Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. desember 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LE Nr. 91 — 2. desember 1978 sosialurin BEEE Hevur skrivad sjey bøkur Sandøy Jorgenn pederssenn som kallis Thouwen bøde thill K. M. av — fýra eru útkomnar 360 ára gamla tingbókin komin út av nýggjum: Í síðstu viku kom Tingbókin fyri árini 1615-54 út í endurprentaðari útgávu. Tað er Einar Joensen, sum hevur skrivað bók- ina av og sjálvur givið hana út. Uppruna- liga gav Einar Joensen bókina út í 1953 í 500 eintøkum, men hon var útseld fyri nøkrum árum síðani. Nú er bókin offsett- prentað á Einars Offsett. Einar Joensen sigur, at hann fekk tíðliga áhuga fyri teimum gomlu ting- bókunum, sum røkka heilt aftur til ár 1615. Tað var blaðstjórin á Dimmalætting, Poul Nic- lasen, sum í síni tíð á blaðnum prentaði brot úr tingbókunum og hevði hetta lesitilfarið stóran áhuga. Men eisini aðrir hava havt áhuga fyri tingbók- unum. So tíðliga sum i 1780 skrivaði Svabo, at tað hevði verið áhugavert at geva tingbekurnar út. Tá vóru tær elstu bert 170 ára gamlar, meðan tær nú eru útvið 400 ára gamlar. Skrivaði av um kvøidarnar Einar Joensen før i 1950 at læra seg at lesa gamla skrivt og fór síðan at skriva tingbekurnar av úti á Landsbókasavninum, sum tá var opið til klokk- an niggju á kveldi. Hetta arbeiðið, sum alt fór fram um kveldarnar, var drúg- ført, men fyrsta bókin kom longu út í 1953. Fýra av tingbókunum, sum ialt eru 18—20 í tali, eru útkomnar á prenti. Afturat teimum hevur Einar skrivað triggjar av, sum enn ikki eru útkomn- ar. Ein av hesum verður tó fyrireikað í letuni og kemur væntandi út í vet- ur. Annars skrivar Einar Joensen framvegis av. Nú ger harn tað kortini við hús, tí tað ber til at fáa fotoavrit av tingbókun- um. Tann elsta er burtur Tann elsta tingbókin, vit eiga, gongur aftur til 1615. Ein hevur tó verið undan hesari, men hon er ikki varðveidd. Einar Joensen sigur, at vit vita, at ein hevur verið undan hesi, ti tað verður i hesi skilað til eina, sum var undan. Roknað verður við, at hon er tikin av frans- monnum, sum tóku bæði líkt og ólíkt, tá teir rændu í Tinganesi seint í 1670- unum. Tó heldur Einar Joen- sen, at tað er åført, at tingbekurnar í heila tikið eru varðveiddar. Tær vórðu goymdar saman við so nógvum eðrum skjølum úti í Leigubúðini, men nógv av hesum leysu skjølunum eru tíverri farin fyri skeyti. Ætlaði at skriva løgtingssøgu I triati årunum var ætlan- in at Chr. Bærentsen, fyrrverandi amtmaður i Feroyum, skuldi skriva eina løgtingssøgu. Hann búði tá í Dan- mark og vórðu bekurnar sendar niður til hansara, men hann var so mikið gamal og doyði nekur fá ár seinri uttan at hava skrivað nakra segu. Eftir stríðslok hevði Maria Michelsen bøkurnar heim aftur við til Feroya, her tær síðan eru varð- veiddar á skjalasavninum. Skrivar fútareiðin- skapin Umframt at skriva ting- bekurnar, skrivar Einar Joensen eisini fútareiðin- skapin. Tann fyrsti — frá 1584 — er avskrivaður og kemur væntandi út eina- ferð í vetur. Nakrir afturat eru avskrivaðir. Nú er eisini lættari at fáa bøkurnar út ti tað ber jú til at seta beinleiðis á fotosetimaskinu eftir foto- avritunum av teimum gomlu bókunum. Gongd á aftur Tað er nú líkt til, at gongd kemur á aftur útgávuna av tingbókunum og er tað at fegnast yvir. Útgávan steðgaði annars í 1972 av fakfelagstrupulleikum. for Ennganger 1 gl Jacob Erichssonn for frille leffnett med Gudron Einers dotter, bøde thill K. M. baade thill sammen ii) gl. Jacob Christofferssonn enn Gifftt mand for hor sag med Zigga Elias dotter, bøde thill K. M. huer for sig — 6 mk. syllffuer loenn sebiornnssen for skelldzord både thill K. M. 1 gl Suend loenssen, magnus Isaackssenn och christoffer Ioenns- senn for de willde Icke Rooe thill schufføø med thing budett bøde thill K. M. 1 gl huer for sig. W aagoe loenn simennssenn paa Steig for frille leffnetth med både thill K. M. for begge 3 gl. Gunner Harrilldssonn och Bille mortens dotter for leye- maall och schylldschaff M. begge — Sysskene børnn, både thill K. 211 > gl. 6 schind Bertholld Anderssenn for nogenn Wlempe både thill Kongl. Maytz. 414 gl. 6 schind Suderøbenn Gutte Guttormssen for frille leffnett med Agnes Bryniollffs Dotter och schylldschaff I thillsammen x gl. både thill Kongl. May. Guttorm Niellssonns Skoudtzmaall Anno 1618 Denn 4 Dag Augusti paa Itt sett laugthing I Thordzhaffnn vdi ferrå6, I konglig Maytz. fougids Strange Madtzenn, Saa och Laugmandenns Prouffsten och presterne samptt Laugrettismenderne och Menige Allmuens nerwer- ellsse, som samme thiddt thillstede worre Frembkom Gutt- orm Niellssonn Barnn fød her vdj ferrå Som Enn thidt lang haffuer thiendt welbyrdige folck vdj Dannmarck, Ein síða úr Tingbókini. Málið er ikki tað sama, sum nýtt verður í dag Tá misti Einars Prent fleiri av prentarunum og Einar Joensen var tí sjálv- ur noyddur at arbeiða á kveldi við vanligum prentiarbeiði og tíð var ikki til tingbekurnar. Einar Joensen hevur sjálvur borið kostnaðin av útgávuni av tingbókun- um, men hann hevur tó fingið ein lítlan studning frá Feroya Landsstýri og Dansk-Færesk Kultur- fond. Tingbókin er 444 síður og kostar heft 80 kr. og innbundin 96 kr. Feroyskir kirkjusiðir — ritgerðakapping Enn er ikki ov seint at senda tilfar til ritgerða- kappingarnar um >fer- oysku kvinnuna og lívskor hennara< og »streymvidurskifti í Føroyum« boðar Fróð- skaparsetrið frá. Hesar kappingar vóru fyrst á skránni hjá Setrinum veturin 1976—77, men av ti, undirtøkan var lítil og eingin, vóru kappingarnar settar aftur á skránna veturin 1977—78. Tíðarfreistin varð sett til 1. juli 1978, men seinni varð hon longd til 1. desem- ber 1978. Nú boðar Fróðskaparsetrið frá, at tilfar, sum kemur í hesum mánað og nakað út í januar, verður tikið við í kappingina. Ritgerðakappingin fyri árið 1978 — 79 eitur »føroyskir kirkjusidir«. Nærri upplysingar um hesa kapping fåast frå Fróðskaparsetrinum. Kasettu- band við sangi Basúnljóð hevur givið út nýtt kasettuband, sungið av Thomasi Juul Askham og Skop- unarsystrunum. Hetta eru sangir, sum hava verið sungnir í meti- reðini Kristus er svar- ið. Á bandinum eru lættir sangir og eisini eru nakrir stillir, so tey eldru eisini kunna hava gleði av ti. Haldan Dalsgarð hevur staðið fyri upp- tekuni og Milson Zac- hariasen hevur sett rúmklang til. Regin Bjarnastein hevur margfaldað bandið og Keifin Hammer hevur teknað umslagið. "te Sidsti møguleiki Floyd, ein ungur am- erikanari, sum júst er sloppin út úr einum gegli í Kanada, ger sama dag eitt vápnað rán á ein gimsteina- handil saman við góða vini sínum Joe. Teir skiljast eftir ránið og gera av, at hittast hinumegin markið dag- in eftir. Floyd kemur út fyri einum óhappi við bilinum og verður seinkaður. Hann fer inn á motæellið »Sidsti Møguleiki«, sum er beint við markið mill- um USA og Kanada. Hann verður mistonktur av Michele og av mekan- ikaranum á motellinum. Sjónvarpið hevur nevni- liga havt eina sending um ránið, og tann, sum varð eftirlýstur í sambandi við tað, líktist nógv Floyd (sjálvandi). Michele er tann vakra konan hjá motelånaran- um. Hon luktar ævintýr og pening og kastar seg tí í eitt yvirhugað samlív við honum sama kveld. Næsta dagin uppdagar Floyd, at beltið við gim- steinunum er horvið. Michele má vera tann seki, men hon noktar. At enda játtar hon seg seka í at hava tikið beltið, men tað var bert fyri at hava tað í tryggleika fyri Floyd. Hon vil noyða hann at taka seg við yvir um markið. Men vinurin hjá Floyd, Joe, bíðar ótolin — og fer at enda til markabyin fyri at gera støduna upp við Floyd. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio. Automatsvararin í Havnar Bio hevur tlf. 14105.