Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ge 5 Føroyskir utisetar BI HETTA serblaðið er ætlað teimum føroyingum, sum búgva uttanlands — serstakliga í Danmark. Vit hava í serblaðnum eftir førimuni greitt frå viðurskiftum føroyinga i Danmark og hvat fer fram teirra millum. UMFRAMT at blaðið verður sent føroyingum uttanlands ókeypis, kemur blaðið út sum vanligt í Før- oyum. Føroyingar búleikast alla staðni kring knøttin. Tó er eingin ivi um, at flestu føroyingar uttan fyri oyggjarnar eru í Danmark. Vit hava eingi nágreinilig tel, men tosað verður um, at einir 10—15.000 før- oyskir útisetar eru í sunnara partin- um av ríkinum. HESI ERU bæði arbeiðandi fólk, les- andi, ung undir útbúgving og eldri fólk, sum hava búð meginpartin av lívi sínum á flatlondum. HVAT vita vit í roynd og veru um viðurskiftini hjá hesum landsmonn- unum? Sjálvandi fáa vi bæði eitt og annað at vita í teimum tíðarritum, sum verða givin út av føroyingum í Danmark, men her á landi eru tað tó få, sum fáa hesi blød. Rættast hevði sjálvandi verið, um føroysku blødini av og á bóru tíðindi og hýstu øðrum tilfari um føroyingar niðri. HINVEGIN er greitt, at tey, sum búgva niðri, skulu hava møguleika at fáa nakað at vita frá tí, sum fyri- ferst heima í Føroyum. Í hesum sambandi kemur Sosialurin sjálv- andi uppá tal. Áhugin fyri blaðnum er støðugt vaksandi millum útisetar og ynski okkara er, at enn fleiri úti- setar gerast haldarar av blaðnum fyri á tann hátt at skapa okkum livi- ligari kor. Ti uttan haldarar er sjálvt grundarlagið undir einum blað burt- ur. SOSIALURIN er partvíst eitt alment tíðindablað og partvíst eitt politiskt málgagn. Politikkur og sjónarmið javnaðarfloksins koma til sjóndar í oddagreinini og í viðmerkingunum á aðru síðu. Restin av blaðnum er ætlað einum objektivum tidinda- flutningi. Harafturat hevur Sosial- urin lagt áherðslu á eitt breitt og sakligt kjak, sum er fyritreytin fyri menning samfelagsins. VÓNANDI fær Sosialurin upp aftur betri undirtøku millum útisetar í framtíðini. BENENERERTEURRRERURRENGRUERERERERERERENRERUNEREETREEOERREREUUNRUSENENERRERERRURRUNRERURRAER = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = = Triggir foroyskir skúlar í Danmark Tær ringu tíðirnar merkjast eisini hjá skúlunum Lesið á síðu 13 Kommunistiskir útisetar i Danmark Lesið á síðu 19 Kristnastova er karmurin um eitt kristið virki Lesið á síðu 9 Greinar eru eisini um føroyingafeløgini i Áarósa og á Fjóni. Um kvinnuna og samfelagið — hetta er samreða við tvær feroyskar kvinnur, sum lesa í Danmark. Um mentanarlív millum feroy- ingar í Keypmannahavn og um mangt annað. Lesið serblaðið