mikudagur 15. november 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 86 — 15. november 1978
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Ábyrgdin
Í SKRIVANDI løtu er fínteljingin ikki
av í øllum valdømunum, so enn vita
vit ikki, um javnadarflokkurin fer at
varðveita tey átta umboðini á tingi,
sum vald vórðu sambært fyribils-
uppteljingina seinasta tyskvøld..
VID ÅTTA umbodum hevur flokkur-
in lutfalsliga sama part av ting-
manningini sum undan valinum.
Men hendir tad, at tad eina um-
boðið í Suðuroy ella umboðið i Våg-
um fellur í fínteljingini, er stødan
tann, at flokkurin hevur sama ting-
mannatal, men kortini so at talan
verður um sjey av 32 í móti sjey av
27.
Í ODDAGREININI leygardagin
ségdu vit, at javnaðarflokkurin
framvegis er til reiðar at taka við á-
byrgdini, men dentur varð lagdur á,
at størsta åbyrgdin er løgd á sam-
bandsflokkin, ið var vinnarin av val-
inum og ti er tað hann, sum fyrst av
øllum eigur at royna seg við sam-
ráðingum um skipan av nýggjum
landsstýri.
TÁ BLAÐIÐ kemur út, er fínteljingin
av í øllum valdømum. Fyrsta dagin
fer stjórnin í javnaðarflokkinum at
halda fund. Eisini verða fundir í
feløgunum kring landið. Úrslitið av
fínteljingini og hesir fundir verða
avgerandi fyri javnaðarfloksins
stóðu undir teimum komandi sam-
ráðingunum.
MEN UTTAN mun til alt hetta vil
javnaðarflokkurin reka ein ábyrgd-
arfullan politikk. Við ábyrgd yvir fyri
okkara stevnumiðum og harvið
okkara veljarum, vil flokkurin lut-
taka í teimum komandi samráð-
ingunum. Og verður eitt hvort
landsstýri skipað, so vil flokkurin
eisini sýna hesa ábyrgd í tí valskeiði
sum nú er byrjað.
OG TÁ VIT siga, at javnaðarflokkur-
in vil kenna sína ábyrgd, so verður
hetta uttan mun til, um talan verður
um stjórnarábyrgd ella um and-
stødupolitikk tey komandi fýra år-
ini.
Kristindómur og politikkur
Til hetta valið hevur verið
nógvur samanblandingur
av politikki og kristin-
dómi. Nakað serliga mat-
ligt hevur tað ikki verið.
Tað mest ókristiliga úrslit
av tí hetzi, sum hevur
verið førdur bæði opinlýst
og í loyndum man vera
tann valplakatin í Havn,
sum segði, at >vilt tú av-
kristna Feroyar vel so
lista C ella E<. Alt hetta
kundi givið eina skeiva
mynd av kristindóminum,
og tað var so eitt ljós-
punkt, tá ein maður sjálv-
an valdagin vísti á, at
>kristindómur er at elska
Gud og sín næsta og einki
annað<. Sjálvur eri eg
vaksin upp í einum kristn-
um umhvervi og havi eina
mammu, sum vist ong-
antíð hevur sagt nakað
niðursetandi um nakran
og sum altíð hevur borið í
betuflaka um onnur hava
gjørt tað.
Hjá eðrum tykist krist-
indómur at vera eitt
skálkaskjól fyri teirra hat-
ur til onnur. Eitt gott
dømi um hetta er ein åvis-
ur stillari hjá sjálvstýris-
flokkinum. Hann er blað-
stjóri á einum blaði, sum
skal eitast at vera kristi-
ligt. Men skrivingin hjá
hesum blaðstjóra og tað
serliga í Dimmalætting er
alt annað enn kristilig.
Hatur og eitur sprýkir úr
hverjari reglu. Serliga
hevur hann eitt nærum
sjúkligt hatur til javnað-
arflokkin og tjóðveldis-
flokkin sum hann vil jarð-
leggja fyri hvenn prís.
Tá eg taki til pennin nú,
so er tað ti, at eg sum lim-
ur í leiðsluni í javnaðar-
flokkinum ikki ætli at sita
tigandi um tað grova álop,
sum hesin persónur hevur
havt á javnaðarflokkin og
javnaðarfólk. At hetta
álop kom sjálvan valdagin
var heldur ikki tilvildar-
ligt. Tað framgekk av
greinini, at greinskrivarin
hevði biðið um at fáa hana
í blaðið týsdagin 7. nov-
ember. Tey ósannindi sum
VIÐMERKING
Javnaðarflokkurin viður-
kennir, at veljarin hevur
altíð rætt, so tá sam-
bandsflokkurin hesaferð, í
atkvødum, hevur tikið
upp eitt so munagott utt-
angarðslán — sum teir
annars agiteraðu so nógv
ímóti — er tað ti, at javn-
aðarflokkurin ikki megn-
aði at greiða veljarunum
frá, at eisini í nýggju tíð-
ini er heimastýrispolitikk-
urin nýtiligur, um hann
bert byggir á vina- og
frælsishugsjónina frá
1943, og at amtssteðu-
politikkur nýggja sam-
bandsins bert rekur ein
veg, nevniliga: inn í EEC.
Tann harða noktan frá
Dimmalættingar síðu av,
at hetta liggur bygt í
nýggja amtssteðupoli-
tikk sambandsins sýnir
bert, at hverki Dimma ella
sambandsmenn hava
gjørt sær greitt, hvussu
verðin sær út í dag, sýnir,
at teir ikki hava lært
hverjar avmarkingar,
lagdar eru á Danmarkar
meguleikar at ráða sær
sjálvum og herundir at
dugna okkum við rættind-
um á sama hátt sum fyri.
Hetta er einasta nýti-
liga tulking, tá so er, at
teir nokta fyri, at amts-
støduråkid er EEC rák, er
liggjandi eystfall vid ong-
um kyrrindum.
Tað er ti so avgerandi
neyðugt, at sambandið í
teim samráðingum, sum
nú koma at verða, ger
greitt, hvat teir skilja við
greinunum 2 og 9 í heima-
stýrislógini.
Herundir serliga, hvus-
su teir ætla at umsita
grein 9, nú danir í fleiri
forum koma at ynskja, at
vit nýta tann rætt og ta
skyldu, vit sambært hesi
grein hava til at umsita
okkara egnu viðurskifti,
at lóggeva um egin viður-
skifti og at seta reglur fyri
egnum viðurskiftum,
stutt sagt, at vit royna at
skapa okkara egnu um-
staður betri, enn danir
heftir av EEC kunnu.
Javnaðarflokkurin vil,
um so skuldi verið, at
sambandsflokkurin býður
til samráðingar, gera sítt
til at skera út í papp fyri
sambandsmonnum, hvus-
su nýggja verðin sær út.
Greiða frá hvussu danir og
føroyingar undir hesi
mynd best fáa samvirka
við at leggja nýtt inn í
karmin um heimastýris-
lógina, soleiðis at samar-
beiðið ikki ber til loysing,
men at eini menning av
báðum pørtum i
semju.
Flokkurin vil gera sitt
til, at tað verður fatað
sjálvt av Paula Ellefsen
og G. L. Samuelsen, at
hetta at standa í stað, eis-
ini í lóggávuarbeiði og í
samvinnu millum tjóðir í
veruleikanum er at ganga
eftir hæli, og at samar-
beiðið tá bert kann felna.
Sum pappnæsar blotna
í regninum og flóta oman
eftir ánni, so skolast eisini
burtur hugsjónarleysur
uppgávupolitikkur
Eydnast ikki at gera
lofnaða sambandskrámið
av heimastýrisskipanini
til eitt fast handatak við
danir um innan av verk-
inum í samljóð við anda
lógarinnar, herundir at
Framhald á síðu 6
koma fram hendan dag
koma so at gera sína
nyttu, tá eingin meguleiki
er fyri at vísa teimum
aftur fyrrenn fólkið hevur
valt. Tað tykist eisini at
vera ætlanin her.
Umframt teir vanligu
pástandirnar um javnað-
armanna ateismu og eina-
ræði verður flokkurin
meira ella minni beinleiðis
lagdur undir at virka fyri
fríum aborti. Hetta er full-
komið uppspinn. Fríur
abortur hevur als ikki ver-
ið uppá tal í flokkinum, so
her er talan um grova ó-
kristiliga útspilling. At
føroyski javnadarflokkur-
in å nakran hått skal
koma at virka fyri frium
aborti er fullkomiliga úti-
lukkað. Mint kann eisini
verða um, at tå lógin um
frían abort var til viðgerð-
ar í fólkatinginum stríddi
umboðsmaðurin fyri fer-
oyska javnaðarflokkin
sum úlvur á skóg ímóti
lógini. Hann ikki bert at-
kveddi ímóti, men hann
royndi eisini at samla
undirskriftir frá hinum
fólkatingsmonnunum fyri
at fáa lógina it til fólkaat-
kvødu.
Hvat er so grundarlagið
fyri slíkum pástandi? Jú,
okkurt um, at Kristeligt
Dagblad skal hava skriv-
að, at >Fri abort har lange
udsigter pá Færøerne«.
Hetta lesur hesin maður
sum, at »her sæst tydu-
liga, at tað verður arbeitt
fram ímóti hesum ónda
Burtursæð frá hvussu
lítið eftirfarandi tað ofta
er sum donsk blød skriva
um Feroyar, so prógvar
greinskrivarin, at hann als
ikki skilir danskt. Einhver
við eitt sindur av skili
veit, at K. D. hevur skriv-
að, at tað verður seinur
dagur, áðrenn fríur abort-
við-
merkingar
ur er í Føroyum, og merkir
tað aftur, at tað er einki
útlit fyri hesum. Soleiðis
kann ein fanatikari reingja
veruleikan fyri at kunna
fremja sítt eitrandi og
hatafulla virksemi.
Tað er heldur ikki vitan,
sum serkennir slíkar per-
sónar. Sum demi um,
hvussu ódemokratiskir
javnaðarmenn eru verður
víst til fólkaatkveðuna um
valrættaraldurin. Og
»progvid« er, at sjålvt um
stórur meiriluti av teimum
sum vóru á vali i Føroyum
vóru ímóti, so var upp-
skotið kortini samtykt.
Men maðurin veit als ikki,
ella tykist ikki at vita, at
atkvødan í Føroyum var
bert ein partur av samlaðu
atkvøduni í danska ríkin-
um. Og samlaða úrslitið
vísti ein beinleiðis meiri-
luta fyri lækkanini. Sagt
verður sjálvsagt einki um,
at henda fólkaatkveðan
bert var ein játtan av eini
samtykt í fólkatinginum.
Tað kann als ikki kallast
ódemokratiskt at fólk sum
ikki fara á val skulu kunna
fella eina samtykt á einum
tingi.
Tað skuldi ikki verið
neyðugt við fleiri við-
merkingum til >kristi-
liga< virksemi hjá åvisum
persónum og bólkum, so-
leiðis sum tað hevur verið
framt hesa tíðina. Bert er
at vóna, at fólk ikki fáa ta
uppfatan, at hetta er
kristindómur. Tá hevur
hann fingið eitt orð á sær,
sum hann er alt ov góður
til.
Óli Jacobsen
Góði Juul Jacobsen
Tíverri kann eg ikki við
mín besta vilja síggja, at
eg við bert at taka teir
tveir fyrru setningarnar
havi givið teimum eitt
annað innihald. Tað var
orðalagið í teimum, ið sló
meg:
>Nú er tað so galið, at
eisini timalønt fáa 80 ella
90% av lenini fyri at hava
krim.«
Ein avbéra mishått orð-
ing, og at framhaldið:
>Hví ikki. Fastlentir og
akademikarar hava fingið
tað leingi,« skal broyta
hetta, fati eg ikki. Eg fái
burturúr, at galið er eisini,
at hesi fáa løn undir
sjúku, alt sætt frá tí
sjónarmiði, at útróðrar-
menn onki fáa.
Mín góði Juul Jacob-
sen. Í 1975 fingu útróðr-
armenn somu semdir
viðv. sjúkraviðbót, sum
mynstraðir fiskimenn á
tann hátt, at um teir ger-
ast sjúkir umborð verður
veitt minstaløn i upp til
tríggjar mánaðar.
Hatta vóru teir, ið
gjørdust sjúkir umborð og
nú koma vit so til dag-
peningaskipanina viðv.
útróðrarmonnum. Tá tyg-
um ikki trúgva ti, eg
skrivaði seinast, loyvi eg
mær at endurgeva grein 5
í løgtingslog nr. 63/1977:
„Líka við lenararbeiði
verður sett sigling við fer-
oyskum fiskifari, herundir
útróðrarfiskiskapur við
egnum báti og við báti hjá
eðrum, smbr. $ 11, 2. stk.
Viðkomandi verður tá
roknaður at hava arbeitt,
um hann hevur róð út
v.m. eins nógv og aðrir á
sama stað.<
Vinarliga
Jona