leygardagur 25. november 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 89 — 25. november 1978
Framleiðir net til trol
— nektar heimamarknaðin
Higartil hava foroyingar innflutt meginpartin av netinum
Eitt nýtt arbeiðspláss hevur fest retur á
,
Skaålafjørdinum. Tað er Heiða Netavirki í
Runavík. Virkið ætlar at framleiða um 100
tons um árið, sum er tann nøgd, ið før-
oyska skipaflotanum tervar árliga.
Nýggja netavirkið heldur
til í gamla timburhandlin-
um hjá Hejgaard á kai-
ekinum í Runavík. Sosial-
urin vitjaði á virkinum í
vikuni, har vit m.a. hittu
stjóran, Martin Frederik-
sen.
Vit vóru á virkin-
um beint eftir degurða-
tíð, og maskinurnar vórðu
júst settar í gongd. Tú
fekst beinanvegin varhug-
an av, at her var sanniliga
ein idnaður, ið tervur er á
her á landi. Eitt litið ídn-
Tær arbeiða við spolimaskinurnar
aðarvirki, ið kann geva
stødugt arbeiði til fleiri
fólk og samstundis steðga
tí innflutningi, sum hevur
verið neyðugur í langar
tíðir.
Teir hava leigað tvær
tær ovastu hæddirnar í
gamla timburhand-
ilsbygninginum. Helini
eru innrættað til endamål-
ið og eru ljóðbjálvað. Tær
nógvu flættimaskinurnar,
ið arbeiða við øgiligari ferð
og tann stóra og nýggja
knýtimaskinan geva so
mikið av gangi, at ar-
beiðsfólkið nýtir oyrna-
klaffar.
7 arbeiða
Arbeiðsfólkini eru 7 í tali.
Har eru fimm kvinnur og
tveir menn, ið arbeiða
vanligan arbeiðsdag. Tá
virkið er komið væl í
gongd, kann talan vera
um at arbeiða í tveimum
skiftum. Sostatt verður
arbeiði til eini 15 fólk.
Martin Frederiksen er
upphavsmaðurin til
nýggja netavirkið. Hann
hevur arbeitt við ætlanini
í fleiri ár, men ikki fyrr
enn nú hevur tað eydnast
honum at fáa ta neyðugu
figgingina i lag. Martin
hevur síðani fyrst i 60-
unum havt flættivirki i
Havn, har teir hava flætt-
að nylontráð, sum síðani
varð knýttur við hond á
trolstovum. Hesin fram-
ferðarháttur lønti seg ikki,
Hon ansar eftir flættimaskinunum
tí ov dýrt var at knýta við
hond, og tí teir nógvu
saltfiskatrolararnir góv-
ust og vóru lagdir ella
seldir.
Framleiða alt
í Føroyum
Tervurin á trolreiðskapi
til tey føroysku skipini
hevur verið stødugt vaks-
andi. Higartil er stersti
parturin av netinum til
trolini innfluttur úr Ís-
landi og Noregi. Við
nýggja netavirkinum er
meguleiki fyri at framleiða
netini í Feroyum. Teir
rokna við at kunna fram-
leiða góð 100 tons av neti
um árið, tá virkið er liðugt
útbygt.
Framleiðslan
So gott sum alt netið
verður gjert á virkinum.
Tað einasta, sum verður
innflutt, er sjálvt ráevnið
— tann lidni tráðurin.
Hesin tráður verður inn-
fluttur i I kilo rullum. Tað
er bæði nylontráður og
polyethylentráður. Hesin
seinni er sterkur tráður,
sum verður nógv brúktur
til net
Um framleiðsluna er
stutt at siga, at tráðurin
fyrst verður spolaður, síð-
ani flættaður saman og at
enda knýttur til net. Virk-
ið hevur tvær nýggjar
spolimaskinur, teir hava
20 flættimaskinur um-
framt 12 eldri maskinur og
eina stóra knýtimaskinu.
Tær flestu av maskin-
unum eru av nýggjasta
slag og eru úr Týsklandi.
Ætlanin er at keypa eina
spolimaskinu og 4 flætti-
maskinur aftrat.
Knýtimaskina
fyri 800.000 kr.
Knýtimaskinan er nýliga
keypt úr Japan. Hon kost-
aði 800.000 kr. Ein jap-
anari hevur verið í Feroy-
um í góðan mánaða og
lagt teimum lag á. Eftir at
hava royndarkoyrt mask-
inuna í eina tíð, tykist hon
Netið verður strekt 12 prosent