leygardagur 2. desember 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FORISLINALENGONNRRUN NR
Nr. 91 — 2. desember 1978
sosialurin
Síða 3
Atli Dam um samráðingarslitið:
Sambandsflokkurin sleit
samráðingarnar uppá
eitt týdningarleyst mál
Men hetta var tó eitt mál av týdningi fyri javnaðar-
flokkin, sigur floksformaðurin
Sosialurin hevur vent sær
til Atla Dam, formaður
Feroya Javnaðarfloks, og
biðið um hansara meting
av samráðingunum.
— Hví komu ongar
veruligar politiskar sam-
ráðingar í lag millum sam-
bandsflokkin og javnaðar-
flokkin?
— Tað er greitt, at
skuldi sambandsflokkurin
og javnaðarflokkurin
samvirka í fýra ár, so var
fyri neyðini at líkinda
samráðingarklima var til
staðar, sigur Atli Dam og
heldur fram:
— Burtursæð frá ellum
skuldsetingum og skarni,
sum er tveitt eftir javnað-
arflokkinum, so var ein
Sambandsflokkurin
v/P. Ellefsen
her
serlig sek, sum javnaðar-
flokkinum, so var ein ser-
lig sek, sum javnaðar-
flokkurin legði dent á at
fáa út av verðini, áðrenn
farast kundi undir sam-
ráðingarnar. Tað var hitt
umredda lesarabrævið í
Dimmalætting, sum
skuldsetti javnaðarflokkin
fyri at hava logið Paula
Ellefsen nærum í grevina
undan valinum.
Ynsktu sambands-
floksins støðu
til brævið
— Hetta hildu vit hava
ein serligan grovan karak-
ter. Ja, so grovan, at vit
vildu hava sambands-
floksins steðu til hetta
mál. Serliga ti at tað var
sagt, at javnaðarflokkurin
hevði ábyrgdina av hesum
óndsinnaðu leysasegun-
um.
— Men sambandsflokk-
urin segði seg ikki kunna
medvirka til at fáa nøkur
prógv til vega úr hesi
kanning. Hetta góðtóku
vit, tá vit sjálvsagt vistu,
at sambandsflokkurin ikki
kundi noyða Dimmalætt-
ing at leggja síni sokall-
aðu prógv fram. Kortini
stóð eftir, at hesar grovu
skuldsetingarnar móti
javnaðarflokkinum hingu
í loftinum og tí bað javn-
aðarflokkurin sambands-
flokkin siga frá, um hann
Vísandi til fundirnar 27. og 28. í hesum ímillum samráðingarnevndir flokka
okkara vilja vit gera støduna upp soleiðis:
Sambandsflokkurin hevur boðið Javnaðarflokkinum til samráðingar um
skipan av landsstýri komandi 4 árini, og vit hava játtað at koma til tílíkar sam-
ráðingar, har vit eftir lyfti sambandsfloksins vildu fáa handað eitt skrivligt
uppskot til ein samvinnupolitikk. Tó bóðu vit um, áðrenn nakrar veruligar sam-
ráðingar komu í gongd, at Sambandsflokkurin hjálpti til at loysa Javnaðar-
flokkin frá teirri skuldseting, sum verður sett fram móti flokkinum og álitis-
monnum hansara í einum »lesarabrævi« í Dimmalætting 21/11 í ár, hareftir
»ørindasveinar Javnadarfloksins« frammanundan valinum hava íspunnið eina
segu um, at heilsan hjá formanni Sambandsfloksins var so ring, at tað loysti
seg ikki at geva honum nakra atkevðu. Tá vit bóðu um hesa hjálp, er tað ti, at
henda skuldseting er vend ímóti flokki okkara og álitismonnum hansara, og tí
blaðstjóri Dimmalættingar eftir ollum at døma sjálvur hevur skrivað nevnda
»lesarabræv«.
Å fundinum 27. i hesum, noktadi samrådingarnevnd Sambandsfloksins at
leggja fram nakað skrivligt uppskot til samvinnupolitikk, fyrr enn Javnaðar-
flokkurin skrivliga hevdi tikid aftur fyrr nevndu umbøn. Samrådingarnevnd
okkara jåttadi å hesum fundi at taka hesa umbøn aftur, um samrådingarnevnd
tykkara våttadi, at Sambandsflokkurin ikki tekur undir vid skuldsetingunum.
Hetta noktadi samrådingarnevnd tykkara. Å fundinum 28. i hesum handadi
samrådingarnevnd okkara tykkum skriv, har umbønin verður tikin aftur, og
har sagt verður, at vit góðtaka at fara víðari í samráðingunum, tá samráðingar-
nevnd tykkara váttar, at Sambandsflokkurin tekur ikki undir við skuldseting-
unum.
Hesa våttan noktadi samrådingarnevnd tykkara at geva, og máhetta skiljast
so, at Sambandsflokkurin einki hevur ímóti, at henda skuldseting situr á Javn-
aðarflokkinum.
Undir slíkum umsteðum ber ikki til hjá okkum at samráðast um samvinnu í 4
ár.
Stoða Javnaðarfloksins til samráðingar við Sambandsflokkin um landsstýris-
samarbeiði var annars tann, at vit vóru positivt innstillaðir uppá at fara undir
slíkar.
Um hesar samráðingar kortini koma í lag, tað avger Sambandsflokkurin, tí
vit eru til reiðar, so skjótt sum fyrrnevnda váttan fyriliggur
Tórshavn, 29/11 1978
fyri Javnaðarflokkin
Atli P. Dam
luttók í hesum skuldset-
ingunum.
Vildi ikki siga
um hann luttók
— Men tað vildu samráð-
ingarmenn sambands-
floksins ikki. Ti er greitt,
at vit máttu skilja tað so,
at sambandsflokkurin
einki hevði ímóti, at
skuldsetingin var sitandi
á javnaðarflokkinum. Tá
so var, var enn meira um-
ráðandi fyri javnaðar-
flokkin at fáa hetta málið
út av verðini, skuldi lík-
inda veðurlag vera sam-
ráðingunum fyri, ti tað fór
illa at bera til at siða ødru-
megin borðið og samráð-
ast við mann hinumegin,
sum eftir sambandsfloks-
ins fatan, javnaðarflokk-
urin hevði logið so ófanta-
liga um.
— Í oddagrein í Dim-
malætting hósdagin verð-
ur sagt, at javnaðarflokk-
urin kravdi, at sambands-
flokkurin skuldi leggja
sjógv millum seg og
Dimmalætting?
— Hetta er sum so
mangt annað, Dimma-
lætting ferir fram: mesn
og ósannind. Vit segdu
tverturímóti, at alt skarn,
tveitt varð eftir javnaðar-
flokkinum, øll ósannind
borin fram móti javnaðar-
flokkinum og allar illgit-
ingarnar frå Dimmalætt-
ing og sambandsflokkin-
gjarna skuldu vera liggj-
andi. Og hesar skuldu å
ongan hátt forða fyri sam-
ráðingum.
Ikki Dimma-
lættingar, men
sambands-
floksins støðu
— Tað var bert hendan
eina skuldsetingin móti
javnaðarflokkinum, sum
vit vildu kenna, ikki
Dimmalættingar, men
sambandsfloksins steðu
til. Nei, vit hevdu ikki
droymt um, at sambands-
flokkurin skuldi frásverja
sær Dimmalætting og all-
an atburð hennara.
Framhaldandi sigur
Atli Dam, at tá frágreið-
ingin hósdagin í Dimma-
lætting er so lítið eftirfar-
andi og bert er til helvtar
sonn, hevur hann latið
Sosialinum seinasta skriv-
ið frá javnaðarflokkinum
til sambandsflokkin. Har
er stødan gjørd upp.
— Til dømis sigur Dim-
malætting, at vit hava
verid positivir fyri sam-
gongu við sambands-
flokkin. Harvið leggur
Dimmalætting meira í orð
okkara, um at vit vóru
positivir fyri samráðing-
um, enn hon kann loyva
sær. Ti sjálvsagt kann
eingin steða takast til
samgongu við sambands-
flokkin fyrrenn tann poli-
tikkur, samvinnast skuldi
um, var kendur.
Lítlan týdning fyri
sambandsflokkin
— Var hetta ikki eitt lítið
mál at lata samráðingar-
nar við sambandsflokkin ,
uppá?
— Vit mettu hesa
skuldsetingina hava ein
serligan karakter. Ti var
hetta ikki eitt lítið mál fyri
okkum at fáa hana burtur-
tikna. Vit løgdu lítið í at
fara í skriving mótvegis
Dimmalætting um hetta
mál ella at saksekja Dim-
malætting hesum vidvikj-
andi, ti meining Dimma-
lættingar um javnaðar-
flokkin hevur so lítið at
týða, men tað hevði týdn-
ing, hvat ein meguligur
samstarvspartnari hugs-
aði um hetta mál.
— Fyri sambandsflokk-
in skuldi hetta tó verið eitt
lítið mál, so er tað nakar,
sum hevur latið samráð-
ingarnar slitna við lítlari
ella ongari orsek, má tað
vera sambandsflokkurin.
Hvat eru hesir ósamdir um?
Ikki javnaðar-
flokkurin, men
sambands-
flokkurin,
sum heitti...
— Eisini skal havast í
huga, “ at tað var ikki
javnaðarflokkurin sum
bað sambandsflokkin
hjálpa sær at skipa sam-
gongu, men sambands-
flokkurin sum heitti á
javnaðarflokkin um at
stuðla ein politikk, sum
sambandsflokkurin legði
fram, og meguliga stuðla
eitt landsstýri undir sam-
bandsleiðslu.
— Hevuðsábyrgdina at
fáa samráðingar í lag og at
fáa tær at ganga, soleiðis
at meguleiki var fyri úr-
sliti, hevði sostatt sam-
bandsflokkurin.
— Eg må siga, at vit
javnadarmenn undir sam-
ráðingunum uttan úrslit
sóknaðust hinumegin
borðið eftir teimum egin-
leikum, eiga at vera hjá
einari samráðingarleiðslu,
sum ynskir at fáa úrslit í
lag.
— Dimmalætting skriv -
ar, at í ti útspæli, sam-
bandsflokkurin hevði fyri-
reikað, lógu frægari
meguleikar fyri at fáa
framt javnaðarpolitikk
enn teir, sum verið hava
tey seinastu fýra árini.
Og Atli Dam leggur aft-
urat:
— So ótrúligt hetta
ljóðar, var tað tíverri ikki
okkum beskorið at fáa
hevi at meta um, hvert
hetta er rætt ella ikki.
— Er meguleikin fyri
samgongu við sambands-
flokkin heilt úttemdur?
— Her kann eg vísa á
endan í brævi til sam-
bandsflokkin, at hetta av-
ger sambandsflokkurin.