Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 16. juli 2002 17 Flóvin varð tann fyrsti Spælið hjá FCK var einki sannførandi í Oslo, men tað hildu ábyrgdarmenninir hevði sínar orsøkir ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Todi Jónsson og FCK vóru seinnapartin leygardagin á Bisslett, sum annars er mest kent fyri stóru kapp- ingarnar í frælsum ítrótti, sum plaga at vera har. Ørindini hjá FCK vóru at leggja næstsíðstu hondina á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Mótstøðu- liðið hjá FCK var Lyn, sum er fremst, nú besta norska deildin er í stuttum summ- arsteðgi. Úrslitið av venjingar- dystinum var 2–2. Í steðgi- num stóð á jøvnum 1–1. Lyn var tvær ferðir á odda, men tað eydnaðist FCK at javna báðu ferðirnar. Í 1. hálvleiki javnaði Zuma við góðum langskoti, og í 2. hálvleiki javnaði Todi Jóns- son til 2–2. Tað gjørdi hann, tá hann var fyrstur á returbólti, eftir at Lyn mál- verjin hevði klossað ordu- liga í tí. Todi Jónsson hevur ikki verið í FCK hópinum hesar seinastu ferðirnar, tá teir hava spælt venjingardyst. Eftir at lærið ikki makkaði rætt í næstsíðstu viku, tá FCK var í Jyllandi, hava teir spart Toda eitt sindur. Í Oslo var Todi á beinki- num fyrstu løtuna. Saman við Zuma var Peter Møller á beinkinum. Men longu eftir 20 minuttir noyddist Peter Møller at taka seg av válinum, tí hann varð skaddur í samanbresti við norska málverjan. Tá varð Todi skiftur inn, og hann megnaði altso í 2. hálvleiki við einum máli at minna á, at hann framvegis er eitt gott boð upp á álopssessin við síðuna av Zuma. Hans Backe,venjarin hjá FCK, var ikki væl nøgdur við leikliga avrikið hjá FCK, sum hann ikki helt vera serliga sannførandi. Men venjarin helt ikki, at nøkur orsøk var at óttast, tí spælararnir høvdu verið í harðari venjing í vikuni upp undir dystin. Leygardagin fer FCK at spæla síðsta venjingardyst- in undan fyrsta umfarinum í superliguni. Dysturin verður ímóti Brügge úr Belgia, og hann verður spældur í Parkini. Í fyrsta umfarinum í superliguni, sum verður á skránni ólav- søkuaftan, skal FCK spæla á heimavølli ímóti Viborg. Í kvøld fer Viborg at spæla venjingardyst í Nor- egi. Hann verður ímóti fel- agnum hjá Jákupi Mikkel- sen, Molde, sum fyrireikar seg til seinna partin av kappingarárinum. Dysturin í kvøld er liður í festvikuni, sum teir í Molde kalla hesa vikuna. Í síðstu viku frættist ann- ars, at fyrsti dysturin hjá FCK í Europa Cup á heimavølli fer at verða víst- ur í sjónvarpinum. Tað er DR1, sum hevur gjørt sátt- mála við FCK um, at dyst- urin skal vísast. Hann verð- ur ímóti georgiska FC Lokomotiv Tbilisi, og hann verður vístur hósdagin 15. august klokkan seks før- oyska tíð. Í kapping í Týsklandi eydnaðist tað 24 ára gamla havnarmanni- num Flóvin Tór Næs at vinna sær sum fyrsti føroyingur ein IM norm. Hetta er einki annað enn eitt megnarbragd. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Oftani hava føroyingar, eitt nú John Arni Nilssen, Heini Olsen og eisini Flóvin Tór Næs verið tætt við, men nú loksins eydnaðist tað føroy- ingi at ogna sær ein IM norm. Tríggir normar skal ein hava áðrenn ein kann kalla seg altjóða meistari, sum heitið IM stendur fyri. Vit hava í Føroyum ein al- tjóða meistara, nevnliga John Rødgaard, sum hevur umboðað Føroyar á frálík- an hátt síðani 1984. Hann er tó dani av uppruna, og hevur tí ein danskan talv- uppvøkstur. IM krøv: • ogna sær 3 IM normar • hava 2400, ella hava verið á 2400, í rating Sigast kann at vegurin til IM norm Flóvins byrjaði á heysti 1999. Flóvin valdi tá at telva eitt ár burturav. Hann telvaði hvønn tann einasta mánaða minst eina kapping king Evropa, og sum oftast við góðum úrs- litum. Men heilt tætt við ein IM norm varð hann ikki. Síðani hava úrslit hansara svingað eitt sindur, og eftir at hann í 2000 fór undir lesnaða í Keyp- mannahavn, kundi ein kanska trúð at møguleikin hjá honum komandi árini var hálvavegna fokin. Vann tveir stórmeistarar Flóvin hevur valt at nýta summarferiuna í ár til telv- ing burturav. Fyrsta leiðin gekk til Týsklands, har hann var boðin við til eina lukkaða IM kapping, nevnd Internationales Schach- festival Freudenstadt. Flóv- in hevur síðani talvár hans- ara í 1999/2000, hildið nógv sambond við líka, og av hesu orsøk verður hann oftani boðin við til ymsar IM kappingar kring Ev- ropa. Tíggju luttakarar, níggju umfør, og kravið til IM norm varð 7 stig. Hetta eru hørð krøv, serliga tá hugsað verður um mótstøðuna: Tveir stórmeistarar, ein al- tjóða meistari, og rating- mótstøða frá 2189-2431. Men við tí huga, at báðir stórmeistarnir vóru til- komnir menn og hava havt sínir bestu talvdagar, hevur Flóvin ivaleyst kent seg hava havt ein møguleika at gera ein vørr. Og tað gjørdi hann so sanniliga! Eftir seks umførum hevði Flóvin fýra stig, og enn væntaði hann stórmeistar- arnar. Nakað nógv hevur Flóvin verið uppsettur hesi trý umførini. Hann vann tey nevnliga øll, og IM norm- urin var veruleiki! Í sjeynda umfari vann hann enntá við svarta fólkinum móti GM Klovans, og í næstseinasta talvi vann Flóvin við hvíta fólkinum móti Dubkov (2195). Kravið varð tí at vinna við svarta fólkinum móti fyrrverandi talvstjørnuni GM Mark Taimanov úr Russlandi. Skuldi tað nú aftur verða sama søgan: Bert eitt stig frá IM normi- num? Nei, ikki á hesum sinni, tíbetur. Flóvin vann nevnliga sensationelt hetta seinasta talv, og hevur hann nú sum einasti føroyingur ein IM norm í skjáttuni. Lykilin til hesa succes varð, at Flóvin vann øll síni fimm talv við svarta fólki- num. Hann varð styrkis- mettur sum nummar sjey, og endaði á øðrum plássi við sjey stigum og IM normi. Eitt bragd hevur Flóvin framt, og vónandi kann úrs- lit hansara skumpa aðrar føroyingar sama veg, so- leiðis at vit innan fá ár eiga ein ella fleiri altjóða meist- arar. Nú vita vit at tað ber til. Politiken Cup Í gjár, mánadagin 15. juli, byrjaði árliga Politiken Cup kappingin í Keypmanna- havn. Nærum 200 telvarar luttaka, harav fýra føroy- ingar: John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simonsen og Rani Baldurs- son. Telvað verður ellivu umfør, har tað seinasta er 26. juli. Spennandi verður at fylgja við føroyingunum, og kanska serliga nú eftir at vit hava brotið mentala múrin viðvíkjandi IM normum. Fer tað nú aftur at bera til hjá føroyingi at vinna sær norm? Vit vóna tað, men torført verður tað í øllum førum. Fylgjast kann við gongdini hjá føroying- um á www.faroechess.com, har Ólavur Simonsen fer at siga frá hvørjum umfari. Talvið hesa vikuna Í hesum døgum verður mótstøðumaður til Kram- nik funnin í Dortmund. Átta telvarar, øll heimselit- an uttan Anand og Ivan- chuk, hava telvað bólka- spæl, og fýra av hesum, Topalov, Leko, Bareev og Shirov hava leikt seg í hálv- finalur. Fide heimsmeistar- in Ponomariov skal eftir ætlan telva dyst móti Kasp- arov, sum er ein eitt slag av hálvfinalu. Tí vinnarin av hesum dysti skal telva HM dyst móti vinnaranum av dystinum millum Kramnik og Dortmund-vinnaranum. Stríðið um HM tittlar er tí- betur helst av, og vit kunna í framtíðina aftur hava ein offissiellan heimsmeistara. Bareev,E (2726) - Topalov,V (2745) Sparkassen sf Dortmund GER (1), 13.07.2002 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 c5 4.d5 exd5 5.cxd5 d6 6.e4 g6 7.f4 Bg7 8.Bb5+ Rifd7 9.a4 0-0 10.Rif3 Ria6 11.0- 0 Rib4 12.h3 a6 13.Bc4 f5 14.Rig5 Rib6 15.Bb3 a5 16.Be3 fxe4 17.Kh1 Rid3 18.Fd2 Re8 19.Rab1 Bf5 20.g4 h6 21.gxf5 hxg5 22.fxg5 gxf5 23.Rxf5 Fd7 24.Rbf1 Re5 25.Rf7 Fxh3+ 26.Fh2 Fxh2+ 27.Kxh2 Rf8 28.Rxf8+ Bxf8 29.Rf6 c4 30.Bd1 Rid7 31.Rg6+ Kh7 32.Re6 Ri7c5 33.Rf6 Kg8 34.Bh5 Be7 35.Rh6 Kf8 36.Rh8+ Kg7 37.Re8 Bxg5 38.Rxe5 Bxe3 39.Re7+ Kf6 40.Rf7+ Kg5 41.Bd1 Bd4 42.Kg2 Rixb2 43.Rib5 Be5 44.Bc2 Ribd3 45.Kf1 Rib4 46.Bb1 Rixd5 0-1eftir 37.Re8 Todi kom inn og skoraði 17 16 Nr. 133 - 16. juli 2002 Úrslitið av kappsúkklingini á Vestanstevnu gjørdist, at Gunnar Dahl- Olsen vann, Sverri M. Edvinsson nummar tvey og Eli trý. Koyrdur varð ein sokallaður einkult- startur, og leiðin gekk frá Miðvági til Flog- vøllin og aftur á Miðvág TÍÐINDASKRIV Ein frálík ruta til einkult- start og fyrireikararnir úr Vágunum høvdu gjørt sær stóran ómak við at fora fyri at ferðslan ikki órógvaði kappsúkklingina ov nógv. Teinurin gekk sum sagt niðan á flogvøllin og aftur á Miðvág, men teinurin skuldi koyrast tvær ferðir, og koyrt varð umleið 30 km. Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri kappingini, og skuldi tí syrgja fyri dómara og vendidómara. Hetta seinna varð tíanverri gloymt og fleiri av súkkl- arunum hildu leiðina fram oman til Sørvág. Hetta tí at ongin var at venda súkkl- ararnar. Hetta skapaði sjálvandi misnøgd millum súkklararnar, og onkur steðgaði tí at súkkla mitt undir kappingini, legði árarnar inn, sum tikið verður til. Umkoyring Hvør hevði vent hvar, og hevði onkur kanska vent á Vatnsoyrum? Fyri at fáa misskiljingar og ónøgdina "vekk av vegnum" blivu allir samdir um, at koyra enn eina kapping. Kreft- irnar vóru allar brúktar á 30 km teininum, og tí var avgjørt, at koyra ein væl styttri tein. Hesa ferð gekk leiðin "bert" frá Miðvági til Flogvøllin, umleið 7 km. Undanvindur var, og ferðin bleiv tí heilt høg. Úrslitið gjørdist, at Gunnar Dahl-Olsen fór við sigrin- um, og vann við 13 sekund- um á nummar tvey, ið gjørdist Sverri Mohr Ed- vinsson. Í hølunum á Sverra kom Eli Christian- sen, sum hóast triðja- plássið, framvegis liggur á odda í Grand Prix 2002 kappingini. Børnini sluppu eisini at royna seg Tey størru børnini, ella ungdómurin, koyrdu eisini einkultstart til flogvøllin, men "bert" eina ferð. Dánjal Michealsen vann hjá Unglingum og Hans Krosstein vann í bólkinum Dreingir 12 til 14 ár. Tey yngstu børnini koyrdu niðri á fótbólts- vøllinum í Miðvági, og tað riggaði heilt væl. Nógv børn luttóku, og aftur hesa ferð var bólkurin Dreingir 9 til 11 ár væl mannaður. Av tí sama var sera spennandi at fylgja við tá Martin Poulsen, Sig- mund Olsson og Finnur Mellumgaard fóru út á seinasta umgang. Men Martin var drúgvastur, koydi sera væl og vann tí ein tryggan sigur. Eisini kappingin millum Dreingir 12 til 14 ár (teir, ið koyrdu á fjallasúkklu) bleiv sera spennandi. Torkil Weyhe lá leingi fremstur, men í einum av seinastu svingunum misti hann ov nógva ferð, og tí eydnaðist tað Rana G. Jacobsen at fara framum og sostatt vinna kappingina. Hóast oddabáturin í FM kappingini, Fípan Fagra, hevði munin á fyrra partinum av róðrarteininum, so taptu dreingirnir úr Klaksvík bæði fyri Sílinum og Bliki 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Í FM kappingini er Fípan Fagra, sum vann tvær tær fyrstu kappingarnar – í Klaksvík og á Skála- fjørðinum – fremst. Men gongdin í kappingini í Miðvági bendir á, at tað verður torført hjá klaks- víksdreingjum at halda tørn um oddasessin og harvið at vinna FM heitið. Starturin hjá Fípuni bæði við dreingjum og gentum, hjá Páll Fanga við kvinnum og monnum og hjá Klaks- víkinginum kundu boðað frá, at teir í Klaksvík hava lagt nógva venjing í fyrstu metrarnar á róðrarteinin- um. Allar tær nevndu manningarnar vóru í Mið- vági í oddinum dygst eftir, at startskotið var gingið av. Og hjá ongum teirra eydn- aðist at halda tørn allan vegin. Dreingirnir á Fípuni Føgru stungu seg beinan- vegin framum hinar. Og tá Sílið, sum hevði verið so sera sannførandi tvær tær seinastu ferðirnar, í fyrstu starttøkunum datt eitt sindur afturum fremstu bátarnar, kundi tað sæð ikki so galið út hjá Fípuni Føgru. Tjaldrið tóktist ætla sær meiri, enn tað hevur eydn- ast vinnarabátinum í 2000 og 2001 at megna fyrr í ár. Men tað var skjótt, at Sílið kom fyri seg, og tá ein fjórðingur av málinum var lagdur afturum, hevði Sílið hug at bjóða Fípuni av, og Blikur fylgdi við grann- unum. Tá málið var um at vera hálvrógvið lógu Fípan Fagra, Sílið og Blikur stavn um stavn. Tað var so mikið tætt, at hesir bátarnir vóru bara eina bátslongd undan Drekanum, Havfrúnni og Tjaldrinum, sum eisini lógu borð um borð. Uppundir endaspurtin misti Fípan Fagra í mun til hinar báðar bátarnar, sum kappaðust um fremsta plássið. Sílið stakk seg framum, Blikur hevði hug til at fylgja við og bjóða av, men hóast munurin ongan- tíð gjørdist serliga stórur, so var tað í endaspurtinum ongantíð ivi um í hvørji røð fremstu bátarnir fóru at koma á mál. Sílið vann triðja róðurin upp í slag. Hevði Sílið ikki spilt seg burtur og verið kolldømt á Skálafjørðinum, tí teir høvdu fingið tvey gul og harvið eitt reytt kort, so hevði Sílið longu nú verið rættuliga á FM kós. Teir á Argjum, sum fram- vegis eiga fyrsta sigurin til góða í ár, Sílið og Fípan Fagra hava so at siga eins góðan møguleika at vinna FM heitið. Avgerðin fer at falla á ólavsøku, og tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað er. Sílið fyri triðju ferð á rað Súkkling: Munurin minkaði millum Eli og Gunnar Úrslitið av kappingini á Vestanstevnu gjørdist: Menn, 7 km: Nr.Navn Tíð Stig 1Gunnar Dahl-Olsen 8 min. 15.78 sek 40 2Sverri M. Edvinsson 8.28.56 34 3Eli Christiansen 8.57.21 30 4Beinir Rasmussen 9.20.77 26 5Jens Sigurð Simonsen 9.24.66 23 6Christian Guttesen 9.46.55 20 7Kári Simonsen 9.50.24 18 8Geyr Gilsteinsson 10.12.18 16 Unglingar, 15 km: Nr.Navn Tíð Stig 1Dánjal Michealsen 27 min. 37 sek. 40 Dreingir 12 til 14 ár, 15 km: Nr.Navn Tíð Stig 1Hans Krosstein 29 min. 11 sek. 40 2Bergur Johansen 36.02 34 Dreingir 12 til 14 ár, 3 km: Nr.Navn Stig 1Rani G. Jacobsen 40 2Torkil Weyhe 34 3Andrias Nielsen 30 Dreingir 9 til 11 ár, 2 km: Nr.Navn Stig 1Martin Poulsen 40 2Sigmund Olsson 34 3Finnur Mellemgaard 30 4Høgni Lindberg Svabo 26 5Poli Johanson 23 6Jógvan Ólavsson 20 7Kristian Johansen 18 8Kristian Kristiansen 16 Dreingir 6 til 8 ár, 1 km: Nr.Navn Stig 1Jógvan Mellemgaard 40 2Marnar magnussen 34 3Jóanes Albert Nielsen 30 4Palli Haraldsen 26 Gentur 12 til 14 ár, 2 km: Nr.Navn Stig 1Jenny Svabo 40 Gentur 9 til 11 ár, 2 km: Nr.Navn Stig 1Sára Olsen 40 Eftir kappingina á Vestanstevnu, er lagt upp til eina sera spennandi kapping á Ólavsøku, har Eli Christiansen enn hevur munin á Gunnari Dahl-Olsen Mynd: Øssur Mohr C M Y K 16