mikudagur 6. desember 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——O—wi
SENSE í PD
TRE
Nr. 92 — 6. desember 1978
sosialurin
Telefonterror
i Vågum:
Ringir
Sida 3
um nåttina
— hottir við neydtøku
— Einsamallar kvinnur hóttar á nåttartid
Síðani 20. november hev-
ur sysluskrivstovan i Sør-
vågi fingið 11 fráboðanir
um »telefonterror«, tær
flestu úr Servági, men eis-
ini onkra av Vatnsoyrum.
Løgreglan vesturi í Våg-
um er farin undir at av-
hoyra tey fólk, sum eru 6-
rógvað av »telefonterror-
istinum«.
Einsamallar
kvinnur
Telefonyvirgangurin rak-
ar serliga kvinnur, sum
eru einsamallar inni. Sum
oftast verður ringt um
náttina. >Telefonterrorist-
urin< brúkar fúl orð við
kvinnurnar og hóttir við
at koma og neyðtaka tær.
Í summum førum hevur
hann onki sagt, men ein-
ans tivað. Hetta byrjaði
tann 20. november og ser-
liga tann dagin gjørdi »te-
lefonterroristurin« nógv
um seg og ringdi til fleiri
fólk.
Kunnugur
Politisturin í Vágum upp-
lýsir, at enn er ómeguligt
at siga, um talan er um
sama >terrorist< í ellum
Nýggj frímerki
í morgin
Í morgin gevur Post-
verkið út trý nýggj fri-
merki, tvey í sambandi
við 150 ár a dagin hjá
Landsbókasavninum
og eitt í sambandi við
50 ára minningarhaldið
hjá KFUK-skótunum.
Gentuskótamerkið
hevur Frits Johanne-
sen teknað, tað hevur
virðið 1,40 kr. Hini
bæði — av landsbóka-
savninum — hava
Bárður Jákupsson og
Flora Heilmann tekn-
að. Tey hava virðini
1,40 og 1,80 kr.
Við hesum merkjum
hevur Postverk Feroya
givið út 35 ymisk fri-
merki.
Eisini hesaferð ber
til at keypa fyrstadags-
bjálvar og -stempul,
sum Zakaris Heinesen
hevur teknað.
førunum. Tað ber heldur
ikki til at siga, um hann
— ella teir — ringja úr
Servági. Men eftir ollum
at dema er viðkomandi
kunnugur har vesturi.
Hann veit til demis í
hverjum húsum, maðurin
er til skips og konan so-
statt einsamøll.
Politisturin sigur, at tá
avhoyringarnar eru lidn-
ar, fer væntandi at bera til
at finna eitt mynstur í til-
burðunum, sum kann gera
tað lættari at loysa málið
Landsdjóralæknin, Dånjal Bærentsen og Hanus Wardum fara umborð á Ilse Clausen av Dags-
stjørnuni, sum flutti teir út.
Eg verði forfylgdur
— segði Jákup Simonsen á neytafundi í Runavík
Fleiri hundrað fólk vóru
mett upp til fundin í
Runavík mánakveldið,
har Rituvíksneytini vóru á
skránni.
Lasse Klein legði fyri og
tosaði um djórapíinslu.
Síðani tók Adolf Hansen,
tingmaður fyri Fram-
burðs- og fiskivinnuflokk-
in orðið. Hann segði m.a.,
at neytini vórðu keypt
tann 13. april og hevdu
síðani 25. apríl staðið í
sóttverju í Danmark.
Adolf segði eisini, at teir
hevdu roynt at fáa málið
betri lýst fyri almenning-
inum m.a. gjøgnum út-
varpið. Men hetta hevði
ikki verið møguligt. Jørg-
in Thomsen, tingmaður
fyri javnaðarflokkin, tók
eisini orðið. Hann segði,
at hann vildi viðgera mál-
ið við bestu vælvild.
Vil knúsa seg
Jákup Simonsen, eigarin
av neytunum var eisini á
fundinum. Hann segði, at
hann hevði verið forfylgd-
ur av løgmanni í átta år og
at løgmadur vildi knúsa
seg
Jákup spurdi fundar-
fólkið, um tey vildu hava
rituviksmjolk, og til hetta
svaraðu tey flestu ja, hava
vit fingið upplýst. Eisini
spurdi hann, um tey vildu
hava neytini í land, og til
hetta svaraðu tey somu-
leiðis ja.
Vánaligur lækni
Síðani tók fyrrverandi
bóndi í Fuglafirði orðið.
Hann visti á, at djóra-
læknin var vánaligur
lækni. Sjálvur hevði hann
átt eitt kriatúr, sum varð
sjúkt, og hann hevði boð-
sent djóralæknanum.
Hesin svaraði ikki aftur,
og kriatúrið doyði. Hann
kom við einum uppskoti
um at fáa uttanveltaðar
djóralæknar til Feroya
Á fundinum varð eisini
tosað nógv um, hví neyt-
ini vóru komin til Feroya
hesa tíðina á árinum. Til
hetta svaraði Jákup, at
hann hevði ikki havt
figgjarligar møguleikar
fyrr enn nú og hartil var at
siga, at legtingsfreistin
fyri at fáa djórini í land
gekk út 1. januar
Eftir fundin kundi fund-
arfólkið skriva undir eina
áheitan til landsstýrið um
at loyva neytunum at
koma á land í Feroyum
Henda sama áheitan varð
borin hús úr húsi inni
Eysturoy seinasta viku
skiftið
trý á getuni
Hvat er tín meting av
»Neytamålinum«?
Andrias P. Jacobsen,
bóndi:
— Eg haldi, at tað er
skeivt, at tey komu, og
tað er ti gott, at tey
fara avstað aftur. Eg
haldi hetta tí tað eftir
minari metan er skeiv
mannagongd. Tá ein
sak kenur mælir frá, at
tey koma í land, so
haldi eg, at ein skal
gera, sum hesin sigur.
%
LI
Gissur Patursson,
krambakallur:
— Í prinsippinum haldi
eg, at Jákup Hejgaard
Simonsen skuldi hildið
seg til eggini. Hinvegin
haldi eg, át tað er nak-
að av »rotinskapi« í
málinum — summi fólk
fáa hestar 0.0. djór inn
í landið uttan sterri
hóvasták — tað sær út
til, at tað eisini er av-
gerandi, hver viðkom-
andi er (er mær upp-
lýst).
Annars dugi eg ikki
at skilja, hví Jákup
Simonsen ikki kann
nýta feroysk neyt.
=
+
Noel Niclasen,
skrivstovumaður:
— Eg haldi, at fram-
gangshåtturin, Hegj-
gaard nýtir, er skeivur.
Men kortini haldi
eg, at neytini skula
sleppa í land, tí eg
trúgvi teimum donsku
læknaváttanunum
heldur enn tí feroyska
djóralæknanum. Vit
flyta eisini nógvar
hundar, ross, fuglar
0.8. inn í landið, og tå
er eingin smittuvandi