leygardagur 11. november 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Lýsingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Eftir valið
VALID ER AV, og úrslitið — stór
framgongd til sambandsflokkin —
er eitt sjónligt spor av propaganda-
trumluni í Dimmalætting.
SEINASTU fýra árini hevur hon
trumlað dúgliga. Og fyri at fáa ta
neyðturviligu tyngdina nú uppundir
endan vóru nakrir lættkeyptir
»vinnulivsmenn«, sum skifta flokk
við nærum hvort val, settir uppá
trumluna.
OG FYRST av gllum var tað javnað-
arflokkurin, sum skuldi trumlast
niður, men hetta eydnaðist kortini
ikki í tann mun sum oddafiskarnir í
sambandsflokkinum, »vinnulivs-
menninir,« og trumluførarin høvdu
vónað og ætlað.
ÁGANGURIN móti javnaðarflokkin-
um var harður. Hóast eina aftur-
gongd í prosentum helt flokkurin
støduna, soleiðis at hann nú eigur
átta umboð á tingi ímóti sjey um-
boðum áðrenn valið. Hetta vil siga,
at javnaðarflokkurin lutfalsliga hev-
ur sama part av tingmanningini nú
sum undan valinum.
SAMBANDSFLOKKURIN gjørdist
størsti flokkur. Sum slíkur verður
tað hann, sum skal leggja fyri við
samráðingum um skipan av nýggj-
um landsstýri. Tað, sum vit ferð
eftir ferð hava lýst eftir, er, hvgnn
politikk sambandsflokkurin vil seta
í staðin fyri tann rikna politikkin hjá
javnaðarflokkinum og sitandi lands-
stýri.
UNDIR valstríðnum hevur tað ikki
eydnast at fingið nakað nágreiniligt
at vita um hetta. Vit vænta, at sam-
bandsflokkurin nú hann skal undir
hesar samráðingar metir við einum
samráðingaruppleggi, har sagt
verður, hvussu sambandsflokkurin
ætlar at loysa tey stóru vandamál-
ini.
Í javnaðarflokkinum taka vit ikki úr-
slitið av valinum sum nakað misálit.
Flokkurin er framvegis til reiðar at
taka við ábyrgdini. Men fyrst er tað
sambandsflokkurin, sum skal royna
samráðingar um skipan av nýggjum
landsstýri.
sosialurin
RSS;
Nr. 85 — 11. november 1978
Við at lesa oddagreinina í
Dimmalætting fyri hós-
dagin fær ein ta fatan, at
sambandsflokkurin longu
nú hevur tikið ta steðu, at
hann skal halda fram í
andsteðu tey komandi
fýra árini.
Frá ålitandi keldum i
sambandsflokkinum hava
vit frætt, at formaðurin í
flokkinum longu hevur
gjørt eina sjóforkláring,
sum sigur frá, hví sam-
bandsflokkurin fram-
haldandi skal vera í and-
stødu. Forkláringin er
tann, at sambandsflokk-
urin ikki vil taka upp eftir
sitandi landsstýri í tinga-
nesi, men heldur vera í
andsteðu í fýra ár afturat
og so vinna reinan meiri-
luta á tingi.
Niðursteðan av hesum
má stutt og greitt vera
tann, at sambandsmenn
nú eru ræddir, at teir ræð-
ast sín egna skugga og at
teir nú av ollum alvi royna
at sleppa sær undan å-
byrgd. Teirri ábyrgd, sum
veljararnir so seint sum
týsdagin løgdu á teir.
Sum nevnt í oddagrein-
ini her við síðuna av
hevdu vit roknað við, at
sambandsflokkurin við
einumbreiðum samráðing-
aruppleggi, har sagt verð-
ur frá, hvussu flokkurin
vil loysa tey stóru vanda-
málini í føroyskum poli-
tikki, beyð ødrum flokk-
um til samráðingar tá fin-
teljingin er av komandi
týsdag.
Men so tykist ikki at
vera. Dimmalætting hev-
ur longu hósdagin eina á-
EL
HITA-
TEPPIR
eru nú í handli okkara
í fleiri støddum
Gott at eiga nú í kuldanum
P/f Thomas Dam ét Co.
Niels Finsensgøta 10
Tlf. 11404
Eru teir ræddir?
bending um, at sam-
bandsflokkurin skal vera i
andstødu tey komandi
fýra árini, og álítandi
keldur siga, at formaðurin
í sambandsflokkinum
hevur sagt valevnum og
eðrum álitismonnum í
sambandsflokkinum, hver
umberingin skal vera.
Men mundi sanna or-
sekin ikki vera tann, at
sambandsflokkurin einki
hevur at bjóða fram. Ong-
an alternativan politikk,
og tískil hevur hann als
við-
merkingar
ongan áhuga fyri at fara
undir nakrar samráðingar
við hinar flokkarnar.
Men hesum sleppur
hann kortini ikki undan.
Sambandsflokkurin hevur
skyldu til at koma við ein-
um samráðingaruppleggi
— einum uppleggi, sum
sigur hvussu sambands-
flokkurin, vinnarin av val-
inum, ynskir at loysa mál-
ini.
BJÓÐA IKKI MÆR!
BYARBÓKASAVNIÐ
Vidirsløn
M. A. Jacobsen's
og
barnabokaheidursløn
Torshavnar byråds
Verða handaðar á Býarbókasavnin-
um sunnudagin 12. november kl. 16.
Øll hava atgongd.
Býarbókasavnið
Jóladúkar — leyparar — serviettar o.a.
Jólatræsteppir
nýliga heimkomið
pr. GEORG NOLSØE
Tlf. 14557, Torshavn