leygardagur 11. november 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 85 — 11. november 1978
Alaska —
Føroyar
Vit hava her i blaðnum
skrivað nakað um tær
vitjanir sum umboðs-
nevndir úr Alaska hava
gjørt i Føroyum.
Í hesum sambandi
varð sagt, at Svend
Thulesen, stjóri, var
farin til Alaska saman
við umboði fyri felagið
Faore Fishcon. Hetta
er ikki heilt beint.
Svend Thulesen,
sum kom aftur úr Alas-
ka í farnu viku, sigur,
at Robert Poulsen varð
boðin yvir til Anche-
rage í Alaska at halda
ein fyrilestur um selu-
og marknaðarforing.
Robert kundi ikki
meta, og ti fór Svend
Thulesen avstað
Fyrilesturin varð
hildin á eini rådstevnu,
sum felagsskapurin hjá
teimum innfeddu
<IFN>, skipaði fyri. Á
ráðstevnuni vóru um-
leið 400 fólk. Umboð
fyri Faroe Fishcon
greiddu frá arbeiðinum
á einum flakavirki og
hvussu tað tekniskt er
innrættað.
Svend Thulesen
heldur ikki, at talan
kann blíva um nakað
sterri samarbeiði við
Alaska. Í letuni veiða
Svend Thulesen, stjóri
teir innfeddu í Alaska
mest dýran fisk, sum
laks og rækjur. Síðani
fiskimarkið er flutt út á
200 fjórðingar = og
alaskarar hava megu-
leika einsamallir at
veiða tann nógva botn-
fisk t.d. upsa og tosk,
sumerinnanfyri markið
ynskja teir at veiða
henda fisk. Higartil
hava japanarar og
koreanarar veitt nógv á
hesum eki. Skulu teir
missa síni veiðurætt-
indi, mugu alaskarar
sjálvir veiða fiskin,
men tað kunnu teir als
ikki í letuni. Thulesen
heldur, at:tað liggur
langt frammi í tidini, at
teir innfeddu í Alaska
verða ferir fyri at veiða
hesar stóru negdir og
arbeiða tær.
Góðtaka ikki prisirnar
Felagið idnadarskip vil
ikki góðtaka nýggja
minstaprisin á hvít-
ingsbróður. Tað var
Prisåsetingarnevndin
fyri idnadarfisk, sum
tann 2. november
åsetti prisin á m.a.
hvítingsbróður. Pris-
urin var frammanund-
an 38 oyru og fór niður
í 33 oyru fyri kilo.
Nú hevur felagið
Ídnaðarskip sent skriv
til landsstýrið, har fel-
2
Enn fáa teir hvítingsbróður, men hvussu leingi
verður tað aftrat.
agið sigur seg ikki vilja
góðtaka nýggja prísin.
Víst verður á, at í
Danmark eru hesir
prísir væl hægri. Í
seinasta Sosiali segði
formaðurin í felagnum
idnadarskip, Osmund-
ur Justinussen, at tad
helst lønar seg betur at
fara til Danmarkar at
landa, istadin fyri at
avreiða lastina i Fugla-
firdi fyri ein væl minni
pris.
og kvinnurnar
Tann stóri sigurharrin á
legtingsvalinum týsdagin
gjørdist sambandsflokk-
urin og tey kvinnuligu
valevnini i Sudurstreym-
oy.
Sambandsflokkurin
hevði eina framgongd
uppá 2153 atkveður. Til-
samans fekk hann 5.950
atkveður. Tað er tilsam-
ans 26.2 pst. av samlaða
atkvoðutalinum. Í pro-
sentum hevði sambands-
flokkurin eina øking uppá
7,1 pst.
Sambandsflokkurin er
nú stersti flokkur á leg-
tingi, men hevur sama
tingmannatal sum javn-
aðarflokkurin. Teir báðir
flokkarnir hava átta ting-
limir hver.
Javnaðarflokkurin fekk
39 atkveður færri enn við
seinasta val og fekk 5079
atkveður. Í prosentum
hevði javnaðarflokkurin
eina minking uppá 3,4 og
hevur nú 22,4 pst. av
samlaða atkveðutalinum.
Tjóðveldisflokkurin er
tann triðstersti á legtingi.
Hann fekk tilsamans 4604
atkveður ella 141 fleiri enn
seinast. Tað eru tilsamans
20,3 pst. av samlaða at-
kveðutalinum. Í prosent-
um misti tjóðveldisflokk-
ks
i
|
Í
urin 2,2. Flokkurin fekk
seks fólk vald.
Fólkaflokkurin fekk
4062 atkveður, sum eru 5
færri enn við seinasta val.
Tað er tilsamans 17,9 pst.
av samlaða atkveðutalin-
um. Í prosentum hevði
fólkaflokkurin eina aftur-
gongd uppá 2,6 pst.
Fólkaflokkurin fekk seks
mans valdar.
Sjálvstýrisflokkurin
fekk 1626 atkvoður. Tað
eru 191 fleiri enn við sein-
asta val. Sjálvstýrisflokk-
urin varðveitti prosent-
partin, sum er 7,2. Sjålv-
styrisflokkurin fekk ein
umdømisvaldan tingmann
i Norduroyggjum, og ein
eykavaldan í Suður-
streymoy.
Tann nýggi framburðs-
og fiskivinnuflokkurin
fekk 1393 atkveður. Tað
eru 904 atkveður fleiri enn
framburðsflokkurin fekk
fyri fýra árum síðani. Í
prosentum fekk flokkurin
6,1, sum er ein gking uppá
3,6 pst. Flokkurin fekk
tveir eykavaldar ting-
menn.
Tvær kvinnur
å ting
Og fyri fyrstu ferð í søgu
løgtingsins eru tvær
kvinnur valdar á ting.
Tær eru Karin Kjelbro og
Framhald á baksíðuni
Fyrsti útróðrarbátur
við egningarmaskinu
— Jøkul KG 407 sjósettur í síðstu viku
Línubáturin, sum Sámal Thorsteinsson í
Klaksvík eigur, fær egningarmaskinu til
18.000 húkar ísetta í Noregi. Báturin verð-
ur klárur at fara fyrsta túrin um ein
mánað.
Nýggjur línubátur er
komin í útróðrarflotan.
Tað er Jøkul KG 407, sum
varð sjósettur í Klaksvík í
síðstu viku. Jekul er 52
bruttotons og bygdur úr
eik hjá Jógvani Olsen.
Jekul er nú farin til
Noregs, har hann fær egn-
ingarmaskinu ísetta.
Henda maskinan er frá
somu verksmiðju sum
tann, Vaðhorn hevur. Hon
er til 18.000 húkar, meðan
tann hjá Vaðhorn er til
34.000. Eigarin av Jekli,
Sámal Thorsteinsson í
Klaksvík, upplýsir, at
egningarmaskinan kostar
millum 400 og 500.000 kr.
og er hon roknað uppí
byggikostnaðin, sum ligg-
ur einastaðni millum 2 og
3 mill. Hann roknar við,
at Jekul kemur aftur úr
Noregi um mánaðarskiftið
november—desember og
tá fer hann til fiskiskapar.
Línufiskurin bestur
Sámal Thorsteinsson sig-
ur, at hann ber ikki ótta
fyri, at tað ikki kemur at
mala runt figgjarliga hjá
Jekli.
— Dollarin er nú á veg
upp og verður vónandi
komin aftur í hæddina, tá
vit koma aftur úr Noregi,
sigur hann. Spurdur, hví
hann hevur bygt ein línu-
bát, nú aðrir umbyggja
linubåtar til trolveiðu,
sigur Sámal, at nú eru nóg
nógvir av teimum smærri
trolbátunum í landinum.
Eitt annað er so tað, sigur
hann, at hvat viðvíkur
góðsku, so er línufiskurin
avgjørt besti fiskur, sum
fæst. Trolfiskurin er oft-
ast kvaldur, tá hann kem-
ur úr sjónum, men hin-
vegin kemur línufiskurin
livandi á dekkið.
Farið varð undir bygg-
ingina av Jekli í 1976,
men av ymiskum orsøkum
bleiv hon nógv seinkað.
Jekul hevur ein 390
hesta Deutz diesel motor
og ein hjálparmotor av
sama merki uppá 24 hest-
ar. Tá Jekul mikumorg-
unin fór úr Klaksvík til
Havnar gekk hann 11 mil.
Jøkul er væl útgjerdur
á brúnni. Hann hevur
tvey ekkolodd, VHF, Lor-
an C, 64 fjórðinga radara
og sjálvstýrara.
Sámal Thorsteinsson
sigur, at ætlanin er at
royna undir Feroyum í
vetur, men næsta summar
verður helst sekt um loyvi
at sleppa til Íslands.
Sjey mans vera við
Jekli og skipari er Ísak
Matras.
SS Sigur til sambandið |
3
RE
SETA AN