Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Føroyskir útisetar Nr. 94 — 13. desember 1978 Kvinnur bera hålvan himmalin ! á teirra herðum — hann skal eisini gerast teirra! Rógvi prátar við Gunnleyg (27) og Maluna (30) um (ta nyggju kvinnurørsluna, kvinnufrigering, politiskt arbeidi, abort, uppaling, familju og kvinnur i Danmark og Føroyum. (Mao Tse-tung) Tit stårid ikki, kvinnur, hóast leiðin tykist long, vit koma har vit vilja, bert vii taka saman hond (úr ólavsekukabarettini 1975) Rógvi: — Ja, eg fari fyrst av øllum at spyrja tykk- um um, hví tit eru farnar úr Feroyum, og tit tí sita her. niðri í Keypmanna- havn í dag? Malan: — Aftaná eg hevði tikið realeksamiu, var eg eitt ár í húsplássi í Onglandi. Heimafturkom- in fór eg at arbeiða á Tele- grafsteðini; aftaná at hava verið har í eitt gott ár, fingu eg og ein eg ar- beiddi sama saman við hug at royna nakað ann- að, og fóru vit so á Há- skúla í Danmark. Aftaná hetta fór eg at arbeiða á Ríkistelefonini í Keyp- mannahavn. Men meðan høvdu verið góð og frí, so kann hetta ikki sigast um Ríkistelefonina, har ansað varð eftir hverjum fóta- feti. Eg fekk nú hug, at fáa mær eina útbúgving. Eg fór á studentaskeið, har gekk eg um kveldið, meðan eg vaskaði á einum sjúkrahúsi um dagin. Aft- aná at hetta var liðugt, var eg eitt ár í Feroyum og fór síðani á Universi- tetið, har eg lesi danskt, Gunnleyg: — Ja, aftaná eg hevði tikið 'real- eksamiu, fekk eg hug at fara uttanlands at síggja. meg um. Eg var so fyrst eitt ár í Onglandi og síðani eitt í Fraklandi — í báðum londum arbeiddi eg sum húshjálp. Ætlanin var, at eg skuldi fara víðari til onnur lond, men eg kundi ikki halda áfram sum hús- hjálp. Fyri tað fyrsta fekk eg næstan onga len, tað hava húshjálpir ongantíð fingið, og fyri tað næsta verður man kastaður runt sum ein annar klútur og hevur ongi rættindi, tí man hoyrir til tey lægst lentu í samfelagnum. Eg gjørdi ti av, at fara til Danmarkar, at fáa mær eina útbúgving og síðani at fara útaftur í umheim- in. Aftaná at hava tikið studentsprógv fór eg at lesa til arkitekt, og verði eg nú skjótt liðug. Kvinnurnar eru tær mest kúgaðu í samfelagnum... Rógvi: — Tit hava nú verið í Danmark í skjótt nógv ár, og tað kundi verið áhugavert at hoyrt, hvussu ið tit upplivdu tað, tá ið tit komu niður, um tað var nógvur munur á tí tit møttu her og ti, tit vóru vandar til i Føroy- um? Hvat gjerdu tit, tá ið tit komu niður, komu tit nógv millum feroyingar, fóru tit uppí nakað felags- virksemi, politiskt ella danskarar o.s.fr.? Gunnleyg: — Nei, á studentaskúlanum í Heng feldi eg ikki, at tað var tann stóri munurin frá fer- Men tá ið eg kom til Keypmannahavnar, kom eg igjøgnum skúlan at arbeiða nógv við samfel- Av tí at kvinnurnar eru millum tær mest kúgaðu í samfelagnum, og har eg sjálv sum kvinna beinleið- is havi merkt hesa kúgan, meinti eg, at tað var týdn- ingarmikið, at arbeiða ímóti hesi kúgan. Eg fór ti uppí donsku kvinnurersluna, sum hev- ur havt rættuliga stóra á- virkan á tey framstig, sum kvinnur hava vunnið sær tey seinastu árini, t.d. betur arbeiðs- og lenarvið- urskifti, fleiri barnagarðar 0.s.fr. Um fleiri kvinnur lut- tóku í arbeiðinum hjá Kvinnufylkingini, kundu tær hjálpt nógv upp á um- steðurnar hjá kvinnum í Feroyum. Malan: — Tað var ein stór broyting, at koma niður á Háskúlan, hesin var internationalur, so har vóru nógv fólkasleg og stættir, so eg kom í sam- band við nógv fólk og nógvar hugsanir. So skuldi skúlin eitast at vera demokratiskur, og tað var eg ið hvussu so er ikki von við heiman úr Fer- oyum. Hetta hevur helst gjert sítt til, at eg uppfat- aði arbeiðsplássið á Ríkis- telefonini sum ódemokrat- iskt og kúgandi. Á studentaskúlanum metti eg eisini fólki frá nógvum socialum legum, og tað hevur sjáivsagt nógv at siga, hvussu ið skúli og skúlagongd verð- ur uppfatað, tí har metir tú fólki frá sellum stættum í samfelagnum og í ollum aldrum, ið hvussu so á einum tílíkum studenta- skeiði. Her var tað eg rakti við, at tað var nakað, ið æt kvinnukúgan; tað var so nógv frammi akkurát tá, fyrst helt eg tað vera fjákalótir, men skjótt uppdagaði eg, at tær hevdu grein í sínum máli. Tað var tá eg fekk sam- band við føroyska kvinnu- bólkin í Keypmannahavn, har fór eg so uppí — har var eg leingi. Eisini fór eg uppí lesiring hjá F.S. — hetta saman við kvinnu- arbeiðinum gjerdi tað, at eg fekk eyguni upp fyri, at tað vóru ymiskir stættir í samfelagnum. Vit vóru nakrar í hesum kvinnu- bólki, ið skjótt komu eftir, at tað, at menn kúga kvinnur, ikki er tí teir eru menn, men at samfelag okkara er eitt stættar- samfelag, har ið tey, sum eiga nógv, kúga tey sum eiga minni, og tá ið flest allar kvinnur eisini pen- ingaliga eru bundnar av manninum, verða tær kúgaðar av teimum eins og teir verða kúgaðir av eðrum. Rógvi: — Tú meinar, at vit næstan seli eru eins kúgaði? Malan: — Ja, og vit kunnu ikki bjarga okkum undan kúgan við at undir- kúga menn. Harafturi- móti mugu vit hava eitt heilt annað samfelag fyri at bæði vit og menn kunnu sleppa undan kúg- ing. Rógvi: — Inniber tað so at stríðið móti kvinnukúg- an verður steðgað? Malan: — Nei, nei, tað sum handan vitanin inni- ber er, at tað ikki er nóg mikið, at sita í einum kvinnubólki, og siga frá tí tú ert úti fyri í gerandis- degnum av kvinnukúgan, hetta kann skjótt gerast ein koddi, tí tað, at tú bert situr og sigur frá kúganini kann gera tað, at tú heldur kúganina út, uttan at hon fær nakrar polit- iskar avleiðingar. Demokratiið er sera týdningarmikið Rógvi: — Nú er munur á, hverjar avleiðingar tað hevur fingið fyri tykkum, at tit báðar orsaka av tykkara arbeiði við kvinnukúgan eru farnar uppí eisini annað politiskt Gunnleyg tú ert nú bæði knýtt at donsku kvinnurørsluni og einum føroyskum politiskum fel- agsskapi, meðan tú Malan hevur verið limur í einum føroyskum felagsskapi, men ert nú farin uppí ein danskan. Er nekur ser- stek orsek til hetta? Malan: — Ja, eg var nokk so stutt limur av fel- agsskapinum F.S. — or- sekin var m.a. at eg havi luttikið nógv í donsku stuðulsrersluni, tað eru lokalir bólkar av fólki, ið stuðla verkføllum hjá ar- beiðsfólki við at greiða uttanfyri standandi frá hesum og savna saman pengar til teirra, sum eru í verkfalli, eitt dømi er tað stóra BT-verkfallið. Men eg helt ikki, at hetta ar- beiðið bleiv stuðlað í tí føroyska felagsskapinum. Tað skilti eg ikki, at ger- andisbardagin her fyri betri livivilkorum íkki skuldi verða stuðlaður av einum føroyskum felags- skapi, av tí at hetta er ein konkretur gerandisbar- dagi, ið eisini er í Feroy- um, og sum vit kunnu læra nógv av. Onnur orsøkin til at eg fór var, at felagið ikki lúkaði tær treytir, ið eg seti fyri ein politiskan fel- agsskap, við tað at eg helt hann vera sera ódemo- kratiskan, og tað kann eg ikki góðtaka. Eg haldi at demokratiið er ein sera týdningarmikil partur av einum felagsskapi, ið eg berjist fyri. Gunnleyg: — Eg var eisini limur i F.S., men var eg umframt ódemo- kratiska arbeiðslagið eis- ini ónegd við, at kvinnu- kúganin ikki varð mett at vera serliga týdningar- mikil partur av arbeiðin- um. Komm. Ú. sum eg nú eri limur í, arbeiðir haraft- urímóti ålvarsamt við hes- um spurningi. Vit meta tað ógvuliga umráðandi, at líkarættur fyrst og fremst verður útintur inn- anfelags, t.d. er helvtin av stjórnarlimunum kvinnur. Rógvi: — Er tað meira vanligt fyri føroyskar fel- agsskapir enn danskar, at teir ikki taka handan partin av kúganini — kvinnukúganini upp? Hvussu við tær Malan, verður kvinnukúgan tikin meira álvarsamt í danska flokkinum V.S., har tú ert limur? Malan: — Nú skal tað sigast, at orsekin til, at eg fór upp í ein danskan flokk ikki var orsaka av kvinnu- kúgan. Men hesin flokkur er ein partur av tí nýggju vinstrarersluni, ið millum annað tók seg upp við ungdómsuppreistrinum í 1968 — og sjálvsagt er kvinnurørslan, og tær royndir hon hevur gjørt, ein natúrligur partur av flokkinum, flestu kvinn- urnar í flokkinum koma eisini frá hesi rerslu, har- við verði ikki sagt, at kvinnuspurningurin er av- kláraður. Rógvi: — Gunnleyg, hvussu hevur tú upplivað tað í føroyskum felags- skapum, hvussu hevur tað verið mett, at tú hevur fingist við kynspolitik burturav munin millum mann og kvinnu og tann leiklut, ið vit verða noydd at spæla sum ávikavist kvinna og maður? Gunnleyg: — Har má eg siga, at eg varð ógvu- liga vónsvikin yvir, hvussu lítið hesin spurn- ingur varð viðgjerdur í føroyskum feløgum — og tað haldi eg ger seg gald- andi enn tann dag i dag — hóast framstig eru hend — at tað er ógvuliga trup- ult at koma igjøgnum við hesum spurningi. Tað er eisini syndarligt at síggja hvussu lítið hes- in spurningur hevur verið tikin upp á bæði danska og føroyska vinstravong- inum. Tað er skrivað nógv um kynsspurningin av sosialistisk<um kvinnum, men hesar bókmentir eru ongantíð tiknar við í pol- itiska kjakinum í feløgun- um, men eru bert skúgv- aðar til viks. At búgva í kollektivi Rógvi: — Hverja ávirkan halda tit tað hevur á stødutakan tykkara, at tú Malan býrt í einum donskum kollektivi, meðan tú Gunnleyg býrt í einum feroyskum? Malan: — Sjálvandi hevur tað ávirkan, hverji fólk tú ert saman við. Fyrstu árini her niðri var eg mest saman við fer- oyingum. Men eg sá skjótt, at fyri at klára seg í donsku lestrarumsteð- unum, so varð eg eisini noydd til at arbeiða saman við donskum kammiråt- um. Tað ferdi við sær, at eg fekk vinfólk millum hesi. Hetta ferir eisini við sær, at tú líkasum livir tvey lív, tað er, at tú ert meira ella minni danskari í skúlanum og millum danskarar annars og meira ella minni feroying- ur saman við feroyingum. Men tað er greitt, at tey fólkini tú ert nógv saman við hava nógva ávirkan á teg, og eg skal ikki dylja fyri, at tað, at nógv av teimum vóru limir í sama flokki, sum eg nú eri limur í, hevur ávirkað steðu- takan mína. Gunnleyg: — Eg havi nú alla tíðina havt hug til at arbeitt millum føroyingar. Men fyrstu tíðina í Keyp- mannahavn kom eg nú mest millum donsku lestr- arfelagarnar og kammi- rátarnar í kvinnurersluni. Men síðani eg byrjaði at arbeiða við feroyskum viðurskiftum, eisini í skúl- anum, komi eg mest sam- an við føroyingum. Eg búgvi saman við 5 føroy- ingum og tað ger, at eg kenni meg nógv tættari knýttan at Feroyum nú. enn eg gjørdi fyrr. Ogvu- liga nógv av okkara dag- liga tosi er um føroysk Fr