týsdagur 16. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 16. juli 2002
19
Danir eiga sterkastu
súkklarnar í
kappingini, og tað
verður helst Richard
Jones, Ið skal geva
teimum kapping
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Fyri fyrstu ferð verða
útlendingar í meiriluta í
kappingini Statoil Kring
Føroyar. Føroyingarnir, ið
hava boðað frá luttøku í ár
eru, Gunnar Dahl- Olsen,
Sverri Mohr Edvinson, Eli
Christiansen, Esmar Joen-
sen, Beinir W. Rasmussen,
Jens Sigurð Simonsen,
Christian Guttesen, Evald
Rasmussen, Danjal Mich-
aelsen, Hans Krosstein,
Bergur Johansen, Robert
Vilhelmsen og Geyr Gil-
steinsson
Umframt hesar 13 súkkl-
arnar verður føroyskt gifti
Kenneth Ellefsen eisini við.
Kenneth súkklar niðri í
Danmark, og hevur valt at
umboða
Tórshavnar
súkklufelag í kappingini.
Kenneth hevur súkklað í
fleiri ár, og hevur verið við
onkra Ólavsøku-súkkling
Ynes Mon fyri fyrstu
ferð
Hetta er sjeyndu ferð, tað
verður skipað fyri Statoil
Kring Føroyar, og fyri
fyrstu ferð eru oyggin Ynes
Mon umboða. Ynes Mon
luttekur vanliga á oyggja-
leikum, og tað er á oyggja-
leikunum sambandið við
súkklarnar á Ynes Mon er
komið í lag. Danir hava
verið
fastir
fúsir
til
kappingina seinastu fýra
árini, og eru við aftur í ár.
Ynes Mon hevur átta
luttakarar við, meðan 10
danir
hava
boðað
frá
luttøku. Hægst seedaði
súkklarin frá Ynes Mon er
Richard
Jones.
Ricard
Jones er 33 ára gamal, og
súkklar dagliga næst besta
bólkinum
í
Onglandi.
Fimm súkklarar av Ynes
Mon eru úr bólki fýra í
Onglandi, meðan tveir eru
úr bólkinum V4, sum er
fyri mótionssúklarar
Danir eiga teir báðar
hægst seedaðu í kappingini
í ár. Karsten Ellerup og
Leon
Vibholm
súkkla
ávikavist í bólki A og B í
Danmark, og stórar vónir
eru settar til teir báðar.
Serliga Karsten Ellerup
skuldi verið rættiliga væl
fyri, og er favorittur at
vinna kappingina í ár.
Hópurin úr Danmark er
annars samansettur við
súkklarum frá B- og C
bólkinum.
Serliga er spenningur
um, hvussu ungi
Hans Krosstein fer at
klára seg
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Av teimum 32 súkklar-
arnum, ið hava boðað frá
luttøku til Statoil Kring
Føroyar, eiga føroyingar
teir yngstu luttakararnar.
Yngsti luttakarin er argja-
drongurin Bergur Johan-
sen, ið hevur súkkla í eitt
gott ár.
Bergur er 13 ára gamal,
og hevur luttikið á øllum
stevnunum í ár. Í sínum
aldursbólki, dreingir 12-14,
liggur hann nummar tvey.
Bergur er ungur og evna-
ríkur súkklari, sum hevur
framtíðina
frammanfyri
sær. Súkklarar, Ið kenna
Berg, sigur at er bygdur júst
sum ein súkklari skal vera,
hann er langur og slankur.
Av teimum yngstu lut-
takararnar, eru størst vónir
settar til klaksvíkingin,
Hans
Krosstein.
Hóast
hann er júst byrjaður at
súkkla, hevur hann fingið
rættiliga góð úrslit. Hann er
fremstur í grandprix-kapp-
ingini í sínum aldursbólki,
og hevur eins og Bergur
Johansen luttikið á øllum
stevnunum í ár.
Dánjal Miichaelsen er
trið yngsti luttakarin í
kappingini. Dánjal luttekur
í grand prix kappingini fyri
unglingar , og í tí bólkinum
liggur hann fremstur. Fe-
lags fyri teir yngru súkkl-
ararnar er, at um teir klára
at gjøgnumføra kappingina,
so verður tað mett sum eitt
satt bragd.
Name
Nationality
Club
Age
Début year
1 Karsten EllerupDanish
Vejle CK
2 3
1996
2 Leon Vibholm Danish
HAC
2 9
3 Richard Jones Ynes Mon
3 3
4 Morten TruelseDanish
FIX Rødover
1 8
1997
5 Gunnar Dahl-O Faroese
TSF
3 7
1991
6 Anders Rasmu Danish
Lyngby CC
4 1
1995
7 Kenn HolmquisDanish
FBL
3 2
8 Kenneth Ellefs Danish
TSF
3 0
9 Christian Bran Danish
Amager C R
3 1
1992
1 0 Aiden Bradley Ynes Mon
2 0
1 1 Dave Williams Ynes Mon
3 5
1 2 Sverri Mohr EdFaroese
TSF
3 6
1996
1 3 David Thomas Ynes Mon
3 5
1 4 Eli ChristiansenFaroese
TSF
1 7
2000
1 5 Henrik GuldageDanish
Viborg MTB Kl
2 2
1996
1 6 John Reis
Danish
Amager C R
2 8
1996
1 7 Stephan PhillipDanish
Vejle CK
2 0
1996
1 8 Esmar JoensenFaroese
TSF
2 6
1996
1 9 Arwel Jones
Ynes Mon
3 4
2 0 Beinir W. RasmFaroese
TSF
2 9
1996
2 1 Gareth BlackshYnes Mon
2 3
2 2 Jens Sigurð SimFaroese
TSF
2 0
2 3 Christian GutteFaroese
TSF
2 2
1996
2 4 Keith ThompsoYnes Mon
5 4
2 5 Evald RasmussFaroese
TSF
4 5
1997
2 6 John Barry Wil Ynes Mon
5 0
2 7 Allan SøndergaDanish
Hammel Cykle
5 5
1990
2 8 Dánjal MichaelsFaroese
TSF
1 5
2001
2 9 Hans KrossteinFaroese
TSF
1 4
2002
3 0 Bergur Johans Faroese
TSF
1 3
2001
3 1 Robert VilhelmFaroese
TSF
5 0
1999
3 2 Geyr GilssteinsFaroese
TSF
3 7
1999
Luttakaralistin í Statoil Kring Føroyar í ár
Føroyingar eiga yngstu
luttakararnar
Útlendingar í meiriluta
19
18
Nr. 133 - 16. juli 2002
Somu rutur sum í fjør
Høvuðsdómarin í
Statoil Kring Føroyar,
Hans Elmgren, skuldi
fyrireika EM í bana-
súkkling, men valdi
heldur at koma til
Føroya.
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Høvuðsdómari í Statoil
Kring Føroyar í ár, verður
danin
Hans
Elmgren.
Hjálparar hjá honum verða
Jens Glerup og vinnarin av
kappingini í fjør, Bogi
Kristiansen. Eftir trupul-
leikarnir í fjør, vilja fyri-
reikararnir gera alt fyri, at
somu trupulleikar ikki taka
seg uppaftur í ár. Hetta
verður fyrstu ferð, at høv-
uðsdómarin er útlendingur.
Undanfarin ár hava hjálpar-
dómararnir í ár, Bogi Krist-
iansen og Jens Glerup verið
høvuðsdómarar.
Í fjør blivu nakrir av
bestu súkklarunum í kapp-
ingini, harímillum føroy-
ingurin Rógvi Johansen,
ákærdir fyri at súkkla sum
eitt lið. Endin gjørdist, at
hesir súkklarar tóku seg úr
kappingini, og hvørgin
teirra hevur valt at luttaka í
ár. Um liðsúkkling verður
aftur verður at síggja í ár, er
ilt at meta um framman-
undan, men í ár hava fyri-
reikarnar fingið sær ein
dómara við nógvum roynd-
um.
Ætlanin var, at Hans
Elmgren skuldi fyrireika
EM í banasúkkling í Týsk-
landi, meðan Statoil Kring
Føroyar er, men hann hevur
heldur valt Statoil Kring
Føroyar. Hann er sjálvur
gamal súkklari, og er í løt-
uni blaðstjóri á blaðnum
Cykleren. Tá Sosialurin
spurdi fyrireikararnir um
hvussu tað bar til, at hann
hevði valt koma hendan-
vegin, søgdu teir, at hann
var sera áhugaður í at koma
at kenna føroysku súkkl-
ingina betur, og at hann var
ikki sørt forvitin av, hvussu
føroyingar
skipa
fyri
súkklukappingum.
Umframt, at verða høv-
uðsdómari, skal Hans Elm-
gren skal eisini halda nakr-
ar fyrilestrar um súkkling,
meðan hann vitjar í Føroy-
um.
Trý sløg av lógum
Statoil Kring Føroyar er
samansett av trimum lógar-
settum, altjóða I.C.U lóg-
um, ferðslulógini og kapp-
ingarlógirnar hjá súkklu-
sambandinum.
Allar
súkklukappingar skulu lúka
altjóða lógunum, meðan
ymiskt er hvussu ferðslu-
lógirnar eru í teimum
ymisku londunum.
Av tí vegirnir í Føroyum
ikki eru teimum breiðastu,
seta fyrireikarnar seg ikki
fyri av trygdarorsøkum at
hava fleiri enn 40 súkklarar
við í kappingini. Umframt
altjóða lógir og ferðslulóg-
ir, skal dómarin eisini
fylgja kappingarlógunum
hjá súkklusambandinum.
Tað heldur óvanliga við
kappingini Statoil Kring
Føroyar er, at líkamikið
aldur, kyn ella dygd, so
súkkla øll ímóti øllum.
Í ár verður fyri fyrstu
ferð súkklað til Saks-
unar, og sum undan-
farin ár, endar kapp-
ingin í Havn
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Fyrireikararnir av kapping-
ini Statoil Kring Føroyar,
hava í ár valt somu rutur
sum í fjør. Nakrar broyting-
ar eru tó framdar á sjálvum
teinunum í kappingini, men
súkklað verður á somu
oyggjum sum í fjør. Broyt-
ingarnar eru gjørdar við tí
fyri eyga, at kappingin skal
gerast tryggari hjá súkkl-
arunum, og at undirhalds-
virðið skal hækkast.
Nøkur óhapp vóru í
kappingini í fjør, og tí hava
fyrireikararnir valt at síggja
burtur frá teimum teinum,
ið kunnu tykjast vanda-
miklir fyri súkklarnar. Ætl-
anin er eisini, at kappingin í
ár skal gerast meira áskoð-
aravinarlig. Undanfarin ár
hevur áskoðarin verið eitt
sindur villleiddur, serliga tá
súkklarnir
hava
súkkla
býarkoyring.
Vanligt hevur verið bæði
í Havn og inni í Runavík, at
súkklarnir enda etapurnar
við at súkkla fleiri ferðir
inni í býnum. Hjá áskoðar-
unum hevur hetta verið
villleiðandi, tí teir hava
havt ilt við at skyna á,
hvørjir súkklarnir eru sum
fremstir ella aftastir. Í ár
vilja fyrireikararnir koma
hesum trupulleika til lívs,
og tí skulu súkklarnir bara
súkkla tí einu ferðina runt
inni í býunum í ár.
Byrja verður
í Klaksvík
Í morgin verður Prologurin
í Klaksvík. Byrja verður
við Statoilstøðina í Klaks-
vík, og súkklað verður úr
býnum, út ímóti byrgingini
við Haraldsund og innaftur
á
Statoilstøðina.
Talan
verður um ein einkultstart,
og teinurin er átta kilometr-
ar. Kappingin byrjar kl.
18.15
Dagin eftir verður farið
inn á Eysturoynni. Sum
nakað nýtt byrja súkklarnir
á Statoilstøðini í Gunda-
dali, og málið verður við
Statoilstøðina við Runavík.
Súkklarnir súkkla fyrst um
Streymin, og síðani inni í
Eysturoynni.
Í fjør endaði kappingin
við, at súkklarnir súkklaðu
fleiri ferðir runt inni í
Runavíkini, men í ár verður
hetta bara gjørt tí einu ferð-
ina. Etapan í Eysturoynni
er, við sínum 120 kimo-
metrum tann longsta í
kappingini. Byrjað verður í
Gundadali kl 12.30, og
fyrstu súkklarnir skuldu
verið á mál umleið kl.
15.30
Fríggjadagin verður aftur
ein einkultstartur, hesaferð
á Sandoynni. Teinurin byrj-
ar sum vanligt við Statoil-
støðina á Sandi, og síðani
verður
súkklað
inn
í
Traðardal, yvir um brúnna
á Sandafløttinum, og súkkl-
arnir koma á mál aftur við
Statoilstøðina. Einkultstart-
urin á Sandoynni verður
væl longri enn tann í
Klaksvík, hann verður 27
kilometrar. Kappsúkklingin
fríggjadagin byrjar 15.30
Enda á Streymoynni
Fjórði- og fimti dagur í
kappingini verður ávikavist
á Suðuroynni og á Streym-
oynni. Leygardagin verður
byrjað frá Statoilstøðini á
Tvøroyri, útímóti Sevmýri,
har leiðin so gongur ímóti
Vágs bygd. Komnir á Vág,
venda súkklarnir við, og
súkkla suður á Tvøroyri aft-
ur, har málið aftur er við
Statoilstøðina.
Í etapuni á Suðuroynni
verður talan um ein sokall-
aðan masterstart. Hetta er
ein samlaður startur, har
súkklarnir skulu fylgjast
teir fyrstu 10-15 kilometr-
arnar. Teinurin er 80 kilo-
metrar, og væntast kann, at
teir fremstu súkklarnir nýta
góðar tveir tímar um teinin.
Byrjað verður kl. 12.30
Kappingin endar sunnu-
dagin á Streymoynni. Tein-
urin strekkir seg av Eiði til
Havnar. Fyri fyrstu ferð
verður farið til ein túr til
Saksunar, og hagar útaftur
til Hvalvíkar, og síðani
ímóti Havnini. Komnir til
Havnar, verður ein runda
súkklað inni í býnum, og
komið verður á mál við
Statoilstøðina í Gundadali.
Farið verður av Vaglinum
á Eiði kl. 13.00, og umleið
16.40 skuldu fyrstu súkkl-
arnir komið á mál í Gunda-
dali. Vinnarnir av kapping-
ini verða kosnir umleið
17.00.
Gunnar Dahl- Olsen og hinir luttakararnir í Statoil Kring Føroyar, súkkla somu rutur, sum í fjør.
Mynd: Savnsmynd
Altjóða dómari
C
M
Y
K
18
Laminat gólv
ymiskir litir, click system
fyrr 159,- m2
14mm Parkettlamel
Kirseber ella Ask
fyrr 540,- m2
nú 129,- m2
230,- m2
nú
einans
parkettmynstra vinyl
4m breitt
vanl. prísur frá 495,- pr.m
295,-
nú
einans
fyri
meturin
Frátikin Kelimteppi
ymiskir litir
ca. 140x200 – 170x240
Nú 1/2 prísur
Er tú í iva???
Spyr gólvserfrø ingin! vit taka
mát og rá geva
Ókeypis
Smyrilsvegur 7
Tlf. 322494 Fax 322594
Box 2026 165 Argir
Profa Gólv
Gólvtilboð - Gólvtilboð