Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 88 — 22. november 1978 Kjartan Mohr, ellisfor- maður setur tingið nýggja — Løgtingid saman 28. november Nýggja legtingið kem- ur saman aftur 28. no- vember kl. 15. Tað verður ellisformadurin Kjartan Mohr, sum setur tingið. Síðani skal tingið góðtaka valbrevini, og steða verður tikin til megu- ligar valklagur. Nýggja legtingið velur eisini nýggjan for- mansskap í fíggjar- nevndini og marknað- arnevndini. Grenlendingar til Bruxelles Í dag fer ein umboðs- mannanevnd fyri gren- lendska landsráðið til Bruxelles at samráðast um fiskivinnumál. Í gjár var fundur í Keyp- mannahavn, har um- boð fyri landsstýrið, Einar Kallsberg, lut- tók. Á fundinum vóru annars umboð fyri utt- anríkismálaráðið, fiskimálaráðið, Gren- landsmálaráðið og for- sætismálaráðið og grønlendska lands- ráðið. Broytt kunngerð um koppseting av ferðafólki Innanríkisráðið hevur lýst eina nýggja kunn- gerð »for Færøerne om koppevaccination af visse rejsende<. Í kunngerðini stendur, at fólk, sum koma til Feroya, skulu, um tey 14 dagar frammanund- an hava verið á økjum, har pokur eru, vísa góðkenda váttan um, at tey eru koppsett. Hava tey ikki slíka váttan, verður teimum boðin koppseting. Nokta tey at lata seg koppseta a tey sett undir ti 14 samdegur, roknað frá gnun vr fon hade pokur eru Hetta hevur erið galdandi í Feroyum síðani 1957, men nú eru reglurnar broyttar eitt sindur. Í gomlu kunn- gerðini stóð, at hon var galdandi fyri ell, sum seinastu 14 dagarnar hevdu verið í londum uttanfyri Europa, U.S.A. og Kanada. Men eftir 1. november í ár er hon einans fyri tey, sum koma frá pokursmittaðum økj- um. Tá illgruni er um pokursmittu heitir kar- antenunevndin á toll- ararnar um at skerpa eftirlitið við ferðafólki. Í karantenunevndini sita fútin, landslæknin og yvirtollarin. Ut av við Air Sunnukveldið fór ein bilur út av vegnum norðuri við Áir. Tað var hálkan, sum var orsekin til óhappið, har eitt fólk fór á sjúkra- húsið. Viðkomandi fekk kortini ikki stór- vegis skaða. Um viku- skiftið vóru annars eini 5 minni ferðsluóhapp í Havn. Næsti fundur 13. desember Landsstýrisnevndin, sum var í Bruxelles fríggjadagin, kom aft- ur leygardagin. Fund- urin var bert fyrireik- andi til næsta fundin, sum verður tann 13. desember. Atli Dam, legmaður, upplýsir at partarnir ikki gjørdu nakra semju á hesum fundi. Ynskini vórðu løgd fram og partarnir greiddu frá ymiskum tekniskum spurning- um. Tosað varð um, hvussu fiskiskapurin hevur verið rikin í ár og hverjar treytir og av- markingar partarnir hava at seta hverjum eðrum næsta ár. Tann mest torføri spurningurin í samráð- ingunum eru rækjur- nar undir Grenlandi. Tað er nú komið fram, at samlaða heildar- veiðan av rækjum und- ir Grenlandi má mink- ast við 20 til 30 pro- sentum. Aftrat hesum kemur, at grenlending- ar sjálvir ynskja at veiða størri nøgd av rækjum. Legmaður upplýsir, at EEC-lond eru hugað fyri at veiða svart- kjaft undir Feroyum, men um hetta ger tað møguligt at faa ein nektandi sáttmála við EEC er torfert at siga nakað um í leguni. SMS Íog- og Snørisvirkid fer at útflyta taifun — nýggj maskina kemur í desember Ætlanin er at fara undir sterri framleiðslu av tai- fun til útflutnings næsta ár. Tog- og Snørisvirkid i Klaksvik hevur bilagt eina maskinu aftrat til hesa framleiðslu og kemur hon væntandi í næsta mánaði. Tað var í fjør at virkið keypti eina maskinu úr Italiu til at framleiða taif- un vid. Taifun er veirur TY Sámal Thersteinsson við einum togenda. Virkið fram- leiðir tog upp til 40 mm tjúkd Tog- og Snerisvirkið í Klaksvík. flættadur við åvisum tráði og verður nýtt til serstak- liga trolreiðskap. Higartil hevur verið framleitt eitt sloð av taifun til heima- marknaðin í ár 30 tons. Fyri at kunna fara undir størri framleiðslu hevur virkið bilagt eina maskinu aftrat. Stjórin á Tog- og Snerisvirkinum, Sámal Thorsteinsson sigur, at á- hugin tykist vera stórur fyri at keypa taifun. Teir hava m.a. fingið fyri- spurning frá einum donsk- um felag, sum sigur seg kunna keypa 250 tons av taifun um árið. Eisini ís- lendingar eru áhugaðir at keypa taifun. — Tað er greitt, at skulu vit átaka okkum at fara undir at útflyta taif- un, mugu vit vera ferir fyri at klára eftirspurning- in, sigur Sámal Thor- steinsson. Hann vísir á, at tað er sera umráðandi at hava nóg mikið á goymslu, skulu teir selja taifun i sterri nøgdum. Tog- og Snerisvirkið hevur annars i år framleitt umleid 200 tons av snøri. Talan er mest um linu- sneri úr 2 mm upp i 8 mm tjukd. Såmal heldur annars fyri, at tað er ov lítið samarbeiði millum føroy- ingar á m.a. hesum eki. — Við at arbeitt meira saman, kundu feroyingar klárað seg nógv betur. Standa vit og spjaddir og hver í sínum lagi fram- leiða somu veruna, verður tað lættari hjá útlend- ingum at kappast við okk- um. Makrelkvotan má fiskast skulu vit varðveita hana Enn eru 15.000 tons eftir av kvotuni uppá 53.000 t. Fiskisáttmálin millum Feroyar og EEC loyvir okkum at veiða tilsamans 53.000 tons av makreli í Norðsjónum í ár. Higartil eru veidd millum 35.000 og 40.000 tons. Vit hava sostatt góð 15.000 tons eftir at veiða í ein góðan mánaða. Tað er greitt, at skulu foroyingar varðveita somu kvotu ella møguliga økja hana næsta ár, so mugu vit helst eisini fiska kvot- una upp. Vánaligt veður hevur í longri tíð tarnað makrelveiðuni Tað var í august mán- aði, at kvotan varð býtt við ávísari nøgd til hvert skipið. Herfyri hevði fel- agið Nótaskip fund við landsstýrið, har -semja varð um at lata millum 8.000 og 10.000 tons av makreli til frítt fiskari. Ætlanin er at nýggjur fundur skal vera í seinasta lagi 1. desember. Tá skal avgerð takast, um restin av kvotuni skal latast øll- um skipum. Tað vóru bert tvey skip, sum hevdu fiskað sína kvotu upp. Tey vóru Christian í Grótinum og Norðborg. Haraftrat kann nevnast, at trý nótaskip eitt stutt skifti royndu eftir lodnu við Jan Maien. Tað hevur heldur ikki viðrað væl hjá nótabátun- um í Norðsjónum í sein- astuni. Í vikuni hava kortini fleiri bátar avreitt makrel. Á | BE ——— —— AA TLOOTNSNRNI EEN