Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | | Nr. 87 — 18. november 1978 Íbúgvar í Gundadali! kloakkin lokast Tilboðini verða opnað um góða viku Tann Havnará, sum í gomlum døgum var eitt prýði fyri henda bý, hevur leingi ligið sum ein skitin og illa luktandi opin klo- akk. Hesum hava íbúgv- arnir í Gundadali fleiri ferðir mótmælt og teir hava biðið byrådid gera okkurt við málið. Býráðið hevur síðani vidgjørt mótmælini og samtykt, at áin skal inni- lokast. Talan er um um- leið 300 metrar frá Stadi- onøkinum og niðaneftir. Tilboðini verða opnað tann 28. nov. Á » 6, 6 Soleidis hevur Havnarå ligid i langar tidir Tad var tann ringi lukt- urin um várarnar og tað heldur vandamikla spæli- plássið fyri bernini, sum fekk íbúgvarnar í Gunda- dali at venda sær til Tórs- havnar kommunu. Nú tykist so glotti hómast fyri framman. Eisini Rættará er opin kloakk Tað er einki loyndarmál, at eisini aðrar áir í Havn eru illa luktandi kloakkir. Eitt nú Rættará. Ein partur av ánni við Ellis- heimið er innilokaður, men omanfyri Fróðskap- arsetrið liggur áin sum ein opin kloakk. Síða 3 Uppá fyrispurning um fólk hevur klagað um hetta til býráðið og heitt á kommununa at inniloka ánna, sigur Leivur Johan- nesen, byrådslimur, at teir hava ongar tílíkar fyri- spurningar fingið. Hann leggur so aftrat, at tað er ikki óhugsandi, at Rætt- ará fyrr ella seinni eisini verður innilokað. Býráðslimur í Havn: Tervur er á einum ellisheimi aftrat Meiri enn 30 fólk á bíðilista til ellisheimið í Havn Tórshavnar býur eigur bert eitt ellisheim. Pláss er fyri 27 fólkum. Hetta er ikki nógv, tá hugsað verður um, at íbúgvaratalið er yvir 12.000. Á bíðilista til ellisheimið eru í løtuni umleið 30 fólk, eisini avbygdafólk. — Tí er skilligt, at tervur er á einum ellisheimi aftrat í Havn, sigur formaðurin í sosialu nevndini í býráð- num, Leivur Johannesen. Fyri stuttum varð ellis- heimið vidkad til 10 pláss aftrat, so samlaða talið er 27. Leivur Johannesen heldur fyri, at ístaðin fyri at útbygt núverandi heim- ið, hevði tað kanska verið líka so rætt at bygt eitt nýtt ellisheim við umleið 20 plássum. Ellisheimið, áðrenn tað varð útbygt. — Vit áttu kanska heldur at bygt eitt annað ell- isheim, enn at útbygt hetta, sigur býráðslimur Annars er Tórshavnar kommuna í letuni í ferð við at inniloka Rættará millum Svabosgetu og Fróðskaparsetrið. Tá lok- anin er liðug, er ætlanin at planera ekið yvir ánni og rundanum og gera tað til grasvøll og hava til tey gomlu á ellisheiminum. ráðslimur Væl er komið áleiðis at inniloka henda partin av Rættará trý á getuni Hvat halda tygum um nýggju reglugerðina fyri at fáa grundstykki i Tórshavnar komm- unu? Uni Persson, virkisleidari: — Hana dåmar mær væl, ti her verður eing- in mismunur gjørdur. Øl] hava sama rætt. Sigmund Poulsen, blaðstjóri: — Mær dámar hana einki serligt. Um ein familja, sum býr illa, sekir um grundstykki og ein ungur drongur uttan konu og bern eis- ini sekir, so haldi eg ikki, at hesi skula set- ast lið um lið á einum bíðilista. Áðrenn eitt grundstykki verður selt, skal kannast, hver hevur mestan tervin fyri ti. Henda nýggja reglugerðin er ein skeivur vegur at ganga. Theodor Dahl, stýrimaður: — Hatta er ein góð reglugerð, sum langt síðani skuldi verið komin í gildi, ti nú kunna ell, sum sekja, fáa grundstykki. Um tað skal vera soleiðis, at ein drongur skal gera gentu sína við barn fyri at fáa grund stykki, so eru vit fari ov langt út við samf agnum.