Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Kirkjan í Oyndar- firði 140 ár Pað eru i ár að eru í ár 140 år lið- in, síðan kirkjan Oyndarfirði varð bygd Kirkjan varð vigd ann- an sunnudag eftir trini- tatis 1838. Í samband við 140 ára dagin hevur kirkj- an fingið eitt nýtt org- ul, sum Verland Jo- hansen í Havn hevur bygt. Kostnaðurin av orglinum er 140.000 kr., sum kirkjufólkini sjálvi gjalda. Dagurin verður há- tíðarhildin við eini guðstænastureð, sum byrjar friggjakveldið í komandi viku og held- ur fram leygarkveldið, sunnudagin og sunnu- kveldið. Sunnudagin heldur Eivind Vilhelm varabispur guðstæn- astuna. Navnaskifti Fyri nøkrum árum síð ani varð eitt fiskavirki ein utr6drarstød — bygd, sum p.f. Borgin eigur. Seinastu árini hava menn virkað fyri at fáa eitt flakavirki upp á beinini og hevur partafelagið m.a. fing- ið játtað studning frá landinum. Nú undan valinum vóru stórar plakatir settar upp í bygdini við m.a. hesi áskrift: »Sandingar — vilja tit flakavirki, so atkveða tit fyri lista A — fólka- flokkinum>. So nú ha- va ljótar tungur sett navn á flakavirkið: FØLKAFLOKS- BORGIN. Annars verður sagt á Sandi, at flakavirkið er hildið uttan fyri allan partapolitikk. Mikumorgunin kom enska rannsóknarskipið CIROLANA úr Grimsby á Havnina. CIROLANA ger havfreðisligar rannsóknir á djúpum sjógvi millum Feroyar og Hetland. Skipið lá í Havn í eitt samdegur. Útborað prutl orsøkin til skaðar Tað er nærum hvenn- dagskostur í Havn, at dreingir verða tiknir fyri at hava útborað prutlini. Mest loyvda ferðin er 30 km, men við at útbora prutlini koyra tey lættliga upp til 90 km um tíman. Politiið hevur henda seinasta mánaðin tikið 14 prutl. 7 av hesum vóru ólóglig. Tey út- boraðu prutlini hava longu í ár verið orsekin til fleiri álvarsligar skaðar. Í einum feri varð koyrt á eitt veg- skelti, og í hinum fer- inum rendi prutlið á ein bil. Triggir persónar vórðu álvarsliga skaddir. Politiið upplýsir, at prutlini eru ikki gjørd til at koyra 90 km. Ti er vandin altíð stórur. sosialurin Nr. 87 — 18. november 1978 Fólk faa høvudpinu og vamlast — vísir ein spurnarkanning sum sjúkra- systranæmingar hava gjørt i Fuglafirdi. Kanningin hjå Heilsufrødiligu starvs- stovuni er lidug um ein månada Nærri folk búgva silda- verksmiðjuni í Fuglafirði, fleiri ampar og árin hava tey av henni og luktinum í samband við framleiðsl- una á verksmiðjuni. Hetta kemur fram í eini kanning, sum ein bólkur av sjúkrasystranæming- um hevur gjørt i Fugla- firði í heyst. Talan er um eina spurnarkanning og hava næmingarnir spurt 634 fólk. Av teimum hava 431 svarað spurningun- um. Endamálið við kanning- ini var at kanna innihaldið av koliltu og svávuldioxid í luftini, men kanningin vísti bert spor av hesum. Spurnarbleðini vóru gjørd fyri at kanna, hvar í bygd- ini mest luktur var og fyri at kanna, um nakar mun- ur var á svarinum hjá teimum, sum arbeiða á verksmiðjuni og hjá teim- um, sum ikki arbeiða á henni. Serliga vaml Teir ampar, sum serliga hava gjørt seg galdandi síðan verksmiðjan kom, eru høvudpina, vaml og svidi i eygunum. Haraft- urat kenna nekur til trongd og hosta. Annars sigur ein ógvu- liga stórur partur av teim- um spurdu seg vera >nak- að plágaðan< av lukti frá verksmiðjuni, meðan rættiliga nógv siga seg vera »nogv plágað< av lukti. Lukturin ger seg galdandi í allari bygdini. Tó mest millum teirra, sum búgva næst silda- verksmiðjuni. Næmingarnir hava býtt bygdina i trý eki: tey sum búgva næst verksmiðjuni, tey sum búgva miðskeiðis í bygdini og tey sum búgva longst burtur frá verksmiðjuni. Tey sum arbeiða á verksmiðjuni úr teimum ymisku býlingun- um, hava næmingarnir viðgjert í einum bólki fyri seg. Minst ávirkað Av teimum spurdu ar- beiða einans 32 á verk- smiðjuni. Viðvíkjandi teimum kemur tað á- hugaverda fram, at tey eru minst plágað av silda- verksmiðjuni bæði við- víkjandi teimum nevndu ampunum og lukti. Tó eru tað fleiri av teimum, sum arbeiða á verksmiðjuni, sum hava sviða í eygunum. Tað samsvarar eisini við tað, sum kommunulæknin í Fuglafirði, Emma Winth- er, svarar einum fyri- spurningi frá sjúkra- systranæmingunum. Hon sigur m.a., at fólk í bygd- ini klaga um sviða í eyg- unum. Annars tekur læknin landingarmenninar, sum eru meinast raktir, fram. Hon sigur í frágreiðingini hjá bólkinum, at teir eru plágaðir av sviða og tára- flóð í eygunum. Av hesi orsek hava teir javnan tveir og tríggjar sjúkra- dagar. Meira enn helvtin høvudpinu Spurningarnir eru håttad- ir soleiðis, at svarast skuldi »ja« ella »nei«. Av teimum, sum búgva næst verksmiðjuni, siga 62 seg hava hevuðpinu, meðan 101 siga seg ikki vera plágað av høvudpinu, síðan sildaverksmiðjan kom. 72 siga seg hava vaml, meðan 91 siga seg ikki hava vaml. 28 siga seg hava sviða í eygunum, meðan 135 siga seg ikki hava merkt broytingar í eygunum. Hesi tølini minka nógv millum teirra, sum búgva miðskeiðis í bygdini og telini eru uppaftur minni millum teirra sum búgva longst burtur. Taltilfarið í kanningini er ikki stórt, men úrslitið av kanningini bendir tó á, at nærri fólk búgva verk- smiðjuni, tess sterkari gerast árinini. Men har munurin er størstur, er á tí meiri materiella økin- um. Hús og klæði verða dálkað Av teimum fólkunum sum búgva næst við siga 104, at klæðini verða dálkað, meðan 58 siga, at klæðini verða ikki dálkað. 103 siga, at húsini verða dálk- að uttan, meðan 59 siga, at húsini verða ikki dálkað uttan. 97 siga, at húsini verða dálkað innan, með- an 65 siga, at húsini verða ikki dálkað innan. Í hinum býlinginum eru — tølini ØVUE. Næmingarnir hava eis- ini tosað við nøkur fólk i bygdini. Ein madur sigur m.a., at hann heldur, at jarnhegn rustar meira nú enn fyrr. Hesin rusturin sam- svarar eisini við tað, sum víst varð á, tá Sosialurin var í Fuglafirði á sumri 1976 í samband við tann nógva luktin og táverandi dálking av sjónum. Á hús- um, sum stóðu oman fyri verksmiðjuna, var stórur munur á tekjuni. Síðan, sum vendi oman eftir, var nógv meira rustað enn tekjan, sum vendi niðan- eftir. Ongar klagur um heilsubrek Stjórin á sildarverksmiðj- uni, Ditlev Eldevig, upp- lýsir fyri næmingunum, at hann ongantíð hevur fing- ið klagur um heilsubrek frá arbeiðsfólkinum. Viðvíkjandi luktinum heldur stjórin, at tann ringasti lukturin kemur frá bátunum, tá landað verður. Annars hevur verksmiðjan gjert nógv við at sleppa undan lukt- inum frá sjálvari fram- leiðsluni við at hækka skorsteinin munandi. Um ein mánaða Á Heilsufrødiligu starvs- stovuni upplýsir Jákup Merkere, at úrslitini frá kanningini, sum starvs- stovan hevur gjert, eru tek í desember mánaða í eini frágreiðing. Heilsufreðiliga starvs- stovan gjørdi eina kann- ing av dusti og svávul- dioxidi, sum kemur fram úr oljubrenningini, í hálvt annað ár. Tey síðstu úr- slitini frá hesum kann- ingunum er nýliga komin og verður nú ein frágreið- ing gjørd til heilsunevnd- ina í Fuglafirði. Av og á hevur Heilsufrødiliga starvsstovan eisini gjørt kanningar av svávul- brintu, sum kemur fram, tá fiskurin rotnar. eee YLE