Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. desember 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 Leygardagin 2. desember 1978 51. årgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Ruskstødin kann brenna saman hvørja løtu — Tórshavnar kommuna ikki við i renovationssam- arbeidinum hjå Kommunufelagnum — vil sjålv loysa spurningin Fleiri byrådslimir i Havn søgdu å byråds- fundnum hoskvøldid, at ruskovnarnir i Havnardali kunna brenna saman, nær tad skal vera. — Einaferð enn hevur verið neyðugt at gera bráðfengis ábetur á brenniovnarnar í Havnar- dali, ábetur, ið ein ikki hevði roknað við. Ivasamt er, hvussu leingi haldast kann fram við verandi ovnum og í hesum sambandi er ynski- ligt at skunda undir enda- liga stødutakan til møgu- liga nyggja ruskstød. Hesi orå eru inngangur- Framhald å sidu 5 Sambandsflokkurin sleit samrådingarnar uppå eitt tydningarleyst mål Politisku samrådingarnar millum sambandsflokkin og javnaðarflokkin um landsstýrismeguleikar slitnaðu áðrenn verulig gongd kom á. Samráðingarupplegg sambandsfloksins var ikki lagt fram. Hverki á tí fyrra ella seinra fundinum millum flokkarnar báðar. Undan samráðingunum hevði javnaðarflokkurin sent sambandsflokkinum bræv. Javnaðarflokkurin ynskti í brævinum at fáa sambandsfloksins hjálp til at loysa javnaðarflokkin frá eini skuldseting, sum var sett fram í einum les- : arabrævi í Dimmalætting 21. november. Tað vildi sambands- flokkurin ikki. Sambands- flokkurin vildi einki skriv- ligt leggja fram, fyrrenn javnaðarflokkurin hevði tikið umbøn sína aftur. Javnaðarflokkurin tók umbenina aftur, men ynskti sambandsfloksins váttan uppá, at hann ikki tók undir við skuldseting- unum, sum eru endur- givnar í oddagreinini á fyrstu síðu í dag. Men tað vildi samráð- ingarnevnd sambands- floksins ikki og tískil slitnaðu samráðingarnar. Sosialurin hevur havt eina samreðu við Atla Dam. Í samreðuni ger hann viðmerkingar til samráðingarslitið og legg- ur javnaðarfloksins grundgevingar fram. Lesið á síðu 3, har bræv javnaðarfloksins til sam- bandsflokkin er endur- prentað! TA Eingin hópslátran av neytum Tað er líkt til, at neyta- skipið, Ilse Clausen, fer aftur til Danmarkar við teimum 150 kriatúrunum. Skipið tekk hósdagin boð frá myndugleikunum um at ankra á Havnarvág — og ikki sum ætlað at fara á Runavík. Orsekin til hesa avgerð eru tær sóttverjureglur, sum húsdjóranevndin gongur eftir. Reglurnar siga m.a.: >Skipinum verður álagt at ankra upp á Havnarvág og bert per- sónar við serloyvi sleppa umborð. Ikki er loyvt at lossa neyt, meðan annar farmur kann lossast til annað skip, sum hús- djóranevndin ávísir. Tó skal nóg mikið av fóðri eftirhaldast umborð, so nóg mikið er til djórini undir sóttverjuni og undir heimsiglingini. Tá loss- ingin er liðug, skal skipið venda aftur, tá húsdjóra- nevndin ger loyvi til tess.« Eigarin av neytunum, Jákup H. Simonsen, sigur framvegis at neytini verða skotin, sleppa tey ikki i land í Føroyum. Til hetta sigur lands- stýri, at spurningurin er ikki so einfaldur. Skulu neytini drepast, má tað vera undir forsvarligum umsteðum, og hesar um- steður eru ikki til staðar umborð á skipinum. Tað verður tí eingin hópslátr- an av neytunum. Landsstýrið heldur tí, at frægasta loysnin er at fara aftur til Danmarkar við neytunum. Lesið meira um NEYTAMÁLIÐ á síðu 2, 8 og 9. arabræv, har m.a. stóð: SAMRÁÐINGARNAR millum javn- aðarflokkin og sambandsflokkin eru slitnaðar. Sambært Dimmalætt- ing er orsøkin tann, at javnaðar- flokkurin hevur kravt, at sambands- flokkurin skal leggja sjógv millum seg og Dimmalætting. HETTA ER íkki rætt. Týsdagin 21. november hevði Dimmalætting les- »Undan løgtingsvalinum kyknaðu søgur upp um, at formadur sambandsfloksins å løgtingid, Pauli Ellefsen, var so sjúkur maður, at hann kundi slókna líka skjótt í dag sum í morgin og at tað tí ikki loysti seg at unna honum ein kross uttan so, at tað var yvir gravstaðnum, sum í ótolni bíðaði eftir honum. Kanningar av upprun- anum til hesa leysasøgu, spunnin burtur úr ongum, prógvaði, at tað ikki vóru fólkafloks- ella tjóðveldis- ørindasveinar, sum íspunnu hesa søgu, men javnadarfloksins.« FYRI FYRRA samráðingarfund- in, gjørdi javnaðarflokkurin greitt, at hann ikki kundi lata hesa skuld seting sita á sær, og bað sambands- flokkin um hjálp til at fáa umrøddu upprunakanning til vega, soleiðis at flokkurin fekk høvi at meta um ann- aðhvort nakað hald var í skuldset- ingunum ella ikki. Hetta vildi sam- bandsflokkurin ikki. Javnaðarflokk- urin bað síðan sambandsflokkin våtta, at flokkurin ikki luttók í ella tók undir við hesi skuldseting, men hetta vildi sambandsflokkurin held- ur ikki. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur tí ikki, sum Dimmalætting sigur, sett sum treyt fyri samráðingum við sambandsflokkin, at sambands- flokkurin fyrst skal leggja sjógv millum seg og Dimmalætting. Javn- aðarflokkurin er bert komin við omanfyri nevndu umbønum. Og tå sambandsflokkurin, fyri at fáa veru- ligar samráðingar í lag, ikki vil ganga seinri umbønini á meti, so kunnu vit bert koma til ta niður- støðu, at sambandsflokkurin hvorki hevur hug ella vilja til veruligar sam- ráðingar við javnaðarflokkin.