Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. desember 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Endavent UNDAN VALINUM gjórdi sam- bandsflokkurin valið til eitt val í- millum samgonguflokkarnar ødru- megin og sambandsflokkin hinu- megin. Í DIMMALÆTTING lósu vit, at um veljararnir framhaldandi ynsktu sosialisering, yvirtøkur og loysing, so skuldu teir greida atkvødu fyri samgonguflokkunum, meðan sam- bandsflokkurin var einasta alterna- tivið til sosialiserings-, yvirtøku- og loysingarpolitikkin. TÅ VALID var av, loyvdu vit okkum at vísa á, at samgonguflokkarnir til- samans fingu 13.745 atkvødur, med- an sambandsflokkurin einans fekk 5.950 atkvødur. Vit loyvdu okkum eisini at minna å, hvat sambands- menn søgdu undan valinum og vit spurdu, hvat Pauli Ellefsen, sam- bandsflokkurin og Dimmalætting søgdu til úrslitið. Utgevari: Fyritaksstjøri: Bladstjori: Bladmenn: Lysingar: Uppseting: Prent: OG SVARID fingu vit i Dimmalætt- ing næstseinasta tysdag. Har verður sagt, at Sosialurin út frá valúrslitin- um hevur sligið fast, at flokkarnir uttan fyri landsstýrið einans fingu 8.976 atkvødur, meðan sosialiser- ingspolitikkurin, umbodadur av samgonguflokkunum, ikki fekk færri enn 13.745 atkvødur. SOLEIÐIS kann blaðstjórin á Dimmalætting venda gøllum á høvd- ið. Vit hava ongantíð sagt, at lands- stýrið stóð fyri sosialisering, yvir- tókum og loysing. Hetta vóru tvørt- urímóti orðini hjá Paula Ellefsen, sambandsflokkinum og Dimma- lætting. MEN EFTIR valið hava vit víst á, at samgonguflokkarnir, ið sambært Dimmalætting stóðu fyri sosialiser- ing, yvirtøkum og loysing, fingu 13.745 atkvødur, medan sambands- flokkurin, sambært Dimmalætting einasta alternativid, bert fekk 5.950 atkvødur. STANDA TIT vid tad, tit søgdu, Pauli Ellefsen, sambandsflokkurin og Dimmalætting? Úrslitið kenna vit: sambært tykkara egnu orðum hava 13.745 atkvøtt fyri sosialiser- ing, yvirtøkum og loysing, Bert 5.950 hava atkvøtt fyri ti einasta alternativinum — sambandsflokkin- um. sosialurin Skrivifrælsi Ikki so sjáldan seinastu tíðina hevur í bløbunum verið víst á, at meguleik- arnir hjá tí fría orðinum verða alt meira skerdir, hóast tað fría orðið verður roknað at vera sjálvt grundarlagið undir einum demokratiskum samfelag. Serliga eru tað Dimma- lætting og 14. September, sum hava staðið fyri skot- um. Frælsi er so mangt. Men, at Sosialurin metir skrivifrælsið hjá einstak- linginum sum eina av- gerandi demokratiska fyritreyt, eigur ongin ivi at vera um. Vit skuldseta á ongan hátt onnur blød fyri tervandi demokrat- iskt sinnalag. Men roynd- irnar vísa, at tað kann kosta politiskt at liva upp til sína fólkaræðisligu sannfering. Og hendan prisin vilja ikki øll blød gjalda. Tað slepst ikki undan, at øll blødini eru meira ella minni knytt at politiskum flokkum. Á Sosialinum er stødan tann, at blaðnevndin og blaðmenninir eru samd um, at Sosialurin fyrst og fremst skal vera eitt tið- indablað við viðkomandi og frælsum orðaskifti. Bert oddagreinin og við- merkingarnar á aðru síðu hava beinleiðis samband við Føroya javnaðar- flokk. Henda so at siga óhefta staða, ið Sosialurin hevur, er tann beinleiðis forkláringin uppá, hví blaðið hýsir blaðgreinum og lesarabrevum, sum ikki umboða steðu javn- aðarfloksins, men stund- um heldur ganga beint í- móti floksins åhugamål- um. Mikudagin stóð eitt les- arabræv í Sosialinum, sum gjørdi ymsar sam- metingar millum religiøsu hópdrápini í Guayana og trúarlívið í vesturheimin- um yvirhevur og serliga í USA og Feroyum. Nevnda lesarabræv hevur hverki so ella so Nr. 91 — 2. desember 1978 nakað samband við javn- aðarflokkin. Floksins um- boð hava bæði í skrivt og talu ferð eftir ferð víst á tað ósemiliga í at gera trúarlívið hjá einstakling- inum til politiskt fóta- traðk. Eitt frælst, virkið og politiskt óheft trúarliv metur javnaðarflokkurin sum eina av tjóðarinnar dýrastu ognum. Havandi í huga hvussu summir politiskir flokkar hava verið atkveðuveiði- ferð í trúarinnar heimi, mangan við ólíkligum vápnum, skuldi tað ikki undra okkum, um somu flokkar ella umboðsmenn teirra, nú aftur legdu frá landi albrynjaðir við hykl- eriskum ætlanum, um at fáa politiskan vinning burtur úr demokratiska sinnalagnum hjá Sosialin- um. Grundtvig sáli segði á sinni »Frihed for Loke saavel som for Tore. Tað er valla nakar, sum kemur sær at seta spurnartekin við- merkingar við kristna sinnalagið hjá Grundtvig, hóast hann í víðasta týdningi var sann- ur demokratur. Annar framur maður skal hava sagt: »at eg vil nýta eitt- hvert hevi til at stríðast í móti meiningum tínum, men eg vil ganga, um tað skal vera líka í deyðan fyri, at tú skalt hava loyvi at hava tær«. Skal alt hetta nógva tosið um demokrati og frælsi verða annað enn politisk kávalæti, verða vit so sanniliga eisini at sýna vilja okkara í gerð- um, m.a. við at tryggja ellum skrivifrælsi, eisini teimum, sum hava onnur sjónarmið enn okkara. Smittuvandi er hóast neytini hava verið 1 sottverju — sigur landsdjóralæknin, Dånjal Bærentsen — Tað er mín skylda, sum longst at sleppa okkum undan tilikum sjúkum, sum eru vanligar og hava lítið uppá seg aðrastaðni, men sum eru ókendar her hjá okkum. Í samreðu í útvarpinum mikukveldið segði lands- djóralæknin m.a., at hó- ast neyt hava staðið í sóttverju í Danmark, tá kann kortini ikki sigast við vissu, at eingin smittuvandi er. Dánjal Bærentsen helt fyri, at neytini, sum eru á veg til Feroya, uttan iva eru fri fyri ollum teimum sjúkum, sum danska lóg- gávan umfatar á hesum eki. Men tað kunnu vera sjúkur, sum hava so langa igerdartid, at eingin sótt- verja kann tryggja okk- um. Djóralæknin kom við fleiri dømum um sjúkur. sum hava elvt til miklan skaða i Føroyum. Eitt nú garnasóttina hjá seyði, eygnasjúkuna hjá seyði og garnasóttina hjá minkun- um. Tað eru fleiri sløg av garnasótt. Tað, sum vit hava, er eitt litað slag, sum er komið úr Skot- landi. Eitt ólitað slag finst í Danmark. — Eg foli meg ikki tryggan fyri, at vit ikki kunnu fáa garnasótt av tí slagnum eisini. Hon hevur eina igerdartid uppá fleiri ár. Annað umhvørvi Dånjal nevndi sidani tær banalu sjúkurnar, sum aðrastaðni hava so lítið at týða, at tær neyvan verða tiknar uppá tungu. Tá hesar sjúkur verða fluttar og koma í eitt annað um- hvørvi, kunnu tær vera til nógvan skaða. Demi um hetta er eygnasjúkan. Seinast hon var í Føroyum var í 1927. Hon kom við seyði, sum var púra frisk- ur og hevði verið í sótt- verju, áðrenn hann kom. Tá teir vórðu sleptir út, smittaðu teir, ti tað visti seg, at teir vóru smittu- berarar. Fáa vit sjúkur, mugu vit liva við teimum Djóralæknin nevndi eisini parasittarnar. — Djóralæknar vilja siga sum so, at vit hava Framhald á síðu 10 ON: VU