Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 22. november 1978 sosialurin Síða 7 itrottur Innandurafótbóltskapping: { umfør til fyri at finna vinnaran Enn einaferð skipaði HB fyri innandurafótbólts- kapping, hesaferð við umleið 265 dreingjum Seinasta sunnudag skip- aði HB fyri stórari innan- dura fótbóltskapping fyri dreingjum av Argj- um, Hoyvík og úr Havn- ini. Leiktar síðan 1970 Hesar innandura kapping- arnar millum dreingir úr Havnini og ekinum kring Havnina, hava verið leikt- ar síðani 1970, og er tað HB, ið skipar fyri teim- um. Maðurin, ið tók stig til hesa kapping og enn skip- ar fyri henni er Johan Nielsen, ið flest øll kenna sum venjara hjá fleiri av HB-liðunum, og sigur hann, at um nógv arbeiði stendst av hesum kapp- ingum, so vilja tær tó halda fram, tí áhugin mill- Brasilia um dreingirnar er sera stórur. Pinkulingarnir Í pinkulingadeildini komu sum vera man tvey lið í finaluna, og tey vóru Leeds og Vesturtýska- land. Úrslitið av hesum dystinum var, at Leeds vann 1—0. Toppskorarin var Allan Lindenskov , Samuelsen við 9 málum. Manningin á Leeds er henda: Sofus Dahl Chris- tiansen, Boði Dam, Jóan- nes Árting, Niklas Poul- sen og Allan Lindenskov Samuelsen Piltarnir Í piltadeildini komu liðini Sveríki og AB í finaluna, Leeds og her vann Sveríki 1—0; toppskorarin var Rói Ár- ting, Sveríki, við 9 mál- um. Manningin á Svøriki er annars henda: Sámal Hansen, Hartvig Joensen, Dia Midjord, Jan Dam og Rói Árting. Smádreingirnir Finalan í smádreingja- deildini bleiv rættiliga spennandi. Tað vóru Bor- ussia og Brasilia, sum leiktu, og tá vanliga leik- tíðin var úti stóð á jøvnum 1—1. Síðani varð umdyst- ur leiktur, men úrslitið tað sama. So var einki annað at gera, enn at fara undir brotssparkkapping, og hesa vann Brasilia 6—5, so endaliga steðan gjerd- Leivur Holm, toppskorarin hjá smádreingjunum ist 7—6 til Brasilia. Heili 7 umfer máttu til fyri at finna vinnaran. Toppskor- ari í hesi deildini gjørdist Leivur Holm frá Borussia við 11 málum. Annars er manningin á Brasilia henda: Rói Ár- ting, Regin Jakobsen, Eyðun Christiansen, Rói Árting, Sveríki Jákup Klein og Jonleif Sólsker. Tilsamans luttóku 55 lið við umleið 265 dreingjum. Tað vóru eisini nógvir áskoðarar, tó mest foreldur og bern, men tey rúgvaðu væl upp.