Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. november 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fr -ungdómslóggávu Nr. 89 — 25. november 1978 Síða 7 Tað er avgerandi neyðugt. 6 oe e , , , , við eini fritidarloggåvu! Frítíðarlógin skal við einum ráði vera karmurin og samskipanarliðurin millum øll ungdéms- og fri- tidarfeløg kring alt landid, sigur Hans B. Hansen, sum mælir til, at annað fritidaritriv enn itrottur eisini verður stuðlað peningaliga Tað er avgerandi neyðugt, at vit fáa eina frítíðar- og sum skjótast. Tað er neyðugt við eini lóggávu, sum samskipar ell ungdóms- og fritidarfeløg í landin- um, soleiðis at eitt meira miåvist arbeiði kann fara fram ellum Feroya unga fólki at gagni, sigur Hans Birgir Hansen í Havn. Hans Birgir Hansen legði longu í 1974 eitt skriv fyri landsstýrið, har hann heitti á landsstýrið um at seta eina fritidarlog í gildi — eina lóg, sum finst í øllum eðrum Norð- urlondum. Áheitanin fekk vælvild og tankin varð á 6lavsøku sama ár tikin við undir skúlaskap, ung- dóms- og mentanarmál. Men síðan er ikki nógv hent. — Samskipanin av ung- dóms- og fritiåarfeløgun- um eigur at vera undir einum ráði — einum frítið- arráði, sum skal vegleiða í slíkum málum og vera karmurin um alt ung- dóms- og fritiåararbeidi. Ráðið skal v.ø.o. vera ein ráðgevandi stovnur hjá kommunum og landspoli- tikarunum. Ráðið og virki tess skal sjálvandi vera figgjad av ti almenna, t.d. við tí sum kemur inn í stuttleikaskatti, vísir Hans Birgir Hansen á. Ítrótturin verður tikin fram um Hann ferir fram, at við- víkjandi ungdóms- og fri- tíðararbeiðinum hava vit á ti eini síðuni ítróttin, meðan vit á hini síðuni hava alt annað frítíðar- itriv. — Men tad løgna er, at meðan ítrótturin bæði bein- og óbeinleiðis verður stuðlaður við almennum peningi m.a. gjøgnum ÍSF, er alt annað ung- dómsarbeiði, sum savnar minst líka nógv ungfólk við skerdan lut. Og hetta kann ikki góðtakast í longdini, sigur Hans B. Hansen, sum heldur, at grundin til tær vánaligu semdirnar hjá ikki-itrott- arfeløgunum er ein tørv- andi samskipan. Skansastova — fyrsta ungdómshúsið i Havn — ynskiligt er, at eitt veruligt ungdomshus verður bygt. — Tó skal viðmerkjast, at tað almenna stuðlar bygging av bygdahúsum, meðan bygda- ella ung- mannafelegini sjálvi skipa fyri og bera raksturin. Hetta er sjálvboðið arbeiði og kann tí ofta detta niður fyri í longri og styttri tíð- arskeið. Skal fevna um alt Hans B. Hansen heldur tað vera rættast, at øll fri- tidarfeløg — ungmanna- feløg, skótar, politisk ungmannafeløg, fråhalds- feløg, losjur, dansi- og sjónleikarafeleg, disko- tekklubbar o.s.fr. — koma inn undir fritiåar- ráðið fyri at kunna standa sterkari. — Tað eru verri enn so ell sum íðka ítrótt, men fáast nógv við annað ítriv. Hví skulu hesi ikki stuðl- ast, spyr Hans Birgir Hansen, sum heldur fram: — Hesi fólk — ung og eldri — gera ofta eitt stórt arbeiði, sum tíverri ofta dettur niðurfyri vegna leiðaratrupulleikar. Ti má ein av hevuðsuppgávun- um hjá frítíðarráðnum júst vera at útbúgva ung- dóms- og frítíðarleiðarar, sum seinni sjálvir kunnu taka sær av skeiðvirksemi 0.ø. millum tey ungu, so tey sjálvi læra at skipa fyri við ábyrgd og annars sjálvi aktivera ungdómin. — Sum demi kunnu vit taka diskotekklubbarnar, sum í fleiri forum eru rikn- ir av einstaklingum til egnan fyrimun. Og tað kann ikki vera rætt, at ungdómurin soleiðis verð- ur útnyttaður av spekul- antum, sum vit t.d. upp- livdu i Havn fyri nøkrum árum síðani. Diskotek- klubbarnir skulu fyrst og fremst koma ungdóminum sjálvum til góðar. Hans B. Hansen: — Tað nyttar einki bert at tosa um, at ungdómurin skal trívast og mennast, tað skal eisini gerast nakað! Upplýsandi virksemi Ynskini hjá bæði ung- dóminum og fritidarfeløg- unum annars hava ofta ringt við at vinna frama. Ti heldur Hans B. Han- sen, at eitt komandi fri- tidarråd átti at gjørt nógv við upplýsandi virksemi gjøgnum bleðini, bókling- ar, pjesur og á annan hátt. Her kann eisini hugsast, at ráðið kundi gingið á odda í upplýsingini um vandarnir við rúsdrekka og sigarettroyking. — Tað verður nógv tos- að og skrivað um trivnað og menning hjá ungdóm- inum og hvussu týdning- armikið tað er, at ung- dómurin trivist, men tað nyttar ikki nógv, um pol- itikararnir bert tosa um tað og ikki spyrja ung- dómin og umboðsmenn hansara til ráðs. Her er eisini ein uppgáva hjá ráð- num, sigur Hans B. Han- sen. — Annars haldi eg, at tað verður alt ov ofta klikt niður á ungdómin. Hetta ger, at arbeiðið hjá teim ymisku nevndunum kenn- ist torfert og hjálparleyst. Ja, tær missa ofta mótið. Harafturímóti áttu tey eldru at veitt ungdómin- um ein moralskan stuðul. — Sjálvur havi eg altíð kent meg drignan at ung- dómsarbeiðinum og fritið- armálunum. M.a. havi eg koyrt undir og stuðlað Ungmannafelagnum Skansastovu og diskotek- klubbanum. Eisini havi eg sjálvboðin veitt eina hjálpandi hond tá tað hev- ur verið brúk fyri tí. Sum heild havi eg havt ávirkan á tær broytingar, sum hendar eru innan nevndu feløg. Í øllum arbeiðinum havi eg merkt, at okkum tervar eina frítíðarlóg- gávu, sum nú má fremj- ast, endar Hans Birgir Hansen viðmerkingar sín- ar til Sosialin. NÚ VERÐUR TÍÐLIGA MYRKT Fólk til gongu í myrkri eru ring at fáa væl sædd í ferðsluni. Sama er sanni- eyga á. Ti skal verða heitt á øll, sum eru til gongu, at syrgja fyri at verða súkklu. liga eisini galdandi fyri tey á prutli og ENDURSKIN VERJA Í MYRKRI 40 Heft á ulpur, frakkar, taskur, stivlar o.a.m. kann endurskin um illa vil til, bjarga tær undan ferðsluvanda. Fólk til gongu í myrkri við ongum endur- skini og í dimmum klæðum sær bilfør- arin ikki fyrrenn 20—30 m burturfrá. Við endurskini er sama fólkið »sjon- ligt« longu 120 m frá bilinum. 120 Í hesum sambandi vil Ráðið Fyri Ferðslutrygd eisini heita á forzldur, tá tey keypa børnunum gonguklæðir, at hava í huga at velja tey, har endurskin er seymað ella límað uppá. Og til teirra, ið gera ella selja slík klæðir, vilja vit eisini siga: — havið tit eisini hetta í huga.