Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 13. desember 1978 Føroyskir útisetar Síða 15 N viðurskifti, serliga tá ið bleðini koma heimanífrá. Kvinnukúganin í Føroyum stórri enn man heldur at hon erl! Rógvi: — Nú hava tit ar- beitt við nógvum her niðri, ið ikki er vanligt í Feroyum, og hava mett nekrum heilt sðrum mein- ingum, ið tit eisini partvís hava tikið at tykkum. Hvussu er at koma heim- aftur til Feroyar? Gunnleyg: — Tað er oftani trupult hjá mær at koma heim, tí í veruleik- anum er kvinnukúganin í Feroyum nógv størri, enn man heldur, at hon er, meðan man er her niðri, eisini tí at vit ikki bein- leiðis verða útsett fyri henni her niðri. Her umgangast vit mest fólki, ið eru samd við okkum og har tilikir spurningar verða tiknir upp — eisini í gerandis- degnum. T.d. í kollektiv- inum har eg búgvi, er ikki tann stóri munurin millum kynini, vit eru øll meira líka, luttaka á jøvnum feti í ellum, sama ger seg galdandi í skúlanum... Harafturímóti tá ið tú kemur heim til Feroyar, so verður beinanvegin væntað av tær, at tú ert soleiðis, sum tað nú eina- ferð verður hildið at kvinnur eiga at vera. Lut- tekur tú í onkrum kjaki t.d. politiskum, so verður nærmast flent at tær — hetta eigur tú ikki at hava skil fyri. Taka vit fakið hjá mær, so er tað í Fer- oyum eitt mannfólkafak og vilt tú luttaka í hand- verkarapartinum av fak- inum, so verður tú bein- leiðis forðað í hesum, tað hava kvinnur heldur ikki skil fyri! Malan: — Nú er mitt fak ikki eitt »mansfak«, sum tað hjá Gunnleyg. Eg lesi danskt, tað er ein læraraútbúgving, har eru eins nógvar kvinnur sum menn, ið undirvisa. Men tað, sum er ringt, tað er hetta her við at ganga á Universitetinum, tá ið tú kemur frá eini familju har ið hetta er nakað ógvuliga serstakt. Tað er hetta her dupulta, at tað verður sæð upp til tín sum uni- versitetslesandi, men samstundis niður á teg sum studentur, ið meira at kalla er ein ónytta. Men so er tað nakað annað, og tað er dupult- lívið vit í grundini liva. Tú ert heima um summarið og roynir at kenna teg sum vanligan feroying, men tað ber oftani ikki til, ti umsteðurnar eru nógv eðrvísi enn gerandisdag- urin í Danmark. Tað tekur oftani fleiri vikur, at til- laga seg til føroyska ger- andisdagin. Hinvegin — tá tú so fert niður aftur, so skalt tú aftur tillaga teg... Ofta so veitst tú ikki rættiliga, hver ella hvat tú ert. Tú ert at kalla fremmandur fuglur á báð- um rókum... Guanleyg: — So er tað eisini tað, at tá ið man er kvinna og lesur, so er tað egiliga ofta, at tey heima, ikki bara foreldur, men eisini so nógv onnur siga sum 80, at tú verður nokk ongantíð liðug, og hvat skalt tú eisini brúka tað til? Hasum holdninginum havi eg so oftani mett, tað verður mett sum tíðsfor- drív til eg einaferð giftist og so er tað liðugt við lesnaðinum! Í eini kjarnufamilju er tað lættari at kúga kvinnunall Rógvi: — Ætlar tú tær at giftast? Gunnleyg: — Nei, tað verði eg ikki. Tá ein kvinna fyrst er farin inn í hjúnarbandið, verður hon juridiskt og peningaliga undirlegd manninum. Nógvar kvinnur gifta seg fyri at tryggja seg peningaliga, men hvat hendir so, um tey skiljast ella maðurin doyr? So sit- ur hon eftir við bernum uttan meguleika fyri at fáa so mikið lenandi ar- beiði, at tey kunnu liva eitt sámuligt lív av tí. Ein av fyritreytunum fyri at kvinnur kunnu fáa líkarætt er, at tær klára seg sjálvar peningaliga. Nú veit eg fullvæl, at tað sum steðan er í dag, ikki er gjørligt hjá øllum kvinnum at klára seg sjálvar. Men kann bara vóna at foreldrini uppala deturnar hjá sær til sjålvstødugar kvinnur. So um man hev- ur meguleika fyri at klára seg sjálvan, so dugi eg ikki at síggja, hver orsek er til at giftast, umframt tað, at tað er nakað menn- iskjaliga vanvirðandi í at skula giftast bara fyri at fáa ein forsyrgjara. Rógvi: — Tað inniber ikki at liva í einsemi rest- ina av lívinum? Gunnleyg: — Nei, og tað eru jú eisini aðrir mát- ar at liva saman uppá enn í kjarnufamiljuni t.d. í kollektivum, sum oftani hava serligan fyrimun fyri kvinnur, tí man har oftani meira málrættað arbeiðir fyri líkarætti. Í eini kjarnufamilju er tað lættari at kúga kvinn- una. Í kollektivinum er hon ikki so bundin av dupult- arbeiði sum í vanligu kjarnufamiljuni, tí at ar- beiðsuppgávurnar eru meira javnt býttar í einum kollektivi, tað ger seg eis- ini galdandi, um hon eigur bern, so er tað ikki bara hon ella ein maður um at passa tey, men fleiri, tað ger, at hon hevur betri umsteður til at útbúgva seg og luttaka í eðrum ar- beiði, sum hon hevur hug til. Rógvi: — Við kjarnu- familjuna hugsar tú um eina vanliga familju, mað- ur og kona og nekur bern, ið búgva í egnum húsi. Men hví heldur tú, at kjarnufamiljan er serliga kúgandi, tað er hóast alt tað mest vanliga bæði í Feroyum og Danmark? Gunnleyg: — Tí at ein kjarnufamilja setur åvis mark fyri, hvat ið vit kunnu, og hvat ið vit ikki kunna. Gongur kvinnan t.d. heima meðan maðurin arbeiðir úti, so hevur hon ringt við at fáa fast til- knýti til fólk uttan fyri teir fýra veggirnar, ið ikki eins og hon ganga heima. Hon verður sera isolerað og bundin av manninum og ellum tí hann upplivir uttanfyri heimið, hennara leiklutur verður at eiga bern, rudda og vaska og hugna um mannin. Eisini verða tey so ræðuliga bundin av sinna- Rógvi Thomsen lagnum hjá hverjum eðr- um hevur annað gron, so gongur tað útyvir alt hús- ið; tá er frægari har fleiri búgva saman, tá ert tú ikki so bundin at sinna- lagnum hjá einum menn- iskja. Arbeiða bæði úti, so hevur kvinnan aloftast somu skyldur heima, hon hevur sostatt dupultar- beiði, og tað ger tað sera avmarkað, hvat ið hon hevur tíð til uttan fyri heimið t.d. eru kvinnur sera sjáldan fakliga aktiv- ar ella aktivar á nógvum eðrum økjum m.a. orsaka av hesum. Meðan maðurin aloftast jú ikki er bundin av børnum og húsligum skyldum og tiskil hevur nógv meira tíð til arbeiði og virksemi úteftir — tað er altið onkur, ið ger døg- urða til og vaskar klæðini hjá stjórum, legtings- monnum og landsstýris- monnum 0.s.fr. Harumframt er búset- ingin hjá kjarnufamiljuni eisini ópraktisk, hvert húski hevur sína frysti- boks, vaskimaskinu, olju- fýr ella ovurstór hús 0.s.fr. Hvussu nógv hevði ikki verið spart, um fleiri vóru felags um hesi ting, umframt at tað eisini hevði bett um bústaðar- neyðina, men sjálvsagt tað er altíð onkur ið hevur meira vinning av at selja 10 frystiboksir, vaski- maskinur, oljufýrar ella hús, enn eini. Broytt bú- seting hevði eisini uppá longri sikt verið nógv bí- ligari fyri samfelagið sum heild. Hvat forðar kvinnu og manni í at broytast? Rógvi: — Nú hava tit tosað um, hvussu ið mun- urin vísur seg millum Fer- oyar og Danmark. Fyri meg inniber tað at kvinn- ur frígerast bæði í sam- samband við kvinnurørsl- una og annað politiskt ar- beiði, eisini at tað verður neyðugt hjá monnum at broyta teirra medferð og áskoðan, at teir sjálvir av álvara taka teirra vana- hugsan upp til viðgerðar. Tað vil sjálvandi íkki siga tað sama sum, at vit skulu broytast fyri at broytast, men meira hvussu ið vit sleppa av við okkara kúgandi vanar, ið bæði kúga okkum sjálvar og onnur og kanska ser- stakliga kvinnur, enda- málið má verða at bæði kvinnur og menn fáa tað betri. Fyri mansins viðkom- andi vil tað siga at sleppa burtur úr stirvnu mann- fólkarolluni bæði sum familjuforsyrgjari og sum tann sterki, ið klárar alt her í verðini uttan at vik- ast, at kenslurnar verða frigjørdar, at tað slepst undan teirri felsku mans- ligheitini, har tað ikki er mansligt at vísa kenslur. Nú hevur leingi herniðri verið kjakast um, hvussu neyðturviligt tað er við eini broyttari atferð og hugsan hjá mannfólki, ja, menn hava sjálvir tikið stig til at stovna eina mansrerslu ikki í andsegn til kvinnurørsluna, men orsaka av henni, tí at teir síggja, at teir eru noyddir til at taka seg sjálvar upp til nýmetingar, summa- staðni er tað eisini við at blíva ein partur av tí polit- iska arbeiðinum herniðri; hver er steðan hjá monn- um, tá ið kvinnurnar broytast? Nú haldi eg. rd ikki at hatta kjakið er komið til Feroyar, kvinnurersla er har, men fyri mær at síggja, so eru menninir eins fastlæstir í teimum gomlu vanunum sum fyrr. Hvat er tað so sum forðar bæði manni og kvinnu í at broytast? Gunnleyg: — Tað er samfelagið, ið setur hesi krev til okkara, at soleiðis skulu vit vera. Tað hevði jú verið ræðuligt um mað- urin ikki longur vildi skumpa ell til viks fyri sjálvur at koma fram og fáa sær eitt statusmaga- sár, meðan kvinnan ikki longur vildi taka upp eftir honum, samfelagið hjá okkum hevur brúk fyri hasum mansslagnum fyri at tað skal virka. Um bæði kvinnur og menn gjerdu uppreistur móti teimum rollum vit verða noydd at spæla, so hevði jú ell samfelagsskipanin farið um koll, burtursæð frá tí, at vit ell somul nokk hevdu fingið tað nógv betri saman tá. Teir skuldu ikki brodera! Rógvi: — Nú hava vit prátað um tær ymisku ytri umsteðurnar har ið tað verður væntað av okk- um, at vit antin eru kvinnur ella menn. Í hes- at spurt tykkum, um tit halda at gentur og dreingir verða uppald ymiskt? Malan: at ivast i! Vit vóru 3 gent- ur og ein drongur heima. Hann fekk ikki somu upp- aling sum vit, t.d. siti eg her og bindi nú, beiggi mín dugir ikki at binda, vit eru allar lærdar at binda — tað er bara eitt. So er tað á skúlabonki! Tá ið vit høvdu hondarbeiði, tá hevdu dreingirnir fim- leik, og tá ið vit høvdu fimleik, ja, so fingu teir fri, teir skuldu ikki brod- era!! Og so innihaldið í skúla- bókunum, tak hasa har, ið verður brúkt dagliga >Les og svara,< har ið tú fyri at svara rætt uppá spurning- arnar skalt svara, at mamma bindur, pápi les- ur, drongurin spælir við bát og gentan spælir við dukkur og tað er í dag — hvussu tað var, tá ið eg var smágenta, vil eg ikki tala um, tað var ikki mæt- ari, bara tílíkt smátt sum, at tað var heilt natúrligt at smádreingir dálkaðu seg ella tak barnasangir- nar! Mamma mín, hon seymar og hon bindur, kókar mær og pápa mat, vaskar gólv, eg dálki jú eitt sindur, Malan: tó hon sigur altíð, at einki ger, vátur er, ofta raskur drongur. Sjálvt um hann at vaða fer, kortini hann góður er. — Alt hetta er við til at ávirka okkum til at verða gentir og dreingir við stór- um G og stórum D. Men tað er onki at ivast í, sum ávíst, at tað ikki bert eru foreldrini, ið á- virka okkum til at vera — Tað er onki ” »gentur« og »dreingir«, men at tað er tann måtin samfelagið er innrættað uppá. Tá ið vit verða so gomul, at vit hava fysikk og matematik og fara at læra mál, tá er tað klárt, at dreingirnir fara tann matematisk /fysiska meðan genturnar fara at lesa mál. Spurningurin er so hví tað er soleiðis? Gunnleyg: — Jú, tá ið tær meira teknisku læru- greinirnar eru fyri, so tosa lærarnir næstan bara við dreingirnar. Hetta ger, at tað hverki verður væntað av gentunum ella tær verða stuðlaðar til at lut- taka, sjálvar fara tær eisini at trúgva uppá, at tær ikki duga hasar læru- greinirnar, tí tær eru gentur. Hatta havi eg so í hvussu so er oftani sjálv verið úti fyri, tí mær dámdi væl tær meira teknisku lærugreinirnar, men slapp ikki framat, tað er ikki fyrrenn nú aftaná, eg dugi at síggja, hví tað var so... Rógvi: — Ja, ein av or- sekunum til, at genturnar oftani upp til 7. flokk duga betri enn dreingirnir, og at dreingirnir síðani fara framum ella koma uppá síðuna av teimum hevur jú sína nátúrligu forkláring, tað er ikki so nógv orsaka av, at dreing- irnir eru blivnir meira búnir. Genturnar, ið eru vanar at laga seg eftir eðrum, hava klárað seg væl hig- artil í skúlanum, men nú meira til, tað eru jú teir, ið skulu hava eina útbúgv- ing og forsyrgja eini fam- ilju. Dupultmoralur og hyklari so tað stendur eftir! Rógvi: — Í Dimmalætt- ing sjálvan valdagin skrivar ein, ið nevnist Hans. Andr. Joensen — ið hevur verið nógv frammi í seinastuni við teimum mest víðgongdu hegra- vendu sjónarmiðunum, at hann hevur lisið í Kriste- ligt Dagblad, at tað eru sosialistiskar kreftir í Fer- oyum, ið arbeiða fram í- móti fríari abort, síðani sigur hann, at tað eru allar kvinnurerslurnar, ið ar- beiða miðvíst fram ímóti hesum „ónda< máli; eisini mælir hann øllum »hampa« kvinnum til at melda seg år hesum feløg- um. Hvat halda tit um hatta? Malan: — Fyri tað fyrsta so er tað dupult- moralur og hyklari so tað stendur eftir! Tað, sum hevði verið besta leiðin, tað var, at sett varð í verk ein dygd argóð kampagna um fyr byrging, og at hend gjerdist ókeypis — tað Framhald á síðu 18