Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 telf. 14720 . 11820 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Neytamålid Í SEINASTU viku kom eitt skip úr Danmark við 156 neytum til Føroya Eggvirki í Rituvík. Myndugleikarnir hava sýtt fyri at geva innflutnings- loyvi og í skrivandi løtu liggur skipið á Kollafirði við neytunum umborð. GALDANDI lógir og fyriskipanir siga, at landsstýrið eftir tilmæli frá húsdjóranevndini og veteriner- myndugleikunum kann geva und- antaksloyvi til innflutning av nøkr- um fáum djórum, tá hetta kann bóta um rasuna. Men í hesum føri hava bæði húsdjóranevndin og veterinermyndugleikarnir rátt frá at geva undantaksloyvi. EIGARARNIR av neytunum vísa til eitt uppskot til samtyktar á tingi í vár, har samtykt var at heita á landsstýrið um at geva innflutnings- loyvi til eini 40 —50 neyt treytað av, at eingin smittuvandi var tilstaðar og eisini vóru einar 5—6 aðrar treytir lagdar við. Neytini eru nú 156 í tali. Húsdjóranevndin og veteriner- myndugleikarnir meta, at vandi er fyri smittu. Hinar 5 ella 6 treytirnar eru heldur ikki loknar. SJÁLVANDI eiga vit at miða í móti tímáli at framleiða so mikið av mjólk og øðrum landbúnaðarvørum her heima, at vit kunnu ngkta tann tørv, landið krevur av hesum vør- um. Við teimum 250 kvígukálvun- um, sum kálvaðir verða á hvørjum ári, er møguleiki fyri at økja mun- andi um neytatalið. So eingin bein- leiðis orsøk er at fara í onnur lond eftir neytum. NAKAÐ annað er, at spurningurin um tey 156 neytini umborð á lise Clausen ikki er ein spurningur um neytahald og mjólkaframleiðslu, men heldur ein spurningur um, hvørja effekt galdandi lógir og fyri- skipanir hava og hvgnn myndug- leika landsins stýri hevur. SPURNINGURIN er, um tað ber til at trýsta ávísar ætlanir igjøgnum. Eisini tá tær eru í stríð við galdandi lógir og fyriskipanir og tá myndug- leikarnir við heimild í hesum lógum siga nei. GONGUR hetta, so kann ein næsti persónur koma við fullum skipi av leyvum, ein triði við tikarum, o.s.fr. sosialurin JÓLA-BINGO Pensionistafelagið skipar fyri al- mennum BINGOSPÆLImikukvøldid 6. desember kl. 19.30 i S.M.S. Hvør plåta kostar 10 kr. Góðir vinningar. Øll eru vælkom- in. Kaffi, te og køkur fáast til keyps. Samstundis minna vit limir fel- agsins á jólaveitsluna mikukveldið 13. desember kl. 19.00 á Hotel Før- oyum. Enn eru nøkur få plåss eftir. Nevndin Afturlatingartidir i jolavikuni Gjørt verdur kunnugt at handlarnir kunnu hava opið til kl. 20 hvørt kvøld frå månadegi 18. til leygar- dagin 23. desember. Havnar Detailhandlarafelag Sjukrakassalimir Limagjaldið fyri desember mánað er forfallið til gjaldingar í øllum sjúkra- køssum í Føroyum. Teir limir, ið ikki longu hava gold- ið fyri alt árið 1978, verða vinarligast bidnir at gjalda so skjótt til ber. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya 4/12 -78 MAMMU & ULPUR Fa. John Hammer, Tvøroyri Nr. 92 — 6. desember 1978 besta j6laøl i Føroyum rÅ LI Framsyning verður i smiðjuni i Lítluvík frá hós- degi 7. til mánadagin 11. desember. Sýndar verða vovnar og seymaðar myndir hjá Jórunn Poulsen og karton- og pappírklipp hjá Jógvani Páll Háberg. Framsýningin er opin kl. 17.00— 20.00. Leygardag og sunnudag kl. 15.00 — 20.00. Jórunn og Jógvan Páll Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn Sekt verður eftir læknaskrivara til hálvdagsstarv vid tænastu i rønt- gendeildini frå 1. januar 1979. Løn samb. såttmåla millum Før- oya Landsstyri og Starvsmannafel- agið. Umsókn við upplýsingum um fyrrverandi størv og avrit av prógvi sum læknaskrivari, verður innan 15. desember 1978 at senda til umsjón- armannin, Landssjúkrahúsið, 3800 Tórshavn. Í Í Í ;