Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 133 - 16. juli 2002 Nr. 133 - 16. juli 2002 25 Handilslærlingur Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara at byrja skjótast tilber, tó kunnu vit bíða eftir tær, um tú verður liðugur í handilsskúlanum nú. Arbeiðið umfatar alt vanligt handilsarbeiði so sum kundaavgreiðslu, útkoyring og bílegging av vørum og goymsluhald v.m. Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og HH ella FHS.Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS.Part- ur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark. Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam- starvsevnir,dugir væl at umgangast fólk og ikki er bangin fyri at arbeiða sjálvstøðugt og taka eina ábyrgd. Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær spenn- andi lærutíð við nógvum spennandi avbjóðing- um, sum tú kann hava stóra gleði av seinni í lív- inum. Eru spurningar hesum viðvíkjandi kunnu tit ringja til okkum á tlf. 311071. Umsóknir við viðmælum verða at senda til okkum í seinasta lagi 22.07.02. Stiðjagøta 2 - Postboks 378 FO-110 Tórshavn Telefon +298 31 10 71 Telefax +298 31 04 60 e-mail: demich@demich.fo Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá 22. juli til og við 16. august 2002. Annfinn V. Hansen Advokatur Bryggjubakka 22 Postsmogu 22 110 Tórshavn tel. 35 95 95, telefax 35 95 96 Heimarøktin øki 5 Suðuroy Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir heilsuhjálpara í tíðarskeiðnum 26. august 2002 til 10. mars 2003. Nærri upplýsingar um starvið fáast hjá økisleið- aranum tlf. 373907. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi verður at senda til. Heimarøktin Økisskrivstovan 900 Vágur Umsóknarfreist 9. augst 2002. Internet Pedagogar til Bústovnin og Sambýlini í Runavík Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlunum í Runavík, eru tvey pedagogstørv leys at søkja til setan 1. aug. 2002 ella eftir nærri avtalu. Størvini verða sett sum tænastumannastørv eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag,fyri tænastumanna lønt stigini 24– 31 eftir lønartalvu pr. 01.03.02. Á Bústovninum á Rúnarvegi búgva seks menn- ingartarnað fólk og á Sambýlinum á Rúnarvegi koma eisini 6 lættari menningartarnað fólk at búgva. Harumframt hoyrir Sambýlið á Líknagøtu 1 eisini til stovnin.Uppgávan hjá starvsfólkunum, sum nú verður søkt eftir, verður at hjálpa og veg- leiða íbúgvarnar á Sambýlinum á Rúnarvegi í øll- um tí, sum tey hava tørv á. Tit fáa við tykkara pedagogisku vitan ábyrgdina av at menna í- búgvarnar m.a. til at húsast saman í felagsskapi hvør við annan. Arbeiðið á einum slíkum sambýli krevur áræði og fleksibilitet og at tú setur teg føran fyri at menna íbúgvarnar til bæði innanhýsis viðurskifti og at klára seg úti í samfelagnum. Vit vilja at tú saman við okkum vil innrætta og skapa sambýlið til eitt heim,soleiðis at vit øll trív- ast og á ein pedagogiskan hátt tryggjar at okkara menningarmøguleikar koma í fyrstu røð,og finna útav saman,hvussu innihaldið í gerandisdegnum skal virka. Vit vilja eisini, at tú skal hava samskifti við okkara avvarðandi og tey, sum vit umgangast dagliga. Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann rokna við at kunna fáa aðrar uppgávur aðra- staðni í skipanini, um tørvur gerst á tí. Ert tú áhugaður í at uppbyggja og seta í verk og ganga nýggjar leiðir, so send eina umsókn við avriti av prógvum innan 24.07.2002. Eru spurn- ingar til starvið, kunnu tit venda tykkum til leið- aran á tlf. 448424. Umsóknir skulu stílast til: Sambýlið á Rúnarvegi Att.: leiðarin Rúnarvegur 3 FO-620 Runavík Pedagogur ella hjálparfólk til Bústovnin á Mýrivegi, Klaksvík Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Bústovninum á Mýrivegi 13A er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. august 2002 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sum tænastumannastarv eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og F. Pedagogfelag, lønt lønarstigini 24, 25, 27, 28, 30 og 31 eftir lønartalvuni frá mars 2002. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti. Á bústovninum búgva 4 børn/ung við sjúkragrein- ingini autismu. Endamálið við okkara arbeiði er at skapa tryggar karmar hjá íbúgvunum og at seta í gongd og skipa fyri virksemi, sum er til gagn fyri hvønn einstakan. Umráðandi er at umsøkjarin er væl fyri kropsliga, er áhugaður í at verða nógv úti í náttúruni, svimja o.a. Somuleiðis hevur tað týdning at umsøkjarin hevur góð samstarvs- og innlivingarevni. Av tí at Bústovnurin er nýggjur og tí undir upp- bygging,kunnu vit bjóða eitt spennandi arbeiði,við nógvum avbjóðingum bæði persónliga og fakliga. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv, kann setast í pedagogstarvið, men um ikki útbúgvið fólk verður sett, verður fólk við øðrum førleika sett í tíð- aravmarkað starv. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á telefon 456310.Umsøknarfreistin er 27.juli 2002 og skulu umsóknirnar,saman við prógvum,viðmælum v.m. sendast til Bústovnin á Mýrivegi Mýrivegur 13 á 700 Klaksvík Frá Almannastovuni SUMMARFRÍ Í vikunum 30 og 31 - t.v.s.frá 22/07 til og við 2/08- 2002 hevur Almannastovan vegna summarfrí bert bráfeingistænastu. Á høvuðsdeildini í Tórshavn eru telefonin og av- greiðslan opnar hvønn dag millum kl. 10.00 og 12.00, meðan deildirnar á Tvøroyri, í Runavík, Klaksvík og Hjálpartólamiðstøðin hava opið fyri telefonavgreiðslu somu tíðir. Frá mánadegnum 5. august 2002 eru Almanna- stovan, allar deildirnar og Hjálpartólamiðstøðin opnar aftur sum vanligt. Almannastovan og Hjálpartólamiðstøðin Sethús á Kambsdali 119 m 2 til sølu. Grundøki 697 m2. Byggiár: 1989. Tlf. 444187 ella 253987 HG TRANSPORT Tlf. 470 470 Fax 470 479 Vøruvognskoyring við lítlum og stórum vøruvognum og kølibilum við lift Bilur til sølu Merki: Fiat Scudo 1,9 TD van. Typa 222 Skrásettur fyrstu ferð: febr. 2001 Bilurin er í sera góðum standi.Við í keypinum eru felgur v/ píkadekkum á. Bilurin hevur koyrt 39.000 km og verður seldur fyri 150.000 kr. v/ mvg. Signar Olsen Tlf. 375222 / 220528 veitst tú ikki tað? C M Y K 25 24