Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. november 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ere EN AA jf Amnesty International: sosialurin Síða 7 Skipar fyri heimsumfatandi kampanju fyri mannarættindum Henda kampanja hevur verið fyrireikað í nakrar mánaðar og kemur í hæddina nú um mánaðar- skiftið oktober-novemb- er. Ætlanin við henni er at upplýsa allan heimin um ta forfylging, sum fer fram í El Salvador av smábendrum, landarbeið- arum, fakfelags- og bygdaleiðarum teirra og eisini stuðlum teirra innan katólsku kirkjuna, og at fáa fólk allastaðni frá at senda áheitanir til El Sal- vador um at steðga hesi forfylging vísandi til mannarættindini, landið hevur bundið seg til at halda. Hví júst El Salvador hesa ferð? Jú, í hesum landi hava hesa seinastu tíðina stjórnin og teir bólkar — politiskir og bú- skaparligir — sum styðja hana, farið harðligari og harðligari fram ímóti øll- um, sum yvirhevur royna at beta um kor teirra, ið eru ringast fyri í samfel- agnum. Tey almennu blødini eru full av grein- um, id leggja eftir fak- feløgunum og bidja teir leiðandi knuska hesi »terroristafeløg«, og á- kærur verða dag og dag- liga settar fram ímóti prestum fyri at vera >terr- oristar« og kommunistar. Qll andsteða uttan mun verður a, teim ráðandi knýtt at tí guerillaharð- skapi, sum um somu tid fer fram í landinum. Ein stutt lýsing av El Salvador Hetta lítla landið í Mið- amerika er einans um 22.000 km? til steddar og sostatt minsta landið á amerikanska meginland- inum, men við flestum i- bugvum pr. km". Har búgva tilsamans 4,5 milj., tey flestu sonevndir »mestizos« (blandingur av indianarum og spaniól- um). Meira enn 80% av í- búgvunum eru katolikkar. Málið er spanskt. 60% av útflutninginum eru landbúnaðarverur, fyrst og fremst kaffi; til hesa verur eru hevuðs- keyparalondini USA, Vesturtýskland og Hol- land. Tey fáu ríku í landinum eru ómetaliga rík, tey mongu fåtøku ómetaliga fåtøk, so fåtøk, at — hetta siga ST-hagtel — ein íbúgvi í El Salvador hevur í miðal minni til matna enn í nøkrum eðrum landi í Latinamerika, hóast tað at landið í sjálvum sær als ikki er fátækt. El Salvador hevur verið stýrt av heryvirmonnum síðani 1931, tað er longri enn nakað latinamerik- anskt land. Síðani 1962 hava heryvirmenn havt alt stjórnarvald, styðjaðir av einum flokki nevndur PCN (Partido de Concili- ación Nacional). Ein politiskur felags- skapur, ORDEN (Or- ganizacion Democrática Nacionalista) vid einum mettum limatali upp á 50.000 styðjar stjórnar- flokkin allastaðni úti um landið og virkar sum eyga og oyra hjá >trygdarvald- inum< í hverjum einasta króki. Hálvhernaðarligir bólkar úr hesum felags- skapi kunnu órevsaðir gera seg inn á hvenn teir vilja. Formaðurin í stjórnar- flokkinum, herovastin, Carlos Humberto Romero, gjørdist forseti í juli 1977, og nú eru allir 52 limirnir í lógartinginum og allir landsins borgmeistarar stjórnarflokkslimir. Uppreisturin í 1932 og fylgjurnar Í 1932 var bóndauppreist- ur i El Salvador. Hann var nidurbardur eftir 48 tim- um, og vikurnar aftanå vordu i hevnisøku umleid 30.000 småbøndur og landarbeidarar dripnir ella um 3% av fólkinum tå. Til 1932 var El Salvador roknað fyri eitt indianskt land. Samtíðar vitni siga, at til at vera dripin skuldi ikki meira til enn at ganga í indianskum klæðum ella tosa indianskt. Ei undur í, at tann gamla indianska mentanin doyði út. Eingin tordi t.d. at læra bern síni indianskt longur. So mik- ið grovliga varð farið fram í 1932, at bæði avísir og almennar skrivstovur hava beint fyri ellum skjølum frá hesum árin- um. Í 1932 varð forboð sett bøndrum og landarbeiðar- EL: SALVADOR 75 — 100km um at taka seg saman i felagsskapir, og óttin hevur verið so mikið stór- ur, at eingin hevur torað at sett seg upp ímóti hes- um forboð fyrr enn seinast í 1960-unum. 60% av i- búgvunum arbeiða í land- búnaðinum, tey allarflestu eiga tó onga jerð sjálvi. Millum hesi fólkini vórðu tá fleiri felagsskapir stovnaðir, teir flestu við steði í rómversk-katólska lærusetninginum um soci- alt rættvisi. Teir kendastu eru FECCAS (Federación Campesina Cristiana de El Salvador) og UTC (Unión de Trabajadores del Campo). Uppskot hava verið frammi um ábetur til frama fyri landbúnaðar- stættin, men alt tílíkt steðgaði upp seinast í 1976 av mótsteðu frá teim stóru ognarmonnunum. Av hesum gjerdist felags- skapirnir meira og meira virknir í teirra arbeiði, og tað var júst um hetta mundið, at tíðindi fóru at ganga um handtekur, tor- tur, burturflytingar og dráp av bóndaleiðarum. Tað vardi heldur ikki leingi, til katólski presta- stætturin, ið styðjaði smámenninar, fekk at kenna sama harðskapin. Í 1977 vórðu 19 prestar vistir úr landinum, 12 vórðu fongslaðir og fleiri komu undir ringan tortur. 2 vórðu dripnir við ma- skinbyrsum. 21. juni 1977 komu tey tíðindi út um allan heimin, at hóttan var sett fram í- móti 47 jesuittaraprestum um, at teir skuldu lata liv, fóru teir ikki av landinum innan ein mánað. Jesuitt- arnir vildu ikki fara. Mót- mæli og áheitanir hjálptu teimum, og myndugleikarnir tordu ikki at seta hóttanina í verk, men legdu haraftur- ímóti eftir ókendum præd- ikumonnum úti um bygd- irnar við handteku, tor- turi og drápi. Hetta stendur alt við dagin í dag. i EI Salvador Mannarættindi: Lyfti og veruleiki Í juni 1978 undirskrivaði El Salvador Amerikansku Konventiónina um Mannarættindi og átók sær við hesum altjóða skyldu til at fremja og halda tey grundleggjandi mannarættindini. Men har er einki broytt. Grein 4 í nevndu kon- ventión ljóðar: Ein og hver hevur rætt til at fáa lív sítt virt. Hesin rættur skal verða tryggjaður við lóg. Rætturin til lív verður litið virdur av stjórnini Grein 5 í konventiónini talar um rættin til menn- iskjansliga viðferð: Eingin má verða pindur ella illa viðfarin, hverki so ella so. Henda rætt hava eisini tey, sum hava mist sitt frælsi. Men hvussu er skilið? Fangar, ið eru slopnir leysir eftir langa fongsuls- tið uttan samband við umheimin (slíkt er annars forboðið sbr. lógini), siga frå, at í longum tidarbilum hava teir sitid i fangatippi vid ongum vindeyga, litl- ari og ongari luft, og so trongt er, at teir ikki so stas de Cristianidad, og høvdu hildið skeið í kristni og bókmentum heima við hús. Teir vóru handtiknir í bygdini El Salitre 26. au- gust 1977 av einum 60 monnum úr tjóðarhirðini og bygdapolitinum. Líkið av Felipe varð funnið dagin eftir einar 2 fjórðingar frá bygdini. Fólk, sum sóu tað, segdu, at tað var nærum ókenni- ligt. Skallin var skorin omanav, og holdið skrætt av andlitinum. Blaðið, sum bispademið í San Sal- dor gevur út, greiddi frá, at Serafin varð fluttur til Á AP; Frå sølutorginum i einari bygd i El Salvador. Fåtæktin er stør i landinum hjå Carlos Humberto Ro- mero. Bondaleidarar, prædikumenn og and- stødufolk eru tikin av trygdarpoliti og seinni funnin illa viðfarin og dripin. Summi bara hverva, og stjórnin sigur seg einki vita um tey. I februar 1978 legði Amnesty International fyri Romero forseta prógv um 62 fólk, sum vóru horvin eftir handteku, og 30, sum vóru dripin, tey flestu landarbeiðarar. Lík av dripnum fangum vóru funnin vid grefligum merkjum eftir tortur. Summi vóru hálshegd, og á summum vóru armar og bein høgd av. Einki svar er nakrantið komið frá forsetanum um hesi 92 fólkini. Tað er meguligt, at summi av teimum horvnu sita í loyniligum fangatippi á hevuðssteðini hjá tjóðar- hirðini í sjálvum hevuðs- staðnum, men tað er eins trúligt, at tey eru dripin og grivin á ókendum stað. frægt sum hava kunnað lagt seg niður. Teir siga eisini, at grovur torturur er vanligt fyribrigdi. Grein 12 er um sam- vitsku- og átrúnaðar- frælsi. Brot á hesa grein verða framd dag og dag- liga, nógv við heimild í einari lóg, sum varð sett í gildi í november 1977. Henda lóg er m.a. vend i- móti politisku andstøduni og fakfelogunum. Hon á- setur eisini revsing fyri at senda kærur ella bara bera boð um brot á mannarætt- indini til altjóða stovnar og pressu. Eftir reglunum í hesi lóg kunnu katólskir prestar, ið royna at fremja lærusetningin um socialt rættvisi, fáa upp í 5 ára fongsulsrevsing. Demini um ræðuliga framferð ímóti ósekum fólki eru mong. Her skal bert eitt verða nevnt. Felipe de Jesús Chacón Vaszuez og Serafin Vaszu- ez vóru leiðarar av einari konservativari kristiligari leikmannarerslu, Cursilli- eini tóm hús, sum hann átti, og stungin niður við machete-knivum. Myndugleikarnir våit- aðu, at menninir vóru dripnir, men søgdu, at tað var av stjórnarhermonn- aftrat, at teir vóru neytatjóvar, sum høvdu lopið á hermenni- nar. Eingin viðmerking til lamlesting- um, og legdu varð gjørd ina. Føroyadeild og El Salvador Føroyadeild av Amnesty International hevur fingið til uppgávu at kanna 2 fangalagnur i El Salvador. Hetta eru 2 menn, annar ein landarbeiðari, sum varð handtikin í mars 1977 og síðani horvin, hin sukurverksmiðjuarbeið- ari, handtikin í januar 1978. Hesin seinni skuldi koma fyri rættin í mai, men einki er hent, og óvist er, hvar hann situr fangi.