mikudagur 15. november 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
Triðja
jólamerkið hjá
Postverkinum
Jólamerkið 1978 fæst
nú á øllum postav-
greiðslum og fri-
merkjaselum kring
landið. Hetta er triðja
jólamerkið, Postverk
Feroya gevur út, og
hesaferð er merkið
tekna av Williami
Heinesen. Jólamerkið
1978 er prentað í fimm
litum hjá Egmont H.
Petersen í Keypman-
nahavn. Merkið kostar
25 oyru stykkið, men
tað fæst eisini i ørkum
við 30 merkjum og
kostar arkið 7,50 kr.
Vinningurin av jóla-
merkjaseluni í 1976 og
77, tilsamans 950.000
kr., er latin Barna-
hjálpargrunninum.
Minnisgrunnur
Sonnu av
Skarði fingið
sína fyrstu
nevnd
Stýrið fyri Minnis-
grunn Sonnu av Skarði
er nú tilnevnt. Á bý-
ráðsfundinum í síðstu
viku varð samtykt at
tilnevna Ásu Hátún og
Bergfridu Husgard og
var hetta í samsvari
við uppskot frá Fer-
oyskum heimavirki.
Triði limurin í styrin-
um er býráðsformaður-
in, sum er feddur lim-
ur. Hinir tveir stýris-
limirnir eru tilnevndir
fyri fýra ár í senn
Minnisgrunnur
Sonnu av Skarði varð
stovnaður av býráðn-
um tann 19. april 1976,
á 100-ára feðingardegi
Sonnu. Endamál
grunnsins er at veita
fólki, sum vilja sekja
sær útbúgving í hand-
arbeiði, fíggjarligan
stuðul. Fyrsti stund-
ingur úr grunninum
verður veittur komandi
vár.
Postverkið
á altjóða
frimerkjastevnu
i Essen
I døgunum 1. til 5.
november luttók Post-
verk Føroya å eini al-
tjóða frímerkjakeyps-
stevnu í Essen í Týsk-
landi. Eini 80 lond úr
ellum heimshornum
luttóku, millum onnur
Kina. Á stevnuni seldi
Postverk Feroya fyri
35.000 kr. og fekk nógv
viðskiftafólk afturat í
Týsklandi, sum fram-
vegis er triðja stersta
viðskiftaland hjá Fri-
merkjadeild Post-
verksins. Frammanfyri
eru Danmark og Sve-
Hetta var aðru ferð,
altjóða frímerkja-
stevnan varð hildin.
Ætlanin er, at hon í
framtíðini skal vera
annað hvert ár ymsa-
staðni í Týsklandi.
Óvanligt innbrot
Sunnunáttina varð
innbrot í einari kiosk
við Norðskála. Lúkan
fyri seluopið er tikin
frá og onkur farin inn
tann vegin. Men hetta
er eitt óvanligt inn-
brot, tí onki tykist at
vera horvið úr kioskini!
Fimm ferðsluóhapp
vóru í Eysturoynni um
vikuskiftið, men ongin
fólkaskaði hendi, upp-
lýsir legreglan í Runa-
vík.
sosialurin
Fleiri floksformenn:
Nýggja vallógin eigur
at verða endurskoðað
— Tað upprunaliga landsstýrisuppskotið heuði verið:
beinrakið, sigur Atli Dam
Tann nýggja vallógin til
løgtingiå royndist helst
ikki eftir ætlan.
floksumbodsmenn siga vid
Sosialin, at lógin eigur at
endurskoðast.
Tað er serliga eitt skeivt
býti av tingmannatali í
mun til atkveðutalið sum
ger seg galdandi. T.d.
hevur javnadarflokkurin
sama tingmannatal sum
sambandsflokkurin, hóast
sambandsflokkurin hevur
861 fleiri atkveður.
Kann fáa ein
afturat
Og tað løgna kann henda,
at javnaðarflokkurin kann
fáa sín niggjunda ting-
mann inn. Hetta kann
henda, um fínteljingin í
Sandoy broytir fyribils-
teljingina til javnaðar-
floksins fyrimun. Tað eru
bert triggjar atkveður á
muni millum fólkaflokkin
og javnaðarflokkin í
Sandoyar valdemi.
Tjóðveldisflokkurin
hevur bert 495 færri at-
kveður enn javnadarflokk-
urin, men hann hevur
tveir tinglimir færri. Tjóð-
veldisflokkurin hevur
saman við fólkaflokkin
seks tinglimir, hóast
fólkaflokkurin hevur 542
atkveður færri.
Skuldu havt
samtykt
upprunaliga
uppskotið
Atli Dam sigur, at val-
úrslitið sýnir, at uppruna-
liga landsstýrisuppskotið
um eina nýggja vallóg
hevði verið á rættari leið,
um ikki ein broyting varð
framd í legtinginum.
Atli Dam greiðir frá, at
uppskotið varð bygt á út-
rokningar frá seinastu
mongu valunum. Í upp-
skotinum varð roknað við
25 umdemisvaldum ting-
monnum og fimm eyka-
valdum. Í Norðuroyggj-
um skuldu eftir uppruna-
liga uppskotinum bert
vera triggir umdømisvald-
ir motvegis fyra i ti sam-
tyktu lógini og i Suður-
streymoy skuldu vera sjey
afturímóti teimum sam-
tyktu átta.
Tað vóru Agnar Nielsen
og Essa Arge sum
skutu upp at hækka talið í
Norðoyar valdømi og
Fleiri '
Nr. 86 — 15. november 1978
Myndin sýnir tað fráfarna legtingið, tá tað varð sett á 6lavsøku. Tað nýggja løg-
tingid, sum ikki er sett enn, er valt eftir eini nýggjari vallóg, sum eigur at verða
endurskoðað meina fleiri av floksformonnunum
í Suðurstreymoyar val-
demi, men Atli Dam sig-
ur, at landsstýrið undir
viðgerðini gjørdi tinginum
greitt, at um broytingin
varð framd, fóru triggir
eykatingmenn at resta í.
Um landsstýrisupp-
skotið varð framt av ting-
inum óbroytt, hevði javn-
aðarflokkurin í hesum feri
mist tann eina tinglimin í
Suðurstreymoyar valdømi
og sjálvstýrisflokkurin
hevði mist tann umdømis-
valda tinglimin í Norðoyar
valdemi.
Gjørdi alt hvat eg
kundi fyri at vísa á
skeivleikan
— Vit vóru ikki við til at
samtykkja vallógina. Tá
lógin varð framlogd,
gjørdi eg mær tann ómak
persónliga at greiða polit-
ikarunum frá, hvussu
ódemokratiskt lógin kundi
fara at verða, sigur Hilm-
ar Kass.
Hann sigur, at eisini
undir sjálvari tingviðgerð-
ini vísti hann á, at lógin
kundi fara at roynast verri
enn tann gamla lógin. Eft-
ir tí gomlu lógini kundu
valdemini vera undirum-
boðað við tingmonnum,
meðan flokkarnir fingu
tað, teir áttu.
— Men eftir ti nýggju
lógini kunnu flokkarnir
vera stórliga undirumboð-
aðir í mun til atkveðu-
talið, sigur Hilmar Kass
og vísur á, at hann hevur
roknað út, at ein flokkur
kann fáa tíggju mans við
5000 atkveðum, meðan
ein flokkur við góðum
6000 atkveðum bert kann
fáa átta mans.
Bilsin yvir
skeivleikan
Pauli Ellefsen sigur, at
hann gjerdist bilsin um
tað skeiva býtið, løgtings-
valið gav.
Hóast tað varð víst á
hendan meguleikan í ting-
inum, hevði helst eingin
trúð, at býtið fór at verða
so skeivt, men hetta er
tekin um, at lóggávuar-
beiðið bæði í landsstýrin-
um og í lógarnevndini
hevur verið ov vánaligt,
sigur Pauli Ellefsen, sum
roknar við, at flestu ting-
menn eru samdir um at
endurskoða vallógina.
Tað harmar meg
Jógvan Sundstein sigur,
at lógin royndist ikki ser-
liga væl. Tá tað í lógar-
arbeiðinum er roynt at
javna tingmannatalið út á
valdømini, hevur ikki ver-
ið hugsað um at javna út á
flokkarnar.
Jógvan Sundstein sig-
ur, at skeiva býtið harmar
hann, ti hesin møguleikin
kom fram i tinginum, tå
lógin var til viðgerðar,
men hann roknaði ikki
við, at hetta fór at henda.
Tó sigur hann, at hevði
javnaðarflokkurin í Suð-
uroy mist tann triðja ting-
mannin til tjóðveldis-
flokkin, hevði býtið sæð
betur út.
Jógvan Sundstein held-
ur avgjørt, at tingið eigur
at endurskoða vallógina.
Fyri vanbýti
Erlendur Patursson held-
ur fyri, at tjóðveldisflokk-
urin hevur verið fyri van-
býti og vísur í hesum sam-
bandi á tann lítla munin
millum javnaðar- og tjóð-
veldisflokkin í atkvødum,
meðan tjóðveldisflokkurin
fekk tveir tingmenn færri.
Hann heldur, at sjálv-
andi er tað torført at raka
heilt beint, men í hesum
føri er nakað galið.
Ein rættvís mynd
Adolf Hansen sigur, at
vallógin gevur okkum eina
rættvísa mynd av tí sit-
andi samgonguni, tí lógin
er ikki verri greidd úr
hondum enn allar aðrar
lógir.
Umboðsmaðurin fyri
framburðs- og fiskivinnu-
flokkin heldur, at lógin
varð demd ólóglig, um
hon varð løgd fyri rættin.
So órættvis kann hon vera
— ikki bara hendan vegin,
men eisini hin vegin.
Tríggir resta í
Tað skuldu verið triggir
eykatinglimir afturat, um
allir flokkarnir høvdu
fingið tillutað tað ting-
mannatal, sum teir áttu í
Framhald á síðu 8