týsdagur 16. juli 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 133 - 16. juli 2002
Nr. 133 - 16. juli 2002
23
UTTAN ÚR HEIMI
-Eg ætlaði at broyta heimin
við at myrða forsetan
Tann 25 ára gamli
Maxime Brunerei
ætlaði at myrða
franska forsetan,
Jacques Chirac, men
skot hansara rakti
ikki.
MORðROYND
Árni Joensen:
Tá hann sá, at skot hansara
hevði ikki rakt forsetan,
ætlaði Maxime Brunerei
eftir øllum at døma at
skjóta eitt skot afturat, men
tað eydnaðist fólki, sum
stóðu hjá, at taka rifluna frá
honum. Løtu seinni tók
løgreglan mannin, rifluna
og ein guitarkassa, sum
hann hevði fjalt rifluna í, tá
hann kom til skrúðgong-
una.
Stutt eftir tilburðin, sum
var tætt við Sigursbogan í
París, segði trygdarráðharr-
in Patrick Devedijan, at
maðurin undir avhoyring-
um hevði viðgingið, at
hann hevði havt sum mál at
myrða
forsetan
undir
skrúðgonguni, sum var í
sambandi við franska tjóð-
ardagin.
-Eg ætlaði mær at broyta
heimin, og fyrsta stigið var
at myrða forsetan fyri at fáa
broyting í Fraklandi fyrst,
skal maðurin hava sagt við
løgregluna,
sum
longu
beint eftir tilburðin upp-
lýsti, at Maxime Bruneri er
limur í einum høgrasinnað-
um studentafelagsskapi, og
at hann fyrr hevur verið
virkin
í
nýnazistiskum
felagsskapum.
Í gjár varð upplýst, at
tann 25 ára gamli maðurin
var lagdur inn á eitt sinnis-
sjúkrahús til kanningar.
Tey flestu, sum hugdu at
skrúðgonguni á Champs-
Élysées, varnaðust als ikki
tað, sum hendi, og skrúð-
gongan við umleið 6000
hermonnum og øðrum helt
fram, sum um einki var
hent.
Í einari samrøðu, sum
franskt sjónvarp hevði við
Jacques
Chirac
sunnu-
kvøldið, varð heldur einki
gjørt burtur úr tilburðinum.
Drápsmaðurin hjá Daniel Pearl
dømdur til deyða
Sheikh Omar, sum er
føddur í Bretlandi, er
dømdur til deyða fyri
at hava burturflutt og
myrt amerikanska
tíðindamannin
Daniel Pearl.
PAKISTAN
Árni Joensen
Ein dómstólur í Pakistan
kunngjørdi í gjár, at hann
hevði dømt Ahmed Omar
Saeed Sheikh Adil ella
Sheikh Omar til deyða fyri
at hava rænt og myrt amer-
ikanska
tíðindamannin
Daniel Pearl í Karachi í
januar í ár. Tríggir av hjálp-
armonnum hansara fingu
lívlanga fongsulsrevsing.
Beint aftan á úrskurðin
hjá
dómstólinum
svór
Sheikh Omar, at dómurin
verður hevndur. Hann legði
pakistansku myndugleikar-
nar undir at hava givið
dómstólinum boð um, hvør
revsingin skuldi verða.
-Vit fáa at síggja, hvør
doyr fyrst, eg ella teir, sum
hava givið boð um dómin,
segði Sheikh Omar aftan á
úrskurðin.
Í Pakistan er vanligt, at
deyðadømd verða hongd.
Charles kann gifta seg aftur
Maðurin, sum eftir
øllum at døma verður
næsti erkabiskupurin
í Canterbury, fer at
góðtaka, at Charles
prinsur kann gifta seg
við Camillu Parker
Bowles.
BRETLAND
Árni Joensen
Rowan Williams, sum er
erkabiskupur
í
Wales,
verður hildin at vera tann,
sum hevur bestu møguleik-
arnar at taka við eftir
George Carey sum erka-
biskupur í Canterbury og
leiðari í anglikansku kirkj-
uni.
Sambært blaðnum Sun-
day Telegraph skal Rowan
Williams hava sagt, at
Charles prinsur og vinkona
hansara Camilla Parker
Bowles eiga at fáa somu
sømdir sum øll onnur, og at
tey tí eisini eiga at koma
undir reglurnar, sum loyva
fráskildum at gifta seg
aftur. Higartil hava teir
einstøku prestarnir sjálvir
gjørt av, um teir vilja víga
fólk, sum eru fráskild.
Formliga er einki í vegin
fyri, at Charls prinsur kann
gifta seg uppaftur í kirkj-
uni, men tað at móður
hansara, Elizabeth drotn-
ing, hevur evstu leiðsluna í
anglikansku kirkjuni, hevur
í veruleikanum forðað tí.
Anglikanska
kirkjan
hevur sum so ikki lagt seg
út í eitt møguligt giftarmál
hjá Charles prinsi, men
kirkjuleiðarar hava tó sagt,
at tað hevði verið betur
hóskandi, at tann komandi
kongurin er giftur, heldur
enn at hann livir ógiftur
saman við unnustu síni.
Ein løgreglumaður við
guitarkassanum, sum
Maxime Bruneri nýtti til at
fjala rifluna í.
Løgreglumaðurin aftanfyri
stendur við rifluni.
Tað er eingin grund
til at flyta flogvøllin
úr Vágum, heldur
flogskipari, sum
regluliga hevur flogið
til Føroya síðan 1970.
Tað kostar nógv, og
vindur er eisini
aðrastaðni í Føroy-
um, vísir hann á
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Flogvøllurin: Tað er eingin
grund at leggja flogvøllin
aðrastaðni enn har, hann
liggur í dag, sigur Dan
Johnson, flogskipari hjá
Maersk Air, sum hevur
fogið til Føroya síðan 1970.
Tað er rætt, at tað er vind-
hart viðhvørt, her vøllurin
er, ásannar hann. Men tað
er tað eisini aðrastaðni.
Bæði í Føroyum og uttan-
lands, og slíkum mugu vit
so hava fyrilit fyri. Júst á
sama hátt, sum gjørt verður
á sjónum, vísir royndi,
danski flogskiparin á.
Dan Johnson, flogskipari
hjá Maersk Air, lendi
seinasta leygardag fyri
seinastu ferð í Føroyum við
rutuflogfarinum úr Keyp-
mannahavn. Hann fer nú
frá við eftirløn.
Dan Johnson greiðir frá,
at hann fleyg fyrstu ferð til
Føroya sum stýrimaður í
1970. Síðan fleyg hann av
og á, til Maersk Air byrjaði
regluliga flúgving 1. mars
1971.
Fyrsta túrin sum flog-
skipari fleyg hann við ein-
um Fokker Friendship tann
20. oktober 1972, og hevur
hann síðan flogið regluliga
á Føroyarutuni hesi 30
árini, sum farin eru síðan
tá.
Dan Johnson er ivaleyst
tann, sum longst hevur
flogið regluliga upp á
Føroyar. Hann heldur ikki,
at flogvøllurin í Vágum er
ótryggari enn aðrir flog-
vøllir.
– Um so var, varð hann
ikki góðkendur til ferða-
fólkafluting, vísir hann á.
– Tað er greit, at tá
flúgvast skal inn gjøgnum
ein fjørð, sum gjørt verður
her, verða vindviðurskiftini
eitt sindur serlig. Tað eiga
vit at vita og rokna við, eins
og vit eiga at hava virðing
fyri tí, sigur hann.
Men at flyta vøllin úr
Vágum og leggja hann
aðrastaðni í Føroyum sær
hann ikki sum nakra góða
loysn. Bæði tí at veður-
líkindini eru ikki so øgiliga
ólík á ymsum støðum í
Føroyum, og tí at tað er sera
dýrt at gera ein nýggjan
vøll, vísir hann á.
Dan Johnson sigur, nú
hann gevst, at hann minnist
ikki aftur á nakran serliga
túr soleiðis. Onkrir vána-
ligir hava verið, men eing-
in, sum hevur verið so
burturúr, at hann kann
peika á nakran ávísan.
Nú hann gevst at flúgva,
fer Johnson, sum tey nevna
hann á flogvøllinum í Vág-
um, at sigla. Hann eigur
seglbát, greiðir hann frá, og
við honum fer hann nú fyrst
til Karibia og síðan út í
Kyrrahavið. So fer tíðin at
vísa, hvar hann endar, sigur
hann.
Latið flogvøllin verða verandi
Eftir at hava flogið regluliga til Føroya í meira enn 30 ár, gevst ein tann royndasti flogskiparin hjá Maersk Air. Hann var í
Føroyum fyri seinastu ferð leygardagin
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
23
22
AUTO
1234
TO
311234
TO
123
AUTO
-Dag & nátt-
Hýra bil
- ring 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
-maskinurnar
sum halda!
• Gravmaskinur –nógv model
• Lessarar við óteljandi møguleikum!
Vælegnaðar til byggi-
virkir, entrepenørar,
bøndir, jarðarbrúk o.a.
Keyp góðsku
– keyp Bob Cat!
Sosialurin - 311820
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo