Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ar Ute ær Nr. 94 — 13. desember 1978 Føroyskir útisetar Síða 13 Føroysku skúlarnir í Danmark Tríggir foroyskir skúlar í Danmark Tær vánaligu tíðirnar merkjast eisini hjá skúlunum Tað er ongantíð skaðiligt hjá bornum at duga tvey mál Stovna fakfelag saman við ødrum fremmandum lærarum Eiga foroysku myndugleikarnir at hjálpa skúlunum Tá ið tosað hevur verið um feroyskar skúl- ar í Danmark, hevur mest sum altíð verið tosað um tann í Keypmannahavn, men í veruleikanum eru tríggir tílíkir skúlar í Danmark. Í Albertslund hevur verið foroyskur skúli í tvey ár, har eru nú 15 næmingar og eru Heini Davidsen og Kári Mouritsen lærarar har. I Helsingør eru nú í heyst settur å stovn skuli har eru fyribils umleid 20 næmingar og er Bjarni Sørensen lærari. Skulin i Keypmannahavn fer nu inn í sitt fimta år. Við hann eru 30 næmingar og eru lærarnir Rogvi Thom- sen og Malan Johannesen. Sostatt ber til hjå før- oyingum í stórum parti av Sjællandi at geva børnum teirra kunnleika til fer- oyskt mál og mentan. All- ir skúlarnir eru leygar- dagsskúlar. Undirvísing, bekur og flutningur eru ókeypis fyri næmingarnar. Um ikki føroyskur skúli er i teirri kommunu har næming- urin byr, hevur kommun- an skyldu til at bjóða næminginum undirvísing við onkran av hinum skúl- unum, her serstakliga skúlan í Keypmannahavn. Keypmannahavnar kom- muna hevur avtalu við hinar kommunurnar um samskipan av skúla- gongdini har ov fáir næm- ingar eru til at settur verður á stovn skúli. Markið er 12 næmingar. Skúlarnir royna at geva børnunum undirvísing i føroyskum lærugreinum burturav og um gjørligt å sama klassastigi sum heima í Feroyum. Truplar arbeidsumstødur Frá skúlanum i Keypman- nahavn sigst, at við skúl- anum gongur tað gott, men tey meta, at arbeiðs- umsteðurnar eru sera tor- forar. Hetta kemst av, at ell árini hevur tað verið stór spjaðing millum næmingarnar. T.v.s. tey eru í aldrinum millum 6 og 16 ár og kunnleikastigini eru tilsvarandi líka so Ojøvn. Har eru næmingar, id duga eins væl føroyskt sum javnaldrarnir i Før- oyum og har eru næming- ar, ið næstan bert duga danskt og so eru millum- stigini. Hetta er tungt at dragast við hjá bert tveimum lærarum. Tað ger eisini sítt til, at tað ikki ber til at taka sær so nógv av hverjum næmingi sum tað átti at verði gjort — hugsast skal eisini um, at undirvíst verður bert triggjar tímar um vikuna. Keypmannahavnar kommuna krevur, at samlaða næmingatalið skal koma upp á 56, áðr- enn tey fáa ein lærara afturat. Hetta er normal klassakvotiental fyri tveir klassar i Keypmanna- havnar kommunu t.v.s. 28 bern í hverjum klassa. Sjálvi meta Malan Johan- nesen og Rógvi Thomsen, ið arbeiða á skúlanum í Keypmannahavn, hetta markið fyri heilt við síð- una av. Undirvísingin kann nærmast metast sum serundirvising og átti tað hægst at verið 6—8 næmingar uppá læraran. Men her sum aðrastaðni merkjast eisini tær vána- ligu tíðirnar, ið fyrst og fremst er gingin út yvir skúlarnar, vøggustovur, barnagarðar og frítíðar- heim. Tað eru oftast tey minst mentu í samfelagn- um, ið fyrst fáa skoluna. Eisini viðvíkjandi bók- um hava tey trupulleikar at dragast við. Skúlin fær umleið 500 kr. um árið til bókakeyp, tá ið hugsað verður um, at t.d. lesi- bókin til 7. flokk kostar næstan 100 kr. stykkið, og at nógvar bekur nú eru eingangsbekur, so sigur tað seg sjálvt, at 500 kr. ikki rokka langt. Skúlin i Keypmannahavn hevur eisini longu brúkt allar bókapengarnar fyri 1979. So alt í alt ger hetta, at útskiftingin av næming- um verður lutvíst alt ov stór á hverjum ári og í sjálvum árinum, orsaka- av umsteðum, ið lærarnir ikki hava ræði yvir. Annars halda Malan og Rógvi, at tað kemur bara heilt nógv burturúr. Sum demi kann nevnast, at í summar metti Rógvi eini smágentu í Feroyum, ið hevði gingið í feroyska skúlanum, men nú gekk í skúla í Feroyum. Hann spurdi hana, hvussu ið tað var at koma í ein føroysk- an skúla, um tað hevði verið ringt at læra fer- oyskt? Hon svaraði: >Nei, sjálvandi ikki, tí eg hevði gingið í føroyska skúlan- um í Keypmannahavn«. Tað eru tilikar sólskins- segur, ið fær okkum at halda, at skúlarnir eru eitt gott tiltak, ið eigur at stuðlast av ellum alvi. Tað er bert synd, at ikki fleiri føroyingar senda bern síni í teir. Helst tá ið hugsað verður um, hvussu nógvir feroyingar búgva í Danmark. Tað er ongantið skaðiligt at bern duga tvey mál. Stovna fakfelag Hóast trupulleikarnar so hava Rógvi og Malan góða von um framtíðina, tey hava ikki givið Skarv- in yvir, sjálvt um komm- unan hevur vist seg at vera sera natin. Tað eru ikki bara fer- oyingum, ið henda undir- vísing í móðurmálinum verður bjóðað. Henda undirvísing stendur eisini eðrum fremmandum fólkaslegum í boði. So- leiðis verður eisini undir- víst í nógvum eðrum fremmandum málum t.d. turkiskum, kinesiskum, pakistanskum og nógvum fleiri. Føroyskt er bert eitt lítið mál millum øll hesi. Men tað vísir seg, at fleiri av hesum hava somu und- irvísingartrupulleikar, sum føroyingarnir hava at dragast við, umframt tað, at óhugnaligur manna- munur verður gjerdur við- víkjandi hesum fremm- andu lærarunum og danskarum annars. Nógv av teimum duga lítið og onki av donskum. Fyri at beta uppá alt hetta, tóku Rógvi og Mal- an, saman við jugoslav- anum Claru Pavicic, stig til at skipa allar hesar fremmandu lærarnar í antin eitt danskt fakfelag ella at skipa teirra egna fakfelag. Ti tað var greitt, at stóðu ikki øll saman, so so fekst einki burtur úr. Tey hava havt fleiri fundir og samráðingar við donsk lærarafeløg. Steðan í letuni er tann, at tað er ivasamt um tey stovna teirra egna fakfelag ella fara uppi Kebenhavns Lærerforening, ið tey samráðast við í løtuni. Hetta veldst alt um, um tey meta, at Københavns Lærerforening fer at rekja áhugamál teirra, ið eru heilt ødrvisi enn hjá teim- um donsku lærarunum, til fulnar. Samanumtikið kann tað ikki sigast annað enn, at framtíðin fyri feroysku skúlarnar, sum nú er, tyk- ist sámulig. Men avgjert fyritreyt fyri góðum úr- sliti ella úrsliti, sum lær- arnir hava hug til at tað skal blíva til og útisetar hava krav uppá, er, at ar- beiðsumsteðurnar hjá skúlunum verða nógv bettar. Spurningurin er, um ikki feroysku mynd- ugleikarnir áttu at givið eina hjálpandi hond. Frá skúlunum verður sagt, at feroyingar altíð eru vælkomnir at senda bern teirra í skúlarnar, sjálvt um tað er liðið nógv út á árið. Tað er bert at seta seg í samband við onkran av lærarunum, so verður undirvísing givin eftir besta ferimuni. VIT FERMA hvenn mánadag og týsdag í Aalborg í Halmstad í København hvenn mikudag hvenn hósdag AVGREIDSLUR: TIL FØROYAR FRYSTIKONTAINARIR EINS VÆL OG VAN LIGIR KONTAINARAR ERU TØ KIR Chr. Jensen, tlf. 122566 Aalborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Aalesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 sandnes Wi. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth 2. hvørfa viku i Larvik 4. hvørja viku i Blyth 3. hvørja viku i Aalesund 3. hvørja viku i Sandnes SKULU TYGUM FLYTA?? líka mikið hvat...