leygardagur 2. desember 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hurrå fyri Jåkupi —
Føroya fyrsta
antibureaukrati!
Sjålvandi skalt tå hava
hesi neytini innflutt! Hvat
rakar tað samfelagið, hvat
tú hevur í umbúna og vilt
skapa? Tá ein byggir fjós,
ja, so er tað sjálvandi til
neytahald, ikki satt!!
Tað eru nógv, sum hava
tað sum tú. Lógir og aðrar
samfelagsfyriskipanir eru
bert til fyri idiotar og
bureaukratar.
Her í Havn eru fólk,
sum umhugsa at seta
spruttselu á stovn, so
svartbersarnir kunnu fáa
eitt sindur av konkur-
ansu. Tað kann ikki bera
til, at ávísur bólkur í sam-
felagnum kann tiggja sær
sum hann vil. Samfelagið
er til fyri okkum øll. Men
hvat — tað eru hesir 6-
fantaligu bureaukratarnir,
sum valda, og teir hindra
jú einum og hverjum
framburði í samfelagnum.
Eg tosaði við lossingar-
mann í gjár. Hann hevði í
umbúna at seta eitt bor-
dell á stovn, men — sum
hann sigur — hann fær
ongantíð hevi til at spara
so mikið saman, tí tað
ganga nakrir tollarar og
renna aftaná honum,
hverja ferð hann keypir
eina flesku umborð á
onkrum skipi, so hann er
ikki bótaferur.
T il
Góða Jona! Tú skilur
meg ikki. Tað harmar
meg, men gerst ikki við.
Tú vísir á løgtingslog nr.
63/1977. Javnt við len-
ararbeiði verður sett
sigling við feroyskum
fiskifari, herundir út-
róðrarfiskiskapur við
egnum báti og við báti
hjá eðrum smbr. gr. 11,
2. stk. Viðkomandi verð-
ur tá roknaður at hava
arbeitt, um hann hevur
róð út v.m eins nógv og
aðrir á sama stað. Jona!
endin á hesi lógargrein,
stk. 2, er ikki so heilt
greiður, haldi eg: >um
hann hevur róð út v.m.
eins nógv og aðrir á
sama stað<. Hevur hann
ikki tað, hvat so? Tað
kann vera ymiskt, sum
forðar fyri tí.
Tað, sum fekk meg at
ivast um trúverdugheit
tína, var Erlendur í út-
varpinum tann 5.11.
Hann segði hesi orð: —
Tiverri komu útróðrar-
menn ikki við undir
Hvat skulu vit hava
hesar tollarnar til? Teir
ganga bara og genera fólk
við teirra lógum og fyri-
skipanum um innflutning
v.m.
Ella hvat við politi og
djóralækna? Teir skuldu
verið langt av landi skotn-
ir.
Hugsað tær! Bert at
nakrar henur vesturi í
Vágum fáa høsnapest, so
ganga teir hesnagarð úr
hesnagarði og kippa.
Hevdu hesar henur
gjørt nekrum nakað? Hvi
kundu tær ikki fáa frið?
Tá fólk verða sjúk,, so
verða tey flutt á sjúkra-
hús. Hví kundu hesar
henur ikki komið á djóra-
sjúkrahús?
Í hesum sambandi
hugsi eg eisini um neytini
hjá tær. Hví kunnu tey
ikki sleppa á djórasjúkra-
hús, um tað skuldi borið
á, at tey gjerdust sjúk.
Annars fati eg einki av
hasum djóralæknanum
sum so var. Tað mátti
verið „alle tiders«. Hugs-
að tær allar konsultatión-
irnar, hann hevði fingið,
og ikki minst: — allan
tann vinning, hann hevði
havt av hesum. Eg fati
hann ikki.
Og politiið. Ikki bert
onu
sjúkratryggingarskip-
anina, men vilja vit
framvegis arbeiða við
hesum máli.
Jona, hvussu skal
hetta skiljast? Jona, tú
skrivar í sama blað um
bygdamenning í Suður-
streymoy, har har má
nakað gerast. Tað mátti
so verið! Betur er seint
enn ongantið, nú fáa vit
at síggja.
Óli Jacobsen skrivar
um kristindóm og poli-
tikk. Halt uppat Óli! Tú
situr sum fiskimannafel-
agsformaður og hevur
sostatt annað at skriva
um, vildi eg hildið. Tú
kanst til demis hjálpa
legmanni við handskan-
um, um eg kastaði hon-
um, hann liggur í Sosial-
inum nr. 85. Hatta
skuldi verið nakað fyri
teg, lat okkum nú hoyra!
Vinarliga
Juul Jacobsen
Nólsoy
sosialurin
lesarabrøv
tað, at teir ganga vid
djóralæknanum og kippa
henur. Ein fær ikki frið
fyri teimum nakra staðir.
Verður koyrt á Oyggjar-
vegnum við eini 150 til 160
kilometra ferð, ja so eru
teir har beinan vegin. Man
fær bót, meguliga sleip-
aður í rættin, fyri at fáa
koyrikortid frådømt. Hvat
billa teir sær inn? Eru
vegirnir ikki gjørdir til at
koyra å? Sum teir uppføra
seg, skuldi ein trúð, at
vegirnir eru gjerdir til at
rulla páskaregg á.
O tó, størstu synd tyk-
ist mær í bendrunum, sum
eru undirlagdir hetta ó-
fantaliga og bureaukrat-
iska samfelag. Teir ganga
hvert ár og knógva undir
einari hoybyrðuni fyri og
aðrari eftir. Einki er at
siga til, at heilsan fer á
ungum aldri, sum teir
hava ovtikið seg.
Nei, teir skuldu gjert
sum tú sjálvandi. Hoygg-
ið skal innflytast, helst úr
Danmark, men kann USA
brúkast sum alternativ.
Um tú varð noyddur at
flyta hoyggið inn úr USA,
so keypir tú bara eitt skip
afturat. Tað skapar jú
eisini meira arbeiði.
Tó skal eg mæla frá at
innflyta hoyggj úr Sovjet-
samveldinum. Kýrnar
verða tá helst ov reyðar,
eins og tær helst fara at
mjólka minni, tá tær av
hesum kosti meguliga
verða figgindaliga sinnað-
ar móti okkara kapital-
istiska samfelag.
Eg havi altíð sagt tað.
Tað er ein rættur bóndi
sum tú, sum dugir at velta
burtur úr nýggjum. Tað
skal bæði gløggskygni og
initiativ til at seta slíkt í
verk.
Nú er bert eftir at vóna,
at virkið ikki fer av knóra,
um bannað verður at inn-
flyta neytini.
Men skuldi tað tessverri
hent, so hevur hetta
merkiliga samfelag gott
av tí. Hesir ófantaligu og
snerputu bureaukratarnir
hava ikki uppiborið annað
enn at sleppa at gjalda
skatt til tær 25 milliónir-
nar, sum landið veðheldur
fyri — tey, sum vilja
drepa alt óeginnyttugt
framskygni og initiativ í
okkara afturhaldssam-
felag.
Til næsta legtingsval
verður tú vónandi upp-
stillaður — og ikki minst
— valdur. Tú klárar nokk
alt samfelagið einsamall-
ur. Tú hevur við sjón fyri
segn prógvað, at lógir og
fyriskipanir ongan týdn-
ing hava fyri eitt samfel-
ag. Hví skulu vit tá hava
32 mans á tingi? Vit
kunnu klára okkum við
teg — meguliga vantar tó
ein lítil Adolf Hitler.
Ein annar asosialur
Nr. 91 — 2. desember 1978
GLS — politiski sálarsyrgjari
javnaðarfloksins
Í hesum degum fer fram
ein sera áhugaverd skriv-
ing í sambandsblaðnum
Dimmalætting. Spæk-
huggerblaðstjórin er
vorðin fullkomiliga ham-
skiftur. Aftaná í 4 ár í
navni sambandsfloksins,
undir alskyns dulnevnum,
at hava framleitt eitt satt
ótal av illsinnis-, lygu- og
illnatnum greinum um
Feroya javnaðarflokk og
leiðslu hansara, tykist tað
nú, sum um hann er við at
vakna við kaldan dreym,
helst tí hann ræðist at
vera stoktur í sínum egna
feitti.
Tann javnaðarflokkur,
sum i 4 ár i eygum sam-
bandsmanna hevur verið
hevuðshóttanin móti
demokratinum og kristin-
dóminum, er nú knappliga
einasta bjarging sam-
bandsmanna, letur til.
Í fleiri ár hevur Dimma-
lætting og illnatni redakt-
erur hennara upparbeitt
slíka serfreði í útspilling
og demagogi, at ein skal í
hvussu so er ikki styttri
enn til Murmansk fyri at
finna slíkt. Javnaðar-
flokkurin og legmaður
skuldu fyri einhvenn prís
beinast av vegnum. Løg-
maður, tí hann var býttur
og maktsjúkur og javn-
aðarflokkurin, tí hann var
rótin til alla ógudiligheit
og diktatur.
Ikki fyrrenn javnaðar-
flokkurin var rikin har,
sum øll ógudiligheit og
synd einaferð skulu, var
nekur vón um framburð
og skipað politisk viður-
skifti í hesum landi. Tí
tykist tað ikki sørt tilgjørt
og ósmæðið, tá nú sam-
bandsurgan við chefideo-
logi sínum, G. L. Samuel-
sen, á odda ger seg upp til
politiskan sálarsyrgjara
hjá javnaðarflokkinum.
Heldur hesin uppgjerdi
blaðstjóri veruliga, tá tað
nú ikki eydnaðist at buka
javnaðarflokkin, so hann
treytaleyst kom krúpandi
aftur í sambandsleypin, at
so er tað kanska eina
roynd vert at látast sum
um tað er av kærleika til
javnaðarflokkin, hann
hevur verið so illavorðin
og óndsinnaður. Neyvan
eru tey nógv, ið trúgva
honum, nú hann í polit-
isku neyðsteðu sam-
bandsfloksins hykleriskur
letist hava slíka umsorgan
fyri javnaðarflokkinum.
Hvussu sambands-
flokkurin hugsar sær, at
javnaðarflokkurin kann
góðtaka slík met í dupult-
morali, er mongum manni
óloysilig gáta. At sam-
bandsflokkurin er sinnað-
ur at viðurkenna and-
støduåbyrgdarloysi sitt og
sin fullkomiliga mangul
uppá alternativan poli-
tikk, er sjálvandi alla æru
vert. Men áðrenn nakar
verður sannførdur um, at
hetta er annað enn sum tá
kellingin pissaði, mugu
nógvar súðir syftast. Ti
enn spríkir spækhugger-
taktikkurin úr hverjari
reglu og hverjum orði
sambandsmanna.
Javnaðarflokkurin hev-
ur seinastu 8 árini havt
eina beina politiska linju,
uttan brot og bugir. Hesa
linju vil flokkurin í kom-
andi tíðum royna at fera
víðari, samfelagnum øll-
um at gagni. Men skal
nýggi sambandsflokkurin
sjálvboðin verða álitið hjá
javnaðarflokkinum í hes-
um politiska menningar-
arbeiði, verða spækhugg-
erblaðstjórin og orðaríki
sambandsleiðarin sanni-
liga noyddir at spræna
nógv blekk og nógv orð úr
sær, áðrenn tað er eydnast
teimum at fjala og jarða
teirra í gjøgnum 4 ár full-
komiliga miseydnaða og
samfelagsniðurbrótandi
taktikk.
Aftaná at hava gjørt
klekkju til egnu reyv, er
tað ikki sert tragikomiskt
at síggja, hvussu Dimma-
lætting eins og álur roynir
at snúgva sær uttan um
politisku veruleikarnar,
m.a. tann, at javnaðar-
politikkur er tann poli-
tikkur, sum limir og velj-
arar javnaðarfloksins
leggja til rættis og stuðla,
og ikki tað kávalæti, sum
Dimma í hesum degum er
á tremur av.
peyotl.
* de
Rituvikskyrne
Dersom dei styrande i
det heile er interessert i á -
oppretthalde lov og rett
på Færøyane, har dei no
eit usedvanleg godt høve
til å vise kva dei duger
til i samband med ku-
importen til Rituvik.
Det einaste dei kan gjere
er á avlive dei 120 im-
porterte kyrne sá snart
rád er og á slá ned med
hard hand om ikkje im-
portforbodet vert fylgd.
Heile saka er eit skule-
døme pá korleis einskilde
prevar á spele stort og
dermed heve seg over
gjeldande lov og rett.
Eit vidare liv for desse
120 kyrne er samstundes
ei godkjenning av slike
handlingar frá dei styr-
ande si side. Lovene har
dermed ikkje lenger
nokon funksjon.
Kva konsekvensar slik
lovleyse vil fá for jord-
bruket í negativ lei kan
vi i dag knapt tenke oss.
Det vi veit er at slike
gigantprosjekt er tyde-
leg med på å slå beina
under alle som driv nær-
inga i tradisjonell form.
Det kan berre sjåast på
som eit hån mot det
eksisterande jordbruket.
Jordbruket er og den
viktigaste faktoren til
oppretthalding av buset-
naden i mindre bygder
og for dei som meiner
desentralisering i prak-
sis, skulle valget vere
lett.
Mange nasjonar har i
den seinare tid prøvd å
bli meir og meir sjølv-
forsynte for på den måt-
en å stå sterkare. Dette
prosjektet vil slå beina
under det eksisterande
som det har teke genera-
sjonar på å bygge opp.
Samstundes vil det gjere
heile jordbruket avhen-
gig av importert for
ettersom det her ikkje er
noko grunnlag å bygge
vidare på. Ei slik løysing
kan ikkje vere særleg
heldig hverken for folket
her på øyane eller for
dyra. Dersom også kyr
skal drivast i fabrikk på
same måte som gris og
høner, har jordbruket i
det heile få bein att å stå
på.
Kva garanti har vi så
for at det er friske dyr
som kjem til landet? Vi
veit i alle høve at lands-
dyrlegen har sett seg
mot det. Vit veit og at
det er svært vanskeleg å
utføre slik kontroll.
I og med denne im-
porten vil samstundes
portane vere opne for
alle som vil importere
dyr. Dei vil etter dette
berre vise til skulddøme i
Rituvik og korleis det
vart gjort der. Dei fleste
forstår og godtek at det
vert brukt hard hand når
det gjeld import av ein
hund. Det skulle vel
ikkje vere meir uforståe-
leg når det gjeld 120 kyr.
Prosjektet vil i det
heile ha så mange skade-
lege ringverknader at
det for meg synest di-
rekte uansvarleg å la
vere å avlive dyra. Eg
vonar dei ansvarlege i
denr.e samanheng også
vil sjå konsekvensane av
dette.
Agr.
Ole E. Oksholen
BE ST SL AAA AA se]
rer