Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lesarabrøv Nr. 88 — 22. november 1978 Tey 3,4% vóru sambandsdarlid Nú, ið samráðingar skulu fara fram flokkanna millum, vil eg minna leiðslu javnaðarfloksins á, at tey 3,4%, ið flokkurin misti 7. november, vísir seg at vera tað sambands- appendix, ið flokkurin al- tíð hevur havt at drigist við, meðan restin av velj- arunum hevur góðtikið tað samarbeiði, flokkurin hevur havt við tjóðveldis- og fólkaflokkin seinastu Nógvir verða vit, javn- aðarveljarar, ið til næsta val fara at umhugsa at skifta flokk, t.v.s. yvir til tjóðveldisflokkin, um javnaðarflokkurin aftur fer í samgongu við aftur- haldsflokkin sambandið, nú flokkurin at enda hevur funnið tann flokk, hann hoyrir saman við, nevni- Fyri skommum í heilum??? Nú hevur aftur ein, ið rópar seg >Grenlands- vinur« stuttan greinar- stubba í Sosialinum nr. 85 frá 11. november í ár, við omanfyristand- andi yvirskrift. Hver hesin er, ella um hann yvirhevur er grenlandsvinur, veit jú eingin, men hann tyk- ist ikki tola, at onnur eisini eru grenlands- vinir. Helst er hetta bert ein, ið vil hava hetta sosialistiska mesnið fram, og her helt hann at hevi var til tess. Alt hetta, um at grópa upp grenlendsk- an sjógv við superskip- um, skal eg lata fara, tað má onkur annar svara fyri og uppá. Hesin huldumanna- grenlandsvinur tekur soleiðis til: »Ikki undarligt, at tjóðskaparsinnaðir grønlendingar í hópa- tali mótmæltu, meðan »almennir« føroyingar luttóku i átigildi fyri pengar hjá fátækum grønlendskum fangar- um«. Ikki merktu vit før- oysku luttakarar til nakra stóra mótmælis- kravgongu við luttak- arum í hópatali. Rætt er, at har vóru nekur fólk, ið við skeltum mótmæltu, men var hetta sera friðarligt og so sanniliga ikki rætt- að móti føroyingum. Øll, vit komu i sam- við har uppi, orgiir, men sera góðar veitslur og gott vinar- lag. Í 1977 komu gren- lendingar at vitja okk- um. Fyrst komu um- boð fyri grønlendska kommunufelagið at vitja føroyska komm- unufelagið og Tórs- havnar býráð, og síðan kom figgjarnevndin i Nuuk kommunu saman við kommunalstjóra og býarverkfreðingi at vitja Tórshavnar bý- ráð. Hetta var alt í samband við, at Gren- land skuldi hava heimastýri. I Føroyum høvdu tær føroysku kommunurnar uppliv- að heimastýrið i út við 30 ár, og ti hildu kom- munurnar i Grønlandi, at vert var at kannað viðurskiftini í Feroy- um. Vit royndu alt, vit kundu, at greiða frá viðurskiftunum her, og vit royndu at hjálpa grenlendsku starvs- breðrum okkara við hesum spurningum. Vit royndu at vera blíðir við teir, og vinar- bond vórðu knýtt. Tá Nuuk kommuna í ár hevði 250-ára jubileum vórðu vit í Tórshavn bodnir við, og tóku vit av innbjóðingini og fóru at vitja. Eg dugi ikki at síggja nakra vinargerð í at hava sagt nei, men tað held- ur »grønlandsvinur« kanska. Vit hava fingið vinir í Grenlandi, og grenlendingar hava fingið vinir her í Feroy- um. Eitt vinarlag mill- um grønlendskar og feroyskar kommunur kann ikki vera annað gott fyri bæði londini Petur Christiansen liga tjóðveldisflokkin. Sambandssigurin i Vågoynni kann eins væl verða javnaðarsigurin til næsta val; ti her eru at- kveðurnar als ikki polit- iskar, men persónligar og lokalpatriotiskar. Vit hava, sum flest øll hava lagt til merkis, umleið 200 »vandrandi« atkvødur, og vil tað siga tað sama sum, at vit tey komandi árini koma at hava skiftandi legtingsmenn. Ein hóast alt vælnegdur javnaðarveljari Vit gera gl okkara varugar vid, at treytin fyri 'at fåa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjornin veit, hvør hev- ur skrivad brøvini. P.S. Annars vil eg taka undir við ti nyvaldu tjóð- veldiskvinnuni í Suður- streymoy, tá hon sigur, at tað krevst at verða útint eitt upplýsingararbeiði, soleiðis at fólk ikki lata seg tela av óndsinnaðum og ógrundaðum skuldset- ingum, sum eru ferdar fram. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í Våg- um við hetta val. *k*Kx Hvad udad tabes, skal indad vindes! Fyri fýra árum síðani byrjaði tað óhugnaliga í foroyskum politikki, at menn fóru at nýta krist- indómin til peolitiskan vinning. Tað var nevniliga bygdarmaður mín, Jer- mund Vágadal, ið legði til brots hesum viðvíkjandi væl stuðlaður av Jóhann- esi M. Olsen og var javn- aðarflokkurin av hesum báðum skýrdur fyri at vera antikristiligur. Í fyrstu syftu — løg- tingsvalið 1974 — fekk sambandsflokkurin íkki tann vinning, hesir høvdu lagt upp til. Sambands- flokkurin hevði aftur- gongd, valdi at sita í andstæðu, og nú bar rætti- liga til at stinga javnaðar- flokkin í ryggin við ósann- indum oman á ósannind- um. Uttan íhald nú í fýra ár hevur fullkomiliga fyri- litarleyst verið herjað á javnaðarflokkin. Her hava tey skitnastu vápn ong- antið verið ov skitin, her hava tær svartastu lygnir ongantíð verið ov svartar. Men nakrar fáar vikur undan valinum hoyrdist ikki meir frá J. V. Her vesturi frættu vit, at hes- in hevði fingið munnkurv. Sofus Sivertsen skrivaði í Dimmalætting, at hann samtykti ikki skriving J. Vs. Álvaratos, tit sam- bandsmenn, vóru tit ikki nakað seinir, áttu tit ikki at havt gjert vart við hetta frá byrjanini? Veruleikafjarir pá- standir, ið hava verið framhildnir í fýra ár, muga fáa avleiðingar, hesaferð eina óhugnaliga framgongd fyri sam- bandsflokkin. Javnaðarflokkurin hev- ur, sum vituligt er, ikki nógvar atkveður í bygd okkara. Vit javnaðarvelj- arar her í bygdini vóru tí fegnir fyri fýra árum síð- ani, tá ið tann lítla fram- gongdin i atkvødum (ein- ans 8) munaði so væl, at vit fingu tingmannin fyri javnaðarflokkin inn aftur. Uppaftur fegnari gjørd- ust vit hesaferð, tá ið tann lítla atkveðuframgongdin (12 atkveður) gjørdist so stór, at vit aftur hesaferð fingu javnaðartingmannin innaftur, og harvið fingu forðað fyri, at sambands- flokkurin fekk báðar menninar. Eg nevndi fyrst í grein- ini, hvør upprunin til ta kristiligu øsingina var, og at hann var hiðani úr bygdini. Ti frøast vit tvi- falt yvir, at tað júst vóru javnaðarveljarar í Sanda- vági, ið hevdu eitt gott val. S.D.O. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur felagsfund hósdagin 23/11 kl. 20.00 á Hotel Føroyum. Evni: Eftir valid. NEVNDIN Hvør er politikkur sambandsfloksins? Vanligur politiskur siður í Føroyum hevur verið, at tá val eru lokin, plagdi eitt slag av våpnahvild at vera sett í verk í millum polit- isku flokkarnar, meðan samgongumøguleikar vórðu kannaðir. Eisini henda góða sið hava nýggja leiðsla sambands- floksins og Dimmalætting brotið. Í viðmerkingum sínum aftaná valið segði Atli Dam, legmaður, at javn- aðarflokkurin ikki var í somu stæðu sum aftaná valið 1974, tá hann var stersti flokkur, og tí kendi tað sum natúrligu skyldu sína at standa á odda fyri samráðingunum millum flokkarnar. Nú hevdu veljarnir flutt hesa skyldu yvir á sambandsflokkin. Longu nú, 8 dagar aft- aná valið, ber til at meta um, hvussu sambands- flokkurin kláraði at rekja politisku skyldu sína at standa á odda fyri at fáa at renna saman millum flokkar. Við Paula Ellefsen og Dimmalættingarblað- stjóranum á odda fóru teir til verka. Fyrsta stigið tók sambandsleiðarin = beint aftaná valið. Sambært valevni sambandsfloksins og umboðsmonnum teirra vida um landið, ringdi Pauli Ellefsen til flestu teirra, og legði teimum orð í munnin, um hví sam- bandsflokkurin framvegis skuldi halda seg uttanfyri allar politiskar samgong- ur. Honum á baki kemur so Dimmalætting við ein- ari útspillandi grein fyri og aðrari eftir. Skilagóðu og politisk beinraknu orð legmans verða vend, mistolkað og bronglað, alt fyri at tað skal bera til hjá sam- bandsleiðsluni at halda á- fram við somu demagog- isku esing, sum undan- farnu 4 árini. Hverki legmaður ella leiðsla javnadarfloksins hava tikið nakra stødu til hverja samgongu javnað- arflokkurin ætlar sær í, ella um hann yvirhevur ætlar sær í nakra. Av- gerandi fyri samgongu- ætlanir javnadarfloksins er sjálvsagt hvar flokkur- in fær mest av politikki sínum framdum, hvar hann best fær virkað fyri tryggari og rættvisari korum, hvar størsti møguleikin er fyri fram- haldi av ti uppbygging- arpolitikki, sum flokkurin i mong år hevur staðið á odda fyri. Fyrr saman við sambandsflokkinum og seinastu 4 árini saman við fólka- og tjóðveldisflokk- inum. Ikki var tá óvæntandi at fjáltur kom á sam- bandsleiðsluna, tá hon skuldi til at lata seg í politisku arbeiðsklæðini. Men at hon ikki tordi at koma undan tí garði, hon hevur laðað burtur úr demagogi, útspilling og 6- sannindum, var verri enn nakar hevði væntað. Ikki tí, vit skilja neyðsteðu sambandsfloksins. = Tað eydnaðist at fáa savnað saman nakrar ónegdar, nakrar ræddar og hóp av villleiddum veljarum. Í fyrstu atløgu sá hetta út sum ein valsigur fyri sam- bandsflokkin. Men nú vit hava sæð mannagongdina aftaná valið, er tað púra greitt, at tað ikki bert eydnaðist at ræða nakrar veljarar yvir í sambands- leypin, men tað eydnaðist sambandsleiðarunum og Dimmalættingarblað- stjóranum at gera ræðslu- kampanjuna so sterka, at teir at enda fóru at ræðast seg sjálvar. Javnaðarflokkurin hev- ur givið teimum greið beskeð. Tann politikkur hann hevur at bjóða fram er kendur. Hann hevur staðið sína roynd. Men hvenn politikk sambands- flokkurin hevur at bjóða fram aftaná valið er okk- um enn ókent. Ella er tað veruliga so galið, at tann politikkur, sum Dimma- lætting í hesum degum myndar, er Þpolitikkur sambandsfloksins. Hava teir onki annað at bjóða fram enn áhaldandi vill- leiðing, demagogi og ó- megd. Vit hava leingi havt varhugan av, fjáltur fór at koma á sambands- flokkin, um hann kom í eina stóðu, sum meguliga fór at noyða hann at taka við ábyrgd. Men at teir blivu púrasta desperatir av ótta fyri politisku á- byrgdini, vardi okkum ikki. a.s.