leygardagur 11. november 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Í
|
ti
BA
Nr. 85 — 11. november 1978
Sida 3
Mugu gera meira fyri
børnini og tey gomlu
— og ikki reypa av, at fyri børnum eru Føroyar besta pláss í heiminum
Soleiðis sigur nývalda tjóðveldiskvinnan
á tingi, Karin Kjølbro i samrødu við Sos-
ialin. Karin Kjølbro starvast sum sosial-
ráðgevari í Havn og er vald á ting í Suð-
urstreymoyar valdømi
— Eg fegnist sjålvsagt
yvir, at kvinnur fyri
fyrstu ferð i Føroya søgu
eru valdar beinleidis å
ting, sigur Karin Kjølbro.
Hon heldur somuleidis,
at tað er gott, at hin ting-
kvinnan er ur javnaðar-
flokkinum.
— Eg tosi fyri meg
sjålva, tå eg sigi, at mær
dåmar væl, at hin ting-
kvinnan er úr javnaðar-
flokkinum. Tann samfel-
agsliga hugsanin hjá hes-
um flokki samsvarar væl
við mína, hóast tað at
javnaðarflokkurin ikki er
nakar loysingarflokkur.
Tað eru tó mong mál, ið
vit kunnu samarbeiða um,
sum ikki snúgva seg um
loysingarpolitikk, heldur
Karin Kjølbro fyri.
Barnaár
Karin sigur víðari, at fleiri
týðandi samfelagsspurn-
ingar hava ligið alt ov
leingi á láni. Tað er skeivt,
at vit feroyingar reypa
okkum av, at bernini í
Feroyum eru best fyri í
ellum heiminum.
— Hetta er ikki rætt, ti
vituligt er tað, at tann
stóra fólkaflytingin til
stórplássini, kanska ser-
liga Havnina, hevur fert
við sær, at umsteðurnar
hjá bernunum eru versn-
aðar.
Karin visur her á, at
nakað serligt eigur at
verða gjert fyri bernini í
Feroyum í samband við,
at tað er Alheims barnaár
í 1979. — Vit mugu frá
politiskari síðu gera meira
fyri at beta um støduna
hjá bernum okkara. Ikki
kann sigast, at nógv varð
gjørt fyri kvinnurnar í Al-
heims kvinnuárinum í
1975, leggur Karin Kjøl-
bro afturat.
Ikki bert tosa —
eisini gera nakað
Nývalda tjóðveldisting-
kvinnan sigur víðari, at
tað er sjálvsagt neyðugt,
at vit tosa um viðurskift-
ini hjá børnum og eðrum
samfelagsborgarum, men
tað hevur eisini so avger-
andi týdning, at vit gera
nakað fyri tey — ongantíð
ov skjótt.
At viðurskiftini hjá
børnunum t.d. manga
staðni í Havn eru út av
lagi vánalig, sæst á talin-
um á málum, ið Barna-
verndin tekur sær av.
— Vit mugu fáa dag-
stovnar, fleiri spælipláss
og mugu hugsa um trygd-
ina í ferðsluni, skulu vit
gera nakað veruligt fyri
bernini, sigur Karin Kjel-
bro.
Hon sigur viðari, at tos-
ið um dagstovnar lætt
kann misskiljast, tí tað
eru tey, sum halda hetta
vera heilt óneyðugt, og
ofta eru tað fólk, sum ikki
hava sett seg nóg væl inn í
viðurskiftini.
Vánalig
íbúðarviðurskifti
Tað eru tey sera vánaligu
íbúðarviðurskiftini serliga
í Havn, sum skapa terv á
dagstovnum. Tað er ikki
altið ein spurningur, um
bæði foreldrini arbeiða
úti. Nógva staðni er tað
so, at í sosialt illa stødd-
um heimum, hevur móð-
urin als einki yvirskot at
taka sær av bernum sín-
um. Fyri hesi bern hevði
tað komið væl við, um tey
kundu verið á einum dag-
stovni nakrar tímar um
dagin. Eisini kann upp-
veksturin hjá einum barni
í einum socialt illa stødd-
BR rr
He
Karin Kjelbro: — Korini hjá nógvum børnum alt ov
vánalig
um heimi geva barninum
mein seinni. Eitt nú tá tað
fer í skúla: at tað har kann
gerast eftirbátur.
Karin Kjelbro dylir tó
ikki yvir, at t.d. almennir
barnagarðar í mangar
mátar verða misbrúktir.
Eitt nú hoyra vit nógv
um, at tað eru mammur
við góðari útbúgving, sum
fáa bern síni í barnagarð-
arnar framum onnur. Tað
er kanska ti, at tær hava
yvirskot av kreftum at
ringja aftur og aftur og
biðja um pláss og haraft-
urat kann talan eisini vera
Ikki øll børn hava tað eins gott
um, at tær duga betur at
málbera seg.
— Hetta er ein vánalig
loysn, ti ell skulu hava
sama rætt til at fáa bern-
ini í barnagarð, heldur
Karin fyri.
Tey gomlu
mugu hjálpast
Hitt málið, sum Karin
heldur hevur alstóran
týdning at fáa loyst, eru
umsteðurnar hjá teimum
gomlu í Feroyum. Hesar
umsteður eru alt ov vána-
ligar, kanska serliga í
Havn og í Norðoyggjum
Tað er ein óhugnalig sann-
roynd, at tey gomlu í dag
verða troðkaði saman í
barakkini við J. C. Sva-
bosgetu. Í Klaksvík eru
viðurskiftini hjá teimum
gomlu so vånalig, at
starvsfólkið á sjúkrahús-
unum hevur hótt við at
fara í kravgongu móti bý-
ráðnum.
— Men sigur Karin við-
ari, nú skal tað ikki skilj-
ast so, at kvinnupolitikk-
ur bert snýr seg um
barnagarðar og spæli-
pláss. Hetta eru spurn-
ingar, sum hava skund at
loysa, áðrenn viðurskiftini
gerast uppaftur verri.
Men Karin vónar annars,
at tær báðar nývaldu
kvinnurnar á tingi, kunnu
koma í samband við
kvinnufelegini í landinum,
so hesi felog kunnu visa á,
hverji mál eiga at takast
til viðgerðar á tingi.
Veit ikki um
kvinnur hava
valt seg
Uppá fyrispurning um tað
serliga eru kvinnur, sum
hava valt seg, sigur Karin
Kjølbro, at tað hevur hon
onga meting um. Tað vóru
eisini fleiri mans, sum
segdu seg fara at velja
hana. Annars sigur hon,
at hon ikki hevur nýtt
tann hátt, ið mangir menn
brúka uppundir val, at
skava atkveður undir seg.
— Eg hevði ikki havt
áhuga at komi á Feroya
løgting, um tað varð við
at neyðtaka veljararnar,
sigur Karin Kjelbro
Suðurstreymoy
vann yvir
afturhaldinum
Um valið annars sigur
Karin Kjelbro, at hetta
fyri landið sum heild var
eitt afturhaldsval. Tó
kann sigast um Suður-
streymoy, at her megnaðu
afturhaldskreftirnar ikki
at vinna. Báðar nývaldu
kvinnurnar vórðu valdar í
hesum valdemi.
Karin heldur, at hetta
hevur samband við, at
fólkið í Suðurstreymoy
hevur størri meðvit. Hon
heldur tað vera legið, at
ein kvinna sum Helena
Samuelsen, ið varð upp-
stillað í Eysturoynni fyri
fólkaflokkin, ikki varð
vald. Helena Samuelsen
hevur sum formaður í fel-
agnum Javna gjert eitt
avgera stórt arbeiði. Aðr-
kvinnur kring landið
fin
ingu Ikki ov stora undir
tøku. Um Suðurstreym-
oyar valdemi er eisini at
siga, at her varð ein
kvinna, Ingrid Sondum
nr. trý á listanum eftir
Karin Kjelbro.
Ikki bangin
— Eg eri ikki bangin fyri
at fara í Feroya legting.
Eg meini, at eg kann gera
eitt gott arbeiði, eins væl
sum teir menn, ið eru
valdir, sigur Karin Kjøl-
bro at enda. Hon leggur
aftrat, at eingin kvinna
eigur at óttast fyri at stilla
seg upp og fara í tingið.
,
try å gøtuni
Hvussi dåmdi tær val-
úrslitið?
Markus Ketlum,
skrivstovumaður:
— Ein hevði helst
roknað við hasum úr-
slitinum, sum kom.
Tað er eisini rættiliga
vanligt, at samgongu-
flokkarnir ganga aftur.
Viðvíkjandi sjálvum
úrslitinum eri eg
hverki glaður ella
keddur.
Hans Samsonsen,
selumaður:
— Samgongan hevði
eina lítla afturgongd,
og tað er ikki nakað 6-
vanligt. Sjálvur kann
eg ikki siga, at eg eri
vónbrotin yvir úrslitin-
um.
Olivur Næss, leiðari:
— Úrslitið dámdi mær
væl. Vit vita av roynd-
um, at samgongu-
flokkar altíð hava eina
afturgongd. Farandi
landsstýri hevur gjert
eitt gott arbeiði tey
seinastu fýra árini, og
ti er tað mín vón, a
hesir tríggir flokkarnir
halda fram enn eitt val-
skeið.
re
æ KEE