leygardagur 2. desember 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£
[|
é
|
AR
Nr. 91 — 2. desember 1978
Kona í Skopun:
— Vel ein kristnan
sosialurin
Síða 5
stóð á lepanum!
Enn er seinasta orðið ikki sagt um lepan,
sum varð funnin í valrúminum í Skopun
7. november. Ein kona í Skopun hevur
vent sær til blaðið og upplýst, at tað var
hon, sum gjørdi valstýrinum vart við
lepan. Men frásøgn hennara samsvarar
ikki við tær upplýsingar, sum formaður-
in í valstýrinum gav í Sosialinum miku-
dagin.
— Eg gjørdist ikki sørt
bilsin, tå eg las Sosialin
mikudagin. Ti tad er ikki
rætt, sum Gunleif Hentze
sigur um lepan, sum varð
funnin í valhelinum her,
sigur Eyðver Hansen í
Skopun. Hon greiðir frá,
at tå hon fór at atkvøda
beint fyri kl. 14 valdagin,
legði hon merki til ein
lepa, sum lá á borðinum,
við síðuna av blýantinum,
sum varð brúktur at at-
kveða við. Á lepanum
stóð: >Vel ein kristnan<.
— Eg tók ikki lepan,
men fór út og segði val-
stýrinum frá og fór Gun-
leif beinanvegin inn eftir
lepanum, sigur Eyðver.
Framhald frá síðu 1
in til eina tilráðing frá
teknisku nevnd til býráðið
í Havn. Og tilráðingin
ljóðar soleiðis:
— Samtykt at mæla
býráðnum til at taka ta
principiellu + steðu, at
Tórshavnar kommuna vil
loysa renovatiónsspurn-
ingin sjálv, í staðin fyri,
sum skotið upp av starvs-
nevndini hjá Kommunu-
felagnum, at renna saman
í ein sterri felagsskap.
Tilráðingin varð ein-
mælt samtykt av býráðn-
um.
Brenna saman
hvørja løtu
Fleiri byrådslimir vistu å,
at ruskstødin i Havnardali
kann brenna saman
hverja løtu. Alt ov nógv
hevur verið lagt fyri hana
nú í nøkur ár. Býráð 'imir
vóru eisini samdir um, at
tað er skjótari, at komm-
unan sjálv loysir henda
spurning og byggir sína
egnu rusksteð enn at lut-
taka í renovatiónssamar-
beiðinum hjá Kommunu-
felagnum.
Annars hevur Tórs-
havnar kommuna áður
boðað Kommunufelagnum
frá, at hon sigur upp lima-
skapi sínum í felagnum.
Ikki á gólvinum?
Eyðver Hansen sigur, at
hon undrast yvir, at Gun-
leif Hentze, formaðurin í
valstýrinum í Skopun,
sigur í Sosialinum miku-
dagin, at lepin varð funnin
stutt eftir at valhelið lat
Lýst av nýggjum
eftir
brandmeistara
Tórshavnar býráð hevur
samtykt at lýsa av nýggj-
um eftir brandmeistara.
Lýst verður eftir somu
treytum, sum vóru gald-
andi fyri fráfarna brand-
meistara, tó soleiðis, at
lønarlagid eigur at takast
upp til nýggja viðgerð, tá
starvsfólkareglugerðin
fyri Tórshavnar kommunu
verður gjerd. Tað er meira
enn eitt ár síðani, brand-
meistarin fór frá og starv-
ið er einaferð fyrr lýst
leyst. Tá komu 6 umsókn-
ir. Men starvið er ongan-
tid sett, ti tað er eitt iva-
mál, hvussu tað skal set-
ast og lønast.
upp — kl. 10. Hann sigur
eisini, at lepin lá á gólv-
inum í valrúiminum og, at
ein kona kom og gav sær
hann. Formaðurin í val-
stýrinum upplýsir eisini í
Sosialinum mikudagin, at
ordini >Veljið Kristus«
stóðu á lepanum..
Okkum er ikki kunnugt,
um fleiri skopuningar
hava sæð henda góða lepa
— ella strimmul — á val-
borðinum í bygdini. Tað
er tó greitt, at ongin klaga
er send viðvíkjandi log-
tingsvalinum í Skopun
tann 7. november.
Eysturskúlin:
ll. byggistigið
kostar 33 mill.
Á býráðsfundi í Havn
hóskveldið varð upplýst,
at II. byggistigið av
Eysturskúlanum kemur at
kosta 33 mill. kr. Fram til
1. oktober í ár eru goldnar
21 mill. kr. fyri byggi-
stigið.
Tað var býráðslimurin
Ingi Mohr, sum ynskti, at
tølini blivu lisin upp á
fundinum, ti >so nógvir
borgarar vóru til stadar«.
Men beint áðrenn næst-
formaðurin skuldi upplýsa
tølini, noyddist hann at
slita fundin, ti einans 6
byrådslimir vóru i salin-
um. Tad eydnadist at fåa
ein inn aftur og so vóru
teir 7 og telini blivu lisjn.
Myndin er tikin, tá Hákun Djurhuus setti legtingið týsdagin. Við lutakasti varð for-
mansuppskot sambandsfloksins, Agnar Nielsen, valdur. Uppskot javnaðarfloksins,
Hilmar Bech, er sostatt næstformaður. Sambandsflokkurin vann eisini lutakastið um
fyrsta tingskrivaran. Ívan Johannesen, sum er nýggjur legtingsmaður úr Vágum,
varð valdur. Uppskot javnaðarfloksins, Sverri Midjord, er sostatt annar tingskrivari.
kring oyggjarnar
a
Vóna at seta hol á
til várs
Fyri knøppum tveimum
mánaðum síðani varð
farið undir vegin, sum skal ganga frá Biggjar-
vegnum til Gásadals-tunnilin — ella rættari til
staðið har hol skal setast á fjallið.
Myndin er tikin av vegendanum móti Rógvu-
kolli. Nakað miðskeiðis á myndini kemur tunnilin
at ganga, meðan vegurin til tunnilin fer nakað
niðan í dalin (til hegru) hesumegin ánna fyri síðan
at venda nakað oman eftir aftur hinumegin.
Vegurin verður um hálvanannan kilometur til
longdar.
Vegurin, sum nú verður gjørdur, verður bert
ein fyribilsvegur. Ætlanin er at nýta grótið úr
tunnilsgerðini til endaliga vegin.
Getan til Gásadals hómast ikki á myndini. men
hon fer niðan á framvið eggini til vinstru.
Onga áheitan
fingið
Samráðingarnar = um
skipan av nýggjum
landsstýri eru íkki
tiknar uppaftur. Eftir
at tað slitnaði millum
sambands- og javnað-
arflokkin, segði Pauli
Ellefsen, at hann fór at
heita á tingbólk sam-
bandsfloksins um at
bjóða fólkaflokkinum
til samráðingar. Men
sambært Dagblaðnum
í gjár hevði fólkaflokk-
urin ikki fingið nakra
áheitan.
Komnir 430
Á landsverkfreðings-
stovninum verður upp-
lýst, at tað gongur væl
við tunnilsgerðini
norðuri í Kallsoynni.
Tað vóru í síðstu
viku sprongdir 430
metrar inn í fjallið.
Vanliga verður sprongt
einar 35 til 45 metrar
um vikuna. Roknað
verður við at koma út í
Villingardal um 1. apríl
komandi ár.
Tann fyrsti tunnilin
er 1200 metrar langur.
Tunnilin í miðjuni —
millum Villingardal og
Rytudal — ér 800
Tveir fara
og tveir koma
Í gjár byrjaðu tveir
nýggir programmeðar-
beiðarar í Útvarpi Fer-
oya, Johnsigurd Jo-
hannesen og Sigmund
Poulsen. Triði maður-
in, sum settur er,
Sonne Smith, starvast
í útvarpinum framm-
anundan.
Tað vera tó ikki fleiri
starvsfólk á Bryggju-
bakka. Árni Greger-
sen er farin til Dan-
markar at arbeiða,
meðan Arni Absalon-
sen hevur fingið far-
loyvi í eitt ár.
metrar inn
metrar, meðan tunnilin
til Mikladals verður
1100 metrar langur.
Enn er ikki greitt,
nær farið verður undir
tunnilin til Sumbiar.
Ætlanin er at gera veg-
in úr Vági og suður til
Lopra fyrst. Og fyrst
er ætlanin at gera
vegin á sunnaru síðu
av Vágsfirði, soleiðis at
grótið frá tí spreingi-
arbeiðinum kann brúk-
ast til vegin longur
suðuri, men enn er ikki
farið undir arbeiðið
vegna ein jarðarspurn-
ing.