Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. november 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 11. november 1978 sosialurin Síða 5 Stjórin á P/f Kjølbro, Svend Thulesen: Skeivt at allir Bi H H SKORTA = Hesa seinastu tidina hevur verid frammi Få i blødunum, at flakavirkir i landinum umhugsa at keypa flakalinju til konga- fisk. Hetta hevur samband við, at før- oysk skip hava veitt rættiliga nógvan kongafisk í heyst. Eisini flakavirkið á Kósini í Klaksvík hevur fingið nakað væl av kongafiski, síðani teir triggir salt- fiskatrolararnir byrjaðu at fiska undir Føroyum. Vit spurdu tí stjóran á Kjelbro, Svend Thulesen, Soleiðis sær slógvið út, tá tað verður avskipað um teir ætla at fáa sær linju til kongafisk. Til hetta sigur Svend Thule- sen, at teir hava onga ætl- an at keypa eina tilika linju. — Tað, sum er skeivt í Feroyum, er, at allir altíð skulu gera tað sama. Hví ikki heldur lata nakrar fáa sær eina tilika linju og lata hesar fáu gera tað ordiligt. Thulesen heldur, at grundarlag er ikki hjá Kósavirkinum fyri at keypa eina linju til konga- fisk, tá teir stóru trolarar- nir jú bert veiða undir Feroyum ein part av ár- inum. Kundu teir lagt skipini um til at veiða feskan fisk alt árið, var stødan ein onnur. Sjálvur heldur Thule- sen, at besta loysnin kundi verið at koyrt kongafiskin til Fugla- fjarðar, tí har hevur Handils- og Frystivirkið í kvittanum at keypa linju til kongafisk. Teir hava jú eisini cubatrolararnar, ið veiða væl av kongafiski. Verri úrslit í ár Um støduna hjá flaka- virkinum, sigur Thulesen, vera tað sama Ongar ætlanir at keypa linju til kongafisk at tað helst verður eitt munandi verri úrslit í ár enn í 1977. Hetta kemst serliga av dollarafallinum. Haraftrat kemur, at trol- ararnir hjá Kjelbro hava bert fiskað umleið helvt- ina av ti nøgd teir veiddu í fjør. Frysta slogvid sjålvir Nøkur av teimum 17 før- oysku flakavirkjunum ha- va nútímans útgerð til at frysta slógvið 'sjálvi. Teirra millum er Kósa- virkið í Klaksvík. Fyri mars mánað í ár fór meg- inparturin av slógvinum til Fuglafjarðar. Nakað frystu teir kortini sjálvir í tunnel. Hesar seinastu átta mánaðirnar hevur Kósa- virkið fryst umleið 5.600 tons av slógvi við seks vertikalum plátufrystar- um (sum myndirnar visa). Meðan virkið bert fekk 14 oyru fyri kilo, tá slógvið fór til Fuglafjarðar, fáa teir nú 60 oyru fyri kilo. Roknað verður við, at Kósavirkið í ár fer at frysta umleið 7000 tons av slógvi. Higartil hevur virkið avskipað 5600 tons. Kjølbro-trolarnir veitt 1300 tons undir Føroyum Teir triggir trolararnir hjá P/f Kjølbro hava nú roynt undir Føroyum i sjey vik- ur. Teir hava allir gjørt fýra túrar hver og hava tilsamans fiskað umleið 1300 tons. Meginparturin av veiðuni er upsi, konga- fiskur og blålonga, sum er veidd á djúpum vatni undir Feroyum. Tað var fiskaloysið eystanfyri, sum gjerdi, at hesir stóru saltfiskatrolar- arnir komu heim og fóru undir Feroyar at royna. Fiskiskapurin hevur sum heild verið góður. Roknast kann við, at manningar- nar fáa heilt hampuligt burtur úr. Í løtuni eru trolarnir úti á fimta túrinum. Sunda- berg hevur hesar sjey vik- urnar fingið 520 tons, Skálaberg 400 tons og Sjúrðaberg 355 tons. Sundaberg var inni og landaði 168 tons í vikuni. Tað hevur annars viðrað illa alla vikuna, og um- framt veiðina hjá Sunda- bergi fekk Kósavirkið 100 tons frá Klakki. Hinir bát- arnir hava bert landað eitt sløg hesa vikuna. Eru nú á fimta túrinum kring oyggjarnar Royna við tvæveturseyði Í Haldarsvík eru fjell- ini gingin, bert klipp- ingin í einum hagaparti er eftir. Tað skarst ikki væl í ár, yvirhevur undir miðal. Ein orsek- in er helst, at gróðurin kom seint í vár, so ærnar hevdu lítið at geva fyrst í lembingini Lombini lógu um 25 pund hesaferð, og vet urgamlir veðrar vigaðu 48—50 pund í miðal Hinvegin fingust eink- iltir góðir tvævetur veðrar, ein uppá 78 pund og ein uppá 65 Tað er ikki vanligt at hava tvævetur seyð í Vík, men fleiri eru farnir at royna hetta. Asfalterað til Tjørnuvikar Vegurin til Tjørnuvik- ar er nú asfalteraður Tó er teinurin úr Hal- darsvik norður á mark- ið ikki asfalteraður enn. Arbeitt verður nú við at gera hann klár- an, hann skal millum annað javnast og bein- ast í stoðum. Millum Haldarsvik og Tjørnuvik eru 5 km Bida eftir at byrådid og fiskimenn i i Klaksvik taka avgjørda stødu — Vit bida eftir einari konkretari støðu hjá býráðnum í Klaksvík og fiskimonnunum har norðuri um, hvussu skal farast fram í Haralds- sundi, sigur D. P. Danielsen, lands- stýrismaður. Vit spurdu hann, hvussu líður við ætlanunum at fáa fast samband millum Kunoynna og Borðoynna. Hann sigur, at lands- verkfrødingurin hevur kannað um- støðurnar at gera eina byrging í Har- aldssundi og berghol úr Haralds- sundi til Kunoyarbygd. — Men áðrenn vit fara víðari, vilja vit fáa greitt at vita frá býráðnum og fiskimonnunum, hvat teir ynskja og hvussu teir vilja, at farast skal fram, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir tó á, at í nýggju havnarætlanini fyri Klaksvík verður roknað við einari byrging í Haraldssundi. + * Tá arbeiðið einaferð er liðugt, verður koyrandi millum Kunoyarbygd og Viðareiði. Bergholið á Kunoynni verður 1890 metrar og tann vestari munnin verður í Hjarðardali, sum liggur í ebinarr linju úr Haraldssundi. Tað verður tí neyðugt at gera ein fittan vegartein úr Kunoy suðureftir.