leygardagur 25. november 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Ikki gloymt
TAÐ TYKIST at vera ógvuliga um-
ráðandi hjá Dimmalætting at fáa
lesarar sínar at trúgva, at gomlu
samgonguflokkarnir longu hava
gjørt av, at teir skulu halda fram í
Tinganesi tey komandi fýra árini.
HÓSDAGIN skrivar Dimmalætting,
at eitt blað í Suðurafrika hevur borið
hesi tíðindi og sambært Dimma-
lætting eru somu tíðindi gjøgnum
norska útvarpið eisini borin heilt
eystur til russiska býin Murmansk.
JAVNAÐARFLOKKURIN kennir
kortini onki til nakra tilika sam-
gongu. Og hjá okkum hevur tað
heldur ongan áhuga, hvat sagt og
skrivað verður í Murmansk og Suð-
urafrika, men tað sum hevur týdn-
ing í hesum sambandi, er útspælið
frá sambandsflokkinum undir teim-
um komandi samráðingunum, og
so tað, sum sagt og skrivað er av
sambandsmonnum í Dimmalætting
tey seinastu fýra árini.
Í FYRSTA umfari stendur tað upp til
sambandsflokkin at skipa nýtt
landsstýri. Henda ábyrgd varð løgd
á flokkin á valinum 7. november og
sambandsflokkurin sleppur ikki at
skulka sær undan hesi ábyrgd. Heilt
nágreiniliga skal hann sleppa at siga
frá, hvønn politikk, hann vil reka i
staðin fyri politikkin hjá landsstýr-
inum seinastu fýra árini og somu-
leiðis, hvussu hesin politikkur kann
verða framdur.
HÓAST VALIÐ nú er av, so er og
verður alt tað, sum varð sagt og
skrivað undan valinum og tey sein-
astu fýra árini, ikki gloymt. Hetta
skal kortini ikki fatast so, at vit eru
ímutir og bera agg til nakran. Men
vit halda tað vera okkara skyldu at
krevja av sambandinum, at altern-
ativur politikkur verður defineraður
út í æsir.
Í KOMANDI viku fáa vit í javnaðar-
flokkinum kunnleika til útspælið frá
sambandsflokkinum, og fáa vit at
vita, hvussu nógv, sambandsmenn
sjálvir leggja í alt tað, sum teir hava
sagt og skrivað seinastu fýra árini,
ella um teir hava gloymt tað.
sosialurin
Í grein í Dimmalætting
sigur Ellefsen, at hann
stendur við hvert orð,
hann hevur sagt og skriv-
að seinastu fýra árini og í
valstríðnum. Kortini sigur
hann seg vilja royna at
sleppa í samgongu.
Hevur ein kent maka til
frekleika. Hver einasta 6-
sannind, ell útspilling, alt
hitt veruleikafjara gorrið
var álvari, stendur við og
skal saman við framhald-
andi politiskari óreiðilig-
heit gerast grundarlagið
undir ti politikki, ein kom-
andi samgonga skal
byggja á.
Slær klikk fyri honum?
Ella heldur hann menn,
flokkar, veljarar, ja alt
Føroya fólk fyri gjøldur?
At troysta sær saman
við illkynjaða redakterin-
um í fýra ár at grópa á
botninum á tí brunni, hað-
an illvild, útspilling, rang-
vendan av veruleikanum
og óargaligir pástandir
verða drignir upp og síðan
í halgum ósekni, kasta
eftir hinum, at teir penu,
reinferu og reiðuligu sam-
bandsmenninir eru dálk-
aðir og bakvaskaðir av
eðrum, tað krevur meira
enn markleyst nasadirvi.
Í sama andadrátti at
endurtaka, at ein metir til
samráðingar við sonnum
vilja til positivt og kon-
struktivt politiskt samar-
beiði, er enn eitt prógv um
somu ótrúligu »forakt«
fyri hugsunarevnum les-
aranna, sum sambands-
floksins avdúkaði yvir fyri
veljarunum, tá hann á
summum samkomum
javnsetti javnaðarflokkin
við loysingarflokkar, og á
eðrum — hann metti
meira at sær komnum —
nevndi hann sum stuðul
undir heimastýrisskipan-
ini.
Tvítungutala
Hendan tvítungutala
gongur tó ikki í samráð-
ingum við aðrar flokkar.
Kann hann sum ganda-
kallurin ósæddur fremja
hamskifti fyri einum litl-
um parti av fjeldini, so
avdúkar hann seg júst fyri
meginpartinum av hesi
somu fjeld og serliga fyri
politisku samstarvsmonn-
unum á tingi.
Skal øll rangtalan
standa við, og skal hon,
sum hjá propagandamin-
istaranum á sinni, endur-
takast komandi fýra árini,
so fær hann ongan at
trúgva uppá, at álvari býr
í frásegn hansara um vilja
til konstruktivt politiskt
samarbeiði.
Nei, mínir harrar, nú er
skemtitímin liðugur, og
arbeiðið byrjað, tí próv-
tøkan stendur fyri.
Konstruktivt politiskt
samarbeiði krevur, at ein
politikkur er at byggja á,
og politikkur er annað enn
orðaspæl og rangvendan
av annara talu, so sum
»den lille redaktør« so
seint sum týsdagin 21/11
ger við beinleiðis at lúgva
um, hvat staðið hevur í
oddagrein Sosialsins 18/
11.
Vit hava enn ongan
sambandspolitikk sæð.
Tey 10—15 Þpolitisku
neyðareggini, flokkurin
frá 1975—78 varp, eru
einki staði at byggja á;
tey kunnu teir lata tann
partin av veljarafjøldini,
teir so ótrúliga vanvirdu,
klekja.
Politisk ábyrgd krevur
so ómetaliga nógv meira
fyri at vera eitt skapandi
alternativ. Hana fer bert
hann undir, sum á ellum
økjum hevur konstruktiv-
ar ætlanir, sum á øllum
økjum hevur nakað at laða
upp í liðini, og sum á øll-
um økjum torir at taka
bæði setar og beiskar av-
gerðir.
Betri samgonga?
Tá ein talar um at fáa eina
fyri Feroya fólk betri sam-
gongu í lag enn ta ringu,
sitið hevur, so má ein eis-
ini siga frá, hví hon er
betri. Við ongum politikki
roynist hon ikki, og ein
má eisini prógva, at tað,
sum var, royndist illa, tað
hava teir nevniliga ongan-
tíð gjørt. Bert trúttað, at
samgongan var ein ræðu-
lig vanlukka fyri Feroyar
og fyri javnaðarflokkin.
Men ongantið filosoferaðu
teir yvir, hvussu tað kort-
ini bar til, at framburðurin
var størri enn nakrantíð,
at fjøldin materielt og so-
sialt hevði tað betri enn
nakranti3, og at fram-
leiðslan var størri enn
nakrantið áður.
So tað at betri sam-
gonga fæst við sam-
bandsluttøku krevur eina
próvferslu fyri, at tey
konstruktivu og skapandi
evnini eru minst líka góð
og betri enn tey kritiser-
andi, destruktivu og nið-
urbrótandi. Tað er so
sjáldan hetta finst í sama
persóni ella sama flokki.
Men kanska eru sam-
bandsflokkurin og Pauli
Ellefsen undantakið.
Hvar er
provførslan
Próvfersluni fyri politikk-
inum sóknast vit fram-
vegis eftir, og soleiðis sum
Sosialurin áhaldandi und-
an og eftir valið hevur
tráspurt fyri at fáa av-
dúkað loynidómin, sum
eitur sambandspolitikkur,
halda vit áfram:
1. I mong ár hevur ill-
ryskið grátið rossatår
Uppá kvamsvis
um eina arbeiðsloysis-
trygging í Feroyum.
Aldri eitt orð um, á
hvenn hátt slík skuldi
skipast, hver skuldi
gjalda, ella hverji hon
skuldi fevna.
Nú er tíð uppá, at
sambandið greitt legg-
ur fram konstruktivar
hugsanir um veruleik-
arnar í hesum máli.
2. Russarasáttmálan sam-
tykti sambandið sum
rammusáttmála, men
tá innihald var fingið í
hann, nýttu teir hann
mest í kommunista-
ræðsluherferðini..
Hvat skal gerast við
hendan sáttmála?
Skal hann sigast
upp, ella krúpa tit nú
til korsið og viðganga,
at hann er frægari enn
ongin sáttmáli?
3. Skattalógarbroytingina
lastaðu tit í sand og
øsku.
Vilja tit vid javnad-
armonnum fremja
kelduskatt?
Og hvussu gera tit
hetta vid fullari ser-
skatting av hjúnum?
4. Landsbankin forðaði
tykkum at luttaka i
undanfarna landsstyri,
ti so tveitti, sum tit
søgdu, sambandsflokk-
við-
merkingar
urin allar hugsjónir fyri
borð.
Hver er lagna lands-
bankans í meguligari
sambandssamgongu?
5. Almennan partapening
hava tit fordømt.
Hvussu menna vit so
tey økini, har privat
initiativ ikki rekkur?
6. Smyril lastaðu tit so
griman, at suðuroying-
ar ógvaðust.
Hvussu finna vit so út-
vegir fyri einum Smyrli
afturat?
7. Teir
triggjar | sam-
bandsmenninar, sum
atkveddu fyri húsa-
lánsgrunninum, skýrdu
tit idiotar. Afturat
teimum eru nú 8 javn-
aðaridiotar.
Hvussu broyta vit
húsalánsgrunnin, so
hesir 11 sleppa undan
idiotaheitinum?
Vit fara at halda áfram
við spurningunum, men
fær javnaðarflokkurin ikki
nektandi svar upp á hes-
ar, mugu vit meta, at
talan um erligan og sann-
an vilja til konstruktivt og
positivt politiskt samar-
beiði er sett fram uppá
kvamsvis.
Bert tveir
javnaðarmenn
atkvøddu fyri
Eftir løgtingsvalid
hava fleiri spurt, hvør
atkvøddi fyri ti nyggju
legtingslógini.
Í fleiri greinum, les-
arabrevum og odda-
greinum í Dimmalætt-
ing er funnist at lógar-
arbeiðinum. Í hesum
sambandi er lagt eftir
landsstýrinum — og
serliga javnadarflokk-
inum.
Tá legtingsvallógin
var til viðgerðar í mai
mánaði, var eitt broyt-
ingaruppskot frá Agn-
ari Nielsen úr sam-
bandsflokkinum og
Essa Arge úr fólka-
flokkinum til tær
fyrstu greinirnar í
landsstýrisuppskotin-
um, sum snúgva seg
um tingmannatalið,
samtykt.
Fimtan løgtings-
menn atkvøddu fyri
hesum broytingarupp-
skotinum, men tå at-
kveðugreiðslan ikki fór
fram við navnakalli, er
ikki lætt at siga, hver
atkveddu fyri. Men
Sosialurin hevur eftir
áheitan roynt at funnið
fram til, hver atkveddi
fyri.
Hetta hevur
verið lætt, tí nakrir
tingmenn, sum vit
hava verið í samband
við, minnast ikki, um
teir atkveddu fyri ella
ikki.
Men við einum viss-
um fyrivarni eru vit
komnir til tað, at allur
sambandsflokkurin og
fólkaflokkurin at-
kveddu fyri. Haraftur-
at atkveddu Jona Hen-
riksen og Poul J. Olsen
úr javnaðarflokkinum,
Åsbjørn Joensen úr
sjålvstyrisflokkinum
og Johan Simonsen ur
tjóðveldisflokkinum
fyri broytingarupp-
skotinum. Men ein
restar i. Hver tað var,
er ikki eydnast at finna
fram til.
Restin av legtings-
vallógini var í brotum
— onnur broytingar-
uppskot vóru — sam-
tykt við yvir 20 at-
kvoðum við 2. viðgerð.
Við triðju viðgerð var
hon samtykt við 21 at-
kveðum.
ikki
|
!
SR
A — ae
"SF
VAKT
OE