Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 16. juli 2002 21 av útoyggjunum í Føroyum, og her hava tey so eisini funnið fram til eitt um- boðsráð, sum umboðar hvørja oyggj. Hetta umboðsráð hevði valrætt til valið av um- boðsráðs- og starvsnevnd, meðan frítt var hjá øllum at koma fram við uppskotum. Úrslitið av valinum varð, at Óla Jákup úr Dímun gjørdist formaður í starvs- nevndini, meðan Harry Jensen úr Skúvoy gjørdist formaður í umboðsráðnum. Ætlanin er, at umboðs- ráðið skal kom við upp- skotum til, hvørjum Út- oyggjafelagið skal arbeiða víðari við. Síðan skal starvsnevndin gera hesi uppskot til veruleika. Samferðslu- trupulleikar Á fundinum var eisini høvið til at kjakast um ymisk evni, sum útoyggja- fólk nú einaferð hava áhuga í. Eitt av høvuðsmálinum var samferðslan kring oyggjarnar. Fleiri av oyggj- unum hava so vánaligt ferðasamband, at ikki er møguligt at sleppa frá oynni og koma aftur sama dag. Um veturin er hetta serliga torført, og kunnu lættliga ganga fleiri dagar ímillum, at nøkur sam- ferðsla yvirhøvur finst á oyggjunum. Nógv varð tosað um hendan trupulleika, og fleiri uppskot komu eisini fram til betran av hesum. Hetta er so alt nakað, sum starvsnevndin hjá Útoyggjafelagnum fer at arbeiða víðari við. Men eisini vinnan úti á plássunum fekk nøkur orð á vegnum, og vóru flest øll samd um, at her má okkurt munandi gerast skjótast gjørligt. Eitt uppskot var at byggja eitt umhvørvisvinarligt hús á hvørji oyggj, og skal hetta hús taka sær av tilfeingi av øllum slagi. Hetta uppskot er eisini við í Útoyggjaálitinum, og fer starvsnevndin uttan iva at arbeiða víðari við hesum. Eftir fundin var borðreitt við felags døgurða til allar fundarluttakararnar inni í sjálvum skúlanum. Gleðast um samstarv Eftir felags døgurðan varð Útoyggjastevnudagurin settur av Meinhard Hentze úr Skúvoy. Meðan mannarúgvan, sum lurtaði, gjørdist størri og størri, helt Meinhard ein lítla røðu. Í røðuni fegn- aðist hann millum annað um stovnanina av Út- oyggjafelagnum. Eisini kom hann inn á allar teir trupulleikar, sum í dag kunnu standast av at búgva á eini útoyggj. - At hava seks seyðir og eina eplaveltu nyttar jú einki móti einum føstum og væl løntum starvi inni á meginøkinum, segði hann millum annað, tá hann tosaði um peningin, sum altíð manglar á eini útoyggj. Men Meinhard frøddist eisini um samanhaldið, sum vísti seg millum allar útoyggjabúgvar. Hetta samanhaldið vísti seg eisini rættiliga á stevnudegnum hendan dagin úti í Skúvoy. Eftir røðuna hjá Mein- hardi greiddi Óla Jákup úr Dímun stutt frá søguni hjá Útoyggjafelagnum, og síð- ani handaði hann, saman við Olgu Biskopstø, bygda- ráðsformanninum í Skúvoy eina gávu áljóðandi 10.000 krónir. Hendan gáva skal nýtast sum stuðul til bygg- ing av einum bygdahúsið, og vóru bygdarfólkini, sum vera man, sera glað fyri gávuna. Dansur og undirhald Eftir setanina av stevnuni varð skipað fyri gongutúri og øðrum undirhaldi fyri stevnufólkunum. Veðrið var av tí allarbesta allan dagin, og kundu fólk tí eisini hugna sær uttan- dura í røttum summarveðri. Seinni um kvøldið var dansur á skránni, har bæði harmonikan og eitt orkestur luttóku. Sum skilst, leið langt út á næsta dagin, áðrenn fólk leitaðu sær heim eftir ein langan, men hugnaligan, dag úti á eini vakrari før- oyskari útoyggj. Veðrið var av tí allarfagrasta allan dagin. Her hugna fólk sær uttanfyri stóra teltið, sum var sett uttanfyri skúlan Eisini yngra ættarliðið tók lut í stevnudegnum úti í Skúvoy leygardagin Túnið uttanfyri skúlan var fult av fólki, tá Útoyggjastevnudagurin varð settur. Skipað var fyri bæði røum og felagssangi Skipað var eisini fyri undirhaldi til børnini. Her síggja vit básarnir við fiskibrunni, tombola og bóltkasti Meinhard Hentze, búsitandi á Skúvoy, helt røðuna til setanina av stevnuni 21 20 Nr. 133 - 16. juli 2002 Rættu stevnudámur var leygardagin yvir Skúvoynni, tá skúvo- yingar skipaði fyri stevnudagi, sam- stundis sum fyrsti almenni aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum varð hildin. Veðrið var av tí allarfagrasta, og heilt fitt av útoyggjaíbúgvum høvdu leitað sær út á oynna hendan dagin ÚTOYGGJAR Ragnhild Ellingsgaard Hóast farleiðin millum heimbygdinar í summum førum var heilt long, so vóru áhugamálini úti í Skúvoy felags. Heilt fitt av fólki vóru savnaði saman úti á Skúvoy, og var oyggin eisini stásað upp til eina rætta stevnu. Borðreitt var við kaffi og drekkamunni inni í fleiri av hugnaligu stovunum, og uttanfyri skúlan var eitt stórt telt sett upp. Seinni um kvøldið skuldi dansur og annað undirhald vera í hesum sama telti. Á smala vegnum við skúlan var ymiskt undir- hald sett upp til børnini, har tey kundu stuttleika sær við fiskidammi, tombola og bóltkasti. Tey vaknsu kundu har- afturímóti keypa sær ein góðan breyðbita saman við onkrum drekkandi, ella tey heldur fingu sær ein bakka við turrari grind og køldum eplum. So hetta var júst eins og aðrar stevnur í landinum, og fólk hugnaðu sær saman til langt út á náttina. Fyrstu aðalfundur Eftir at bæði tyrlan, Sild- berin og eisini vaktarskipið Tjaldrið høvdu sett fólk av á Skúvoy, byrjaði stevnu- dagurin við fyrsta aðal- fundinum hjá Útoyggja- felagnum. Fundurin varð hildin í skúlanum, og áhugin var so stórur, at pláss ikki var fyri øllum áhoyrarunum. Hesin trupulleiki varð tó skjótt loystur, og stólar settir upp eisini í gongini, so øll kundu vera við á fundinum. Hetta var fyrsti almenni aðalfundurin hjá felagnum, síðan felagið var sett á stovn, og innihelt skráin millum annað val av umboðsráðsnevnd og val av starvsnevnd. Útoyggjafelagið hevur gjøgnum árið vitjað fleiri Útoyggjar í stevnuhýru Heilt nógv fólk høvdu leitað sær inn í skúlan, tá Útoyggjafelagið helt sín fyrsta aðalfund Limir í fyribilsnevndini telja atkvøðurnar saman Eftir fundin var døgurði borðreiddur til allar fundarluttakarnar C M Y K 20