mikudagur 15. november 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 15. november 1978
sosialurin
SJÓVINNUBANKIN hevur, síðani hann var stovnaður,
altíð roynt at staðið fremst, lofta teimum nýggju tíðunum
og teim fyribrigdum, sum tær hava ført við sær.
Broytingin i búskapinum hevur ført við sær, at eisini ein-
staklingurin hevur fingið meira brúk fyri einum banka.
Ein banki er handilsfyritøka, hvors handilsvøra er pening-
ur. Hann, ið hevur pening til avlops, setir hann inn. Hon-
um, ið vantar tøkan pening, veitir bankin lån. Soleiðis
verður bankin við til at skapa tað livgevandi renslið i sam-
felagnum og fremja sparsemi og hjálpa fólki til at seta fót
undir egið borð.
SJOVINNUBANKIN hevur samband við allar stórri bank-
ar uttanlands, og greiðir øll bankavidurskifti — bæði
innan- og uttanlands — fyri tygum.
Hava tygum konto í okkara banka greiða vit allar tygara
føstu útreiðslur so sum ljós, skatt o.a. fyri tygum — uttan
eykaútreiðslur.
Vit eru altíð til reiðar við upplýsingum og vegleiðingum..
Vágur er søguligur býur, her á »Fløtuni Fríðua bygdi Nóls-
oyar Páll, og teir menn, ið tordu at fylgja honum »Roynd-
ina Fridu«, — Føroya fyrsta skip.
Slupptidin setti liv i Vågi.
Tidirnar broytast. Nå hevur Vágur nýmótans skip og
flakavirki, sum gevur arbeiði til nógv fólk. Fólk flyta aftur
til Vágs — gott tekin.
okkara banki
byrjar bankayrki í Vági — í nýmótans bygningi —
ónsdagin 15. november.
Avgreiðslutíðin henda dag verður frá kl. 15.30— 17.30.
Annars verður avgreiðslutíðin: 9.30—12 og 14—16.30
friggjadag 9.30—12 og 14—18
leygardag eingin avgreiðsla.
Í hesum sambandi hevur bankin móttøku frá kl. 13 til 15
og hevði tað glett okkum at fingið høvi at heilsa uppá
tygum og vísa tygum bankan.
SJOVINNUBANKIN
okkara hanki
Síða 7