mikudagur 15. november 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
Nr. 86 — 15. november 1978
— Høvdu vit ikki havt
fleiri almenn arbeidir og
onnur stórarbeiðir i løtuni,
høvdu vit stórt arbeiðs-
loysi. Fólk hiðani úr
bygdini eru í slíkum ar-
beiði av neyð — bæði her í
oynni, í Havn og aðra-
staðni, sigur bygdaráðs-
formaðurin í Servági,
Dánjal Tavsen.
Í hesum viðfangi vísir
hann á, hvussu avgerandi
neyðugt tað er at fáa tað
ætlaða flakavirkið upp og
at virka skjótast til ber,
men áðrenn tað kann lata
seg gera, er neyðugt við
eini havnavíðkan og eini
nýggjari vatnleiðing, sum
báðar eru í gerð.
Vatnleiðingin og havna-
vidkanin, sum eru fyri-
treytir fyri flakavirkinum,
eru eisini kostnaðarmiklar
iløgur.
Vatnleiðingin, sum er
figgjad við láni frá Bruna-
og Vanlukkutryggingini,
kostar tvær mill. kr.,
meðan hendan havnavíðk-
anin kostar einar átta
mill. kr. Annars varð
havnin víðkað fyri tveim-
um árum síðani fyri um-
leið 25 mill. kr.
Bygdafólkið
tekur væl undir
— Ja, vit kunnu siga, at
bygdin er við at búgva seg
til og tað tekur ár, men
undirtøkan hevur verið
góð frá bygdafólkinum,
sigur Dánjal Tavsen og
vísir á, at bara í Servági
eru teknaðar 700.000 kr. í
partapeningi í flakavirkin-
um.
Samlaði partapeningur-
in er annars settur til tvær
mill. kr., sum eru 10 pst.
av samlaða kostnaðinum.
Av partapeningi setur
landið 20 pst. ella 400.000
kr., meðan bygdaráðs-
formaðurin roknar við, at
restin kann teknast í
bygdini og av konfmun-
uni.
Rokna eisini við
avbygdabátum
Tað komandi flakavirkið í
Sørvågi er ætlað til eina
råvørunøgd uppá 4— 6000
tons. Uppá fyrispurning,
um servingar klára at fáa
til vega so nógva ráveru,
sigur Dánjal Tavsen, at
tað roknar hann avgjert
við, men hopar, at eisini
avbygdabátar koma og
avreiða til virkið.
Her kemur eisini tað
nýggja ísvirkið, sum var
klárt at taka í brúk í farnu
viku, inn í myndina. Tað
kann roknast við, at av-
bygdabátar koma at taka
is og fara helst eisini at
landa onkra lastina í Ser-
vági
6 deksfør —
nógvir opnir bátar
Til Servág hoyra seks
deksfer. Harafturat kem-
ur ein hópur av opnum
bátum. Men hetta er ikki
heppið, heldur Dánmjal
Tavsen, ti teir geva ov
lítið av sær og harafturat
eru teir ógvuliga treytaðir
av veðrinum. Í fjør mis-
eydnaðist tað fullkomiliga
hjá teimum vegna veður,
men menn hava sett nógv-
an pening í teir og eru tí
rættiliga bundnir av teim-
um.
sosialurin
Almenn arbeiði halda
arbeiðsloysinum burtur
— tí er tað avgerandi neyðugt at fáa flakavirkið upp
og at virka sum skjótast, sigur bygdaráðsformaðurin
í Servági, Dánjal Tavsen, í samreðu við Sosialin
Bygdaráðsformaðurin í Servági, Dánjal Tavsen: Bygd-
in var komin heilt afturá viðvíkjandi framleiðandi
vinnuni, men nú skal nýtt flakavirki byggjast, har eini
70—80 fólk fáa arbeiði
Vistu av ongum
Ætlanin er eisini at sekja
»egnsudviklingsfonden«
um pening til flakavirki. I
hesum sambandi sigur
Dånjal Tavsen, at fyri
stuttum vóru tvey fólk frá
»egnsudviklingsfonden« i
Føroyum og kannaðu i-
løgutørvin, men tad løgna
var, at hesi bædi vistu
einki um tað ætlaða virkið
í Servági fyrr enn beint
fyri tey skuldu á flog.
Myndugleikarnir í Havn
hevdu einki sagt teimum
um virkið, hóast legtingið
hevði játtað virkinum
pening.
Búskaparráðið hevði
somuleiðis lovað bygda-
ráðnum, at fólkini skuldu
koma vestur í Vágar
kveldið fyri tey skuldu
niðuraftur. Men har kom
eingin. Ti fóru bygdaráðs-
formaðurin og Haldor
Hansen, sum var staddur
í Vágum, niðan á flog-
Atlegubryggjan verður gjerd longri. Vinstrumegin skal flakavirkið liggja
vellin og fingu fatur á
teimum báðum har. Um-
boðsfólkini vórðu ógvu-
liga bilsin og segdu seg
vilja kanna framferðina,
sum Dánjal Tavsen heldur
vera legna.
Bygd í menning
Tað eru skillig tekin um,
at Servágur er í menning
og framburði:
— Men bygdin var
komin heilt afturá við-
víkjandi framleiðandi
vinnu og fólkatalið mink-
aði hvert ár. Afturgongd-
in er steðgað og fólkatalið
stendur nú í stað. Tað
merkja vit týðuliga á eft-
irspurninginum á grund-
stykkjum, sigur Dánjal
Tavsen.
Trot á grund-
stykkjum
Tað er torfert hjá komm-
ununi at útvega økir til
grundstykkir, ti so at siga
øll jørdin i Sørvågi er å
privatum hondum. Men
fyri stuttum eydnaðist tað
at fáa 26 grundstykkir til
vega, tá nakrir privat-
menn seldu saman av
hagalendi uppi í Botni. Øll
eru seld og á ellum eru hús
í gerð.
uni at fáa fólk at selja
sterri ekir saman. Tað eru
gjerd tvey uppskot at
selja eftir, men Dánmjal
Tavsen roknar við, at tað
verður torfert at fáa fólk
at selja. Annars er býar-
planur gjerdur fyri Sørvåg
og kommunan er so smátt
farin at arbeiða eftir hon-
um.
miðskeiðis í
Nýggj kirkju-
klokka
í Hattarvík
Næsta sunnudag verð-
ur nýggj kirkjuklokka
tikin í nýtslu í Hattar-
víkar kirkju. Klokkan
er stoypt úr málmi í
Hálandi og givin av
kirkjufólkinum í Hatt-
arvík. Á klokkuni
stendur skrivað:
Latið her berast eld
eftir eld
boð millum Drottin og
mannafjeld
meðan fjellini standa
Hetta er úr einum
sálmi, sum Gudmund
Bruun týddi.
Í sambandi við, at
nýggja kirkjuklokkan
verður tikin í nýtslu,
hava Eivind Vilhelm,
varabispur, og Salo-
mon J. Joensen, sókn-
arprestur, guds-
tænastu við altar-
gongd kl. 12 sunnu-
dagin.
Gott talvúrslit
Feroysku luttakararnir
kláraðu seg væl á talv-
olympiaduni í Argen-
tina. Føroyar gjørdust
nummar 41 av tilsam-
ans 66 luttakaralond-
um. Lið okkara fekk 27
stig i kappingunum.
Hetta man helst vera
besta urslit hjå einum
føroyskum talvliði i al-
tjóða kappingum.
Feroyska liðið var
frammanfyri fleiri
frægar talvtjóðir. Eitt
nú hevdu Belgia, Ma-
rokko og Guatemala
SJ OYx INÐ
okkara
Síða 5
kring oyggjarnar
Bilur raktur av
gróti í bergholi
Hóskveldið datt nakað av gróti
niður á takið á einum persónbili
Eysturoyarbergholin-
um. Fleiri fólk vóru í bilinum, men
ongin fekk skaða av hesi óhugna-
ligu hending. Hinvegin fekk bilurin
stóran skaða. Tíðliga leygarmorg-
unin fekk løgreglan í Runavík aftur
fráboðan um, at grót var dottið úr
loftinum í bergholinum. Hesaferð
var kortini ongin undir. Grótið varð
skjótt beint burtur.
færri stig enn feroying-
ar. At vit bert lógu eitt
hálvt stig aftanfyri
Frakland, sigur ikki so
lítið um feroyska liðið.
Ungarn vann gull
við 37 stigum, Sovjet-
samveldið vann silvur
við 35 stigum, og USA
fekk bronsu við 35
stigum. Síðani kom
Vesturtýskland við
33,5 stigum, Ísland og
Rumenia hevdu 32,5
stig og Danmark, Pó-
land, Spania og Cana-
da høvdu 33 stig.
Sjóvinnubankin
letur deild upp
í Vági
Sjóvinnubankin letur í
dag nýggja deild upp í
Vági. Á deildini fara
heili trý fólk at starv-
ast. Tey eru oll ættað
úr Suðuroy — Páll
Leo, deildarleiðari,
Poula Kjærbæk og
Mikkjal Serensen.
Tey nýggju helini
hjá Sjóvinnubankan-
um í Vági taka seg stak
væl út og liggja somu-
leiðis væl fyri. Eisini er
hugsað um umhvervið.
Rundan um húsini er
grótgarður laðaður og
framman fyri húsini
eru steinsettir parker-
ingssteðlar.
Húsini liggja nær-
hendis ti nýggja flaka-
virkinum Polarfrost —
millum báðar hevuðs-
vegirnar og slepst til
húsini frá báðum sið-
um.
þá nKki 4