingin ivi er um, at Jarn- bardur er ein sera sann- førandi meistari. Bæði í fjør og í ár hevur Páll Fangi verið ein av bátunum, sum hevur roynt at kappast við Jarnbard. Ein av mann- ingini umborð á bátinum úr Klaksvík helt fyri, at manningin á Jarnbardi er eitt sera verdugt umboð komandi vár at senda úr Føroyum og niður á Scilly oyggjarnar. Tað er so satt, sum tað er sagt. Jarnbardur var nógv fremstur á norðoyastevnu, og tær vunnu eisini sann- førandi, tá tað varð kappast í Runavík, Hósvík og í Vági. Sigurin í Miðvági var ongantíð í vanda. Jarnbard- ur legði seg skjótt framum hinar bátarnar, og eftir at Jarnbardur var komin á fremsta plássið, eydnaðist tað ongantíð nøkrum av hinum bátunum at fáa stevnið framum bláa bátin. Men kanska vóru tær um- borð á Jarnbardi eitt sindur spentari á síðstu metrunum, enn tað hevur nýtst teimum at verið í nøkrum av hinum fýra kappingunum. Riddarin fekk besta startin, og Riddarin setti avgjørt dám á kappingina. Jarnbardur fór skjótt eina hálva bátslongd framum, og tað var skjótt, at hálva bátslongdin gjørdist til meiri enn eina bátslongd. Eina løtu kappaðist Ridd- arin við Páll Fanga og Gongurólv um næstfremsta plássið, men tað var skjótt, at kappingin millum Páll Fanga og Gongurólv stóð um triðja plássið. Riddarin át seg spakuliga inn á Jarnbard. Stóra báts- longdin, sum munurin eina løtu var, minkaði, so tað aftur var fast millum bátar- nar. So gleið Riddarin longri fram, og eina lítla løtu kendist tað sum um, at møguleikin hjá vágakvinn- unum skuldi koma at vinna róðurin. Men tá var heilt stutt eftir á mál, og tær um- borð á Jarnbardi, sum eftir nógvu og stóru sigrarnar kanska høvdu tikið seinna partin av róðrinum eitt sindur lættliga, megnaðu at vera ein stóran skut ella eina lítla hálva bátslongd undan Riddaranum á mál. Avrikið hjá Riddaranum ber við sær, at nú hava tær lagt Páll Fanga afturum seg í kappingini um silvur merkini. Avrikið kann eisini takast sum eitt varskó til nýggja FM vinnaran um, at tær umborð á Jarnbardi skulu ikki billa sær inn, at tær soleiðis uttan víðari fara at vinna ólavsøkuróð- urin. Tað hevði dámt teim- um umborð á Jarnbardi heilt illa, um tær ikki høvdu megnað at vunnið á Havn- arvág, har tær dagliga síðstu mánaðirnar hava vant og nú venja til ólav- søkuróðurin. Tí kann rokn- ast við, at tær fara at leggja alt í annan sunnudag. Umborð á Páll Fanga er manningin umleið tann sama, sum í fjør vann allar róðrarnar sannførandi og harvið vann FM. Fleiri teirra fara av landinum í lestrarørindum seinni í summar. Hetta árið hevur ikki roynst akkurát soleiðis, sum tær høvdu vónað. Tí fara tær sjálvandi at leggja alt fyri, tá tær skulu luttaka í finaluróðrinum – bæði fyri hetta árið og fyri hesa manningina. Sjálvandi vilja tær fegnar, at finalan fer at eydnast væl hjá teimum. Ynskið hjá Páll Fanga kvinnunum má vera, at FM gullmerkini í fjør fáa silvur og ikki bronsumerki at hanga við síðuna av sær. Havnarbáturin bestur í tættari kapping Jarnbardur fyrsti FM vinnarin Hóast tað aldrin slitnaðI millum fremstu 10- mannaførini, so varð Havnarbáturin drúgvastur á Vestanstevnu Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 14