Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

PÉTAIN SALL Nr. 88 — 22. november 1978 Nyggja ferðsluiógin krevur: Ung sum gomul skulu nú øll nýta fallhjálm Eingin sleppur undan, tí frá 1. januar 1979 krevur lógin, at tey, ið koyra á motorsúkklu og prutli nýta fallhjálm — antin teimum dámar tað ella ikki Skyldan at nýta hjálm er tó ikki galdandi á parker- ingsplássum, servisusteð- um, verkstadarøkjum og líknandi stoðum. Nýggja lógin krevur eisini, at koyrarin hevur ábyrgdina av, at fólk mill- um 12—16 ár, sum sita »aftanfyri«, brúka hjálm. Tað eru nú nógv ár síð- ani, at lógin um fallhjálm kom í gildi í grannalond- um okkara, Danmark og Sveríki. Lógin kom fyri at fyribyrgja sterri skaða í ferðsluni. Serstakliga eru koyrarar á motorsúkklum og pruclum illa skaddir í hevdið undir ferðslu- sosialurin óhappum. Talið á tílíkum skaðum er nógv minkað, síðani tað bleiv eitt krav at nýta hjálmin. Í donsku lógini er við- merkt, at tað ikki er loyvt at seta merkir á hjálmin, tí hetta minkar um trygd- ina. Henda regla er tó ikki tikin við í føroysku lógini Mælir Havnini til at biða vid utmeldingini Havnin hevur sagt limaskapin i Kommunufel- agnum upp til 1. februar 1979, ti kommunan er onøgd vid atkvøduskipanina! Starvsnevndin i Føroya Kommunufelag mælir nå Havnar kommunu til at bíða við útmeldingini i nakrar mánaðar. Starvsnevndin tók hesa avgerð á fundi í Havn mánadagin, tá útmelding- in og spurningar í sam- band við hana vóru til viðgerðar. Havnar kommuna hev- ur sagt limaskapin í Kom- munufelagnum upp, tí kommunan heldur, at hon er ov illa umboðað í at- kvødum í mun til fólkatal- ið. Tað er serliga í figgjar- málum, at Havnin ynskir eina betri umboðan. Eina atkvødu hvor Formaðurin í Kommunu- felagnum, Vilhelm Johan- nesen, upplýsir, at eftir núgaldandi skipan hevur hver kommunan eina Tórshavnar byråd vil ikki vera limur í Kommunufel- agnum longur atkveðu, men at nevndin mælir til eina broyting. Starvsnevndin hevur nú givið Havnar kommunu eina tilsegn um, at til komandi umboðsráðsfund vil nevndin koma við ein- um tilmæli um at broyta atkveðugreiðsluna, soleið- is at atkvett verður í mun til fólkatalið í viðkomandi kommunu. Limaskapurin hjá Havnar kommunu er upp- sagdur til 1. februar, men tá tað ikki ber til at halda umboðsráðsfund fyrrenn í februar, fer kommunufel- agið at biða Havnar kom- munu bíða við útmelding- ini til 1. juli, um komm- unan ikki innan ta tið hevur umrátt seg. Formansval Annars fer formansval í Kommunufelagnum fram í februar eftir eini nýggjari lóg. Eftir hesi lógini skal formaðurin veljast bein- leiðis av kommunustýris- limunum. Allir kommunustyris- limir hava valrætt og val- bari. Fyri at vera upp- stillaður skulu í minsta lagi vera 10 stillarar úr minst trimum ymiskum kommunum. Eftir nugaldandi lóg skal formaður veljast hvert ár, meðan hann eftir ti nýggju lógini skal sita í tvey ár. Formaðurin í felagnum sigur, at starvsnevndin hevur samtykt, at valevn- islistarnir skulu sendast inn innan 10. januar. Sjålvt valið er skrivligt pr. bræv og fer fram frå 1. til 15. februar. Brøvini skulu sendast til grann- skoðara felagsins, Jógvan Sundstein, sum eisini skipar fyri uppteljingini. — Síða 3 trý á getuni Er tað rætt, at fall- hjálmur skal nýtast, tá koyrt verður á motor- súkklu og prutli? Svenning av Lofti, prentari: — Hetta veit eg ikki so nógv um sjálvur, men eftir hvat eg havi lisið, so vil eg meina ja. Vit hoyra ofta um, hvussu illa fólk eru komin til skaða. Teir serkenu siga, at hetta ikki skuldi verið so, um tey nýttu fallhjálm. Hanna Lisberg, lærari: — Tað er avgjert rætt. Tað skuldi verið líka so natúrligt sum at lata seg í, tá ið tað er kalt. Eg havi sæð mangar ólukkur niðri, sum lættliga kundu kravt mannaliv, um fall- hjálmur ikki varð nytt- Arne Thomsen: Bæði ja og nei. Til motorsúkklur skuldi tað verið nýtt, ti tær eru so tungar og koyra skjótt, so í hesum feri kann stórur skaði henda, meðan eitt prutl bert skal koyra 30 km/t, og um nakar Í skaði hendir við einari x kari for g or han 188.0681 í 413