Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 Leygardagin 18. november 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Folk fåa høvudpinu og vamlast Teir mest vanligu amparnir, sum fólk i Fuglafirði hava merkt síðan sildaverk- smiðjan fór at virka, eru høvudpina, vaml og sviði i eygunum. Hjá teimum, sum búgva næst verksmiðjuni, ger klæðna- og húsadálking seg eisini gald- andi, vísir ein kanning, sum ein bólkur av sjúkrasystranæmingum hevur gjørt. Lesið á síðu 4 Sleppa atkvødunum i Mykinesi Finteljingin av log- tingsvalinum er lidug. Tó uttan at Mykines- atkvødurnar sluppu upp í fínteljingina. Valnevndin í Vágum tók hósdagin endiliga avgerð um at sleppa atkveðunum í Myki- nesi undan eini fintelj- ing. Formaðurin í val- nevndini fyri Vága val- demi, Hentzar Ellings- gaard sigur, at nevndin fór at enda finteljing- ina hóskveldið, tí nevndin hevði úr Mykinesi fingið vissu fyri, at eingin broyting kundi henda. Annars var helikopt- arin úti í Mykinesi aftur mikudagin, men hann hevði av eini ella aðrari ókendari orsek ikki atkveðurnar inn við. Í Vágum var eisini tepurt millum tveir flokkar. Seks atkvoður vóru á muni millum sambandsflokkin og javnaðarflokkin. Hevði sambar.dsflokkurin fingið sjey atkvødu: fleiri, hevði flokkurin fingið báðar tingmenn- É t inar í Vagum Feroysk sendinevnd verið í Bruxelles: Føroyar og EEC minni at lata Hetta var bert fyrireikandi fundur. Polit- iska stødan i Feroyum enn ógreið og EEC-lond enn ikki samd um ein felags fiskivinnupolitikk I dag kemur føroyska sendinevndin, sum hevur verid i Bruxelles og sam- rådst vid EEC, aftur til Føroya. Såttmålin millum EEC og Føroyar gongur ut å nyggjårinum, og samråd- ingarnar snúðu seg ti fyrst og fremst um, hverji ynski báðir partar hava í komandi ári, og hvat part- arnir hava at lata. Aðrenn sendinevndin fór úr Feroyum hevði landsstýrið fundir við m.a. felagið Rækjuskip og felagið Idnaðarskip. Atli Dam, fungerandi løgmad- ur, sigur vid Sosialin, at stødan enn er heilt ógreið Fyri tað fyrsta kunnu foroyingar ikki siga við vissu, hvat vit kunnu lata eðrum, fyrr enn nýggja logtingið kemur saman og tekur stødu til málið. Ætlandi kemur legtingið saman millum 28. novem- ber og 5. desember. Heldur ikki felags- marknaðurin er samdur um ein felags fiskivinnu- politikk. 7. desember hava EEC-limalondini topp- fund í Bruxelles. Steðan er heldur ógreið, ti enn eru norðmenn og EEC ósamd um býtið í Norðsjónum Haraftrat kemur, at rækjukvotan undir Gren- landi kann verða broytt Enn er >TAC< fyri grøn- landsrækjurnar ikki sett Fløktur rækjuspurningur vid at bå toknast må ava minni at færri. Føroyingar vilja royna at varðveita ma- krelkvotuna uppá góð 50.000 tons. Haraftrat kemur spurningurin um rækjurnar undir Gren- landi. Hesin spurningur er sera floktur, tí hann við- vikur okkara rikisfelags- ligu rættindum við Dan- mark. Her verður neyðugt við samráðingum við donsku stjórnina, áðrenn nekur avgerð kann takast Spurningurin um rækj- urnar er eisini fløktur, ti so nogvir partar eru uppi Tað eru Canada og EEC, sum í felag skulu 1Vgera I dir nc X slet at fisk € eki r War Koltur avbyrgd í triggjar vikur — men hósdagin bar til at flota bát Í triggjar vikur var Koltur avbyrgd, áðrenn tað hósdagin eydnaðist at flota bát og fara út til Dagsstjørn- una eftir voru, posti og fólki. Tad einasta, tey 6 fólkini, sum vóru á Koltri hesar tríggjar vikurnar, fingu uttaneftir, vóru atkvødusedlarnir til løgtingsvalid. Teir vóru stjóraðir í land úr einum gummibáti hjá Tjaldr- inum. Í Koltri frætta vit annars, at har eru fjøllini ikki liðug enn, ti fólk ikki eru sloppin til oynna. Tað verður eisini sagt, at tað eru nógv ár síðani, oyggin hevur verið avbyrgd so leingi í einum. Kálvarnir høvdu tó góðar dagar. Av tí at mjólkin ikki fekst av oynni, fingu teir hana. Á Strandferðsluni verður upplýst, at teir hava roynt at havt skip úti, hverja ferð ein lítil møguleiki hevur verið fyri at fáa samband við Koltur. Mikudagin til dømis lå Dagsstjørn- an i Hesti og bidadi i triggjar timar, men tå bar heldur ikki til. Vit minni at lata