mikudagur 15. november 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS ES ————|—— TT
Nr. 86 — 15. november 1978
sosiaturin
Síða 3
Átroðkandi við íbúðum
til tey eldru og brekaðu
— ið eru ov røsk at fara á institutiónir
Soleiðis sigur nývalda javnaðarkvinnan á
,
tingi, Jona Henriksen. Hon heldur tað eis-
ini hava stóran týdning, at bygt verður
eitt ungdómskollegium i Havn til øll tey
mongu ungu, sum koma til høvudsstadin
at útbúgva seg.
Í seinasta Sosiali høvdu
vit samreðu við nýggju
tjóðveldiskvinnuna á
tingi, Karin Kjelbro. Vit
hava eisini hitt Jonu Hen-
riksen, sum varð vald á
ting í Suðurstreymoy.
Jona hevur annars sitið á
tingi í eina setu, sum til-
takskvinna fyri Jákup
Lindenskov.
— Jona, hverja við-
merking hevur tú til, at
tvær kvinnur fyri fyrstu
ferð í legtingssegu Feroya
eru valdar beinleiðis á
ting?
— Tað gleddi meg stór-
liga, at veljararnir hava
valt kvinnur á ting. Eg vil
í hesum sambandi eisini
nýta hevi til at takka
teimum, ið valt hava okk-
um. Eisini teimum ymsu
kvinnufeløgunum, ið
gjørdu eitt stórt arbeiði í
hesum valstríði.
Nú tykist so alt benda
á, at byrjanin er gjerd og
vónandi koma fleiri kvinn-
ur inn við næsta val og tey
komandi. Eg ynski og
vóni, sigur Jona víðari, at
henda vend innan lands-
politikk okkara má bera
boð um ljósari tíðir.
Samarbeiði
— Nú eru Karin og tú
valdar fyri ymsar flokkar.
Men fara tit at samarbeiða
kortini?
— Man ikki tað, vit eru
báðar úr flokkum, sum
m.a. hava somu steðu til
socialar spurningar. Eg
vænti eisini, at sam-
arbeiðið okkara millum
fyrst og fremst verður um
tilikar spurningar.
Jona vísur á, at langt er
komið áleiðis innan hetta
målsøkid, men nógv vant-
ar. Eg rokni við, at kom-
munurnar og legtingið
megu fara at taka stór fel-
agstek, t.d. við bygging
av fleiri ellis- og rektar-
heimum.
Jona Henriksen heldur
somuleiðis, at tað er sera
átroðkandi at fáa bygt í-
búðir til eldri og brekað
fólk, ið eru ov resk at fara
á institutiónir. Eisini
megu vit gera meira fyri
tey ungu og bernini, her
liggur nógv á láni.
Hvussu við
Sudurstreymoy?
— Tú ert vald í Sudur-
streymoy. Eru nógvar
uppgávur at taka upp her?
— Vit mugu gera meira
við bygdamenningina í
hesum parti av landinum.
Smápláss, ið liggja nær
stórplássum. verða ofta
gloymd og lítið og einki
verður gjert fyri hesi smá-
pláss. Her má broyting
koma í. Síðani er tað
Havnin, her er nógv at
triva i. Nú havi eg nevnt
ellis- og røktarheim og i-
budir til eldri og brekad
folk.
Aftrat hesum megu vit í
Havnini fáa ungdómskol-
legium. Tá ein so stórur
partur av ungdómi okkara
er noyddur at koma hig-
Vit mugu ikki gloyma bygdamenningina
í Suðurstreymoy
artil at útbúgva seg, er
tað uppgáva okkara, at
útvega teimum innivist.
Og við okkum meini eg
løgtingi3 og býráðið í
felag.
Rúsdrekkalógin
— Eru tað onnur mál, tú
kundi hugsað tær, tingið
tók upp?
— Ja, m.a. er tað rús-
drekkalógin. Vit kunnu
ikki lata eyguni aftur og
lata sum einki. Her megu
allar góðar kreftir taka
lógvatak og fáa okkum
eina nýtiliga lóg, sum eis-
ini verður hildin. Annars
verður Feroya land oyði-
lagt innanífrá.
— Hvat heldur tú ann-
ars um valúrslitið og steð-
una hjá javnaðarflokkin-
um?
— Mær dámdi tað á ein
hátt væl. Eg hevði vænt-
að sterri afturgongd.
Suðringar vóru óferir
bæði hvat viðvíkur at-
kvødum og við ti dyggi-
ligu álitisváttan, teir góvu
legmanni. Mest harmaði
tað meg, at vit mistu
mannin í Sandoyar val-
dømi.
— Hvi væntaði tú aft-
urgong?
— Tað var tann ljóta
agitationin, sum longu
byrjaði undan næstsein-
asta vali. Menn tosaðu um
kommunismu og av-
kristnan. Av øllum ljót-
um, eru hesar tær ljótastu
og vandamiklastu. Javn-
aðarflokkurin er eins og
allir hinir flokkarnir í Fer-
oyum líka langt burturi
frá hesum báðum fyri-
brigdum.
— Undir valstriðnum
sást plakat í Bøkjara-
brekku við yvirskriftini:
Vilt tú avkristna Feroyar,
so vel lista E og C.
— Hasa plakatina sá
eg. Eg má siga, at eg ong-
antið hevði droymt um, at
slíkt orðalag skuldi staðið
á eini plakat í Feroya
landi. Men mær tykir
synd í ti ella teimum
menniskjum, sum hava
skrivað hetta. Men teir
eru ikki í veruleikanum
upphavsmenninir. Teir
hava bara skotið — leð-
ingin er harafturímóti
agitatiónin gjøgnum árini.
Lærutid
— Nú hevur tú nevnt fleiri
mál, sum eiga at verða
tikin upp í tinginum. Onk-
ur kanska undrast á, at tú
ikki er komin við uppskot-
um at loysa nekur av
nevndu málum, meðan tú
sat í tinginum í seinastu
setu?
— Til hatta er at siga,
at eg tók hesi góðu 3 árini
sum eina lærutid, kanska
bant tað meg eisini, at eg
var eykamaður fyri annan
tingmann. Tó ikki soleiðis
at fata, at eg ikki kundi
arbeiða sjålvstødugt. Eis-
ini fekk flokkur okkara
nógv góð og týðandi mál
framd í hesum valskeið-
inum.
Jona Henriksen sigur at
enda, at vónandi verður
tingmanningin eins ar-
beiðssom og virkisfus,
sum tann undanfarna. Og
tá er bert upp til ein sjálv-
an at stríðast fyri at gera
orð, ætlanir og ynski til
veruleika.
Jona Henriksen: — Tað var tann ljóta agitatiónin,
sum var orsekin til afturgongdina
Nú eru fyri fyrstu ferð
tvær kvinnur valdar
beinleiðis inn á ting.
Hverji mál eru mest á-
troðkandi hjá teimum
at taka upp?
Hans Jacobsen, stjóri:
— Handa spurningin
havi eg ikki hugsað so
nógv um, men eg haldi
ikki, at tær skula gera
seg serkenar innan eitt
vist mál. Mál, sum við-
víkja kvinnum, verða
aloftast eins væl loyst
av kallkyninum sum av
kvennkyninum, eitt nú
likaløn. Tað verður fyrr
ella seinni loyst, um
ikki av kvinnum, so av
monnum. Men eg haldi
annars, tað er rætt, at
kvinnur koma inn á
ting.
#
Bergur Jensen,
fysioterapeutur:
— Ég eri ikki væl
kendur innan politikk,
men eg kann siga, at
um kvinnurnar klára at
fremja tað, sum tær
hava agiterað við, so er
tað væl klárað.
Bergtóra Hanusar-
dóttir:
— Eg haldi, at tær
kundu arbeitt fyri
javnrættindi og fyri at
fáa eitt betri samfelag
Eisini haldi eg, at tær
skula stýra landinum
saman við hinum ting-
limunum