mikudagur 6. desember 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SEES ———
|
i
Nr. 92 — 6. desember 1978
sosialurin
Havnin tikið avgerð
— kommunufelagið má
broyta felagsætlan!
Felagsbrennistødin fyri allar Føroyar
kemur ikki at liggja millum Hoyvík og
Hvítanes. Havnin hevur tikið avgerð,
innan málið hevur verið til umrødu i
teimum ymisku kommununum. Ætlanin
um at leggja brennistødina í Æðuvík
kemur helst upp á tal aftur, sigur Vil-
helm Johannesen.
Tórshavnar býráð sam-
tykti í síðstu viku at gera
eina rusk-brennisteð fyri
Havnina einsamalla, hó-
ast Feroya Kommunufel-
ag arbeiðir við tankanum
at leggja eina felags
brennisteð fyri alt landið
nærhendis Havnini.
Sosialurin hevur biðið
um eina viðmerking frá
formanni Feroya Komm-
unufelags, Vilhelmi Jo-
hannesen, sum sigur:
— Tað undrar meg
nógv, at Tórshavnar bý-
ráð júst nú hevur tikið av-
gerð um at gera sína egnu
brennisteð. Ti tá vit í sep-
tember høvdu eykaum-
boðsráðsfund i Føroya
Kommunufelag við re-
novationsmålinum å
skránni, komu vit til tað
úrslit, at kommunufelagið
skuldi senda málið út
saman við tilmælinum frá
arbeiðsbólkinum til allar
kommunur í landinum.
Innan 1. februar
— Vit hava boðað komm-
ununum at taka steðu til
spurningin í januar 1978,
soleiðis at vit kendu steð-
una hjá teimum einsteku
kommununum tann ID].
februar, sigur Vilhelm Jo-
hannesen og heldur fram:
— Orsekin til tað var
hon, at vit komu til tað
úrslit at halda ein fund í
hverjari sýslu í desember.
Á hesum fundunum
skuldu limir í arbeiðsbólk-
inum greiða frá renova-
tiónsspurninginum og
annars geva kommunu-
stýrislimunum og fólki frá
kommunalu umsitingini
hovi til at seta spurningar
og viðgera málið.
Formaðurin í komm-
unufelagnum sigur, at
ætlanin við hesum fund-
unum var at geva komm-
unustýrislimunum betri
fyritreytir fyri at taka
stødu til málið i januar.
— Ti er tað ógvuliga
hugstoytt, at Havnar
Kommuna tekur eina
stødu eina viku framman-
undan hesir fundirnir
byrja.
Leypa í borg
— Hvat fer kommunufel-
agið at gera nú?
— Hverki starvsnevnd-
AAA—|—|{|——AF—— |
Føroyskt togv
Føroysk pløgg
Ull
Skipstroyggjutógv, grátt ............ 50 kr. kg
ditto, hvíti rr 60 kr. kg
ditto, myrkamorreytt og ljåsamorreytt 70 kr. kg
Heimatroyggjutógv, hvítt og grátt.... 70 kr. kg
ditto, myrkamorreytt og ljósamorreytt 80kr. kg
Nappað togv, allir lítir.............. 130 kr. kg
Undirtroyggjur úr nappaðari ull .... 110kr. stk.
Undirbuksur úr nappaðari ull.......110 kr. parið
FarceSock ...................... 23 kr. parið
Elin hosur........ i, 23 kr. parið
Stivlahosur upp móti knæ ......... 30 kr. parið
a . 20 kr. parið
Vit keypa óvaskaða ull fyri 7 kr. pr. kg. Vaskaða:
Hvíta 14 kr., gráa 10 kr. ljósamorreyða og myrka-
morreyða 16 kr. pr. kg.
TØTINGARVIRKID
v. Olavur Gregersen, GØTA, tlf. 41020-41120
in ella renovatiónsnevndin
hava viðgjert støduna,
síðan Havnin tók avgerð
sína, men mín persónliga
áskoðan er, at vit nú leypa
í borg í hesum talvi og
flyta ta ætlaðu brenni-
stødina til Æðuvíkar.
Upprunaliga kom Æðuvík
fyrst upp á tal, men ætl-
anin varð løgd við Havn-
ina, tí flutningsútreiðslur-
nar gjørdust bíligari.
— Annars er staðið,
sum Havnar kommuna nú
ætlar at leggja sína
brennistød á, tað sama,
sum Føroya Kommunu-
felag hevur fyrireikað at
byggja felagsbrennisteð-
ina á.
Fer at
darva ætlanini
— Fer avgerðin hjá Tórs-
havnar byråd at darva
ætlanini hjå kommunu-
felagnum?
— Ja, tað haldi eg, ti tað
uppskotið, sum okkara
menn hava lagt stersta
dentin á, er í Hoyvíks-
Síða 5
VÆ
Rusksteðin i Havnardali — seinasta vers
haganum. (Staðið, har
ætlaða brennisteðin skal
liggja, er millum Hoyvík
og Hvítanes, blaðm.).
— Verður ætlanin um
eina felags brennisteð
dýrari at fremja nú?
— Tað er eyðsæð, at
bæði ílega og rakstur
verður sterri, tá ein so
storur partur sum Havnin
fer burtur ur, men hinveg-
in verður renovationsmål-
ið biligari at loysa saman,
enn tað fer at vera, um
hver sýsla fer at byggja
sina brennisteð.
— Hvussu nógv fer fel-
agsbrennisteðin at kosta?
— Projektið í Hoyvíks-
haganum er ætlað til 11
mill. kr., men eg veit ikki
hvussu nógv projektið í
Æðuvík fer at kosta
Herverkið á Odlavsøku
kostaði 20.000 kr.
Býráðið hevur sent ítróttarráðnum rokn-
ingina, men ráðið fer helst at heita á
býráðið um at sleppa undan at gjalda
Herverkið, sum varð
framt móti Tórshavnar
kommunuskúla á ólav-
seku í ár, kostar Tórs-
havnar Ítróttarráð dýrt.
Tað kostaði ikki minni
enn góðar 20.000 kr. at fáa
skúlan í rætt lag aftur.
Upprunaliga varð skaðin
mettur til einar 30.000 kr.
Á ólavseku varð grovt
herverk framt móti sjálv-
um skúlanum, innbúgvi
og wcrúmunum, har
kummur og hurðar vórðu
knústar.
Í realskúlanum vórðu
fýra termorútar og átta
vanligir rútar brotnir.
Harafturat vórðu tíggju
stólar, ein pultur, storm-
krampar, durastólpar og
annað brotið. Í 'komm-
unuskúlanum vórðu 21
rútar knústir.
Greiða er ikki fingin á,
hver framdi herverkið. Í
skúlagarðinum skipaði
Tórshavnar Ítróttarráð
fyri tivoli, meðan róðrar-
fólk hevdu innivist í real-
skúlanum.
Vilja sleppa undan
at gjalda
Formaðurin í Tórshavnar
Ítróttarráð og Havnar
Róðrarfelag, Heðin Mort-
ensen, sigur, at tað verður
eitt tungt tak at gjalda
hesa rokningina.
Ráðið skal hava fund
um málið í annað kveld og
Heðin Mortensen roknar
við, at ráðið fer at heita á
býráðið um at sleppa und-
an at gjalda rokningina
fyri skaðan, ti feløgini eru
ikki væl fyri figgjarliga.
Av samlaða skaðanum
skalróðrarfelagið gjalda
9.000 kr., meðan ítróttar-
ráðið skal gjalda restina.
Annars upplýsir Heðin
Mortensen, at róðrarfel-
agið fær ikki skúlarnar
aftur til at hýsa róðrar-
fólkinum í og tað góð-
kekur felagið. Av teirri
orsek og vegna óskilið
hevur felagið boðað frá, at
tað í framtíðini ikki kann
átaka sær hýsing av fólki.
Tó er ikki avgjert, hvussu
verður við suðuroyingun-
um, sum eru ringast fyri
hvat ferðasambandi við-
víkur.
Myndin, sum var i Sosialinum eftir ólavsekuna, sýnir skilið