leygardagur 2. desember 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Heimahjálpin fimm ár á baki:
Tað hevur avgjørt
neyðugt við heimahjålpini!
Í oktober mánaði í ár vóru tað fimm ár
sidan heimahjálpin for at virka í Føroy-
um. Í hesum sambandi hevur Sosialurin
vent sær til leiðaran av heimahjálpini,
Sonju á Argjaboða, og fingið eitt prát við
hana.
Til ásettu tíðina koma vit
á Almannastovuna og
verða víst inn á skrivstov-
una hjá heimahjálpini.
Tað fyrsta vit eru varug
við, eru tey trongligu hel-
isviðurskiftini. Rúmið er
bert góðar tiggju kvm. og
her arbeiða leiðarin, ein
eftirlitskvinna og tvey
skrivstovufólk. Hesi sein-
astu hálvan dag. Skrivi-
maskinan gongur. Tele-
fonin ringir. Og vit byrja
viðtaluna við at spyrja,
hvussu starvsfólkini fáa
arbeitt her
Arbeiðsmegin ikki
nýtt til fulnar
— Vit eru noyddar at fáa
tað besta burtur úr, men
ofta er strævið. Hugsið
tykkum eisini, at fólk
koma inn og vilja helst
tosa við meg einsamalla,
sum ikki er so legið! Tá
mugu hinar út so leingi.
Nei, vit kunnu ikki siga,
at arbeiðsmegin verður
nýtt til fulnar, sigur
Sonja.
— Nú hevur heima-
hjálpin virkað í fimm ár.
Hverjar eru so royndir-
nar, sum tit hava gjert?
— At tað so avgjert er
brúk fyri hesi hjálp og tað
so stórliga, sigur Sonja og
leggur afturat:
Sjálv havi eg verið her í
fýra ár. Tá eg tók við vóru
116 heim undir hjálpini,
sum tá varð klárað av 86
heimahjálparum. Í dag
eru 433 heim, sum hava
heimahjálp og talið av
hjálparum er 214. Hetta
eru sjálvandi tølini fyri alt
landið.
— Talið av heimahjálp-
arum ljóðar kanska nakað
nógv í mun til pleygurnar,
men vit hava fleiri tungar
pleygur, sum tvær heima-
hjálpir mugu vera um
bæði morgun og kveld.
190 tímar
á trimum skeiðum
— Hvussu er við útbúgv-
ingini?
— Taka vit útbúgving-
ina hjá einum hjálpara, so
fevnir hon um 190 teoret-
iskar skulatimar. Hesir
eru lagdir yvir trý skeið.
Hvert skeiðið er tvær vik-
ur. Skeiðini hava verið
skipað ymsastaðni kring
oyggjarnar, har meguleiki
lesarabrøv
Markleysur frekleiki
Eg siggi i Dimmalætting i
dag, at Føroya Bridge-
Samband hevur fingið ein
sáttmála í lag við Dansk
Bridgeunion, har F.B.S.
kann senda eitt par til
Danmarkar at spæla um
D.M.
Eg má spyrja nevndina
í F.B.S.: Eru tit erir í
hevdinum? Er hetta ikki
markleysur frekleiki, at
fara til annað land at
spæla um teirra meistara-
heiti.
Um so er, at tit gera
hesa dáragerð, so biðji eg
tykkum um, tá Feroya-
meistaraheitið verður
spælt, at tit vera so blíðir
at bjóða einum pari frá
D.B.U. at koma til Fer-
oya og spæla um okkara
meistaraheiti.
Tórshavn 30. november
Kim Olsen
sosialurin
er fyri hølum og kennar-
um.
— Hver hevur kensluna
og hverjar eru lærugrein-
irnar?
— Hyggja vit at tíma-
talvuni og kennarunum,
so sær hon soleiðis út: 10
tímar í sjúkralæru við ein-
um lækna. 12 tímar í
sjúkraansing við sjúkra-
systrum. 24 tímar í lyfti-
hættum við fysioterapeut-
um. 38 tímar í sálarlæru
við einum psykologi. 16
tímar í sosialkunning við
starvsfólki frá almanna-
stovuni. 30 tímar í kost-
læru (matlæru) við eini
húsarhaldslærarinnu.
Fýra tímar í brúkarakunn-
ing við Sverra Egholm
Atta tímar í barnarekt við
Nr. 91 — 2. desember 1978
eini barnasjúkrasystur. 14
tímar í fyrstu-hjálp við
fyrstu-hjálpar-lærara.
Átta tímar í material-læru
við oldfrúuni á lands-
sjúkrahúsinum.
10 tímar í leiðbeining
við leiðaranum av heima-
hjálpini. Tríggjar tímar
vitja heimahjálpararnir á
hjálpiamboðarmiðsteð,
har tær kunnu síggja tey
amboð, sum lætta kunnu
teimum brekaðu í heimun-
um. Her eru nakrir trup-
ulleikar við at fáa hjálpar-
amboðarmiðsteðina at
virka, men vónandi verður
tað skjótt.
— Og nú er komið eftir
ynski frá heimahjálparum
á bygd tímar í handfaring
av oljufýrum. Hetta er
Sonja á Argjaboda — Øll kunnu venda sær til okkum, um tey halda, at tørvur er á
heimahjálp
eitt ógvuliga gott tiltak, ti
tað er ikki altíð líka skjótt
ella lætt at fáa fatur á ein-
um servicu-manni.
— Nú verður eisini farið
við á eina morgungongd á
pleyguheimum, har hjálp-
ararnir fáa hevi til at vera
við at gera sjúklingarnar
til, og geva teimum at eta.
Hetta er eisini eftir ynski
frå > heimahjålparunum,
leggur Sonja afturat.
— Hvør hevur rætt til
heimahjålp?
— gl fólk, sum fáa
fólka- ella avlamiseftirløn.
Harafturat hava vit eina
skipan, sum kallast
mammulán. Mammulån
verður veitt fyri stytri tíð
og hana kunnu øll, sum
tørva hana, fáa.
verið
Mammulán
í samband við
barnsburð
— Hvat kann vera áfatt í
heiminum, tá talan kann
vera um mammulán?
— Oftast hevur tað ver-
ið mamman, sum hevur
verið á sjúkrahúsi vegna
barnsburð, men eisini
kunnu vit sita inni hjá
sjúkum bernum, um vit
hava fólk til taks. Gjaldið
til mammulán verður sett
eftir skattainntøkuni.
— Nú vit eru við gjald-
ing. Hvussu er við hinum
pleygunum?
— Fólk, ið bert fáa
fólka- ella avlamiseftirløn,
gjalda einki, men hava tey
aðra inntøku afturat, t.d.
rentuinntøku ella arbeiðs-
inntøku, verður goldið í
ein vissan mun til pleyg-
una. Tó ongantíð meira
enn 10 kr. um timan.
— Eftir tí nýggju skip-
anini er annars ein lítil
lætti fyri tey, ið hava
brekað bern undir 15 ár.
Tey kunnu fáa heimahjálp
triggjar tímar um vikuna.
Upp til
politikararnar
— Tað seinasta ljóðar
ikki av nógvum, men er tó
ein lítil hjálp!
— Tað skal eg taka
undir við, men tað er upp
til politikararnar at fáa
hetta bett. Nú vit eru við
móttakararnar av heima-
hjálp, so lat meg leggja
afturat, at vit á ein hátt
lætta um sjúkrahúsini eitt
sindur, við tað at ofta
verða sjúklingar sendir
heim, tí hesir fáa hjálp
heima frá okkum.
Tá vit spyrja Sonju,
hvussu heimini koma í
samband við heimahjálp-
ina, er svarið:
— ØIl kunnu venda sær
til okkum, um tey halda,
at tað er tørvur á heima-
hjálp. Tað veri seg bern,
skyldfólk, lækni ella onn-
ur. So vitjar eftirlits-
kvinnan heimið hjá við-
komandi og finnur út av
tímatalinum. Tímatalið
verður annars sett eftir
tørvinum hjá hverjum
heimi sær, endar Sonja á
Argjaboða viðtaluna við
Sosialin.
Í einum
verður vent
heimahjálpina.
seinri blaði
aftur til
||
|
i
É
g