leygardagur 25. november 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
ERE
ÉT
Nr. 89 — 25. november 1978
sosialurin
Síða 5
Ein mamma um skulatannlæknavidurskiftini:
Bert triggjar ferð
til tannlæknakanning
i barnaskúlanum
— men nú, tá vit fáa tann fjórða tannlæknan, kemur
bati í, sigur Erling Simonsen
Tað hendir seg, at tað
ganga trý ár ímillum, at
bern í Tórshavn koma til
skúlatannlæknan.
Ein mamma sigur við
Sosialin, at sonur hennara
var hjá skúlatannlæknan-
um, tá hann gekk í 2.
flokki. Nú gongur hann í
5. flokki og hevur enn ikki
verið til tannlæknaeftirlit
aftur.
Tað heldur hon sjálv-
andi vera ov galið, men
tað sum verri er, er at
hverki sjúkrakassin ella
sosiala deildin hjá komm-
ununi lata nakað endur-
gjald, um eitt barn í
skúlaaldri fer til ein priv-
atan tannlækna.
Líkist ongum
Leiðarin av tannlækna-
stovuni hjá kommunu-
skúlanum, Erling Simon-
sen, sigur, at tað er so,
sum hendan mamman sig-
ur við Sosialin. Hann
heldur, at tað líkist ong-
um, at tað hevur gingið so
long tíð í millum, at børn-
ini hava kunnað komið til
tannlæknaviðgerð, men
grundin er hon, at ar-
beiðsorkan hevur verið ov
lítil.
— Her hava vit eina
mammu, sum veruliga
heldur, at barnið hevur
fingið ov lítla viðgerð,
men hvussu var steðan,
um vit onga skúlatann-
læknaskipan hevdu. Eg
rokni við, at nógv komu
ongantíð til tannlækna øll
hesi årini, sigur Erling
Simonsen.
Tannlæknastovan hev-
ur roynt at fåa børnini til
kanningar fyrstu ferð, tå
tey ganga í 1. ella 2.
flokki. Síðan, tá tey ganga
í 4. ella 5. flokki og so
aftur tá tey ganga í 6. ella
7. flokki. Soleiðis hava
bernini verið triggjar ferð-
ir hjá skúlatannlæknan-
um, tá tey eru liðug við
barnaskúlan.
— Men tað er alt ov lítið
bara at hava verið triggjar
ferðir til regluligt tann-
læknaeftirlit. Miðast má
ímóti, at bernini koma til
skúlatannlæknan á hverj-
um ári, sigur Erling Sim-
onsen.
Í spenningi bíða bernini eftir at sleppa framat...
Undirmannað
Hevuðsgrundin til at
bernini bara koma triggj-
ar ferðir til tannlækna-
kanning, meðan tey ganga
í barnaskúlanum, er hon,
at tannlæknastovan er
undirmannað.
Erling Simonsen sigur,
at tannlæknastovan tað
mesta av tíð síni hevur
verið undirmannað, men
við stríð og strev eydnað-
ist tað at fáa játtað eitt
starv afturat næstsein-
asta vár, soleiðis at tað
vóru fýra skúlatannlækn-
ar tvey tey seinastu skúla-
árini, men síðan er lýst
leyst av nýggjum og fyrst
í komandi ári kemur ein
norðmaður at starvast á
tannlæknastovuni.
læknastovuni.
Í mesta lagi
500 børn
Erling Simonsen upplysir,
at ein skúlatannlækni
aðrastaðni í mest lagi
kann rekja 500 børn år-
liga, men tað veldst um,
hvat tannarøktin fevnir
um. Arbeiðið hjá skúla-
tannlæknunum í Havn
fevnir t.d. eisini um rætt-
ing av tonnum. Aðra-
staðni verða slík brek við-
gjørd av sertannlæknum.
Tannlæknastovan hev-
ur stív 2000 bern at rekja.
Harafturat er arbeiðsupp-
gávan sterri enn vanligt er
aðrastaðni, so tað sigur
seg sjálvt, at tað ganga ár
í millum, at hvert barnið
sleppur fram at.
Tá sagt verður 500
bern, verður heldur ikki
hugsað um bern, sum
fyrstu ferð koma til tann-
læknakanning, men um
bern, sum eru komin inn í
skipanina.
Møguleikar fyri
árligari kanning
Tá tann fjórði tannlæknin
er komin, er meguleiki fyri
at koma upp undan aftur
eftir einum skúlaári, rokn-
ar Erling Simonsen við,
sum annars leggur aftur-
at, at tey ótryggu viður-
skiftini eisini hava havt
eina ringa ávirkan á ar-
beiðsgongdina.
Fyribyrgjandi
virksemi
Ein onnur uppgáva er tað
upplýsandi arbeiðið — tað
fyribyrgjandi virksemið.
Til tað virksemi hevur
tannlæknastovan ikki
havt tær bestu umsteður-
nar, men eftir at hon varð
flutt fyri tveimum árum
síðani í rúmligari helir, er
ein reglulig skipan fingin í
lag har foreldrini eisini
luttaka. Hetta verður
gjørt frá ti, at børnini
fyrstu ferð koma til skúla-
tannlæknan.
Harafturat fara hjálpar-
konurnar hjá tannlækna-
stovuni eisini út á skúlar-
nar og greiða frá tann-
busting og rettum kost-
vanum.
Erling Simonsen sigur,
at tað upplýsandi arbeiðið
hevur bett munandi um
steðuna. Yvir eitt 10-ára-
skeið eru holini fækkað
við 25—30 prosentum hjá
teimum 14 ára gomlu
bernunum.
Annars leggur 'Erling
Simonsen afturat, at rætt-
ast hevði verið, um bern
komu til regluligar kann-
ingar frá tí at tey vóru á
trý ára aldri. Tey flestu
hava ongantíð verið hjá
tannlækna, tá tey fyrstu
ferð koma til skúlatann-
læknan og tá kann ofta
vera nógv at gera. Haraft-
urat skuldi skúlatann-
læknaskipanin eisini fevnt
um framhaldsdeildina, so-
leiðis at bernini komu til
regluligar kanningar til
tey vóru eini 16-17 ár.
kring oyggjarnar
Roynt verður at fáa postbilin á rættkjel aftur við
einum kranabili.
. . .
Lurta ikki eftir vedur-
, .
åvaringunum — fara
e # , , . .
júst tá á Oyggjarvegin
Týsdagin fyrrapartin koppaði ein av teimum
stóru postbilunum á Oyggjarvegnum í Norðra-
dalsskarði
Vindurin var so mikið nógvur, at sjálvt um bil
urin var fullfermdur og hevur vigað eini átta tons
varð hann tikin av vindinum. Hann fór ikki út av
vegnum, men sum myndin sýnir, tók hann bil-
verjuna við sær. Tað skuldi helst ikki nógv til
áðrenn hann fór longur
Fyri einum 14 døgum síðani fór ein annar bilur
av vegnum orsakað av vindi. Tað var ein persón-
bilur, sum fór við Kleynisvarða
So skjótt sum veðrið er so mikið vánaligt, at
tað er vandi fyri koyringini, boðar politiið í Havn
útvarpinum frá.
Men á politigarðinum í Havn verður upplýst, at
hendan ávaringin hjálpir ikki. Í hvussu er ger hon
ikki serligan mun. Tað tykist næstan sum um, at
fólk júst tá leitar niðan á Oyggjarvegin fyri at
spæla sær.
Annars sigur politiið, at tað má ráðast smá-
bilum frá at fara niðan á oynna, tá vindmegin fer
upp um 20 í Havn. Tá kann roknast við, at vind-
megin er útvið tað dupulta á Oyggjarvegnum.
Stólu kjøt
og brennivín
Tríggir unglingar norð-
uri í Sundunum hava
ætlað sær at halda eitt
rættuligt gildi miku-
kveldið.
Teir brutu inn á
trimum steðum, áðr-
enn teir koyrdu bilin,
teir vóru i, í eina grót-
rúgvu norðuri við
Streymin. Bilurin varð
knústur.
Í Streymnesi brutu
teir inn í ein hjall og
stólu nakað av kjeti. Á
Norðskála brutu teir
inn á posthúsið, men
har var einki stolið.
Betur gekst teimum á
Oyri, har nakað av
brennivíni er stolið av
posthúsinum.
Tá Sosialurin hevði
samband við politi-
garðin hósdagin, hevði
politiið tikið tveir av
teimum, meðan teir
vóru og leitaðu eftir tí
triðja, sum teir vistu
hver var.
Billardkappingar
Í gjárkveldið byrjaðu
fyrstu kappingarnar í
Feroyameistaraskapin-
um í Billard. Kapping-
arnar halda fram í dag.
Í Havnar Klubba
spæla Mimir og Havn-
ar Klubbi og i Klaks-
vikar Klubba spæla
Vågs Billardfelag og
Klaksvikar Klubbi.
Tilsamans 4 spælarar
eru á hverjum liði.
Spæld verða 16 spel í
alt ella hver spælari 4
dystir.
Kommunufólk
á skeið
Í februar næsta ár fer
Feroya kommunufelag
at skipa fyri skeiði um
almannamál.
Skeiðið verður á Há-
skúlanum 5. —10. febr-
uar og kemur fólk frá
Almannastovuni og
Sosialráðgevarafelagn-
um at luttaka.