Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Føroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Á = Vallógin SÍÐANI VALIÐ hava Dimmalætting og sambandsmenn skuldsett lands- stýrissamgonguna fyri at hava evnað nýggju vallógina so snildis- liga, at sambandsflokkurin, hóast góðar 900 atkvødur meira enn javn- aðarflokkurin, bert fekk sama tal av tinglimum sum javnaðarflokkurin. SANNLEIKIN ER NÚ tann, at varð upprunaliga uppskotið frá lands- stýrinum samtykt óbroytt, so vildi nýggja løgtingid sæð soleiðis út, at sambandsflokkurin hevði havt átta tinglimir, javnaðarflokkurin sjey, tjóðveldisflokkurin seks, fólka- flokkurin fimm, sjálvstýrisflokkurin og framburðsflokkurin hvor sínar tveir limir. MEN UNDIR viðgerðini í lógar- nevndini kom broytingaruppskot frá Essa Arge úr fólkaflokkinum og Agnar Nielsen úr sambandsflokkin- um. Sambært broytingaruppskotið varð talið av umdømisvaldum ting- limum hækkað úr 25 upp í 27, með- an talið av eykavaldum var óbroytt. Landsstýrisuppskotið varð samtykt við hesi broyting. OG HÓAST LØGMAÐUR og fleiri aðrir, bæði í lógarnevndini og undir 2. viðgerð í tinginum, vístu á, at um broytingaruppskotið varð samtykt, so komu tríggir eykavaldir tinglimir at resta í, vildu sambandsmenn ikki lurta eftir, men atkvøddu fyri broyt- ingaruppskotinum, sum teirra mað- ur í lógarnevndini varð við til at seta fram. OG ÚRSLITIÐ ER sum kunnugt, at tríggir eykavaldir tinglimir resta í, men hetta kunnu Dimmalætting og sambandsmenn ikki geva sam- gonguflokkunum og landsstýrinum skuldina fyri. Skuldin liggur fyrst og mest av gllum hjá sambandsmonn- um sjálvum. Nakað annað er, at sambandsmenn við nýggju lógini høvdu væntad sær 10 umdømis- valdar, men so varð ikki. UM HETTA HENDI vildi tað gingið út yvir hinar flokkarnar, ið tá høvdu fingið alt ov lítla umboðan lutfals- liga. Men her duttu sambandsmenn sjålvir i ta grøvina, sum teir høvdu grivið fyri ødrum. Og »som man reder ligger man«. Væl gagnist. Vilja teir siggja, hoyra og hugsa Ein rættuliga kend mynd er hon av teim trimum apunum, sum halda åvikavist fyri oyru, eygu og munn, og mynda tær, at ein skal ikki lurta eftir ti ringa, talað verður, ikki síggja tær óndu hending- arnar og ikki tala illa um onnur. Tað tykist sum fjórð- ingur av Feroya veljarum ikki hava havt sær hetta í huga yvirfyri teirri grovu agitatión og útspilling, sambandið í fýra ár hevur rikið, ella yvirfyri teim óndu gerðum »den lille redaktør« hevur sæð, hugsað og konstruerað hjá javnaðarflokkinum, ella yvirfyri teim fúlu av- kristnaðar- loysingar- og kommunistaætlanum, javnaðarflokkurin = sam- bært hesum illnatna red- akterinum hevði í kvittan. Hesin serfreðingur í »Spækhugger taktik< yv- irfyri javnaðarflokkinum, sum hann nú er farin at kína eftir bakinum, so- leiðis at hetta bak kann groðast til nýggj bóg- hvítusambandsbit, hevur hinvegin dult yvirfyri veljarum sínum, at tað eru mangir veruleikar í poli- iska heiminum, sum hann og sambandið hava latið eygu, oyru og tankar aftur fyri, meðan teir gloymdu at halda fyri munnin tá kellingakvernin mól so hart. Hesar veruleikar má tað nú vera javnaðarflokksins uppgáva at gera teir var- ugar við, noyða teir at taka stæðu til á slíkan hátt, at eisini tey 26 pro- sentini fata, at hetta eru mál av lívstýdningi, og syrgja fyri, at metast kann um, um teir eiga nýtuligar loysnir at bjóða á hesum málum. Sunnukveldið 5. no- vember helt Pauli Ellefsen í útvarpinum, at gott hevði verið um javnaðar- flokkurin kundi verið hild- in uttan fyri landsins stýri til ævigar tíðir. Men hóast »fordummilsisherferdin« gav åvist urslit eydnadist hon ikki betri enn so, at redaktørurin nú, sum høgguslokkur, sprænir blekk ur sær til tess at dylja hvar »spækhugge- ren« sveimar, og hetta blekk skal samstundis fjala, at tad er javnadar- flokkin teir mugu leita til, skal likinda politikkur få- ast til vega av teimum. Hann talar um ta å- byrgd, javnadarflokkurin hevur til at bjarga sam- bandsflokkinum úr teirri svåru fødsilspinu, teir eru í nu feðast skal veruleika- kendur politikkur. Javn- aðarflokkurin kennur á- byrgd sina, hon er løgd á hann av gott 5000 veljar- um til at reka ein politikk, sum tænir landi og fólki og javnaðarhugsjónini best, meðan tey fáu hundrað sum lupu um garðin fyri at draga flokk- in í sambandstænastu ongan rætt hava at ráð- geva floksins umboðum. Ein ábyrgd floksins er hon at reka ein realistisk- an politikk í samvinnu við danir. Ikki ein uppgávu- politikk og ikki ein loys- ingarpolitikk, men poli- tikkin sum byggir å teir dagsaktuellu møguleikar tjóðirnar báðar liva undir. Tað eru broytingunum í hesum meguleikum sam- bandsmenn alla tíðina hava latið eygu, oyru og tankar aftur fyri, og tí vakna teir nú við kaldan dreym, og skulu taka stødu til donsk krev á mongum økjum. Í dag ber ikki til at skjóta frá sær veruleikar um donsk krev og donsk ynskir. 1. Danir leggja fyri 1. januar 1980 statsligu umsitingina av andsveika- forsorgini niður, eins og teir í 1977 avtóku >Direk- toratet for Statshospi- talerne<, teir hava tí boðað frá, at í 1979 mugu foroyingar taka hesa um- siting á seg. Javnaðar- flokkurin hevur langt síð- ani sæð, at hetta er beint at gera, tí a) Hetta ynskja tey avvarðandi, b) Hetta tænir áhugamálum teirra, forsorgin er skipað fyri, best, c) Hetta gevur betri meguleika at laga um- stødurnar hjá hverjum individuellum brekaðum, eftir júst tervi hans við røkt og viðgerð í Føroyum heldur enn á Ebberød- og Rødbygård. Sambandið hevur sagt, at slík uppskot frá dansk- ari síðu um umsitingarlig- ar broytingar skulu vit ikki samtykkja. Vit krevja nú svar frá sambandinum. Hvussu noyða vit danir at halda fram við at umsita viður- skiftini hjá teim evna- veiku og hvussu tryggja vit nóg gott samstarv ímillum heimini og ta um- siting vit meguliga kunnu tvinga danir at varð- veita? 2. Í sekstiárunum byrj- aði formaðurin í »Stats- ministeriets rådgivende udvalg vedrørende Fær- øerne« Anders Ølgård at tala um blokkstunding til Føroya. Seinni er tad bent, at rikiskassin letur amtskommunum og kommunum i Danmark blokkstunding til ávís endamál, bæði slík, ministeriini fyrr høvdu um hendi og slík kommun- urnar hevdu ábyrgd av. Fyri fýra árum síðani kravdi stjórnin, at donsk/ føroysk nevnd var sett at endurskoða allar studn- ingsskipanir til Feroya. Atli Dam legmaður góð- tók landsstýrisins vegna at slík nevnd var sett, serliga tá hon ikki hevði til endamáls at minka um samlaða rikisstudningin til Feroya, men heldur at umskipa hann, so hann betri samsvaraði skipan- unum í Danmark. Men Atli Dam kravdi sam- stundis, at hesin spurn- ingur ikki var avgjerdur í einum landsstýrisskeiði, men at tvey fylgjandi landsstyri og legting fingu vid hann at gera, tad kundi jú henda at sam- bandsflokkurin aftur fekk medábyrgd í føroyskum politikki, hóast hetta tóktist og tykist ótrúligt. Í komandi landsstýris- skeiði skal tí støda takast til arbeiðið, sum nevndin, ið Skak-Nielsen frá ráð- gevandi nevndini er for- maður í, kemur at leggja úr hondum. Skulu vit góðtaka blokkstunding ella skulu vit krevja pro- sentstudningin varðveitt- an? Eru tað eki har studn- ingur kann falla burtur og eru tað eki har nýggir studningar mugu fáast at galda? Javnaðarflokkurin hev- ur fyri langari tíð síðan boðað frá, at fyri honum er avgerandi, at heima- stýrisskipanin verður út- bygd so liðiliga sum gjør- ligt, og at hann er til reiðar at góðtaka blokk- studning å åvisum økjum, serliga innan iløgusektor- in, medan hann vil strid- ast fyri at varðveita % endurgjaldið á fleiri rakstrarøkjum, eitt nú so- sialmála-, skúlamála- og heilsumálagkinum. Vil sambandið veru- leikafjart krevja, at alt verður við tað gamla, ella vil tað aktivt umhugsa hvat tænir bæði donskum og føroyskum åhugamål- um best? 3) I 1972 var fyrstu ferå talad um, at tad ikki var hent, at tjóðbankin og figgjarmálaráðið valdu meirlutan av stjórn Real- kreditstovnsins, tí hesir stovnar sótu so langt frá foroyskum viðurskiftum. Lógin er nú broytt og for- oyingar skulu í komandi landsstýrisskeiði velja alla nevndina. Vilja sam- bandsmenn fremja hesa »yvirtøku«, ella vilja teir framvegis at tjóðbankin við- merkingar og fíggjarmálaráðið skulu taka steðu til hverjir fer- oyingar skulu fáa lán til skipabygging? 4) Sambandið hevði eitt uppskot um umskipan av „Statens Skibstilsyn«. Hetta kundi valla førast ut i livid uttan yvirtøku, og sambandsins formaður P. Ellefsen segði eisini: >so kunnu vit bert yvir- taka skipasýnið<. Krevur sambandsflokk- urin yvirtøku her, ella var hetta bert eitt paraduupp- skot? 5) Tá dagpeningaskip- anin varð samtykt, kravdi ríkisstjórnin, at sjålvstød- ug vinnurekandi og heimavirkandi húsmeður skuldu rinda sjálvbodna trygging uppá útvið 1 mill. kr. samanlagt. Skal broyting gerast her, má yvirtøka fremjast av hesi millión. Sam- bandið rak uppundir valið propagandu ímóti hesi trygging. Merkir tað, at her skal ein yvirteka fremjast, so ríkisins part- ur dettur burtur? 6) Sambandsmenn segdu, at teir ynsktu sam- anlegging av skulaumsit- ingini, men undir danskari leidslu. Vit krevja svar uppå hvussu tad i kom- andi landsstyrisskeidi skal lata seg gera i praksis at leggja studentaskulan, HF-skeiðini, sjómans- skúlarnar, húsarhalds- skúlan, kokkaskúlan og háskúlan = undir hesa leiðslu? Skal gagn fáast av sam- skipan av skúlaumsit- ingini soleiðis sum sam- bandsflokkurin vil, mugu hesir skúlar inn í mynd- ina. Men vilja danir hava teir? 7. Vit hava sæð, at danir umskipa viðurskiftini í- millum amtskommunur og statskassan, har stat- urin flytur umsitingina út og leggur uppgávur á amtskommunurnar. Sam- bandið hevur harðliga aft- urvíst, at vit hava skyldu til at luttaka í hesi útflyt- ing, tí vit eru einki amt. Tå sambandsmenn trúgva, at danir vilja varðveita åvis umsiting- arøki undir statinum bert fyri okkara skuld, kunnu teir so siga okkum hverja grundgeving, vit skulu halda okkum til og hvat fyri trýst vit skulu leggja á danir fyri at hetta skal henda? Í stuttum sagt, vil javnaðarflokkurin, áðrenn hann fer at taka stødu til, hvussu hann best handfer ábyrgd sína yvirfyri teim verandi 22,5% av veljar- unum, sum eru javnaðar- veljarar, heldur enn sam- Framhald á síðu 5 RA