Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 Leygardagin 9. desember 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Mikrofonin er ikki til låns Seinastu tíðina hava verið fleiri atfinningar móti út- varpinum í tí sonevnda neytamálinum. Útvarpið verður skuldsett fyri at vera einstáttað. Vit hava biðið útvarps- stjóran, Niels Juel Arge, koma við eini viðmerking til m.a. tað brævið, sum Jákup Højgaard Simonsen skrivaði í Dimmalætting herfyri. Vit loyva okkum eisini at prenta hetta brævið saman við aftursvarinum. Lesið á síðu 5 Neytini duga ikki at ropa um hjálp! Hetta var orsøkin til, at ein nevnd varð sett at kanna, hvussu neytini umborð á Ilse Clausen høvdu tað. Lasse Klein sigur við Sosialin, at arbeiðið hjá nevndini er liðugt. Teir settu seg í samband við skipið og fingu svar. Lesið á síðu 3 Hægsta boð: 4.3 mill. kr. Vilja keypa Dúgvuna til stuttleikaferðir í Miðalhavinum Lesið á síðu 8 Landsdjóralæknin, Dånj- al Bærentsen, hevur hesar seinastu dagarnar ikki fingið frið orsakað av >te- lefonstormi«. I samrødu vid Sosialin sigur Dånjal Bærentsen, at hann eftir klokkan 11 å kvøldi verdur uppringdur hvørt fimta minutt. I tvey kvøld hevur hann ti verið noyddur at seta telefonina oman á politi- steðina fyri at fáa náttar- frið. — Eg vil hava frið til at gera mítt arbeiði uttan at skula geva fólki upplýs- ingar, um hvat fyriferst umborð á einum skipi, sum av misgávum er kom- ið í foroyskan sjógv, sigur Dánjal Bærentsen. Hann sigur víðari, at fara fólk framvegis at spilla seg út um næturnar við at ringja, so vil hann átala hetta og biðja um, at telefonirnar verða tiknar frá viðkomandi. Landsdjóralæknin fær ikki frið Týskveldið vóru nógvir eysturoyingar í Havn og á Velbastað, har teir m.a mótmæltu framferðini hjá landsstýrinum í neyta- málinum. Eisini royndu teir at fáa fatur á lands- djóralæknanum. Politiið í Havn bað djóralæknan koma á steðina fyri at tryggja, at einki álvarsligt skuldi henda. Djóralækn- in var saman við konuni á steðini í nakrar tímar. Ilse Clausen liggur framvegis á Kollafirði og bíðar eftir betri veðri. Skipið er avgreitt frá før- oysku veterinermyndug- leikunum, og skiparin hevur nú ábyrgdina yvir bæði skipi og farmi. Dánjal Bærentsen sig- ur, at hann hevur gott álit á skiparanum, sum er ein hampamaður í allar mát- ar. Skiparin hevur fingið at vita, at verður neyðugt við hjálp úr landi, skal hann bert siga frá. Hetta hevur higartil ikki verið neyðugt Dánjal Bærentsen sig- ur, at hann hevur verið í samband við danska vet- erinerdirekterin. Hesin sigur seg fult út styðja foroysku veterinermynd- ugleikarnar.. Vit spurdu fútan, Nepper Christensen, hvønn leiklut politiið hev- ur havt í hesum máli. Nepper Christensen: — Politiið rekir sítt ar- beiði sum vanligt. Vit skula hjálpa, um veterin- ermyndugleikarnir og landsdjóralæknin halda hjálp vera fyri neyðini. Annars hevur politiið ikki frætt nakað um, at lógar- brot eru framd, meðan neytaskipið Ilse Clausen hevur ligið á Kollafirði. sigur fútin. Hann vísir annars á, at skipið liggur í karantenu. Tað er skip- arin sum skal syrgja fyri, at eingin kemur umborð. — Til alla lukku fór eg ikki á roktarheim — sigur Svend Aage Andersen í sam- rødu við Sosialin. Eftir eina arbeiðsvan- lukku noyðist hann at sita í koyristóli. Hann býr í egnum húsum og hevur heimahjålp. Tvær ferðir hevur hann sekt um pláss á røktarheimi í Danmark, men hevur í báðum fórum tikið umsóknina aftur. Lesið á síðu 9