mikudagur 13. desember 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
e
Síða 8
Føroyskir útisetar
Nr. 94 — 13. desember 1978
Føroyingafelagid í Århus:
Bóðu landsstýrið um
25.000 kr. til felagshølir
— men fingu nei
Århus kommuna fer nú møguliga at útvega hølir
til felagið
. landsstýrið hevur á fundi 8. mai 1978
samtykt ikki at ganga umsókn felagsins á
meti, við teirri grundgeving, at landsstýr-
ið ikki heldur tað ber til bert at veita
studning til eitt av teimum mongu feroy-
ingafeløgunum, ið til eru.«
Hetta svar fekk foroyingafelagið í Ár-
hus í juni mánað í ár frá Feroya Lands-
Landsstýri eftir at felagið í fjør sekti
landsstýrið um 25.000 krónur til raksturin
av hølum til føroyingarnar i Århus.
Felagid hevur seinastu tvey årini roynt
at útvega hølir til felagsarbeiðið. Sam-
rådingar hava verid vid landsstyrid og År-
hus kommunu. Nú hevur landsstýrið bod-
að frá, at tað ikki kann stuðla tiltakið.
Feroyingafelagið er tí gingið saman við
fleiri donskum felagsskapum í Árhus, og
meguliga fer Árhus kommuna nú at loysa
helisspurningin hjá føroyingunum.
— At faa hóskandi helir
til felagsarbeiðið hevur al-
tíð verið eitt ynski hjá før-
oyingunum her í Árhus,
men fyri tveimum árum
síðan, tå feroyingafelagið
varð endurreist, gjerdu
vit tað til høvudsendamål
felagsins at útvega helir,
ið feroyingarnir kunnu
hittast í, sigur Símun
Arge, sum seinastu tvey
árini hevur arbeitt í einum
helisbólki.
— Vit vendu okkum
fyrst til kommununa i Ár-
hus. Hon var hugað at
hjálpa okkum, men helt at
spurningurin átti at loys-
ast í samstarvi við lands-
stýrið. Bólkurin kannaði
síðan, hvat raksturin av
hóskandi helum kostaði.
Vit komu fram til at árligu
rakstrarútreiðslurnar vóru
umleið 38.000 krónur
Bóðu um
25.000 krónur
— 4. oktober 1977 sendu
vit eina umsókn til lands-
stýrið, har vit bóðu um
eina árliga játtan uppá ein
part av rakstrinum, tað
fyrsta árið 25.000 kr. Hin-
ar 13.000 kr. skuldu vit
sjálvi og Arhus kommuna
gjalda í felag.
Í juni mánaða í ár fingu
vit svar frá landsstýrin-
um, men tað vildi ikki
játta umsóknina. Grund-
gevingin var, at lands-
stýrið ikki helt tað bera til
bert at veita studning til
Universitetsparken í Árhus
Jógvan Jespersen
skrivar úr Árhus
eitt av teimum mongu før-
oyingafeløgunum, ið til
eru, sigur Símun Arge.
Samarbeiði við
»Fredscentret«
Í heyst er feroyingafelagið
i Århus komið í samband
við ein danskan felags-
skap, ið kallast »Freds-
centret«. Hetta er ein
samgonga av fleiri áhuga-
felagsskapum í Árhus,
sum halda til í einum
gomlum kommunalum
bygningi í miðbýnum.
»Fredscentret« bjóðaði
føroyingunum innivist i
teirra hølum, men síðan er
tað hent, at Århus komm-
una hevur avgjørt, at
bygningurin skal setast i
stand og nýtast til annað
endamál. Feløgini fáa bert
loyvi til at vera í bygn-
inginum til 1. januar.
Saman við »Fredscentret«
hevur feroyingafelagið tí
nú tikið upp samráðingar
við kommununa. Jákup
Strøm, nevndarlimur i
Føroyingafelagnum, sum
saman við Símun Arge
luttekur í samráðingunum
fyri føroyingarnar, sigur:
— Eftir at landsstýrið
hevur noktað umsókn
okkara, er einasti megu-
leiki nú at halda saman
við »Fredscentret«, tí
kommunan hevur skyldu
at útvega hesum felags-
skapinum nýggj helir.
Næstan bert
lesandi í Árhus
— Hvussu nógv felagsliv
er millum feroyingarnar í
Árhus?
— Eftir umstødunum er
eitt toluliga gott felagsliv
millum føroyingarnar í
Århus. Vit hava ymsar
áhugabólkar, kvæða-
bólk, kvinnubólk, sangkór
og skipað verður fyri yms-
um itrottartiltøkum og
veitslum. Harafturat eru
ymisk kristilig tiltøk. Eft-
ir nýggjár er eisini ætlanin
at seta ein føroyskan
skúla á stovn í býnum,
eins og tann í Keypman-
nahavn. Men, sum sagt,
hesi tiltøk verða nógv
tarnað av, at vit ikki hava
nøkur fest hølir, siga Jåk-
up Strøm og Simun Årge.
— Hvussu nógvir før-
oyingar eru í Árhus?
— Vit meta, at umleið
100 feroyfingar eru her í
býnum. Nógv tann stersti
parturin av teimum eru
lesandi, sum ætla sær
heim aftur til Føroya eftir
loknan lestur. So vítt vit
vita, eru bert heilt fáir
fastbúgvandi foroyingar í
Árhus.
— Hevur felagið roynt
at komið í samband við
teir fastbúgvandi føroy-
ingarnar.
— Feroyingafelagið er
eitt felag fyri allar foroy-
ingarnar, men í dag eru
tíverri næstan allir limir-
nir lesandi. Felagið hevur
fleiri ferðir roynt at komið
í samband við teir fast-
búgvandi feroyingarnar,
sum vit hava frætt um eru
her, men tíverri hava bert
einstakir av teimum latið
við seg komið.
Felagsarbeiðið
stóran týdning
— Hvenn týdning hevur
felagsarbeiðið sum heild?
— Sum sagt er stødan
her i Århus eitt sindur
ødrvisi enn t.d. i Keyp-
mannahavn, ti meginpart-
urin av føroyingunum i
bynum eru lesandi, sum
ætla sær heim aftur til
Føroya.
Føroyska og danska
samfelagið eru ógvuliga
ymisk, og tí hevur tað
stóran týdning, at feroy-
ingarnir kunnu koma
Símun Arge, fyrrv. formaður og Jákup Strøm, nevndar-
limur
saman um felags áhuga-
mál, so teir ikki missa
sambandið við føroyska
samfelagið, sum teir
seinni skulu starvast í.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at føroyingarnir
t.d. valkvøldid 7. novem-
ber komu saman, fyri i
felag at fylgja vid i frå-
søgnini frå løgtingsvalin-
um. Sum eitt annað lid i
royndunum at styrkja
sambandið við Feroyar
hevur felagið útvegað for-
oysku bleðini, sum liggja
frammi á staði, har vit
vita nógvir feroyingar
koma.
— Í lógini hjá felagnum
stendur, at tað skal ráð-
geva føroyingum, sum
koma til býin. Hvussu
verður hesin spurningurin
loystur?
— Serliga her í Árhus,
har meginparturin av fer-
oyingunum eru lesandi, er
stórur tervur á ráðgevandi
hjálp. Bæði tá fólk koma
til býin, meðan tey eru
her, og eisini tá tey skulu
flyta heim aftur. Hetta
vísir seg ofta m.a. við at
fólk, sum ætla sær at
koma til Arhus, seta seg í
samband við feroyingar
her í býnum, fyri at spyrja
seg fyri.
Felagið roynir eftir føri-
muni at hjálpa, men tað
verður ongantíð ført fyri
til fulnar at loysa hesa
uppgávu. Tað átti at verið
náttúrligt at føroysku
myndugleikarnir tøku sær
av hesum spurningi. T.d.
kundu teir havt ein fastan
rådgevara i Danmark.
Føroyingafeløgini i
Danmark arbeida å ym-
iskum figgjarligum
grundarlagi. Okkara felag
er bert samansett av les-
andi, medan onnur føroy-
ingafeløg, t.d. i Ballerup,
å Lollandi og å Bornholm,
eru samansett av fast-
búgvandi føroyingum.
Av ti svari vit fingu frå
landsstyrinum uppå um-
sókn okkara skilst tydi-
liga, at landsstýrið ikki
hevur gjørt sær hetta
greitt, og annars yvir-
hevur ikki hevur nakra
miðvísa planlegging við-
víkjandi teimum føroying-
um, sum fara til Dan-
markar at fáa sær útbúgv-
ing. Tað vil sjálvt ikki
stuðla útisetunum í teirra
royndum at skapa saman-
hald sínamillum, siga
Jákup Strem og Símun
Arge.
Berglum Kollegie. Her búgva nógvir feroyingar
rr
eo,