Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Torshavn Føroya Jávnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Einki borgarligt samstarv TANN orienterandi fundurin millum sambandsflokkin og fólkaflokkin í vikuni um skipan av landsstýri førdi ikki til víðari tingingar millum teir báðar størstu borgarligu flokkarnar å løgtingi. Tad er ti likt til, at einki borgarligt landsstyri verður skipað á hesum sinni. SAMBANDSFLOKKURIN gav á fundinum fólkaflokkinum bert eina munnlig fråsøgn um møgulig sam- starvsmål. Sambandsflokkurin hevði ikki gjørt nakað nágreiniligt skrivligt upplegg, sum hann hevði gjørt til fundin við javnaðarflokkin í síðstu viku. HARAFTURÍMÓTI bandsflokkurin til, at ein nevnd samansett úr báðum flokkunum skuldi gera eitt upplegg fyri síðan at fáa aðrar flokkar uppí samarbeiði. Men hesa áskoðan hevði fólka- flokkurin ikki. Hann ynskti eitt haldgott og nágreiniligt upplegg frá sambandsflokkinum. VIÐ HESUM slitnaðu samráðingar- nar og samstundis heldur sam- bandsflokkurin uppat at skipa fyri landsstýrissamráðingunum. Sum formaður sambandsfloksins eisini hevur sagt, stendur tað nú javnað- arflokkinum, sum næststørsti flokkur å løgtingi i bodi at skipa fyri samráðingunum um skipan av nýggjum landsstýri. ENN VITA VIT ikki, um javnaðar- flokkurin fer at gera slíkar royndir. Hetta veldst sjálvandi um, hvat úr- slitið verður av tí klagu, sum tjóð- veldisflokkurin í Suðuroy hevur sent løgtinginum um valið í Lopra. Nevndin, sum løgtingid hevur sett at viðgera hana, er enn ikki liðug við arbeiði sítt. Verður nýval í Lopra, kunnu broytingar lættliga henda í býtinum av tingmannatalinum. ANNARS FER javnaðarflokkurin ein av komandi døgunum at halda floksstjórnarfund — í hesum sam- bandi verða eisini fundir hildnir í fel- øgunum kring landið — og verður tå stóða tikin til, um javnaðarflokkurin skal bjóða til landsstýrissamráðing- ar. Somuleiðis skal støda takast til, hvønn av flokkunum hann í fyrsta umfari skal bjóða til samráðingar. mælti sam- sosialurin Nr. 93 — 9. desember 1978 Annar sunnudagur i advent ' At vera menniskja er at vera á ferð, á ferð frá tí kenda inn í hitt ókenda. Hitt kenda er fortíðin, hitt ókenda framtíðin. Fortíðin er alt tað, sum liggur aftan fyri okkum, er tann parturin av lívi okkara, sum vit kenna. Framtíðin er tað, sum liggur framman fyri okkum, tann parturin av lívi okkara — stuttur ella langur — sum vit ikki kenna. At liva er sum at fara inn í eitt myrkt rúm uttan minsta feril av, hvat ið har fer at meta okkum. Sjálvandi hava vit øll ávísar vónir til framtíðina — ann- ars var lív okkara blivið meiningsleyst. Men nettupp fortíðin hevur lært okkum, at eitt er, hvat vit vóna og vænta, annað er tann veru- leiki, sum í komandi døgum skal avdúkast fyri okkum. Hetta er grundin til, at flest ell menniskju kenna eitt N sindur til stúran og ampa fyri framtíðini. Av royndum vita vit, at framtíðin kann koma at síggja so heilt ødr- lll N NN vísi út, enn vit høvdu hugs- að okkum hana. Sum menniskju eru vit ongantíð uttan ávísar fyri- treytir. Vit hava øll verið undir ávirkan, og vit verða tað so leingi, vit liva. Vit koma øll eina ella aðra staðni frá, og tí hava vit eis- ini nakað við okkum inn í framtíðina. Nakað av ti, sum setur sín serliga dám á okkum, er hetta, at vit hava hoyrt evangeliið, hin gleði- liga boðskapin um Jesus Kristus. Og tí fara vit inn í framtíðina júst við hesum boðskapi í ryggin. Sum seguligur persónur hoyrir eisini Jesus fortíðini til. Men hann er kortini meira enn bert ein seguligur per- sónur. Tað var sum søgulig- ur persónur, at hann endaði dagar sínar á einum krossi uttan fyri Jerusalem. Og tí hildu eisini mótsteðumenn hansara, at teir vóru slopnir av við hann. Tað er jú ein gamal sannleiki, at tann, ið grevin goymir, ger ikki meira um seg. Men hvat Jesusi viðvíkti, var hetta ikki beint. Tríggjar dagar seinni hoyrdi hann ikki longur fortíðini til. Tá ið hann páskamorgun reis upp frá deyðum, tá gjørdist tað greitt, at hann hoyrdi fram- tíðini til. Tí skulu vit ikki leita eftir honum hjá teim- um deyðu, í fortíðini, men sum hin livandi kemur hann aftur til okkara úr fram- tíðini. Hetta er fyritreytin fyri tí kristnu vónini, tí vónini, sum nettupp adventstíðin — =" Tekstur: Lukas kap. 21, 25 —36. vil minna okkum á at hava við okkum inn í ta framtid- ina, sum vit hvenn dag í lívi okkara eru á veg inn í. Hin kristni boðskapurin sigur okkum, at framtíð okkara er eingin annar enn Jesus sjálvur. Men Jesus kemur ikki einsamallur. Saman við honum kemur Guds ríki, tað ríkið, hvar menniskju aftur skulu fáa havi til at liva tað lívið, sum frá upphavi var ætlað teimum. Enn hoyrir hetta ríki framtíðini til, men vit eru á veg móti tí. Nær tað kemur veit eingin, men at tað kemur skulu øll vita. Dagin og tíman kennir bert Faðirin, og vit mega vera nøgd vid at vita, at tað kemur. Men saman við Guds ríki kemur eisini endin. Hesin heimur skal einaferð ganga undir, og tí ber tað ikki til at byggja ævigu lagnu okkara á hann. Men endin kemur ikki einsamallur. Saman við honum kemur Jesus, og saman við Jesusi kemur Guds ríki. Tí vil Nýggja Testamenti ikki ræða menn- iskju við endanum, men tvørturiméti geva okkum nýggja vón. Oyðingin og undirgangurin fáa ikki hitt seinasta orði, tí saman við teimum kemur Jesus sjålv- ur, og hann skal bjarga okk- um inn í Guds æviga ríki. Hetta er hin kristna vónin, og tað er nettupp hesa vón- ina, sum adventstíðin vil minna okkum á at halda fast við. Hans J. Joensen N NES Storfingin jolakonsert Kórsangur og tónleikur í Vesturkirkjuni sunnukvøldid! Í annadkvøld verður skip- að fyri eini stórfingnari og fjølbroyttari jólakonsert í Vesturkirkjuni í Havn. Á konsertini fara fýra sangkór at luttaka eins og Jóannes Nolsee, sum spælir eina orgulsolo, og limir úr Tórshavnar Mu- sikkskula. Tey luttakandi kórini fjarðar sangfelag, sum fær stuðul úr Lorvík og úr Runavík, eitt manskór við manning úr Havnarkór- inum, Læraraskúlakórin- um, Kvívíkar sangkóri og Fuglafjarðar sangfelag. Tað eru um 20 verk á skránni. Konsertin verður í Vesturkirkjuni í annað- eru Havnarkórið, Fugla- „ kvold kl. 20.